Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: http://www.cybernet dk/faroe-news Marjun Dalsgaard Abyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Jan Miller | Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Lýsingar og sela: Áki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, | Dagny Joensen, | Grækaris D. Magnussen Eyðun Klakkstein, | | | Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Utgevari, uppset prent: | Spå' Sosialurin og Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Teletax. 14720 e-mail: Telefon: 11820 á sosialur 8 olivant.fo | IS Álvarsfrágreiðing í summarferiutíð! . Oddagrein BÚSKAPARRÁÐIÐ er nýliga komið út við nyggjari frá- greiðing um steðuna í landinum. Hetta er fyrstu ferð, at slík frágreiðing kemur út í slíkum líki, og er hetta at fegnast um. Vit ynskja ráðnum góðan arbeiðshug víðari og vóna, at hetta verður fastur táttur. Frágreiðingin er sum so eitt sera gott amboð hjá bæði politikarunum, vinnulívsfólki o.ø. Fyrr hava vit bert verið von við eini danskari frágreiðing av hesum slag. Navnið spillir ong- an, men tað er uppá tíðina, at okkara egnu fólk gera slíkar frágreiðingar MEN eitt sindur óheppið er tað eftir okkara tykki at koma við frágreiðingini júst í eini tíð, tá samfelagið meira ella minni liggur lamið, soleiðis at skilja, at tingið er ikki saman, landsstýrismenn hava summarfrí og tær mongu góðu kreftir, sum eru so sera tydningarmiklar í orðaskiftinum, tær erv kanska eisini í summarfri.At Búskaparráðið so eisini kemur við eini rættiliga allar- merandi frágreiðing ger støduna so mikið verri. Nettup tí er meira neyðugt enn nakrantíð at geva okkum fær um hana, men vit síggja, at lítil og eingin debatt hevur verið um frágreiðingina. At so bæði útvarp og sjónvarp hava síni bestu fólk á Oyggjaleikunum júst um sama mundið sum Búskaparráðð gevur út eina so týðandi frágreiðing er eftir okkara tykki eisini sera álvarsligt Hetta átti Búskaparráðið eisini at havt hugsað um, og kanska hesi orð kunnu vera at skilja sum ein positiv áminning um, hvussu hetta hevði kunnað verð betri timað eina aðru ferð. Tí hvat líkist tað, at koma við slíkari frágreiðing, tá fjølmiðlarnir eru amputeraðir av feriu og oyggjaleikum, og at samfelagið annars er nær- um avtoftað, tí fólk eru úti og ferðast. EITT hevuðsendamálið við slíkari frágreiðing er jú nettup at fáa eitt orðaskifti beinanvegin. At fáa okkara politikarar at stíga fram og gera viðmerkingar. So her haltar onkunstaðni, og møguliga átti Búskaparráðið til eina aðru ferð at gjørt sær tankar um nettup hetta, sum verður framfert her. At koma við so álvarssamari frágreiðing, ið eisini krevur atgerðir frá politiskari síðu her og nú, júst í eini tíð, tá landið nærum liggur í dvala, er sera undrunnarvert. HVAT er tað tá, sum er so týdningarmikið, ið verður ført fram av Búskaparráðnum! Vit hava vidgjørt tað her í blaðnum og skulu tí íkki endurtaka tað her men bert vísa á, at Búskaparráðið mælir til at skerja fiski- flotan, so eitt nú toskastovnurin ikki verður so hart troyttur. Hetta fer so at hava við sær afturgongd í sam- felagnum. Arbeiðsloysi fer at vaksa og ALS-skipinin fer at hava brúk fyri fleiri pengum osfr. Men lands- kassin fer at tola hetta verður sagt. Betur er longu nú at binda um lan fingur heldur Búskaparráðið. EFTIR okkara tykki er ein mangul í hesi frágreiðing