mikudagur 2. juli 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: | Dagny Joensen, st, uppseting og prent: Telefon: 11820
Jan Miller | Randi Jacobsen | Grækaris D. Magnussen | Sosialunn Telefax. 14720
Fyritaksstjóri: | | Eyðun Klakkstein, | Bústaður: |
Krisjan Dahl Blaðfólk: | | Argjavegur 26, AU PÅ | sms: Gonet |
Lysingar og søla: Áki Bertholdsen, | Ljósmyndari: | Postadr: Postsmoga 76, | sosíalur ant.fo
Internet: hitp://www.cybernet dk/faroe-news | | Marjun Dalsgaard Eirikur Lindenskov, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
—————n — —
Lesarabrøv
Åhugin fyri undir-
grund veksur
Oddagrein
ÁHUGIN fyri foroysku undirgrundini bara tykist vaksa
Hetta má sigast at vera eitt hugaligt tekin, nú stutt
áðrenn farast skal undir fyrsta útbjóðingarumfarið
nakrantíð í foroyskum eki
TAÐ er sum so ikki nakað nýtt, at útlendska oljuvinnan
hevur víst føroysku undirgrundini ans. So langt aftur
sum seinast í 60-unum og í 70-unum hoyra vit um
ymsar kanningar, sum útlendsk feløg hava gjørt við
Feroyar, tvs. bæði tyngdar- og magnetiskar kanningar
og seismiskar kanningar. Síðani tá hava umsóknir frá
oljufeløgunum, sum hava sekt um loyvi at leita eftir
olju og gassi, hópað seg upp í Tinganesi. Men av tí at
undirgrundin hevur verið danskt målsøki hevur verið
avgjørt einki at gera við hesar umsóknir - soleingi sum
samráðingar hava verið millum feroyskar og danskar
myndugleikar um yvirtekur av undirgrundini
TÁ danski forsætisráðharrin Poul Schluter bráddliga
gjørdi av at lata foroyingum rættin til ráevni í undir-
grundini var hetta mestsum at meta sum ein eks-
plotión. Nú varð farið at gera lóg um kanningarloyvi
og síðani at gera uppskot til lógarkarm fyri eina olju-
vinnu sum heild. Og síðani hevur tað gingið slag í slag
Tað fer ikki dagur, at ikki umboð fyri okkurt oljufelag
leggja sær leiðing til Føroyar
NÚ nærkast vit so einum avgerandi vegamóti í hesum
útviklingi, nevniliga smíðan av lóggávu og reglum fyri
leiting. Ein kann so spyrja, hvussu stórur áhugin veru-
liga er fyri at vera við í leitingini við Føroyar!
SVARIÐ er greitt: áhugin er stórur, og hann er eisini
vaksandi, nú tað nærkast fyrsta útbjóðingarumfar-
inum. Tá Lopransprojektið varð boðið út bitu 18 olju-
felog á. Tá fyribils- og royndarnominatiónin var vóru
23 feløg við. Og nú ein stór umhvørvisætlan fer av
bakkastokki eru longu 22 feløg við men uppaftur fleiri
eru væntandi at koma aftrat. Vit kunnu kanska rokna
við, at talið verður at liggja millum 25 og 30 oljufelog,
sum verða við til at fíggja hesa risastóru umhvørvis-
ætlan, ið skal tryggja okkara umhvervi á bestan hátt,
nú farið verður at bora.
EINGIN ivi er um, at tað er positivt, at so nógv oljufeløg
vilja vera við í eini komandi útbjóðing - og helst verður
talið enn størri, tå avtornar. Hetta stóra talið ger, at
fella nøkur frá, so eru nóg nógv eftir til at tryggja eina
framhaldandi leiting. Av tí at økid er so ókent kunnu
vit rokna við fleiri turrum holum. Men tess fleiri feløg
og bólkar bora, tess sterri er meguleikin fyri at raka
ið olju.
TAÐ eru nógvir spurningar at taka stødu til í komandi
tíðum. Vit mugu t.d. hava eina lóggávu, sum tryggjar
foroysk áhugamál men sum eisini kann vera so mikið
javnvigað, at hon ger oljufeløgini áhugaðfyri at brúka
milliónir at kr. til leiting. Eitt annað mál er spurning-
urin um tilknýti okkara til ES. Hóast norðmenn og
legmaður vissaðu okkum um á ráðstevnuni hjá SAGA
og FOI herfyri, at tað ber væl til at liva við avleiðing-
unum ein EBS-avtalu við ES hevur, so eiga vit ikki at
góðtaka hetta sum eitt fullgivid svar. Ti okkara umstød-
ur eru fullkomiliga ødrvisi enn tær norsku, tá talan er
um eina EBS-avtalu, sum eisini fevnir um olju. Norð-
menn hava bygt upp ein kappingarferan ídnað, og tí
er lættari hjá teimum at kunna liva við EBS-treytum.
