mikudagur 6. august 1997síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Jan Múller | Randi Jacobsen Eyðun Klakkstein, Sosialurin
Fyritaksstjóri: | Blaðfólk: Magnus Dam Bústaður:
Krisjan Dahi | Á Bertholdsen, | | Argjavegur 26, Aum,
Ly søla: irikur Lindenskov, | - | Postadr: Postsmoga 76,
Internet: een eyternat dkilaroe:news Marjun HR bue Dagny Joensen, Í Jens Kristian Vang ! 110 Tórshavn
Eitt gott hugskot
Oddagrein
LANDSSTÝRIÐ hevur gjørt av at seta
fastan foroyskan umboðsmann við ES.
Hetta hendir, eftir at eitt samt løgting
hevur játtað pening á fíggjarlógini til
endamálið. Grønland hevur í mong ár
havt fastan sendiharra í Bruxelles og
royndirnar frá hesi skipan eru einvíst
sera góðar. Tað er vanlig semja í Gron-
landi um, at vinnulív og myndugleikar
hava havt stórt gagn av sendimannin-
um við ES. Skipanin er sum kunnugt
tann, at sendimaðurin er settur á
donsku ES-sendistovuni. Hetta hevur
sambært grønlendska sendimannin
sjálvan Øngantid verið nakar trupulleiki.
FOROYAR liggja langt av leið frá Eur-
opa bæði landafrødiliga og politiskt.
Hetta gevur trupulleikar og forðingar
fyri vinnulívi og samskifti. Samskifti og
kunning eru fortreytir fyri, at vit kunnu
fáa sum mest burturúr viðurskiftum
okkara við ES. Tað ber ikki til longur at
látast sum ES íkki er til bert tí, at okkum
ikki dámar grundsjónarmiðini undir
hesum risaveldi. Hetta at seta sendi-
mann við ES hevur einki við limaskap
at gera og tað hevur heldur einki at
gera við spurningin, hvert ES-lima-
skapur er eitt gott ella ringt fyribrigði.
ES-limaskapur er góður fyri ávís lond,
minni góður fyri onnur lond og bein-
leiðis skaðiligur fyri lond sum Feroyar.
ALT hetta forðar ikki fyri samhandli mill-
um Feroyar og ES. Handilin við ES er
av størsta týdningi fyri Føroyar og ti er
samskifti við og kunningin um Feroyar
í ES av allarstorsta týdningi fyri okkum.
Dimmalætting er ímóti at seta sendi-
harra í ES. Hetta undrar okkum. Vit
halda ikki at nakað er at finnast at í
hesum sambandi, uttan at umboðið átti
at verið sett fyri langari tíð síðani. Tað
er sjálvandi ein spurningur, hvort um-
boði átti at verið heilt óheft av donsku
sendistovuni. Tað er meguligt. Men
ætlaða modellið kenna vit framman-
undan frá foroyska umboðsmanninum
í Aberdeen, ið formliga er knýttur at
donsku sendistovuni í London. Hetta
hevur okkum vitandi ongantíð verið
nakar trupulleiki ella nokur forðing í
arbeiðinum. Føroyska sendistovan í
Aberdeen virkar sera væl og ger eitt
stórt og gott arbeiði. Sostatt hava vit
bert gott at vænta av einum føroyskum
ES-sendiharra í Bruxelles. Vit halda
hetta tí vera eitt gott hugskot, ið allar
kreftir, ið vilja vinnulívi og landi væl,
eiga at stuðla. Hetta átti Dimmalætting
at hugsa um heldur enn sum vant at
vera við tí ringa orðinum.
