leygardagur 28. juni 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+ — - —
Á rblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: | Dagny Joensen, | Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820 3
(| úller | Randi Jacobsen | Gras D. Magnussen | Sp/t Sosialurin | Teletax. 14720 |
Fyritaksstjóri: Eyðun Klakkstein, Bústaður: | |
Krisjan Dahl Blaðfólk: | ; Argjavegur 26, Argjum | e-mail: |
Lýsingar og sela: Áki Bertholdsen, | Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, sosialur 6 olivant.fo
Jens Kristian Vang
Marjun Dalsgaard 110 Tórshavn
Eirikur Lindenskov,
Avgerð Gronlands
Oddagrein
MONG gjørdust bilsin, tá ið tað frættist, at grønlendski lands-
styristormadurin Lars Emil Johansen bjóðaði land sitt fram til
goymsluplåss fyri burturbeindum kjamorkulødingum. Grønland
og ikki minst Lars Emil sjálvur hava staðið á odda í stríðnum
hjá smáum tjóðum fyri at halda umhvervið reint og fyri at
halda Norðurlond frí fyri kjarnorkulødingar. Ein kundi tí heldur
væntað, at Lars Emil stóð á odda at forða fyri, at atomveldini
loysa sínar trupulleikar við at koppa teir yvir á onnur
MEN lat tað verða sagt alt fyri eitt, at vit sjálvsagt ongan rætt
hava at leggja okkum út í eina slíka avgerð. Hendan avgerð er
Grønlands og sjålvt um avgerðarrætturin formliga er hjá donsku
ríkisstjórnini eigur avgerð grenlendska fólksins at verða vird
Hinvegin hava vit, sum eitt norðurland og sum eitt land í
Útnorðuri fullan rætt til at hava eina meining um avgerð Lars
Emils. Um uppskotið um Grenland sum altjóða ruskpláss fyri
kjamorkulødingar var komið frá einum Uffa Ellemann Jensen
eila onkrum av teimum ørvitisfiskum í russiska ella amerikanska
herinum, sum hava fylt heimin við kjarorkunar devulskapi. So
høvdu vit ikki undrast. Men av ollum Lars Emil, sum vit hava
mett sum ein av mætastu oddamonnum hjá smátjóðum og
upprunafólkum í stríðnum fyri reinum umhvørvi og fyri at halda
okkum uttan fyri klandrið hjá stórveidunum! Tað er beiskur bít
og grønlendski landsstýrisformaðurin må hava sera sera
tungtvigandi grundir til eitt so radikalt stig — eitt Stig ið kvettir
við alt tað, ið Norðurlond higartil hava staðið fyri
TALAN er um eitt mål, sum bæði er eitt umhvørvismål, eitt
pnnsippmál og eitt storpolitiskt mál Umhvervissjónarmiðið er
so upplagt, at tað er óneyðugt at gera viðmerkingar til Vit fara
tí bert í hesum umfari at nema við prinsippið og við ta stór-
politisku síðuna av átaki landsstyrisformansins Tað hevur heilt
frå ti heimurin raknaði við umhvørvisliga verið eitt grundleggj-
andi prinsipp, at tann ið dálkar ella skapar dálkandi og hóttandi
evni, sjálvur eigur at beina fyri hesum ella goymir dálking-
arkelduna hjá sær sjålvum. Tann, ið dålkar, skal sjálvur reinsað
upp eftir sær og ikki tveita dálkingarevnið yvir á grannan
Hesa stødu hava at kalla oll demokratisk lond í heiminum
havt til hendan dag. Men undantak eru og hesi eru kjarnorku-
veldini, ið stødugt royna at koppa sínar sjålvskaptu trupulleikar
yvir á onnur lond. Nógv eru dømini, men best kenda dømiå
um okkara leiðir eru royndimar hjá Bretlandi og eðrum atom-
veldum at goyrna geislavirkið burturkast frá idnadi og kavbåtum
í havbotninum millum Hetland og Føroyar, har vit skulu bæði
fiska og leita eftir olju. At bjóða sær til at loysa goymslu-
trupulleikarnar fyri kjarnorkuveldini er at taka ábyrgdina frá
teimum — væl at merkja ábyrgdina av einum trupulleika, sum
tey sjálv í teirra maktgirnd og markleysa ábyrgdarloysi sjálv
hava skapt. Hetta tykir okkum ikki at vera klókur politikkur
Talan er jú um radioaktiv evni, ið eru virkin í nógv túsund ár ja
nøkur av teimum evnum, ið eru í lødingunum, hava eina
hálveringstíð uppá 24.000 ár. Hvussu sær Thule út til ta tíð?
