leygardagur 28. juni 1997síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
14
tíðindablaðið
Í Eystrum
Soleiðis sá út í Eystrum, sum listamálarin William Smith, í Vági, sá tað í 1936. Tað var valahús og tað var so stásiligt
inni, at tað sigst um ein mann, at hann spurdi um hann var komin í himmiríki, einaferð hann læt eyguni upp, eftir at
hann var borin inn tí hann lá fyri deyðanum
Býlingurin í Eystrum í Por-
keri er ógvuliga gamal. Ein
søgn sigur, at í Eystrum
búðu tveir brødur. Annar æt
Símun og hin Eyðun. Sím-
un búsetti seg á ødrum staði,
men Eyðun var múgvandi
her. Hildið verður, at stað-
arnavnið í Eystrum er eftir
hesum sama manni. Jørdin
vestan fyri húsini verður
nevnd Eydunsjørd, ein fløtt-
ur verður nevndur Eyðuns-
fløttur og ein heyggjur Eyð-
uns Reyn
Hvørjum sjålvt stadar-
navnið í Eystrum er sett
saman av er ikki heilt greitt
Oman fyri húsini er Eystra-
trødin (Eydunsatrød) og
nidan fyri er Eydunsmørk,
sum er býtt í helvt: eystara
og vestara
Tann fyrsti, sum vit vita
um hevur festið í Eystrum,
er Peder Jacobsen. Í Færgs-
ke Kongsbender 1584-1884
verður nevnt, at umframt
hálva mørk í jørð í Eystrum,
hevur hann eisini festini í
Gjørdum, sum er 6 3/8
merkur og å Heyggi, sum
er 2 merkur. Heisn sami Pe-
der Jacobsen er løgmadur i
Føroyum. Sagt verður, at
umframt Steigargarð í San-
davági hevði hann festi, á
Sundi, á Kirkju, í Froðba og
í Hovi
Peder Jacobsen átti tveir
synir: Zacharias, sum varð
sýslumaður í Norðoyggjum
og búði á Viðareiði og
Jákup, sum festi hálvan
Gjerðagarð í Porkeri
Næsta festaran í Eystrum,
Anders Magnussen, vita vit
einki um
Um eftirmann hansara
Michel Joensen vita vit, at
hann er føddur fyri 1620,
og at hann festir í 1649. Í
tingbókunum verður hann í
1689 neyndur en gammel
mand. Hann eigur tveir syn-
ir: Magnus og Mikkjal, sum
giftist ul Fámjins og tvær
døtur: Malenu og Mar-
grethu, sum eisini verður
gift í Fámjin.
Magnus festir í Eystrum
I. okt. 1690. Umframt ta
hálvu mørkina, sum hann
festir, eigur hann 4 merkur
og Í gyllin. M.a. liggur ein
partur av ognini í Sunnba,
og tað hevur við sær, at elsti
sonurin Tummas búsetir seg
í Sunnba. Børnini hjá Mag-
nusi og Sunnevu Zacharias-
dóttir vóru: Tummas, Jákup,
Jógvan og Niclas og døt-
urnar: Christen, Cathrina og
Marin
Jákup festir í Eystrum í
1712 og 4 gyllin í Hovi
Børnini eru: Magnus, sum
tekur vid eftir påpa sin,
Zacharias, sum giftist til
Aar og festir tvær merkur i
prestajørð vid Geil, Jógvan,
sum giftist ul Sunnbiar og
búði i Lida. Døturnar vóru
Marin, sum giftist til Sunn-
biar og búsettist Niðri i
Gardi og Sunneva, sum gift-
ist vid Johannes Joensen
Magnus festir í Eystrum
f 1739: hann eigur einkar-
son, Jógvan, sum festir í
1770. Jógvan giftist við
Sunnevu Jespersdatter úr
Porkeri, og tey eiga: Mag-
nus, sum festir í Eystrum
eftir pápa sín og Jógvan,
sum bygdi húsini í Skålan-
um. Húsini í Skálanum eru
grannahúsini í Eystrum og
eru bygd fyrst í 1800 talin-
um. Tey eru ógvuliga sjáld-
som, at tey at tey eru laðað
upp igjøgnum, og tey standa
uppi enn. Dóttir Jógvans og
Sunnevu, Marin giftist til
Trongisvágs
Magnus giftist við Marini
Niclasdatter úr Bøkkum
Tey eiga bernini: Jaspur,
sum festir eftir pápa sín í
1809, Súsannu, sum var
ógift og Sunneva, sum gift-
ist við Daniel Guttesen úr
Lopra. Eftir Løbners tabel
1813 eiga Magnus og Marin
eisini 11 1/2 gyllin í ogn og
part í åttamannafari.
Jaspur giftist í 1820 við
Sunnevu frá Hvanndalsá í
Vági. Hann festir í 1932.
Tey fyrstu børnini hjá teim-
um hava eftirnøvnini Jes-
persen ella Jespersdatter,
men tá ið vanligt verður at
fáa sær onnur sum eftir-
navn, fáa tey sær eftirnavn-
ið Øster. Tann elsti sonurin,
Magnus giftist við konu úr
Froðba og tey búsettu seg í
Tippinum á Tvøroyri. Mic-
hal (Kalurin í Eystrum) festi
eftir pápa sín.