Sosialurin
»Bakspegl« javnaðar-
floksins
Oddagrein Sosialsins 26
juli er ein vånalig umbering
fyri leiklut Javnaðarfloksins
í vælkendu kreppuloysnun
um
>Tað er so lætt at kaga Í
bakspeglið<. verður sagt
»og í dag er lætt at koma til
ta ni Mr rustødu at sjålvandi
vinnubankin ikki
6. oktober ikki
gloymdur
Í endanum á greinini verður
spurt »Hvønn politikk
hevåi Alis Jacobsen valt at
ríkið í teimum døgum við
ábyrgd mótvegis stjórn og
kreditorum ?«
Vit eru mong, sum minn
ast dagin 6. oktober 92 sera
væl, og vit vístu longu tå
uttan nakað bakspegl! - hvat
politikkarar við ábyrgd mót
vegis Føroya fólki ikki áttu
at gera tann dagin
Sjóvinnubankin privat
ábyrgd
Sjóvinnubankin var ein pri-
vat fyritøka við leiðslu og
nevnd. hvers limir fingu
stóra samsýning fyri at hava
ábyrgdina av, at bankin varð
ríkin við skili
Hevdi fíggjareftirlitið rætt
í sínari viðgerð av Sjó
vinnubankanum, so merkir
tað, at nevnd og leiðsla ikki
ru skikkad i slíka
ábyrgd, og hetta átti sjálv
andi at verið ein spurningur
millum partaeigarar, leiðslu
yg nevnd, og ikki eitt mál
fyri Javnaðarflokkin og tað
arbeiðandi fólkið í Føroy
um
Fólkafloksmenn fingu
óðan stuðul
á nevndarformadur Sjó
vinnubankans var fólka
floksmaðurin Birgir Dani
elsen og aðrir fólkafloks
menn eisini høvdu fyrimun
ir av, at Sjóvinnubankin
varð bjargaður, so er tað
onki løgid, at táverandi
fíggjarmálaráðharri, Jógvan
Sundstein, royndi alt tað
hann kundi fyri at bjarga
Telefax. 14720
e-mail:
Telefon: 11820 5
| sosialur 6 olivant fo |
bankanum
Hetta er eisini í samsvar
við muru Folkafloksins, at
ofra fjøldina fyri at bjarga
sínum. men hvat fetlti Javn
aðarflokkinum í oktober 92
og í mars 93
Ongin frágreiðing
Ég havi higartil roknað vid,
at tað fyrr ella seinni fór at
koma ein frágreiðing frá
Javnaðarflokkinum, ið vísti
at flokkurin varð hóttur ella
lumpaður til at taka undir
við bankabjargingunum og
partabrævabýtinum, men
heldur ikki í nevndu odda-
grein er nøkur frágreiðing
um grundarlagið fyri polit
isku avgerðunum
Veljarar Javnaðar-
Nidurstødan má tí vera
væntandi politiskt skil hjá
javnadarpolitikkarum
Teir ofraðu arbeiðandi
fólkið í Feroyum fyri at
bjarga rentuspekulantum
teimum, ið áttu stóru uttan
landaskuldina og sum vóru
høvudsorsøkin til fíggjar
ligu støduna
Umleið helvtin av veljar
um Javnaðarfloksins vístu
við seinasta val, at teir ikki
góðtóku rikna politkkin og
settu kross sín við aðrar
flokkar
Alis Jacobsen
landsformaður í
Verkamannafylkingini
Gootoku
såttmålan
98,22% atkvøddu fyri nyggja lønarsåttmålanum vid
Føroya Banka
Bara trý starvsfólk atkvøddu ímóti nýggja lønarsåttmålanum, sumFinansforbundet
gjørdi við Føroya Banka herfyri
Tá sáttmáli herfyri varð
gjørdur millum Finansfor-
bundet - fakfelagið, ið m
a. hýsir starvsfólkum Før-
oya Banka - og Bankan, var
hann samtyktur við tí fyri
varni, at limir felagsins, ið
starvast í bankanum, góð-
tóku hann
Tí varð skipað fyri urat-
kvødu millum allar limir
felagsins í Føroyum
Urslitid av uratkvødu
greidsluni eru pura greitt
Atkvødurætt høvdu 213
fólk. Av teimum greiddu
169 atkvødu. Hetta eru
79,34%
»Ja« atkvøddu 166, med
an triggir limir felagsins at
kvøddu >nei<
Sostatt er såttmålin sam
tyktur av 98,22% av lim
unum hjå Finansforbundet
í Føroyum
Skråseting Føroya
hevur í skrásett niðanfyri
standandi fráboðan
Skrásetingar-nr.
P/ 1466, P/ AB-Grann-
skoðan, 100 Tórshavn
Vidtøkur broyttar:
14.05.1997
Nytt navn:
Sp/t AB-Grannskodan
Nevnd:
Farin ur nevndini: Martin
Victor Nielsen, Undir
Hålsi 31, 700 Klaksvik
(formaður), Randi Sólrun
Absalonsen, Sleipnis-
geta 12, 100 Tórshavn
og Símun Absalonsen,
Sleipnisgøta 12, 100
Tórshavn
Tekningarreglur:
Felagið verður bundið við
undirskrift av stjóra fel-
agsins
Endamál:
Endamål felagsins er at
útinna grannskoðan,
roknskaparvirksemi,
fíggjarráðgeving og ann-
ars alt ið knýtir seg at hesi
vinnu
Skráseting Foroya
tann 24. juli 1997
Kristin Balle
i
Í
Í