Teir líkasum eru trimmaðir til eina EBS-avtalu. Vit
føroyingar harafturímóti eru enn ikki farnir at byggja
upp ein heimaídnað, og tað er greitt, at geva vit ikki
okkara egna ídnað fyrimunir og verju móti einum
royndum og etableraðum idnadi í ES-londum, so verða
vit taparar. Tí halda vit tað vera skilagott, tá formaður
javnaðarfloksins tekur fram henda spurning. Vit fara
at heita á hann um ikki at sleppa endanum, tí hetta
málið er ikki so einfalt sum løgmadur vil gera tað til
Væl skulu vit lurta eftir norðmonnum og teirra roynd
um í nógvum, men vit mugu ikki stara okkum blindar
heldur. Noreg og Føroyar eru í nógvum tvey fullkomi-
liga ymisk samfelag. Hesum eiga vit at geva gætur,
eisini við oljuvinnu fyri eygað Sosialurin
Havnará og tann >deiliga Havn<
Hava summi mist vitið?
Herfyri komu fram mill-
um manna hugsanir at taka
lokið av Havnará fyri at
hugnin í Havnini kundi
koma aftur
Fyrst hugsaði ein, at hetta
mundi vera tankabygning-
ar, men eftir at hava sæð
Aarvegin avstrikadan við
strikum, sum visa eystara
áarbakka av Havnará, og
sæð tyrluna hanga yvir mið
býnum fyri at taka myndir
av somu strikum, so byrjar
ein at óttast fyri tí óða
mannaverki, sum eftir hes
um at dóma er um at verða
sett í gongd
Í seinastu viku leggur ein
suðuroyingur i Havn í blød-
unum upp í kjakið og við
mælir hann ålvarsliga ør-
skapinum
At ikki øll eru samd um
at broyta býarmyndina enn
einafer, verður niðan fyri at
siga frá
Eitt er vist og tað er: Vit
fáa ongantíð gamla hugnan
frá 1900 aftur — tann tíðin
er farin. Eingin kann siga,
at okkum manglar hugna og
åir i Havn. Vit hava Eyst-
aruvåg og Vågsbotn, Rætt-
arå, Hoydalså og Sandå
Gloymið ikki Boðanes-
gjógv og allar víkirnar fram
við Strond og Nólsoyarfirði
Latið miðbýin fáa frið og
fríðið um hann, framhald-
andi, uttan at ganga
»amokk«
Skal lokið endliga av
Havnará, so takið FYRST
S.M.S. burtur og gevið okk-
um hoyggjhúsið og trødna
aftur. — Haldið á við at taka
burtur allar íbúðarbygning-
arnar hjá Landssjúkrahúsin-
um, so vit fáa Heyggin
Mikla í sjón. — Somuleiðis
Politistðina, Almannastov-
una og Musikkskúlan á
Abbatrød, so grænir blettir
aftur síggjast í býnum. — Og
hví skulu Utvarpshusini og
Norðurlandahúsið fylla upp
í >Sortudíki<. — Olika var í
gomlum døgum!
Nei, tíðirnar broytast og
vit eru noydd at fylgja við
og tað er bara so. Vit hava
dreymarnar — eisini gamlar
og har minnast vit teir
>góðu gomlu havnarmenn
inar<, fiskaplássini hjá Kon
sul Olsen, hjá Carl á Lag,
A Rundingi og í Hvanna-
sundi. Alt hetta er burtur
og tað er bara so. Havnarå
er undir loki — og tað er bar
sí
Latið tað farna fáa frið
og goymið góð og kær
minnir
havnarmaður við H.
Hongkong og Føroyar
So kom Hongkong å kines-
iskar hendur
Men hvat hendir í Føroy-
um?
Var tað eitt flipp-flopp
nummar við fólkaítaki og
tjóðfundi?
Nær kemur Tjóðveldið
Føroyar á føroyskar hend-
ur?
Ella hava Føroyar og før
oyingar onki at gleda seg
til?
Skal hesin tornurósu-
svøvnur halda fram vid rik-
isfelagsskapi og E.U. harra-
veldi?
Er sjålvstyrisrørslan i
Føroyum deyð?
