Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= rr Dr Så eee isen Randi ge Eirikur Lindenskov, Eitt stórt landsvirði Oddagrein SAMSTUNDIS sum nekur byggja upp, bróta onnur niður. Hetta kom aftur til sjóndar i åhugaverdu samrøduni, Ut- varpið hevði við formannin i Sílaveiði- felagnum herfyri um laks og síl, áir og vetn, náttúru og umhvørvi. Felagið hevur í mong ár gjort eitt stórt arbeiðið at seta yngul og smolt út. Fel- agið hevur strokið fisk, fingið yngul, sum felagið síðani hevur havt í korum, til smoltið hevur verið búgvið at seta út í áirnar. Á henda hátt eydnaðist felagnum at byggja upp ein laksastovn í Leynum, í Saksun, Hvalvík og í Skálafirði. Haraft- urat hevur felagið lagt stórt arbeiðið at byggj aupp aftur okkara stóra sjósíla- stovn, sum nærum hvarv, samstundis sum alingin tók seg upp. FELAGIÐ ger sjálvandi hetta arbeiðið fyri at fremja áhugamálið hjá limunum at fiska síl og laks, men samstundis byggir felagið upp eitt ónatúrliga stórt virði í náttúru okkara. Ikki bara allir for- oyingar kunnu njóta gott av hesum ar- beiði, men sanniliga eisini tey mongu ferðafólkini, sum koma henda veg at fiska. HARAFTURAT skulu vit minnast til, at tað at fiska síl og tað at ferðast í náttúr- uni ger okkar aungu meiri tilvitandi um náttúru- og umhvervisspurningar, eins og tey etisku virði sum liggja í hesum parti av náttúru og tilveru okkara. MEN tíverri eru tað nøkur, sum ikki virka í hesum anda. Ístaðin fyri at livga um og fiska á rættan hátt í einum veruligum ítrivsanda, standa hesi og krøkja hesar ediligu, silvurblonku fiskar, sum leita upp í áirnar at gýta. HENDA krekingin hevur verið so um- fevnandi inni í Skálafirði, at laksastovn- urin er nærum farin til grundar. Slík ránsveiða mundi gjørt av við stovnin í Leynum, men vaktarhald, fráboðanir til løgreglu og rættarmål steðgaðu ráns- veiðini har. VÓNANDI kann ránsveiðan steðga inn í Skálafirði, og vónandi geva lands- og kommunumyndugleikar hesum arbeiði hjá Sílaveiðifelagnum og hesum parti av náttúru okkara storri ans. M.a. við at rudda áir og ósar og stuðla arbeiðin- um at seta út sj silasmoot, tí sjósíla- stovnurin hevur stórt landsvirði - bæði fyri okkum sum her búleikast og ferða- vinnuna. Sosialurin Dagny Joensen, Grækaris D. Magn Eyðun gi Edvard Joensen | uppseting og prent: ARK 4 Postadr: Postsmoga 76 110 Tórshavn Telefon: 11820 Telefax. 14720 e-mail: sosialur & olivant.fo Politikarar kasta åbyrgdina til bankan — Verða fiskiloyvini longd til fimtan år, verður tað bankin, sum fer at gera av, hvussu flotin fer at síggja út, held- ur Essa Petersen, formaður í MVÚ EIRIKUR LINDENSKON Eg sóknist eftir, hvat pol tikkararnir vilja við flota num hjá okkum hvussu hann skal síggja út Hetta sigur Essa Petersen sum er formaður í Lands felag Vinnurekandi Utróðr armanna Verður einki gjørt, end ar tað við, at allur flotin verður umsetiligur, og tað heldur hann ikki so nógv um Essa Petersen heldur einki um uppskotið at leingja fiskiloyvini frá fimm árum til fimtan ár A handan hátt tveita poliukararnir alla ábyrgdina frá sær. Í framtíðini verður tað tískil ikki politikarar, sum fara at gera av, hvussu flotin fer at síggja út, men bankin - og tá eru vit komin ov vítt, heldur Essa Peter- sen — Tá verða tað ikki polit- íkararnar, vit skulu venda okkum til, men bankan. Og ikki nóg mikið við tí, tá noyðast politikararnir eisini at venda sær til bankan, sum tå fer at stýra fiskrvinnuni heldur formadurin i felag num hjá vinnurekandi út róðrarmonnum Hetta er ein sera óhepp in og óneyðug støda, heldur Essa Petersen Myndugleikarnir kundu rådført seg við menn, sum eru royndir í vinnuni Tá bankin fer at verða einaráðandi, verður neyvan pláss ul útróðrarbátarnar, heldur hann Tá verða tað bara trol arar, tí tað er teir, sum bank in tjenar pengar upp á. Tað eru eisim trolararnir, sum geva undirskotið og teir eru eisini teir einastu, sum verð- a