týsdagur 1. juli 1997síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 107 — 10. JUNI 1997
2. deild menn:
Sumba-FSV 8-0 (3-0)
Sumbingar fóru til
summarsteðgin við
tryggari leiðslu í 2.
deild, eftir at teir leyg-
ardagin vunnu stórsigur
á FS Vágum.
Vågamenn høvdu
lítið at bjóða, og tað
nærmasta teir komu at
gera mál, var tá teir við
góðari frísparksroynd
raktu samankomingina,
tá stødan var 1-0
Vágamenn høvdu 11
mans við suður til
Sumba, og fleiri av
teimum vóru vóru í
vánaligari venjingar-
stóðu, og tá sumbingar
samstundis eru væl fyri
og hava stórt sjálvsálit
mátti munurin gerast
stórur.
Eirikur Joensen legði
Sumba fram um 1-0,
eftir at hann fekk skot å
eftir hornspark. Georg
| Kjærbo økti til 2-0 við
| frålikum skoti åti frå og
| áðrenn hålvleiksstedgin
| økti Dånjal
Johan Joen-
| sen til 3-0, eftir at Mar-
| lon Kjærbo heyði spælt
| hann leysan.
Í seinna hálvleiki helt
| Sumba fram har teir
| sleptu í fyrra hálvleiki,
| teir løgdu nógv fyri,
| spældu seg ofta igjøg-
| num verjuna hjá FS
| Vågum og komu eisini
| til hópin av málkjans-
| um. Spælið var kanska
| ikki tað vakrasta, men
alt gekk fyri seg å hålv-
uni hjå FS Vågum.
Jan Poulsen økti til 4-
0 og Páll Magnar Kjær-
bæk skoradi til 5-0 vid
frisparki. Jón Lisberg
gjørdi sítt fyrsta mál í
| ár, tá hann skoraði til 6-
O eftir frispæling av Páll
Magnar, og tvey tey
síðstu málini gjørdi inn-
skifti Egil Petersen, tað
| seinna eftir at hann vann
bóltin frá verjuni hjá FS
| Vágum.
Sumbingar hava vun-
| níð allar uttan ein dyst í
| fyrru hålvu av kapping-
| imi, og teir eru langt á
| odda í 2. deild. Teir
| hava 27 stig,
næsta
liðið, sumer Kl, hevur
19 stig. Tey liðini, sum
Sumba fer at kappast
við um uppflýtingar-
plássið eru TB og LÍF,
sum bæði hava 18 stig.
Sunnudagin vóru
sumbingar á Tvøroyri
og spældu stevnudyst
ímóti TB. Aftur hesa-
ferð vunnu sumbingar,
og Marlon Kjærbo og
Jan Poulsen gjørdu mál-
ini í 2-0 sigrinum.
(ek)
Fótbóltur: Uppgerðin í Vágum kann
ikki brúkast til nógv í altjóða
samanhangi. Men í næstu viku skal
GÍ venja 14 ferðir og spæla fýra
dystir á Danmarkar ferð
1. deild menn:
FSV-GI 0-4 (0-3)
FM vinnararnir år Gøtu
vóru i Sandavági sunnudag-
in. Teir fingu tey try stigini,
sum teir vóru komnir eftir,
og teir bøttu um målmunin
vid fyra målum
At tað í síðsta enda kann
verða sera týdningarmikið
at hava góðan málmun nýt-
ist eingin at minna teir í GÍ
á, og tí var tað kanska eitt
sindur ørkymlandi hjá teim-
um, at teir serliga seinna
umfarið ímóti FS Vágar ikki
megnaðu at vinna á sær
sjálvum og halda ferðini í
spælinum á ti stødinum,
sum teir serliga í 1. hálvleiki
vístu, at teir vildu hava hana
at vera á
Heimaliðið var avgjørt
ikki áhugað í høgari ferð
Teir tóku sær sera góða tíð,
tá teir høvdu deyðbóltsstað-
ur, og tað var væl skiljandi,
tí tað sást á øllum brøgdum,
at munurin í venjingarstød-
uni var so ómetaliga stórur
Og tað var steinur oman á
byrðu, tá mest verjukendi
miðvallarin, Petur Frank
Joensen, noyddist at fara út,
tá fyrra umfarið var minni
enn hálvleikt
Málini
Jens Martin Knudsen fekk
ikki nógva venjing, áðrenn
hann í annað kvøld skal út í
Runavíkina at spæla ímóti
gomlu lidfeløgunum hjá
sær. Onkur hissini royndin
var á málið hjá honum, men
talan var ongantíð um
roynd, sum landsliðsmaður-
in noyddist at strekkja seg
eftir.