Er tjóðveldisflokkurin
deydur?
Vónandi koma kreftir utt-
anifrå og taka i nakkan og
reyv å føroyingum, teir
siga: — Gerið so væl, hetta
er tykkara land, stýrið tykk
um sjálv
Frá føroyskari síðu hend-
ir onki
Dia Ellindsson,
Runavik
Esaias 53
1.Hvør trúði ti, ið vit
hoyrdu, og hverjum var
armur Harrans opinberur!
Esaias skrivar um hin líð-
andi Messias, langt áður
enn hann var føddur, hvat
hann skuldi lýða í okkara
stað. Hann sigur m.a.:
2. Hann rann upp sum veik
planta fyri ásjón Hansara
sum rótskot úr turrari
jørð. Hann var ikki fagur
og hevði onga dýrd, vit
sóu Hann, men Hann sá
ikki so út, at vit kundu
hava tokka til Hansara
.Vanvirdur var Hann
fólk vendu sær frá honum
— maður, fullur av pínum
og kunnugur við sjúku.
Hann var sum ein, ið fólk
fjalir andlitið fyri, van-
virdur, vit roknaðu Hann
fyri einki
tað
Hesin maður var fullur av
pínu í okkara stað, var van-
virdur av øllum, og spott
fyri heiminum sum øll
vendu sær burtur frá í síni
samtíð.
Hesin maður mátti tola
háð og spott, verða royttur
í skeggið, spýttur í andlitið,
sum er tann størsta vanvirð-
ing av einum manni, varð
sligin undir vangan og fek
kappa yvir høvdid, so hann
onki kundi síggja, so háð-
aðu tey og slógu hann og
róptu, profetera, hver sló
teg. tornakrúna varð kroyst
yvir hevur Hansara, so blóð
sprakk út, síðani varð hann
húðflongdur og hongdur á
ein kross í okkara rúm og
stað
Hóast hann var kunnigur
við sjúku bar hann tað still-
ur, læt ikki upp munnin,
men tagdi sum lambið, tá
tað verður slaktað.
Hoyr nú hvat Esaias víð-
ari sigur:
4. Men tað vóru sjúkur okk-
ara, ið hann bar, tað vóru
pínur okkara, ið hann
legði á seg — og vit hildu
Hann vera heimsektan,
slignan og plágaðan av
Gudi
S.Men Hann varð særdur
fyri brot okkara, soraður
fyri misgerðir okkara,
straffin var løgd á Hann,
so vit skuldu hava frið,
og við sárum Hansara eru
vit grødd
Hesin maður tók synd okk-
ara á seg, av kærleika til
mannaættina, Hann var
sendur av Gudi at frelsa
heimin, Hann kundi tí rópa
sigursrópið av krossinum til
allan heimin, >tað er full-
gjørt«. Hann rópti eisini »eg
tysti«, og teir góvu honum
edikk at drekka, men tað var
ikki av vanligum tosta, hann
tysti av, men at útinna vilja
Guds at vinna øll menniskju
til Gud.
Hoyr nú hvat hann sigur
víðari:
6. Vit viltust øll av leið sum
seyður, vit vendu okkum
hver sín veg; men Harrin
læt falla á Hann skyldina,
ið lá á okkum sellum
Hann legði alla skuld
okkara á sínar herðar
Hvat gert tú við henda
mann, sum leið alt hetta fyri
teg? Gert tú, sum tað stend-
ur hjá Esaiasi, vendir tær
burtur, ella gert tú sum tann
blindi við vegin, sum rópti
á Jesus, »miskunna mær«,
og varð hjálptur í somu
stund? Gert tú sum tann
blindi og verður hjálptur?
Frelsan er bert í blóði Krist-
usar, tað er bert við navni
Jesusar, tú verður frelstur
Ísraelsmenn í oyðimerk-
ini vóru bitnir av ormunum
Gud bað Móses reisa upp
ein koparorm. Hví vóru tað
ikki nokk av ormum í oyði-
mørkini? Jú, men ormurin
skuldi ímynda Kristus á
krossinum og hver tann,
sum hugdi á ormin, var
vorðin grøddur. Jesus var
krossfestur millum himmal
og jørð og hver tann, ið trýr
á Jesu Krists fullgjørda verk
á krossinum, verður frelst-
ur í somu stund.
Kæri vinur, vend tær til
Jesus Kristus, og tú verður
æviga bjargaður frá synd-
um tínum
Gunnar Joensen,
Eiði
Minnist til haldaragjaldið!