Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. august 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 145 — 5. AUGUST 1997 tíðindablaðið 50 sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kØolivant.fo Allan Simonsen heldur fram + 2 ótbóltur: Vit kunnu gerast fimtan prosent betri, sigur landsliðsvenjarin, sum ikki dylur, at ein av orsøkunum til, at hann verður landsliðsvenjari í tvey ár afturat er, at honum dámar stak væl føroyingar og Føroyar TORSHAVN: Tað er longu avgjørt, hver skal standa á odda fyri fótbóltslandslið- num, tá tað komandi år fer at taka lut í einari nýggjari EM undankapping FSF og Allan Simonsen eru komin ásamt um at hal- da fram við samstarvinum, og á stuttum tíðindafundi undan steypafinaluni sunn udagin skrivaðu partarnir undir sáttmálan. Einki varð sagt um, hver lénin er í nýggja sáttmálanum, men tað er neyvan langt við síð una av at skjóta, at hon er á leið tann sama, sum hon hevur verið, og tað er sam bært ársroknsskapinum hjá FSF, sum varð lagdur fram á aðalfundinum fyrr í ár umleið eina hålv million um árið Allan Simonsen hevur ofta sagt, og hann endurtók á fundinum, at tað nærkast tí degi, at Føroyar fara at taka stig frá onkrum av teimum stóru, og tí kann hugsast, at ein partur av sáttmálanum er, at venjarin fær eyka samsýning, um tað eydnast at røkka góðum úr- slitum Samstarvid Torleif Sigurðsson, formað ur í FSF segði, áðrenn sátt- málin varð undirskrivaður, at teir í FSF hava verið væl nøgdir vid samstarvið við venjaran og at tað var av stórum týdningi fyri Fót- bóltssambandið so skjótt sum tað bar til at fáa greiðu á venjaraspurninginum komandi árini. Nú høvdu teir rokkið einari avtalu við Allan Simonsen, og tað vór- u teir stak væl nøgdir við Allan Simonsen nýtti hevið til at takka FSF fyri samstarv í fýra ár - Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt, bæði við FSF og við allar aðrar part- ar. Og eg vil fegin hava, at tað kemur fram, at eg haldi ómetaliga nógv av føroy- ingum og Føroyum. Landið er framúr vakurt, og fólkið hevur verið so stak fyrikom- andi og blítt við meg hesi meiri enn trý árini, eg en komin higar sum landsliðs- venjari Allan Simonsen roknar við, at tað undir verandi umstød- um eigur at bera til at betra landsliðið eini fimtan pro- sent: - Vit settu okkum nøkur mál, tá vit fóru at samstarva Eitt var, at landsliðið skuldi spæla meiri tekniskan fót- bólt, og eitt annað var, at liðið skuldi skjóta fleiri mál og harvið at undirhaldsvirð ið hjá áskoðarunum skuldi økjast. Vit eru komnir langt ávegis í hesum, men tað er ikk: komið av sær sjálvum Eg havi bara spælararnar í nakrar fáar dagar. Tað er í feløgunum, at:teir koma i venjing. og har hevur fram burðurin verið stórur. Tað kemst av, at venjararnir eru góðir og av at kappingarárið er longt Nú seta vit okkum nýggj mál. Vit fara ongantíð at røkka stødinum hjá teim um stóru, men eg haldi, at vit fara at fáa stig frá teim um og kanska onkuntid vinna. Men tað fer ikki at koma av sær sjálvum, men bara um tey, sum hava á- byrgd av landsliðnum og feløgunum, framvegis gera eitt gott og samvitskufult arbeiði Urtskan Allan Simonsen hevur verið landsliðsvenjari síðani í 1994. Fyrsti landsdysturin í hansara stjórnartíð var ímóti Grikkalandi á Svang- askarði 7. septembur 1994 Gríkkar vunnu 5-1. Liðið hevur hesi árini spælt 21 landsdystir. Føroyar hava vunnið fýra ferðir — tvær ferðir ímóti SanMarino og tvær ferðir ímóti Malta — og eina ferð hevur úrslitið ver- ið javnleikur — 2-2 ímóti Estlandi niðri á Kypros 24. februar í fjør. Hinar ferðirn- ar hevur landsliðið tapt, men onkuntíð hevur verið um reppið, at teir hava rokk- ið javnleikinum ímóti fót- bóltstjóðum, sum verða styrkismettar væl hægri enn Føroyar, Ld. á heimavelli ímóti Slovakia 31. august í fjør og í Íslandi næstsein- asta sunnudag jh } Í alt summar hevur Ítróttarsosialurin fylgt hending unum í føroyska ítróttarheiminum, og nú summar- frítíðin er av. og fótbólturin av álvara er farin á rull aftur, halda