saneraði við almennum pengum pengum, sum fólkið eigur - Tí verður tað fólkið, sum skal gjalda gildið, sigur Essa Petersen Hinvegin vísir Essa Pet- ersen á, at húkaveiðan er Lesarabrøv Politikararnir åttu at rådført seg vid menn, id eru royndir í vinnuni, heldur Essa Petersen munandi bíligari Vit gera eisini umvæl- ingararbeiðið sjálvir, tá lík indi ikki eru at fiska, vísir Essa Petersen m. a. á Annað mál, ið fær Essa Pet- ersen at taka til orðanna, er ætlanin at skerja inntøku- trygdina — Tað er púra greitt, at onkrar justeringar kunnu gerast — Øll onnur hava inntøk utrygd, so hví skulu útróðr- armenn ikki hava sama rætt sum onnur, spyr Essa Pet- ersen Hann heldur, at skal inn- tøkutrygdin hjá útróðrar- monnum skerjast, so skal hon eisini skerjast hjá ødr- um vinnubólkum. - Øll mugu lúka somu treytir, heldur Essa Peter- sen Dómaratrioin 8 Logmansroðan Finalan VN/GI 03.08.97 Hetta lesarabrævið er ikki skrivað fyri at geva dóm aranum og linjuverjunum í dystinum sunnudagin skuldina fyri, at tad gekk s illa, sum tað nú eimaferð gjørdi hjá VB í hesum dysti Nei, gøtumenn vunnu ein uppibornan sigur ímóti ein um VB-liði, sum ikki megn aði at gera nakað við teir vælleikandi GI spælararnar Eg hevði fingið at vita nakrar dagar frammanund- an, at Kim Ejdesgaard skuldi døma hesa finalu, og tað fyrsta, ið rann mær i huga, var, at tað kundi ikki verða rætt, men so var Eg meti sjálvur, at eg tey síðstu mongu árini havi sæð nógvar fótbóltsdystir, og eg trúgvi ikki, at eg fari skeiv- ur, tá eg sig), at stóðið hjá dómarum og linjuverjum tey síðstu árini er lækkað nógv. Eftir míari hugsan eru fleiri dómaratrioir, sum døma dystir í bestu deildini hjá okkum í dag, ikki skikk aðir til slíkar uppgávur. Ég havi sæð Kim Ejdesgaard trioina dóma nógvar dysur, og tað eru ikki bert dystir sum eru leiktir ímóti VB, og eg kann bert staðfesta at Kim Ejdesgaard trioin er tann, sum kemur ringast frå uppgåvuni. At seta eina slíka trio at døma finaluna um Løgmanssteypid, er eft- ir mínari hugsan ein fadesa, sum fótbóltssambandið - ella hvør tað nú er, sum set- ur dómararnar - ikki átti at sloppið gott frå. Dømingin í Gundadali tann 3/8-97 var ein »fløt vittigheit«, sum bert kundi verið brúkt í siésta (alt gott um hesa sending kortini) Eg vil her nýta høvi til at ynskja VB hjartaliga til lukku vid silvur heidurs- merkjunum, og góða eydnu í landskappingini, síðani vil eg ynskja Gl til lukku við gull heiðursmerkjunum og Løgmanssteypinum Tå eg fyrst ynski VB til- lukku - og síðani GI, so er tað ti, at hetta er raðfylgjan, sum løgmadur, Edmund Joensen, átti at fylgt! Løgmaður rósti GÍ leik arunum fyri teirra avrik og ynskt teimum tillukku Hann segði, at hann vænt aði, at GÍ eisini megnar at vinna Løgmanssteypid tey komandi 2 árini, eins og teir fara at vinna FM heitið aftur í ár. Okkara kæri løgmadur rósti GI liðnum so nógv, at hann gloymdi, at tað ikki bert var GI, ið hevði leikt seg í finaluna, men eisini VB! Undirritaði fekk trokað seg fram til løgmann, fyri at greida honum frå, at VB var silvurvinnari i finaluni um Løgmanssteypid, og at teir eisini átti at verið ynskt- ir tillukku (vid at hava megnað at leikt seg í final- una), men tá høvdu VB'arn- ir longu fingið handað síni heiðursmerkir, og dómara- tnoin hevði eisini fingið síni heiðursmerkir um hálsin (eftir mínari hugsan „skuldi teir fingið hongt reyð kort um hálsin) Løgmadur umbar seg og mátti stødga handanini av gullmerkjunum fyri at við ganga, at hann hevði gloymt, at VB eisini átti heiður uppibornan hendan dag - og so eitt sindur for kølad ynskt Edmund Joen sen VB tillukku At enda vil eg siga VB liðnum, at hasin finaludyst urin er leiktur, og úrslitið kunnu vit einki gera vid. Nú er bert at líta frameftir og vísa øllum, eisini løgmanni, at vit eru mentir at reisast aftur! VB tillukku við silvurin um og góða eyðnu framyvir Vágur, tann 4.8.97 Rógvi Johansen |