GÍ hevði nógvar møgu-
leikar. Teir løgdu beinan-
vegin ógvusligt trýst á mál-
ið hjá Jóhan á Mýrini, sum
stóð væl, og eftir 18 min
uttir fluktaði Símun Petur
Justinussen í kassan eftir
frísparksinnlegg úr vinstru
og bólt tvørturum frá Steve
White. Liðformaðurin var
hesa ferð í álopinum saman
við bretanum, meðan Jóan
Petur Olsen røkti aftasta
verjuplássið
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
økti Henning Jarnskor um
leiðsluna. Nógv fólk var í
brotsteiginum, og bólturin
var eina ferð á stólpanum,
áðrenn vongverjin í vinstru,
sum ikki var serliga væl
upplagdur og varð skiftur út
miðskeiðis í 2. hálvleiki,
skoraði
Triðja málið, sum Magni
Jarnskor fekk í síðsta álop-
inum í 1. hálvleiki, var tað
besta. Hann yvirlappaði í
vinstru og fekk bóltin frá
Símun Peturi, fór framvid
Piotr Krakowski og sendi
innum Jóhan á Myrini, tå
hesin kendi sg noyddan at
koma út úr málinum
Annað umfarið var meiri
enn hálvrunnið, tá sigurin
varð staðfestur. Rúni Just-
inussen, sum var farin í
vinstra borð eftir at Henning
Jarnskor var útfarin, sendi
hart og flatt innfyri, bólturin
rakti í verjuspælara og
snýtti Jóhan á Mýrini, sum
var á veg ut
Venji gan
Fríggjadagin fara gøtumenn
av landinum við Norrønu
Tá hava teir ivaleyst framm
anundan tryggjað sær pláss
í steypafinaluni og harvið
hava teir framvegis møgu-
leikan at tryggja sær rætt at
taka lut í Europa Cup kom-
andi summar bæði í meist-
arakappingini og í steypa-
kappingini
GÍ skal i eina góða viku
halda til í Lemvig, og hóast
tað verður sagt, at talan
verður bæði um venjingar-
legu og frítíðarferð, so man
tað fara at vera so sum so
við frítíðini hjá spælarun-
um. I Gøtu halda teir, at nú
er stundin komin til at
sleppa víðari í Europa Cup,
og teir ætla at fyrireika seg
væl. Teir skulu venja fjúrtan
ferðir, og teir skulu spæla
fýra dystir, áðrenn teir fara
úr Esbjerg aftur annað leyg-
arkvøld
Dyster
GI ferðalagið skal halda til
í Lemvig. Teir skulu spæla
ímóti danmarksseriulidun
um hjá Ikast og hjá Lemvig,
og teir skulu spæla ímót Vi
borg, sum júst er flutt niður
úr superliguni og ímóti
Harelbeke úr Belgía Hetta
liðið endaði á níggjunda
plássinum í belgisku lands
kappingini, sum endaði fyri
meiri enn einum mánaði
síðani. Og nú fyrireika teir
seg til nýggju kappingina
Vit hava einki frætt um,
at FS Vágar fer av landinum
í venjingarlegu. Og tað nýt
ist ikki at fara av landinum
fyri at gera nakað við venj-
ingina. Men at tað er al-
neyðugt at gera meiri við
tað, um 1. deildarplássið
skal varðveitast er óneyðugt
at siga nakað um. Stødu-
talvan sigur alt um hetta
(jh)
VB vann sannførandi
— NSÍ dumpaði
Fótbóltur: VB vann greiðan sigur á
NSÍ leygardagin. Avrikið hjá NSI var
tað vánaligast hjá teimum í ár
Var talan um eina roynd hjá
NSÍ í dystinum móti VB,
sum vit skrivaðu leygardag-
in, ja, so er nidurstødan, at
teir dumpaðu
Hóast runavíkingar byrj-
aðu sum eitt ódnarveður, og
løgdu seg fram um bein-
anvegin, var tað meginpart-
in av dystinum — og serliga
í seinna hálvleiki — talan um
vånaligasta avrikið hjá NSI
í ár.
Vágbingar vóru hinvegin
sløvir at byrja við; teir
snorksvóvu tá NSI fekk
tríggjar stórar kjansir í
fyrstu minuttunum, og teir
kundu eins væl verið aftur
úr við meira enn einum máli
eftir fimm minuttir.
Vágbingar fóru tíðliga
upp leygarmorgunin, og tá
dysturin var bríkslaður í
gongd kl. 17.00 høvdu teir
verid vaknir f eitt hålvt
døgn, og tå øll tidin var farin
til ferding og at bida eftir
dystinum, var kanska ikki
so legið, at teir vóru so sløv-
ir og óskipaðir at byrja við.