afturvendandi spurningurin um, hví vit fáa so lítið fyri okkara fisk. Eftir okkara tykki - og hetta hevur eisini verðið endurtikið aftur og aftur seinastu árini av einum av okkara skribentum, John Smith - so blíva vit við at fara uttan um sagens kerne. Og tað er spurningurin um at fáa ein fiskiflota, sum kann hagreiða fiskin á mest skynsama hátt og eina fiskivinnu, sum kann fáa fiskin til høldar, soleiðis at besti prísur fæst fyri hann. Bara at skerja flotan, soleiðis at vit kanska sita eftir við tí partinum, sum ger minst við at hagreiða fiskin á besta hátt, er lítil meining í. Bara at tosa um at minka flotan við so og so nógvum skipum loysir á ongan hátt trupulleikarnar. Vit mugu fara víðari og lurta eftir teim- um, sum fyri deyvum oyrum hava júkað um, hvat vit veruliga megu gera, skulu vit fáa fiskivinnuna at bera seg. Talan er rætt og slætt um at broyta hugburð og gera fiskivinnu til eina edla vinnu, sum framleiðir eina edla veru. Ikki sum nú, har talan bara er um 2. ella 3 floks veru.Tað er so mangt at triva í í sambandi við frágreiðingina hjá Búskaparráðnum og tað skulu vit venda aftur til. Vit vilja undir ollum umsteðum - eftir førimun, nú tað er summartíð - royna at fáa umrøddu frágreiðing til debat. Í hesum sambandi fara vit, at heita á lesararnar um at gera sítt til, at henda frágreiðingin ikki fer aftur við borðinum, men fær tað viðgerð, sum hon hevur uppiborið Sosialurin Viðmerking Vilhelm Johannesen, lógtingsmaður: Fleiri áavaringarlúrar fara at ýla Fyra meira enn einum ári síðani blásti javnaðarflokkurin í ávar- ingarlúrin. Meira enn eitt ár seinni — fyri einum mánaði síðani — komu somu tónar frá fíggjarnevndarformanninum. Og nú hevur so búskaparráðið sett ávaringarlúrin at ýla Tann fyrsta frágreiðingin frá nývalda búskaparráðnum er nú komin. Við stórum seymi slær búskaparráðið fast, at føroyska kreppan var í hæddini í 1992 og 1993 og at tey fyrstu tekini til, at afturgongdin var við at steðga, komu longu í seinnu helvt av 1994 Hetta er júst tað, sum undirritaði hevur víst á, bæði her í blaðnum og frá tingsins rødarapalli. Krepp- an var i hæddini i 1992/93 Hetta seinna årid komu vit å botn og f 1994 før at ganga hinvegin aftur. Men fram- gongdin var sera litil i byrj- anini. Ongin ivi er um, hvør orsøkin var til, at gongdin vendi. Tad var tann sera harði fíggjar- og búskapar- politikkurin, sum varð rik- in í 1992, 1993 og 1994, fyrst av samgonguni millum javnaðarflokkin og fólka- flokkin, og síðani av sam- gonguni millum javnaðar- flokkin, tjóðveldisflokkin og sjålvstyrisflokkijn Tá samgongan hjá Ed- mundi Joensen tók við á heysti 1994 vóru tey tungu tøkini longu tíkin. Tey tøk- int vórðu tikin av teimum báðum samgongunum, ið sótu frammanundan, og sum javnaðarflokkurin stóð á odda fyri. Hjá Edmundi Joensen og sambandsflokk- inum var onki at gera, uttan at heysta åvøksturin av tí, aðrir høvdu sátt. Tá sam- bandsflokkurin tók við po- litisku leiðsluni, var spurn- Ingurin, um nýggja sam- gongan hevdi evnir og handalag at leggja ein poli- tikk til rættis, sum kundi tryggja, at búskaparliga Frá Pizzaria, Skáanum & Hollywood framgongdin kundi halda fram. Men í løtuni bendir alt á, at politisku evnini og handalagið ikki rukku til, við tí urslitid, at fleiri åvar- ingarlúrar nú eru farnir at ýla Tað er meiar enn eitt ár síðani at javnaðarflokkurin setti spurnartekin