týsdagur 1. juli 1997síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTUR
sé sosialurin, týsdagin 1. juli
Sigið okkum frá, um onkur tíðindi eru at frætta. Ringið ella faxið!
Sosialurin, tel 11820, Fax 14720
sidur at taka ut!
Dramatikkur á Jersey
Søsialurin, Jersey
Kappingarnar á Oyggjaleik
unum 1997 byrjaðu við
nógvum dramatikki sunnu
morgunin
Fyrsta kappingin yvir
hevur var hálvt maraton, ið
byrjaði longu kl. 8.15
sunnumorgunin
Kappingin varð legt tíð-
liga á morgni, tí seinni á
degi kundi væntast at vera
sera heitt hesa ársins tíðina,
hóast vit ikki júst hava verið
plágað av hita her niðri
higartil
3 luttakarar
Føroyar høvdu tríggjar lut
akarar í hesari kappingini
Ein av føroysku rennar
unum var Marni Joensen
sum nú er við aftur í
Oyggjaleikahøpi, eftir at
hann hevur verið noyddur
at binda frið rættiliga leingi
eftir ein skaða - hann var
m.a. ikki við í seinastu leik
unum á Gibraltar orsaka av
skaðanum. Hetta er fyrsta
stóra kappingin hjá honum
á hesum sinni
Hinir føroysku rennarar
nir sunnumorgunin vóru
Guttorm Sørensen og Hall
ur Holm, sum eini eru kend
ir rennarar, ið hava verið við
í fleiri sterkum kappingum
harímillum nøkrum
Oyggjaleikum
Herð kapping
Hálvt maraton er ein av
teimum harðastu kapping-
unum, ið hugsast kunnu, tí
teinurin er ikki minni enn
góðar 42 km., ið rennast
skulu upp á ein góðan tíma
Oyggjaleikametið á hes-
um teininum varð sett á
Alandi í 1991, tå R. Large
av Ísle of Wight rann teinin
upp á Í tíma 7 minuttir og
54 sekund
Beint sum kappingin varð
byrjað løgdu 4 rennarar seg
framman fyri hinar
Tað vóru Graham Clarke
frá Isle of Man, Janus
Eigaard úr Grenlandi, lan
Williamson úr Hetlandi og
Marni Joensen úr Føroyum
Teir runnu soleiðis at teir
frá Isle of Man og Hetlandi
lógu frammanfyri, meðan
Marni og grønlendingurin
lógu beint aftan fyri thinar
Síðani var eitt stórt glopp
aftur til restina
Tá teir høvdu runnið
nakrar km. tók grønlend
ingurin seg frá Marna og
fylgdist við hinum báðum
fremstu
Hetta var taktikkur, tí á
hendan hátt vónaði grøn
lendingurin, at Marni fór at
troyttast av at renna cinsa
mallur, so hann fór at detta
burtur ímillum
Men Marni hugsaði sum
so, at sum grønlendingurin
vendi sær so ofta, hevði
hann ikki so nógvar kreftir
so sum hann vildi sýna, og
tað mundi ikki fara at vara
so leingi
Og so var!
Tá teir høvdu runnið um
hálvan teinin, var einki eftir
hjá grønlendinginum, og
hann mátti gevast, og harvið
vóru medaljuvónirnar hjá
Grønlandi burtur
Marni hekk í
Marni hekk tó við, og tað
eydnaðist honum at liggja í
fremsta feltinum alla tíðina
Undir einari so langari og
strævnari kapping missur
ein rennari eina rúgvu av
vætu, og tað ræður um at
—
Marni Joensen e er komin um mállinjuna og dettur um. r æknin og hjálparfólk eru alt fyri eitt hjá honum. Mynd:
Sofus Johannesen
drekka so nógv sum gjørligt
frá byrjan av kappingini, tí
kroppurin hevur eina tíð um
at upptaka vætuna, og tá ein
hevur mist ov nógva vætu,
er ov seint at drekka
Marni veit sjálvandi alt
um hetta, men tað eydnaðist
honum íkki at fáa drukkið
nóg nógv vatn nóg tíðliga
Hann hugsaði tó sum so,
at her var ikki so heitt - tað
var skýggjað - so vesku-
tapið fór helst ikki at gerast
so ógvusligt
Men sum teinurin leið
móti endanum, gjørdist tað
honum alt meira greitt, at
her hevði hann forroknad
seg
Treiskur sum hann er helt
hann tó á, hóast stødan bert
versnaði hjá honum. At
enda sleraði tað fyri eygun-
um á honum og hann kundi
næstan ikki lesa skeltini,
men tá kom hann til stadion,
har kappingin endaði, so
hann helt út seinastu
metrarnar eisini
Yvirhálaður á strikuni
Fyrstur inn á stadion og á
mál var hetlendingurin lan
Williamson, sum hevði tíð-
ina 1:098:58. síðani kom
Graham Clarke frá Isle of
Man, ið hevði tíðina
1:10:09
Tridjur inn å Stadion var
Marni Joensen, men honum
í hølunum var Andrew
Crowhurst av Jersey
Tad var munur å monn-
um, ið åskodararnir her s6u
koma inn å stadion
Marni var so troyttur, at
hann var heilt fyri ongum,
meðan jeyrseybúgvin næst-
an sýntist at vera ómóður.
