leygardagur 5. juli 1997síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LEKUR
TEKJAN?
— So hava vit loysnina!
»DAMP SEAL«
frå Daval Ltd.
| Tettur, verjir og heldur
* Kann smyrjast á tekjuna beinleiðis
ur blikkinum
* Kann koyrast á í øllum veðri
* Kann smyrjast á vátar flatur
* Harðnar ikki í blikkinum
+ Rennur ikki av
* Klárar oll veðurlíkindi
|
|
Vit geva fegin tilboð || Fæst í blikkum
upp á alt takarbeiði ||v/6 og 30 kg
DAVAL FØROYAR Ltd/JB TRADE
Akranesgøta' 3 - TW. 16887
KLÆDNA-
UMVÆLINGAR
Vit skifta snarlás, leggja upp buksur, frakkar,
> jakkar, niðurdeilar, kjólar 0.4.
Snarlás verða eisini skift út á leðurjakkum.
Lagaligir prísir
OPIÐ ER:
Mánadag-fríggjadag ki. 9-17
Leygardag kl. 10-13
SKRADDARA-
TÆNASTAN
TIf./fax 18540
Sverrisgøta 7 (Káta Hornið) Tórshavn
GLUNTAN
arovum
2:
MU
Fríggjakv. 25. juli: Klaksvík
Leygarkv. 26. juli: Ítróttarhallin í Trongisvági
Olavsøkuaftan 28. juli: Gundadalshøllin
Olavsøkudag 29. juli: Gundadalshøllin
Atgongumerki í forsølu fåast á hesum stoðum:
Í Klaksvík: Statoilstødin
Í Suðuroy: Statoilstødin í Vági
Tangabúðin á Tveroyri
Tórshavn: Kunningarstovuni
Statoilstødini í G dali
Eysturoy: Kiosk Vår
Shell í Gøtudali
Statoil í Skálabotni
tidindabladid —>*
Nr. 126 — 5. JULI 1997
| Eilif Samuelsen, varalógmaður:
„ Ein maður kann
ikki einsmallur
kolldøma skipið
- Nólsoyar Páll er keyptur til landið, og fakfólk hava viðmælt. So vánaligt
kann skipið ikki vera, at tað ikki kann umvælast, sigur Eilif Samuelsen, sum í
DAGNY JOENSEN
Sambært nýggju stýrisskip-
| anarlógini hevur løgmaður
eftirlit við at landsstýris-
menninir gera sítt arbeiði til
lítar.
Í málinum um Nólsoyar
| Páll hevur tað tikið óvan-
liga langa tíð - nærum eitt
ár - og útlit eru kortini ikki
fyri, at málið verður loyst í
bræði
Eilif Samuelsen er vara-
løgmaður, nú Edmund Jo-
ensen er burturstaddur. Løg-
maður kemur aftur í næstu
viku
Spurdur, um ikki reglan i
stýrisskipanarlógini átti at
verið tíkin í brúk í hesum
føri, sigur Eilif Samuelsen,
at løgmaður altíð eigur at
umhugsa tað, eisini í Nóls-
oyar Páll málinum
Málið ov illa handfarið
Grundgevingin er, at út-
bjóðingartilfarið í samband
við umvælingina av Nóls-
oyar Palli, ikki er nóg væl
fráfarið, tá skipasmiðjurnar
ikki kunnu bjóða eftir tí
- Skipið er keypt til land-
ið, og fakfólk hava tilmælt
Løgid um tað ikki kann um-
vælast og brúkast sum ver)-
uskip í eini átta - 10 ár, sig-
ur landsstýrismaðurin.
- Tað eru hesir spurningar,
sum Sambandsflokkurin vil
| løtuni er varalógmaður
hava John Petersen at svara,
fyri at vit kunnu meta um,
hvert skipið skal umvælast
ella ikki, sigur Eilif Samuel-
sen.
Hann heldur tað vera
skeivt, um John Petersen
einsamallur skal kolldøma
skipið, áðrenn teir umrøddu
spurningarnir eru svaraðir
Hví góðtekur landsstýr-
ið, at so drúgv tíð gongur
at loysa málið?
- Orsøkin til at tað hevur
tíkið so langa tíð, er helst
tí at málið ikki er nóg væl
handfarið
- Fert tú sum varaløg-
maður at gera nakað við
málið?