við poli tikkin hjá samgonguni. M.a vildi flokkurin ikki góðtaka uppskotið til nýggjan bygn- að í landsumsitingini, sum danin Finn Norman Christ- ensen hevði greitt úr hond- um, men ynskti at uppskotið varð nágreinliga vidgjørt í landsstýrinum og í sam- gonguni, áðrenn nakar partur av tí varð settur í gildi. Hetta góðtóku løgmadur og sambands- flokkurin ikki. Javnadar- flokkurin skuldi bara makka rætt ella fekk hann dura- fjórðingin. Hetta seinna hendi. Og í frágreiðingini hjá búskaparráðnum síggja vit úrslitið. Síðani 1994 er talið av størvum í almenna sektorinum økt við umleið 900. Av hesum er talan um 200 størv í fyrisitingini Fyri nøkrum vikum síð- ani tóktist figgjarnevndar- formaðurin, sum er sam- bandstingmaðurin Suni Ja- cobsen, at vakna við kaldan dreym. Í grein í Dimmalætt- ing ger hann vart við, at hansara egna landsstýri ikki hevur tamarhald á almennu útreiðslunum og vísir á fleiri dømir, har samgong- an gjarar nógvar 10 tals milliónir út úr landskassan- um, uttan at útvega sam- svarandi inntøkur til lands- kassan ella at ávísa sam- svarandi sparingar. Hetta er Okkum tørvar røsk fólk at arbeiða á ólavseku. Tlf. 18866 Á rætt, men als ikki nakað nýtt, tí tað var júst hendan vandan, javnaðarflokkurin vísti á fyri meira enn einum ári síðani. Tá læt fíggjar- nevndarformadurin seg ikki purra út. Hann svav bara víðari. Í frágreiðingini sigur bú- skaparráðið annars, at bú- skaparligu hagtelini fyri 1996 sum heild sýna fram- gongd. Sagt verður, at fyri fyrstu ferð í átta ár var frá- flytingin minni enn tilflyt- ingin, at lønarutgjaldingar- nar øktust f so at siga øllum vinnugreinum, at landing- arnar til føroyskar fiski- keyparar øktust, at toska- og hysufiskiskapurin vid Før- oyar vaks munandi, at inn- flutningurin av tilfari til vinnuvirksemi øktist, at nýtslan hjá húsarhaldunum ikki minst av bilum øktist, gjaldsjavnin hevði avlop, uttanlandsskuldin er mink- ad munandi og landskassin og kommunurnar fingu munandi betri figgjarlig úr- slit enn árini frammanund- an Men so er eisini alt tað góða sagt. Utlitini fyri 1997 eru als ikki so bjørt sum tølini fyri 1996 eru. Bú- skaparráðið roknar við at bæði handilsjavnin og gjaldsjavnin fara at versna í 1997. Í frágreiðingini fær landsstýrið tað skoðsmál, at tað rekur ein slakan fíggjar politikk og hevur lyndi at økja almennu útreiðslurnar, soleiðis at tað lættliga kann koma í ta stóðu at skula tåtta í, tá tørvur er á at slaka. Bú- skaparráðið heldur, at tað hevði verið skilabetri, um landsstýrið ístaðin førdi ein heldur stramman fíggjar- politikk, og nýtti høvid til at gjalda almennu skuldina nakå niður. Fólk eiga at leggja sær í geyma, at í 1994, 1995 og ein stóran part av 1996 eisini, var javnaðarflokkur- in við í samgonguni. Hesa tíðina hevdi javnadarflokk- urin åbyrgdina av figgjar- málum. Sambært frågreid- ingini hjá búskaparráðnum var hesin parturin av sam- gongutíðini rímuliga góður Vit kunnu eisini siga, at hesin parturin var heilt góð- ur. Men nú er verri. Nú eru ávaringarlúrarnir av álvara farnir at ýla Hvert mansbarn í landin- um veit hvat klokkan hevur sligið. Spurningurin er bara, um Edmund Joensen og hansara landsstýri og hans- ara samgonga hava lisið og skilt skriftina á vegginum? Klaksvík, 7. juli 1997 Vilhelm Johannesen GF ELEKTRONIK Vit hava stongt frå månadegi 7. juli til 22. juli. GF ELEKTRONIK i