Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Nr. 124 — 3. JULI 1997 tíðindablaðið Í Varmakeldan '9 | Fuglafjarðar Kommuna Nú gongur rætta vegin í Fuglafirði TIf. 44006 - Fax 44657 Fólkatalið er farið at vaksa aftur, og og tað gongur eisini rætta vegin við skattainntókunum gg Hallbjørg Hansen, býráðsformaður kann fegnast um, at nú gongur rætta vegin hjá kommununi Kreppan, sum rakti samfel- agið alt fyrrapartin av níti- árunum neit dygt í Fugla- firði. Flakavirkið Harfrost varð afturlatið, og virksem- ið á Handils og Frystivirk- inum minkaði nógv. Tað fór í stóra pott hjá Fiskavirking, og síðani í 1995 hevur einki virksemi verið har. Í 1994 flutti Beta Cuba trolararnar út til Runavíkar. Tað var eis- ini ein dyggur smeitur fyri fuglfirðingar At kreppa var í samfel- agnum hevði við sær, at fleiri familjur fluttu av land- inum, og fólkatalið, sum var omanfyri 1700, tá tað var hægst, datt niður ímóti 1400. Tá inntøkan var størst í kommununi, vunnu fugl firðingar 164 milliónir, og tá kreppan gjørdi mest um seg, minkaði inntøkan heilt niður á 98 milliónir, ella ein inntøkulækking uppá meiri enn ein triding Broytist skjótt Fuglafjørdur mundi vera eitt av plåssunum í land- inum, sum var mest rakt av kreppuni, og nú tað tykist ganga rætta vegin, kenna tey í Fuglafirði framgongd- ina Fleiri familjur eru fluttar aftur úr Danmark og úr Ís- landi. Fólkatalið er komið upp á 1450, og teir rokna við, at tað fer at vaksa meiri. Fólkatalið økist, tí tað er meiri at gera í kommununi, og tað sæst aftur á inntek- unum. Í ár rokna teir við, at fuglfirðingar fara at vinna 130 milliónir krónur. Skattainntøkan var í fjør 17,5 milliónir krónur, og í fíggjarætlanini fyri 1997 verður roknað, at hon verð- ur 19,6 milliónir í ár Kommunan hevur eisini fleiri aðrar inntøkur. Virk- semið á havnarlagnum er stórt, og inntøkurnar til kommununa í tí samband- inum meta teir fara at vera 3,425 milliónir krónur í ár Kommunala skattapro- sentid er 18,123, og har um- framt gjalda teir eitt prosent í kreppulánsgrunnin. Fugl- firðingar gjalda 0,25 pro- sent í kirkjuskatti. Kommunan skyldar um- leið 64 milliónir krónur Men hóast skuldin er fleiri ferðir skattainntøkurnar, so arbeiðir kommunan við at útbyggja vinnumøguleik- arnar. Tað er í sambandi við uppisjóarfisk, at teir byggja út. Teir eru júst lidnir at gera triðja tunnilin inn í fjallið fyri at fáa rúm fyri størri frystiorku, og teir ætla sær at útbyggja havnalagið. Landsstýrið hevur givið til kennar, at teir síggja positivit uppá umsóknina um stuðul til åtbyggingina, men málið er ikki avgreitt, tí tað skal fyri tingið í sam- bandi við viðgerðina av fíggjarlógini fyri 1998 Fleiri dy. fyritskur Fuglafjørdur átti í síni tíð tey flestu almennu arbeðs- plássini í Eysturoy. Líkn- ingarráðið, gjaldstovan, sýslumaðurin og løgreglan hildu til har, men nú er alt hetta farið út í Runavíkina Í ávísan mun sæst tað aftur í skattainntøkuni, at tveir miðnámsskúlar — studenta- skúlin og handilsskúlin eru á Kambsdali Tað hava altíð verið og eru framvegis fleiri stór pri vat virki í Fuglafirði, sum hava verið støðug arbeiðs pláss, eisini meðan kreppan gjørdi um seg. Størstu virk ini í sambandi við sjógvin eru Havsbrún og trolvirkid Vón Sigurd Simonsen hevur alibrúk, har fleiri eru í ar- beiði, Kári Johannesen hev ur stóran maskinverkstað á Kambsdali, og elvirkið hjá Jóannesi Thomsen er eisini eitt stórt arbeiðspláss. Tað er hugaligt, at nú sleppa ungdómar aftur í handverk- aralæru, verður sagt úr Fuglafirði Jón Nolsøe Olsen arbeiðir saltfisk í flakavirkinum Harfrost. Hann hevur fyri stuttum keypt ein trolara til landið. Hesin hevur fingið gamla skipanavnið hjá fugl- firðingum, Gulldrangur, og teir royna eftir kongafiski á Reykjanesrygginum Fuglfirðingar eiga eisini Boðastein, sum roynir eftir búrfiski suður! í Atlantshav- inum, og so er annað virk- semi í sambandi við sjógvin og onkrar aðrar smærri og stórri tænastufyritøkur Kommunala virksemið Tað eru fýra og eitt hálvt arbeiðspláss á kommunu- skrivstovuni í Fuglafirði Tveir menn eru knýttir at havnarlagnum, og komm- unan hevur eini tólv menn í arbeiði úti á vegnum Kommunan hevur valt at loysa barnaansingarspurn- ingin við at hava barnagarð og ikki dagrøkt. Tað er pláss fyri 60 børnum í fullari ans- ing í barnagarðinum. 40 pláss eru fyri barnagarðs- børnum og 20 vøggustovu- børnum Starvsfólkatalið í barna- garðinum liggur um 13. Tað eru umleið 290 skúlabern í Fuglafirði