- Nei, tað haldi eg ikki
Eingin grund er fyri, at eg
geri tað, tá tað hevur bíðað
so leingi. Tað kann eins væl
bíða til løgmadur kemur
heimaftur
- Hinvegin, hver lands-
stýrismaður hevur ábyrgd
av sínum målsøkjum. Vit
hava ikki ábyrgd fyri, hvat
hinir gera
- John Petersen hevur á-
byrgdina av sínum øki, og
noyðist at taka avleiðing-
arnar av tí, sum hann ger í
hesummåli
Mótvilji til sakliga
at viðgera málið
- Eg eri samdur við teir sum
siga, at tað hevur tíkið alt
Eilif Samuelsen, landsstýrismaður, er varaløgmaður í
løtuni. Hann er samdur við sínar floksfelagar um, at John
Petersen ikki hevur handfarið málið um Nólsoyar Páll
nóg væl.
ov langa tíð, og at tað ikki
hevur verið vístur nóg
góður vilji at loysa spurn-
ingin endaliga. Mótviljin at
fara inn í sakliga viðgerð av
málinum er dómi um tað,
sigur Eilif Samuelsen
- Bæði tað, at forarbeiðið
til útbjóðingartilfarið ikki er
nøktandi, og tað, at vit ikki
fáa møguleika at kanna,
hvat tað kostar at umvæla
skipið, sigur Eilif Samuel-
sen.
- Er tað ikki bara ein
vánalig umbering fyri, at
umsitngin ikki hevur gjørt
útbjóðingartilfarið = nóg
væl?
- Bert landsstýrismaðurin
hevur ábyrgdina av hesum
At onnur í umsitingini, tað
verið seg embætisfólk 0.0.,
ikki hava gjørt arbeiðið nóg
væl, er ikki ein spurningur
í hesum føri
- Bert landsstýrismaðurin
hevur ábyrgdina, sigur Eilif
Samuelsen.
Sosialurin tosaði við John
Petersen í gjár, men hann
hevði onga viðmerking til
Nólsoyar Páll málið
Johannes Jensen, leiðari á deildini Faroe France hjá Fiskasøluni í Fraklandi:
Tvey sølufolk
eru uppsogd
- Samstarvstrupulleikar er orsøkin til, at tvey sólufólk í
dótturfelagnum hjá Fiskasøluni í Fraklandi. eru søgd
upp, sigur Johannes Jensen, leiðari
DAGNY JOENSEN
Hóast tað kom fram í farnu
viku, at dótturfelagið Faroe
France í Boulogne Sur
Meer í Norðurfraklandi,
hevði ætlanir um at minka
um starvsfólkatalið, so er
hetta fyrst váttað í dag.
Johannes Jensen, leiðari
á deildini sigur, at manna-
gongdin í sambandi við at
síga starvsfólki upp i Frak-
landi eru ødrvisi enn heima
hjá okkum.
Tveir føroyingar og
fimm fraklendingar arbeiða
nú á deildini, sum hevur
nógv at gera í Fraklandi.
Hetta er stórur marknaður
hjá Fiskasøluni.
Tað vóru tvey konufólk,
sum seldu ferskan fisk á
Faroe France, sum nú eru
uppsegd.
Orsøkina sigur Johannes
Jensen vera samstarvstrupu-
lleikar, men hann leggur aft-
rat, at hetta er einki óvan-
ligt er hjá feløgum, sum ar-
beiða uttanlands.
- Hetta er eitt føroyskt
felag, við føroyskari leiðslu
og føroyskum hugburði, og
tað sampakkar ikki altíð við
fólk, sum hava aðrar ment-
anarfatanir, sigur Johannes
Jensen.
Hann hevur onga við-
merking til, um uppsegnir-
nar eru gjørdar, vegna spar-
ingar, men váttar, at ein um-
legging av deildini skal ger-
ast, so at eingin verður sett-
ur aftur í staðið hjá teim-
Johannes Jensen, leiðari á
Faroe France í Boulogne
Sur Meer: - Samstarvs-
trupulleikar er orgsk til
uppsagnirnar
um, sum fóru.
- Eg havi onga viðmerk-
ing til uppsøgnirnar, annað
enn at eg eri samdur við
leiðsluni í hesum, sigur Jo-
hannes Jensen.