hósdagur 7. august 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 147 — 7. AUGUST 1997
ið var politisk eind, serfrød-
ingastyrkur har kostnaðurin
var fjøldar politikkurin, bet
ur arbeiðsagi, og endurinn-
føring av búskaparligum á
eggjanum fyri at skja um
framleiðsluna. Harumframt
skuldi miðsavnaða ráðlegg
ingin styrkast og uttanríkis
handilin snúgva seg um
vøkstur heldur enn sjálv
bjargni. Á familju skinum
var samtykt at hver familja
kundi hava tvey børn
Seinm í 1979 gjørdist hetta
tó ul I barn fyri hverja fam
jú. Familjurnar, ið fáa meir
enn eitt barn verða sektaðar
á ymiskan hátt
x
Eftir deyða Mao í 1976 trein
Deng Xiauping fram og var
veruligi leiðarin. Hann fanst
harðliga at mentunnarkoll
veltingini M.a. segði hann;
"Sjónarmiðið, at einans tú
skilur eina kollvelting, økist
framleiðslan uttan meir av-
rik, er einans ímillum fólk,
ið dáma væl ævintýr."
Langtíðarætlanir vóru
gjørdar eftir traditionellum
sovjettiskum leisti vavt
saman vid nøkrum greinum
år kapitalismuni vestanvert
Hetta gekk beint ímóti
mentunnarkollvelting Mao
Landbúnaðar-
rem broytingin snúði seg
um landbúnaðarframleiðs!-
una, ið ikki var vaksin síð-
ani 1966. Harumfram
noyddist Kina at:innflyta
matolju, bummull og korn
Ein umfatandi avkollektivi
sering í fólkakommununum
fór eisini fram. Jarðarteigar
vóru partvís privatiseradir
Bøndur leigaðu smáar jarð
arteigar bíliga frá statinum,
og kundu sjálvir leiga út
aftur. Uppisitarnir skuldu
selja ávísa nøgd til statin,
men síðani ráða yvir restina
av grødini, ofta var tað selt
á marknaðinum, ið virkaði
undir fríum marknaðartreyt
um. Eftir stuttari tíð gjørdist
Kina sjálvbjargin á teimum
mest neyðturvuliga land-
búnaðarskinum. Her var
nógvur peningur spardur, ið
síðani var nýttur til nýmót-
ans tøknifrødi. Eisini vóru
landbúnaðarvirki sett á
stovn, har framleiðslan var
rættuliga høg. orsøkin var
m.a. akkordskipanir og ný
tímansgerðing. Framleiðsl-
an øktist frá 1978 um 6,2%
um árið
Verksmidurnar
Stóru verksmidurnar vóru
sera óeffektivar. Ætlanarbú-
skapurin hevði ringt árin á,
hvussu nógv orka var løgd
í arbeiði. Tað gekst einans
rímuliga væl við teimum
vørunum, ið vóru lættar at
framleiða Trupulleikin
tyktist verða loystur um
gjørt var, sum í landbúnað-
inum. Soleiðis áttu fram-
leiðarin og forbrúkarin eis-
ini nærkast. Royndarkoyr-
ingar vóru á avmarkaðum
økjum við partvis marknað-
arbúskapi. Verksmiðurnar
fingu eisini “vanligu"
marknaðarbúskapar treytir-
nar at virka undir. Nú kundu
tey sjálvi gera nýggjar í-
løgur og flyta arbeiðskraft
um neyðugt. Renta var tíkin
av lánum, ið verksmiðurnar
Stalin og Mao fylkjast
mótvegis vestligu imperi-
alismuni. Kinversk tekn-
ing, ið fagnar tætta sam-
bandinum millum Kina
og Sovjetsamveldið í
fimtiårunum
tóku frå statinum. Treyðugt
so gekst illa í byrjanini við
royndunum Asannast
kundi, at:tað var uml. ein
triðingur ov nógvir arbeið
ara á verksmiðunum. Hóast
hetta. so varð eingin koyrd
ur til hús. Tað er nevniliga
íkki vanligt hjá kinverjum
at senda fólk til hús. Tað er
ein vanlukka hjá einum at
verða sendur til hús. Ti ar
beiði gevur neyniliga eisini
atgongd ul íbúð, pensjón
sjúkrahjálp og barnaansing
Her eru arbeiðsformennirnir
í tvistødu. Skal tú velja at
koyra rationelt á verksmiðj
uni og syndrað nógvar
familjur ella koyra við und
irskoti. Tað besta hevði
sjálvandi verið um fram
leiðslan kundi verið økt
munandiu, so at fólkini
kundu verið verandi, men
tað var tá íkki marknaður
fyri tí
Eitt, ” nógv var/ er havt á
lofti er prísspurningurin
Tað vóru nevniliga tvær
prísskipanir. Ein, ið land-
idnadur og verksmidur
skulu selja statinum og ein
á "fría" marknaðinum. Stór
ur prisvøkstur var á privata
marknaðinum, tí inntøkur
nar hjá fólkinum øktust
munandi síðst í 70' unum og
80'unum. í 1989 var prís-
vøksturin heili 80%, so stat-
urin fór uppímillum og setti
ferðina niður á prísvekstri
num
Búskapar-
pour Kina
1980 var tað loyvt út-
lendiungum at gera íløgur í
Kina, og yvirskoti kundi
fara = uttanlanda.. Hetta
skuldi tó henda á serligum
økjum í samstarvi við kin-
verskar fyritskur. I 1987 var
tað tó loyvt útlendskum fyr
tøkum heilt at eiga fyritak-
urnar. So við og við, síðst í
áttatiárunum og nú er bú-
skaparpolitikkur Kina
nærkaður — marknaðarbú-
skapi so mikið, at illa ber
til at nevna tað ætlanarbú-
skap. Kina samstarvar vid
nógv lond rundanum seg.