Hvor skal rekja goymslumar? Hver vil rinda um eitt nú 200
ella um 500 ella um 1000 ár, tá fólk enn vónandi búgva í
Grønlandi? Slíkar goymslur krevja stóra røkt og vidlikahald, ið
eru sera kostnadarmikil
AT enda vilja vit nevna ta stórpolitisku síðuna av málinum
DUP!-frågreidingin hevur avdúkað eitt kyniskt spæl um Grøn-
land, har amerikanskir og danskir politikarar uttan fyrilit hava
spælt við lagnu Inuits i Grønlandi. Uttan fyrilit fyri trygd grøn-
lendinga varð Grønland drigið upp i ósemjurnar millum stor-
veldini og tað er hvørki USA ella Danmark, men bert Vårharra
og happinum fyri at takka, at hetta kyniska spæl ikki endaði í
eini ræðuligari altoyðandi katastrofu fyri grenlendsku tjóðina
og grønlendska umhvervið. Nú er kalda kriggid av og Grønland
eins og okkara land leys av stérvaldaåhugamålum. Hetta mátti
tó verið ein fyrimunur og politisku leiðararnir máttu tó hugsað
so, at teir gjørdu alt fyri at okkara lond íkki aftur vórðu drigin
inn í hernadarliga áhugamáisoki stórveldanna. Vit hava syrgi-
liga domið um tað mótsatta, tå løgting og landsstyri í fjør
bjóðaðu okkara land fram til NATOvenjingar og harvið brutu
sínar egnu samtyktir. Við einum goymsluplåssi fyri kjarn-
orkulødingar í landinum, verður Grønland aftur drigið inn í
åhugaøki, ikki bert hjá stórveidunum, men hjá ollum londum,
ið hava kjamorkuambitionir. Tað er torført at síggja, hvussu
henda framtíðarstoða skal kunna gagna inuit — tí ediligu og
háttmentaðu grønlendsku tjóðini, ið hevur megnað at yvirlivað
undir kolonialismu og í eini kargari og til tíðir harðari náttúru á
markinum, har menniskju kunnu liva yvirhøvur. Men vit vilja
enda, sum vit byrjaðu. Vit kunnu ikki og eiga ikki at forða
grønlendingum í hesi avgerð, men vit hava loyvi til at vóna, at
grønlendska tjóðin við Lars Emil á odda summar seg og broytir
stødu, tí hetta mål viðkemur øllum fólkum í Norðurlondum,
sum hóast alt hava verið kjarnorkufri til hendan dag
Sosialurin
Viðmerking
Viðmerking til grein hjá Bjørn á Heygum
í Sosialinum 24. juni 1997
Málið. sum Bjørn á Heyg-
um skrivar um, er >Nóls
ovar Påll«, skipið, ið varð
keypt av Sambandinum fyri
6 mió. kr. og skuldi gerast
klárt fyri 3,2 mió. kr. Sagt
varð tá, at vit komu at hava
eitt gott skip, ja nógv betri
enn »Olavur Halgi« var, g
skuldi hesin ti eisini seljast
Síðani vísti tað seg, at
skipið ið keypt varð, als ikki
var so gott sum sagt varð
fyri unginum, tå játtanin
varð givin til keyp og um-
bygging. Tá skipið endaliga
var keypt og alt var avgreitt
og ein fekk høvi til at síggja
pappírini um, hvussu skipið
var, vísti tað seg, at skipið
var upplagt og hevði ligið í
2 år, tí eigarin (seljarin) helt
tað ikki vera ráðiligt at
brúka skipið. Skipið hevdi
jú hol fyri ein stóran part
um allan skrokkin. Tí var
eisini í søluformulårinum
strikad tað punktið, at keyp-
arin kundi síggja klassa-
pappírini áðrenn keypt varð
Eftir at hava brúkt 12,7
mió. kr. uppá skipið er tað
líka ónýtiligt, og so kann ein
venda og snara málinum so
galið ein vil
Spurningurin, sum reistur
varð í tinginum í fjør av
Bjørn á Heygum varð svar-
aður, og skuldi tilfarið sagt
Bjørn á Heygum, at hetta
skip ongantíð skuldi verðið
keypt til vaktarhald og
bjarging í Føroyum. Bjørn,
hetta var so grundarlagið
sum sambandsflokkurin við
sínum landsstýrismanni
keypti skipið eftir. Sjálvur
haldi eg, at hvørki Bjørn á
