Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. august 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið 5062 7 Nr. 146 — 6. AUGUST 1997 sosialurin. box 76, 110 tørshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kØoølivant.fo Hvøssu menninir eru ikki við Fótbóltur: Men landsliðsvenjarin heldur, at talan er um sera týdningar- miklan venjingardyst TALINN: Allan Simonsen hevur fyrr sagt, at uppgávan í Estlandi í dag skuldi vera generalroyndin áðrenn tor- føru uppgåvuna í Kekkia 20. august Hetta segði hann, tá hann roknaði við at hava sama fólkið tókt í báðum dystun- um Nú eru tveir av lyklaspæl- arunum, Jens Kristian Han- sen og Todi Jónsson, burtur frá, og Uni Arge, sum fleiri hava mett sum besta boðið uppá álopspláss tá FCK- maðurin ikki er við, er eisini saknaður Men hóast henda veru- leika, leggur Allan Simon- sen stóran týdning í general- royndina Tað er rætt, at tveir spælarar, sum eru sera týdn- ingarmiklir fyri liðið eru burtur frá hesa ferð, men tað merkir ikki, at vit einki leggja í uppgávuna Bæði Jens Kristian og Todi og eisini Uni eru skaddir, men tað kanst tú altíð rokna við kemur fyri Vit broyta uppstillingina so mikið sum tað er neyðugt, men sum vanligt verður tal- an um sama bul á liðnum sigur Allan Simonsen Ferðin til Talinn mána- kveldið gekk væl, men spælararnir vóru troyttir, tá teir komu á hampuliga gist- ingarhúsið Teir tørnadu inn á mid nátt, og longu klokkan 10 í gjáramorgunin fóru teir aft ur at koyra í bussi. Ferðin til Tartu, har dysturin verður spældur, tók tveir og ein hålvan tima At fyrraparturin i gjår varð brúktur til ferðing hevði við sær, at tað var bara ein venjing í gjár. Hon skuldi vera í gjárkveldið umleið somu tíð, sum dyst- urin verður spældur í kveld Fyri hålvum ødrum ári síð- ani spældu Føroyar og Est- landi einasta sínamillum landsdyst, sum er spældur higartil. Hetta var á Kypros Dysturin endaði við javn- leiki 2-2 og tað var eisini hålvleiksstødan Marko Krisdal legdi Estland fram um 1-0 tá 13 minuttir vóru farnir. Oli Johannesen javn- aði tå 30 minuttir vóru farn- ir og í síðsta minuttinum undan stedginum komu hini bæði málini. Fyrst skoraði Henning Jarnskor og so Mebit Rajala Burtursæð frá Kurt Mørk- øre, Janus Ramussen, Jens Kristian Hansen, Una Arge og Harley Bertholdsen eru hinir, ið vóru í ferðalagnum á Kypros, eisini í Estlandi í hesi vikuni - Teir spældu harð fótbólt og teir vóru ikki betri enn vit, hvørki tekniskt, taktiskt ella í skjótleikar. Tað er sera harmiligt, at Todi Jónsson ikki kundi koma við okkum, men eg haldi, at vit kortin áttu at havt ein meguleika ímóti teimum, heldur Jan Dam, liðformaður á lands liðnum Tad er sannlíkt, at liðið í kveld fer at síggja soleiðis út: Jens Martin Knudsen po, Frásegn úr Estlandi Í Í kveld spælir føroyska A-landsliðið í fótbólu lands- dyst móti Estlandi í Tartu Ítróttarsosialurin er við á ferðini, og í blaðnum í dag hava vit upptakt til landsdystin. Fríggjadagin hava vit fråsøgn frá dyst- inum. sum er fyrireikingardystur til HM-dystin móti | Kekkia 20. august. Fylg ti við í Sosialinum, og få alt | at vita um avrikid hjá okkara fótbóltstandsliði } j HO Henning Jarnskor, Bartal Eliasen, Oli Johannesen, Pól Thorsteinsson, Øssur Hansen — Allan Mørkøre, Jan