USA og eisini nøkur lond í
Evropa
1989
Arið 1989 stendur enn í
hugaheiminum hjá nógv-
um. Politiskt var hetta
kanska lagnuárið hjá
kommunistiska heiminum
Múruin fall og nógvar so-
nevndar demokratiseringar
fóru fram ymsastaðnis í
eysturevropa. Í dag kann
kjakast um, hvussu heppið
allar demokratiseringarnar
vóru, men tað er greitt at
broyting mátti til. Kina tyk-
ist í so máta íkki verða nak-
að undantak. Munurin er
bara, at so at siga ongar pol-
itiskar broytingar fóru fram.
Hetta var árið har Kina helt
fimtiåra hátíðarhald fyri
kommunismuni í landinum.
Bond vóru knýtt til sovjett-
samveldið. Mikhail Gorba-
tjov fór til Beijing á almenn-
a vitjan. Hetta var søgulig
hending, ti nå tyktust
triatiåra fíggindaskapur at
enda komin. Fjølmiðlarnir
og alheims eygu vóru tó
vend ímóti tí, ið fór fram á
Himmalfridar = torginum
Her var rætt og slætt eitt
blóðbað. Studentar mót
mæltu stýrið í Kina, og
vildu hava meir politiskt
frælsi. Herurin tók tí til
våpn, og hver minnist ikki,
tá ið vit Ld. sóu ung fólk
verða trumlað niður av
tanksum. Hetta er enn ein
skammarplettur hjá komm-
unistunum í Kina. Nógv
noyddust at flýggja. And-
stødingar og samfelagsrevs-
arar yvirhøvur vóru for-
fylgdir, nógvir eru sam-
vitsku - og politiskir fangar,
nógv vóru gjørd útlaðin ella
deydadømd. Stýrið helt fast
um maktina í Kina.
Stýrið í dag
Deng Xiauping doyði her-
fyri, men stýrið er tó ikki
munandi broytt enn. Bú-
skaparliga hevur Kina "ætt-
leitt" kapitalismuna og
marknaðarbúskap. Nógv
lond vestanvert verða eggj-
aði í at gera iløgur í Kina,
hóast mannarættindafelags-
skapir sum t.d. Amnesty Int-
ernational, streinga á at fáa
mannarættindini í hásæti,
og td. vilja hava lond at
átala famferðarhátt Kina.
Tá ið eitt land mótmælir
stýrið í Kina, verður tað bert
læst úti frá at gera ílegur í
Kina. USA og Ld. fyrrver-
andi borgarliga stýrið í
Fraklandið eru, rættuliga
glaðbeint, farin í holt við
búskaparligt samstarv við
Kina uttan stórvegis
átalingar av mannarættind-
aspurninginum. So leingi
Vesturheimurin ikki stendur
saman um at sekta Kina,
spyrst neyvan nakað muna-
dygt burturúr, tí stýrið tví-
heldur um valdið
Hong Kong yvirtøkan
Hong Kong hevur nå i
skjótt fýra víkur verið undir
kinverskum yvirræði. Tað
eru nógv, ið eru sera fegin
at sleppa undan bretsku
trånuni. Fyri borgararætt-
indastridsmen a, samfelags-
revsarar og kritikara yvir-
hevur, er tað sum at fara úr
øskuni í eldin. Hong Kong
hevur í áravís virkað sum
ein frístaður fyri kinverskar
borgararættindastríðsmenn,
ið eru eftirlýstir í Kina
Teirra framtíð er sera óviss
Tað verður spennandi at
síggja. hvussu leingi Kina
klárar at verða eitt land við
tveimum skipanum. Helst
fara tær at nærkast hverjum
ødrum, so er spennandi
hvenn vegin marginalarnir
fara. Tó er kinverska stjórn-
ini farin undir nakrar
broytingar, og tað ikki altíð
av tí góða.
Í mars í år var vidtikid í
kinverska tinginum at strika
“andkollvelungarligt virk-
semi." Ístaðin kom “brot á
trygdina hjá statinum.”
Hetta seinnevnda hóskar
seg betur, eftir at yvirtøkan
skuldi fara fram, tí sera
nógvir Hong Kong íbúgvar
koma jú undir fyrrneynda
Uttanríkis - og hernaðarmál
hjá Hong Kong eru eisini
undirløgd kinversku stjórn-
ini. Tá ið uttanrikismål
Hong Kongs eru undir Kin-
a, kanst tú jú bróta lógina
um trygdina hjá statinum í
Hong kong. Leiðarin í Hong
Kong og lóggevandi ráðið,
ið sigst verða valt av stýri-
num í Beijing, hava skert
samkomufrælsið, við atlitið
at varða sosiala skilið. Nú
skulu fólk eisini í góðari tíð
biðja um loyvi at ganga
kravgongu. Nógvir kritikara
eru flýddir úr Hong Kong
beint undan kinversku yv-
inøkuni, vónandi fara teir,
ið eftir eru at hava tað gott.
Tað er greitt, at alheims
eygu í løtuni eru vend ímóti
Beijing. Vónandi fara
mannarættindini at vera
vird og hava gott árin á Kin-
a. Neyvan fer stødan við
tveimum skipanum í einum
landið at halda áfram leingi
afturat, møguliga fara nakr-
ar neyðugar broytingarnar
fram í Kína...
Heimildir: Verden i konflikt,
stormagtspolitikken 1945 - 1982,
Den nye verden og Amnesty
blaðið Nr 3. juni 1997
— tå okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 19192