Men tað at hann, beint sum
teir komu inn á stadion,
yvirhálaði Marna og harvið
kom inn á bronsuplássið,
gav honum helst nýggjar
kreftir, hóast hann sjálvsagt
var ógvuliga móður einso
og hinir eftir hendan langa
teinin
Andrew kom á mál sum
nr. 3 við tíðini 1:11:05,
meðan Marni á fjórða plássi
hevði tidinal:11:30
Hallur Holm kom inn á
11. plássi við tíðini 1:13:19
og hetta er I min. og 20 sek
betri enn hansara besta tíð
higartil
Guttorm Sørensen kom á
mál sum nr. 13 við tíðini
1:13:33.
sj.
KÍ og B36 vilja hava linari revsingar
Fótbóltur: Klaksvikingar vilja hava staðfest, um avgerdin hjá kappingarnevndini er tíkin á réttum grundarlagi
Bæði klaksvíkingar og teir
í B36 vilja hava dóms-
neyndina hjá Fótbóltssam-
bandinum at taka stóðu til
avgerðina, sum kappingar-
nevndin fyri góðari viku
síðani tók í sambandi við,
at Allan Mørkøre og Tomi-
slav Sivic vórðu riknir av
vølli.
Bæði feløgini hava skriv-
að til dómsneyndina og heitt
á hana um at linka sektina.
Arni Joensen, formaður í
KÍ, váttar, at teir hava kært
avgerðina. Hann sigur, at
felagið harmast um, at spæl-
ararnir gera brot, sum føra
kort við sær, og hann harm-
ast um, at tveir spælarar
gjørdu lógarbrot, sum
høvdu tvey reyð kort við
sær á Svangaskarði sunnu-
dagin.
— Vit harmast eisini um
atburdin hjå Allani Mørk-
øre. Men vit hava kært, ti
vit vilja hava at vita, um
avgerðin um langa leik-
bannið er tíkin á røttum
grundarlagi. Vit halda, at
Allan fekk eitt gult kort fyri
at mótmæla einum brots-
sparki í 1. hálvleiki, og at
hann fekk eitt gult kort fyri
at yvir fyri linjuverjanum at
mótmæla einum rang-
stødudémi í 2. hálvleiki. Á
dómaraseðlinum stendur, at
Allan fekk reytt kort fyri
seinna dómin, men tað var
ikki soleiðis, at vit sóu til-
burðin. Tað, sum fór fram
eftir at reyða kortið hevði
verið á lofti hava vit einki
skrivað um í kæruni.
— Vit halda eisini, at tað
er átaluvert, at dómar frá
1992 og frá 1994, tá Allan
Mørkøre spældi við B36,
eru partur í grundarlagnum
fyri avgerðini hjá kapping-
arnevndini. Tað er hetta,
sum vit vilja hava dóms-
nevndina at taka stóðu til,
sigur formaðurin í KÍ.
Sivic á beinkin
Vit fingu ikki fatur á for-
manninum í B36, Kristian
á Neystabø, áðrenn blaðið
fór til prentingar, men vit
fingu at vita frá ðrum keld-
um í felagnum, at teir hava
kært.
Kæran gongur uppá, at
B36 heldur Sivic vera revs-
aðan ov harðliga, tí teir siga,
at hann var provokeraður av
vágbingum. B36 heldur
eisini, at tað er skeivt at
nokta venjaranum at sita á
beinkinum, tí harvið verður
felagið sektað og ikki bara
persónurin, sum hevur
framt brotið.
Í démsnevndini eru Páll
Nielsen, sum er formaður,
Christian Andreasen og
Jógvan M. Eliasen.
jh