Dam, John Petersen, Julian Johnsson — Jan Allan Miiller Einasta ivamålid er kanska, um Jan Dam verður fluttur í miðverjuna ístaðin fyri Bartal Eliasen. Verður tað gjørt, so kann hugsast, at Allan Simonsen gevur Magna Jarnskor eitt mið- vallarpláss jh Fremsti feroyski spælarin, Todi Jónsson, verður ikki vid í Estlandi í dag. Hann er skaddur og somuleiðis er ein annar álopsmaður, Uni Arge Estland er ikki at spæla við TALINN: Tað verður eing- in løtt uppgáva, tá føroying- ar kl. 17.00, føroyska tíð, í dag fara at spæla landsdyst móti Estlandi Stríðið fer at standa í Tartu, sum er næststørsti bý - urin í Estlandi. Í býnum búgva 105.000 fólk, og bý- urin, sum liggur 185 kilo- metrar í ein landsynning úr høvudsstadnum, er bæði kendur fyri at liggja í nátt- úruvgkrum gki fram við størstu ánni í landinum, sum eitur Ernajøgi ella Móðir- áin, og fyri at hýsa størsta partinum av hægru útbúgv- inunum í landinum Estland hevur rokkið fleiri góðum úrslitum, síð- ani teir fyri hålvum ødrum ári síðani spældu 2-2 móti Føroyum Avrikid, sum mest hevur verid tosad um, var 0-0 javnleikurin i Monaco ímóti Skotlandi. Talan var um HM-undakappingardyst, sum av fyrsta tíð varð åsett- ur at vera í Talinn 9. oktober í fjør. Men tå var hann ikki spældur Í fyrstu atløgu var ætlan- in, at tað skuldi spælast um kvgldið, men skotar mót- mæltu, tí teir hildu ikki, at ljésumstødurnar vóru nóg góðar at spæla so seint Hetta tók FIFA-umboðs- maðurin til eftirtektar og á- setti, at teir skuldu spæla klokkan 15. Men tá møttu estlendingar ikki, ti teir søgdu seg ikki hava fingið boð um at leiktíðin var framskundað. So var eingin dystur spældur í oktober, og FÍFA ásetti, at hann skuldi spælast í Monaco í februar í år, og tá gjørdist úrslitið 0-0. A Ibrox Stadium í Skot- landi tapti Estland 2-0, og tað gjørdu teir eisini í Eyst- urríki. Fyri stuttum spældu teir á heimavglli ímóti Svør- íki. Svíar vóru á odda 3-0, men so komu estlendingar fyri seg. Teir minkaðu um munin til 3-2, og tað var um reppið, at teir javnaðu. Vilja ikki sí russar I Estlandi búgva umleið 1,5 milliónir, og av teimum búgva 1,1 million í býun- um. Knappir tveir triðingar eru estlendingar og ein lítil triðingur er russarar. Í fótbóltinum er tað so- leiðis, at átta lið eru í bestu deildini. Nógv tey flestu lid- ini eru mannað við russar- um, sum eru nógv meiri fót- bóltsáhugaðir enn estlend ingar eru tað Fram til 1994 høvdu est- isk lið loyvi at hava upp til triggjar russarar á hvørjum liði, men tað hava teir ikki longur. Trý av teimum átta liðunum eru estisk, og flestu landsliðsspælararnir komu úr felagnum Florence. Venj- ari hjá teimum er íslend- ingurin Teitur Tordarsson, og vit hava skilt (men vit vita tað ikki fyri vissu), at hann er eisini landsliðsvenj- ari. Tað eru eingir russar á landsliðnum, heldur ikki um teir eru føddir og upp- vaksnir í Estlandi, og tað er ikki tí at teir ikki eru nóg góðir. Tað kemst av etniskum spenningi Ein av spælarunum er væl kendari enn allir hinir eru Tað er málverjin Mart Poom, sum er yrkisspælari í enska Premier League lið- num Derby County. Hann kom til felagið í apríl, og tað eru ivaleyst fleiri, sum minnast avrikið á Old Traf- ford, tá Poom og hansara liðfelagar bastu Manchester United 3-2. jh