Heygum ella eg høvdu
keypt eina trillubøru fyri
1000 kr. á so spinklum
grundarlagi
Eg havi sagt í tinginum,
at tað er óðamannaverk at
fara undir at brúka meiri
pening uppá hetta skip, ti
vit koma ongantíð at fáa et
brúkiligt skip. Skipið er 26
ára gamalt, hevur eina vána-
liga maskinu við alt ov litl-
ari orku sum bjargingarskip
og einum illa tærdum
skrokki, fyriuttan alt annað,
og hetta verða teir trupul-
leikar, sum vit koma at
stríðast við tey komandi
árini. Vit skulu helst brúka
einar 2 mió. kr. á hverjum
ári til utskifting av stáli, fyri
at lúka krøvini, ið verða sett
Vit skulu minnast til, at tað
sum nú verður gjørt er bara
tann parturin, sum ikki lýk-
ur krøvini í dag. Hetta er
tað, sum sambandsflokkur-
in vil fyri einhvønn pris
brúka 20 mió. kr. uppá aftrat
teimum 13, ið longu eru
brúktar
Spurningurin um útboðs-
tilfarið vísir seg nú at vera
tað stóra málið hjá sam-
bandsflokkinum. Tilfarið
var ikki verri enn so, at
skipasmiðjur kundu geva
ein prís eftir tí. Hetta vísir
seg eisini í tilfarnum, sum
kom innaftur.
Sum stødan er nú vísir tað
seg, at vit skulu brúka fleiri
pengar uppá hetta skip fyri
at staðfesta, at tað er ónýti-
ligt. Vit skulu ikki gloyma,
at løgtingid hevur felt upp-
skotið um játtan at brúka
fleiri pengar uppá >Nóls-
oyar Påll« og tað eri eg sum
landsstýrismaður noyddur
at taka til eftirtektar. Sum
stødan er, eru ongir pengar
at brúka uppá skipið. Tá so
bæði Bjørn á Heygum og
Atli Hansen úr sambands-
flokkinum síga, at lands-
stýrismaðurin ikki virðir
tingið, er hetta beint øvugt,
tað eru Bjørn og Atli, sum
ikki virða tingsins stóðu
Men eg skilji væl Bjørn og
Atla og sambandsflokkin,
tað ræður um hjá teimum at
binda navnið hjá mær sum
mest við >Nólsoyar Påll«,
tí so halda teir, at Føroya
fólk fer at gloyma, at tað
var landsstýrismaðurin hjá
sambandsflokkinum Ivan
Johannesen, sum keypti
skipið og segði tinginum,
hvussu gott skipið var. Um
vit skulu fáa eitt so gott
skip, sum tá varð sagt frá,
eri eg bangin fyri, at tær 20
mió. kr., vit tosa um, ikki
røkka til.
At John Petersen er ein
trupulleiki í hesum máli
skilji eg ikki, tað einasta ið
kann vera ein trupulleiki er,
Få
at John Petersen hevur
greiða stóðu til málið, at tað
er skilaloysi at brúka so
nógvan pening uppá hetta
skip. Hesum havi eg boðað
frá, og hetta eigi eg at gera
sum landsstýrismaður
»Olavur Halgi< mátti
seljast, tí hann var ov dýrur
í rakstri, og maskinan var
so vánalig. Hví skulu vit so
hava eitt skip í staðin fyri
sum er nógvar ferðir verri
enn »Olavur Halgi« og hev-
ur nógv verri maskinu og
verður nógv dýrari í rakstri?
Tað vildi verið ábyrgdar
leyst av landsstýrismannin
um ikki at sagt frá hesum
Ein nógv størri trupulleiki
er, at sambandsflokkurin
ikki kann hava eina greiða
stóðu í hesum máli sum
sigur, at kostar skipið meira
enn 10 mió. kr., skal einki
gerast. Bjørn sigur eitt nú
og annað tå, 0 honum er
ringt at lurta eftir
Bjørn, heyði tingið greitt
fingið at vita, hvat tað var
fyri eitt skip, ið teir góvu
jåttan til at keypa, høvdu vit
ongantíð fingið hendan
trupulleikan
Bjørn, eg fari tí at skjóta
upp at loysa hetta mál uppá
sama máta, sum tú loysti
trupulleikan við grísunum á
Tveroyri á sinni, har ert tú
specialistur, so um tú ikki
fært IRF at brenna skipið,
so kundi tú bíðið Skála
Skipasmiðju hjálpt tær
John Petersen,
landsstýrismaður