Tri sonurin Poul fær eft-
irnavnið Øster, og hann bú-
setist á Førdum í Froðba og
fjórði sonurin, Óli Øster bú-
setist eisini á Tvøroyri. Døt-
urnar eru: Marin, sum doyr
av sjúku Il ára gomul,
Anna Sofía, sum giftist í
Nes í Hvalba, Marin giftist
í Nýagarðar í Porkeri, Sús-
anna giftist til Frodbiar og
búði undir Skorum. Tær
yngstu døturnar hjá Jaspuri
og Sunnevu Suffía og Else-
beth vóru ógiftar og búsett-
ust í Havn og á Tvøroyri.
Kalurin í Eystrum giftist
við Súsannu Kristinu Fred-
rikku úr Nýagerðum. Fýra
Nr. 121 — 28. JUNI 1997
av børnum teirra doyðu,
áðrenn tey vóru seks ára
gomul. Sonurin Niels Jacob
giftist við Súsannu Malenu
úr Skálanum, og hann var
fyri tí óhappi at drukna á
vágni. Hann var við eini
eingilskari slupp, sum kom
inn á vágna eftir honum.
Róðurarmurin sló út í borði
og Niels Jacob datt fyri borð
og druknaði. Hetta var 16
juli 1892. Eftir sat konan
við tveimum småbørnum.
Tað kveldið hoyrdist grát-
urin úr Eystrum líka á
Heyggj, segði tiltikni skip-
arin Dias á Heyggi, ið var
óviti tå og hevði sætt til-
burðin. Dóttir Kalin og
Gomlu Stínu, Michalina á
Midjørd var eisini fyri tí
vanlagnu at missa fyrra
mannin Jens av Flettinum,
ið bara 28 ára gamal sló út
av Tjaldrinum undir Íslandi
Hann var skipari á Tjaldr-
inum. Hon giftist aftur við
Jaspuri Midjord úr Hovi, og
tey vóru eisini fyri tí van-
lagnu at missa sonin Niels
Jacob, sum í 1934 druknaði
í Vikarsundi, 28 ára gamal
Í teirra stutta hjúnarlagi
áttu Niels Jacob og Súsanna
Malena, Mikkjal Paula, sum
fekk sær konu úr Elduvik,
Stinu, sum giftist við Petur
á Duritufletu úr Porkeri go
Marina, sum giftist ul Sør
vags
Lítið er at ivast í, at ein
fadirloysingur sum Mikkjal
Pauli man hava fingið mong
eftirlæti. tí søgurnar eru
nógvar um, hvussu Tórstein
í Bøkkum og hann tókust
við uppi í Eystrum og har á
leið í uppvekstrinum. Tór-
stein var eisini faðirloysing-
ur og vaks upp í grannahús-
unum undir Homrum eitt
sindur vestan fyri Eystrar
Tórstein, ið var fråsøgu-
maður sum fáur, visti frå
nógvum beistagerðum, sum
hann og Mikkjal Pauli
høvdu fyri. Einaferð teir
spældu oman fyri húsini,
funnu teir uppá at taka
steinar undan einum stórum
kletti og fáa hann á bólt
Hetta eydnaðist teimum, og
steinurin fór á bólt, tvørtur
yvir húsunum og fór niður
gjøgnum takið á fjósinum
og stødgadi í flórinum beint
aftan fyri kúnna. Har var
einki annað at gera enn at
halda til fjals, og ikki fyrr
enn móti kveldi tordu teir
aftur at húsum
Mikkjal Pauli og Hansína
úr Elduvík giftust í 1907 og
fingu fýra synir og tvær det
ur. Synirnir Niels og Alfred,
sum báðir vóru ógiftir vóru
teir seinastu, sum búðu í
húsunum í Eystrum. Tá ið
Niels var deyður, flutti Alf-
red til Havnar at búgva fyrst
í sjeytiårunum. síðan hevur
eingin búð í húsunum í
Eystrum
Nær húsini, sum nú eru í
Eystrum eru bygd, vita vit
ikki vid vissu, men hildid
verður, at tey eru bygd í
1860 ella 1870 árunum.
Seinri - í 1880 árunum - eru
tey bygd størri eystureftir,
samstundis sum durur varð
gjørdur á suðursíðuni.
Tey gomlu sethúsini í
Eystrum vóru niðan fyri.
Tað, sum var fjós tey seinnu
árini, var vestari endi á
teimum upprunaligu sethús-
unum. Og har hevur fólk
búð síðan í 1500 talinum
At núverandi sethús í
Eystrum hava verið stásilig
tá á døgum við trægólvi,
sigur ein sega okkum frá
Tá ið Marin undir Homrum
í grannahúsunum vestanfyri
doyði stutt fyri jól í 1898,
varð Kalurin, maður henn-
ara borin inn í Eystrar. Hann
var eisini ússaligur og lá fyri
deyðanum. Tá ið hann eina-
ferð sló eyguni upp, spurdi
hann, um hann var komin í
Himmiriki, tí her var so fínt
Kalurin undir Homrum and-
aðist dagin eftir og konan
og hann fóru í somu grew
Fornminnafelagið í Por-
keri hevur keypt húsini í
Eystrum. Hesin býlingurin
er eitt tað besta dømid um
ein føroyskan býling vid
tvinnum sethúsum, fjósi,
lødu, hjalsgrund, gróthúsi,
køsti, somhisi, hvanngarði,
matará vid lækju og øðrum,
sum eyðkendu eini føroysk
bóndahús. Umhvervið er
óspilt og vakurt, og tað er
okkara vón, at tað eydnast
at fáa henda býlingin settan
aftur í upprunaligan stand,
og tað er einki at ivast í, at
tá verður hetta eitt tað besta
savnið av sínum slag í land-
inum
Magnus Hansen
Og soleiðis sær út í dag. Fornminnisfelagið í Porkeri hevur fingið húsini og ætlar at gera tey ístand