vit sum vera man fram við ítróttarskriv- iningini. Vit vera við til landsdystin í Estlandi í morgin, og restina av vikuna verður eisini annað ítróttartilfar við í blaðnum Samstarvið heldur fram í tvey ár afturat. Tórleif Sigurdsson, formaður í FSF, og Allan Simonsen, lands- liðsvenjari, geva hvørjum ødrum hondina eftir at nýggjur 2-ára såttmålid var undirskrivaður sunnudag- in. Mynd: - Alvur Haraldsen — ki WE Todi er skaddur +? KEYPMANNAHAVN: Tað var ein skelkur hjá landsliðsmonnunum, tá teir møttust á flogvøllinum í Vágum gjáramorgunin. Tá fingu teir at vita, at okkara fremsti ålopsspælari, Todi Jonsson, ikki verdur vid å ferdini til Estlands, har landsliðið skal spæla miku- dagin Todi hevur annars verið væl fyri, og longu eftir fimm minuttir av útidyst- inum móti Silkeborg fyrra- dagin skoraði hann sítt fyrsta mál fyri FCK Men seinni í fyrra hálv- leiki fekk hann ein lítlan løst í lúskuna, og tað hevði við sær, at hann kom ikki á vøllin aftur eftir steðgin. Sunnukvøldid tosaði Todi vid Allan Simonsen, sum var staddur i Føroyum, og tá gav landsliðsmaðurin av- boð til ferðina eystur til Estlands. Talan er tó ikki um ålvars- ligan skaða, og tað kann væl vera, at Todi verður klárur, tá FCK tekur ímóti AaB í Parkini fríggjakveldið Hetta er ein dystur, sum ítróttarrásin hjá Preben Fl kjær fer at senda beinleiðis Tað kemur illa við hjá Allani Simonsen, at Todi hevur givið avboð, tí Uni Arge, sum verður mettur at vera næsti álopsspælarin, er heldur ikki við á ferðini, tí hann er somuleiðis skaddur Strævin ferð Fótbóltslandsliðið fór úr Vágum við flogfarinum hjá Atlantsflog klokkan 11 fyrr- apartin í gjár. Teir steðgaðu eina ltu í Keypmannahavn, áðrenn teir fóru víðari til Tallinn í Estlandi, har teir skuldu lenda klokkan 22.10 í gjárkveldið (klokkan í Tallinn er tveir tímar frammanfyri okkara klokk- u) Talan er um rættuliga strevna ferð. Í fyrstu atløgu fekk FSF at vita, at lands- dysturin skuldi spælast í høvudsstadnum, men fyri stuttum komu boð um, at dysturin var fluttur til Tartu, sum liggur einar hálvt annað hundrað kilometrar í ein landsynning úr Tallinn. Landsliðsferðalagið skuldi eftir ætlan gista í Tallinn síðstu nátt, og fyrra- partin í dag verður farið víð- ari til Tartu. Tað verður bara ein venjing, og hon verður í kveld. Í annaðkveld verð- ur dysturin, og ferðalagið kemur aftur í Vágar seinna- partin hósdagin Fleiri broytingar Upprunaliga valdi Allan Simonsen nítjan spælarar út til hesa ferðina, men bara seytjan spælarar eru við, og umframt Toda eru tríggir teirra, sum upprunaliga fingu boð, eru ikki við Úni Arge er so mikið skaddur, at tað ber honum ikki til at spæla. Hann plág- ast av lúskuskaða, og tað er ógvuliga óvíst, nær hann verður tekur aftur Tað liggur ikki fyri hjá Rúna Nolsøe at vera á landsliðnum í heyst, og tí hevur hann givið avboð. Jens Kristian Hansen er so dánt komin fyri seg eftir magaeitranina, sum hann fekk í Grikkalandi, men hann hevur ikki vant, síðani hann kom heim aftur av sjúkrahúsinum, og tí er hann ikki førur fyri at spæla á landsliðnum. Allan Simonsen hevur tikið ein spælara út afturat. Tað er Arnbjørn Danielsen ótbóltur: Landsliðið, sum er á veg til Estlands, hevur álopstrupulleikar úr B36, sum spældi fyrstu ferð á landsliðnum næstseinasta sunnudag Ætlanin var, at Jákup Eli Olsen úr B68 eisini skuldi fara við, men hann varð so illa skaddur leygardagin, at tað er ikki hugsningur um hjá honum at spæla fótbólt næstu vikurnar Jákup og Jan Allan væl fyri Tá ferðalagið millumlendi í Keypmannahavn, komu teir báðir útisetarnir, Jákup Mikkelsen og Jan Allan Miller, afturat Teir spældu báðir um vikuskiftið. Jákup Mikkel- sen vardi málið í superligu- liðnum hjá Herfølge, sum í torføra útidystinum í Aal- borg vann 3-2. Fyrsta umfar í næstbestu deildini varð avgreitt um vikuskiftið. Jan Allan Múll- er og Esbjerg spældu á heimavelli ímóti Frem, sum eisini er eitt gamalt stór- felag, ið roynir at endur- vinna sær sess ímillum tey fremstu. Frem vann 1-0. jh