Tað var Súni Fríði Jo-
hannesen, sum legði NSI
fram um tá bert fáir min-
uttir vóru farnir. Helgi L.
Petersen legði hornaspark
inn fyri málið, onkur fekk
høvdid á, bólturin fór aftur
og fram og endaði so hjá
Súna Fríða, sum smekkaði
til og bólturin sat í kass-
anum.
Umframt málið høvdu
Súni Fríði og Mortan Han-
sen, sum spældi hangandi
áleypari aftanfyri Súna
Fríða og Óla Hansen, kjans-
ir at gera mál, men í báðu
førdum var tað fråliki mál-
verjin hjá VB, Bjarni Johan-
sen, sum bjargaði VB úr
støðunum.
og javnaði ;
So hvert sum fyrri hålvleik-
ur leið komu VB'arnir al-
samt meira við í spælið og
teir fótaðu sær, hóast teir
vóru groggy at byrja við.
NSÍ misti alsamt meira av
takinum, og hóast Abraham
Hansen royndi at ganga
undan á midvøllinum og
stríddist sera væl, vóru tað
ov nógvir av hinum, sum
ikki fylgdu eftir
A VB-midvøllinum
manglaði hesaferð John
Eystberg, sum var skaddur,
og saman við Pól Thor-
steinsson, sum var sentralur,
spældu tí jugoslavarnir Zor-
an Mancic og Milan Mil-
anovic.
Fyri = hålvleiksstedgin
javnaði VB til 1-1, og tað
var toppskjúttin hjá VB, Pól
Thorsteinsson, sum gjørdi
málið. Ein bólturin varð
stungin inn millum verjuna
hjá NSI, og har fekk Pól fat-
ur á. Hann var inni í brots-
teiginum, tá hann plaseraði
bóltin fram við málverjan-
um hjá NSI.
Í seinna hálvleiki stóð
bara VB á skránni. Teir
stóðu fyri so at siga øllum
undirhaldinum, og runavík-
ingarnir vóru merkisvert
tamir. NSÍ kom tvær ferðir
til kansir frammi á vøllin-
um, men báðu ferð vardi
Bjarni Johansen fyri
Birgir hattrick
Birgir Jørgensen prógvaði í
seinna hálvleiki, at hann er
frálíkur ålopsspælari og
hevur gott máltev. Tríggjar
ferðir skoraði VB seinna
umfarið og hverja ferð var
tað Birgir, sum aftur hesa-
ferð kom úr Danmark til
dystin, sum gjørdi málini.
Forarbeiðið til málið til 2-
I gjørdi Pól Thorsteinsson,
hann snytti NSIara, og
legði so tvørtur um til Birg-
ir, sum tamdi og smekkadi
bóltin í málið.
VB helt fram eftir hetta
málið, og tað var sum NSÍ
fullkomiliga fall í fátt. Teir
royndu at umskipa við at
fara frá 4-4-2 og yvir til 3-
5-2. Teir settu Kristian
Høgna Jacobsen inn fyri
Kára Sigvardsen, men tá
hevði VB fingið so fast tak
um dystin, at tað broytti
einki. Tíðliga í seinna hálv-
leiki misti NSI Súna Fríða
Johannesen, sum noyddist
út við skaða. Tá kom John
Jakobsen inn og fór á mið-
vøllin í høgru, meðan Helgi
L. Petersen fór inn á sen-
trala miðvellin.
Málið til 3-1 kom eftir at
Pól Thorsteinsson royndi at
bróta igjøgnum NSI-verj-
una, hann varð takkladur,
men bólturin endaði hjá
Magna Jacobsen, sum sendi
uppá tvørs til Birgir Jørg-
ensen, sum avgjørdur sendi
bóltin í málið
Seinsta málið fekk Birgir
frá Jan Allani Múller, sum
var komin í góða stødu, og
kundi havt roynt sjálvur,
men hann valdi at spæla
uppá tvørs ul ein enn betri
staddan Birgir Jørgensen,
sum krúnaði frálíka avrikið
við sínum triðja máli.
VB hevði eftir hetta tveir
100% kjansir, men Birgir og
Jan Allan misbrúktu hver
sítt tilboð.
Dysturin endaði sostatt
við sannførandi sigri til VB,
meðan NSI í hesum próv-
tøkutidum dumpaði. VB fer
í summarfrí á triðja plássi,
meðan NSÍ framvegis er á
fimta plássi, og teir hava nú
fimm víkur til at fyrireika
seg væl til seinnu hálvu av
kappingini
(ek)