leygardagur 9. august 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 149 — 9. AUGUST 1997
Leiðarin á Bókadeildini:
tíðindablaðið
Føroyingar duga
» r
væl at skriva bøkur
EDVARD JOENSEN
Tað verður bæði gott og
minni gott skrivað í Feroy-
um. Treyðugt so. Men tað
mesta, sum kemur til Bóka
deild Føroya Lærarafelags,
verður givið út, sigur Niels
Jákup Thomsen, leiðari á
Bókadeild Føroya Lærara
felags
> Vit leggja stóran dent á
at fáa so nógv sum gjørligt
út,< sigur hann
Bókadeild Føroya Lær
arafelags gevur mest barna
og ungdómsbekur út
Tað hendir rættiliga nógv
á tí økinum. Og royndirnar
hjá Bókadeildini eru, at
lesararnir taka væl undir við
teimum bókunum, givnar
verða út
»Serliga tær upprunaligu
føroysku bøkurnar eru væl
dámdar,< sigur Niels Jákup
Thomsen
Til kjakið, sum hevur tik
ið seg upp um føroyskar
bókmentir, sigur Niels
Jákup Thomsen, at sjálv
andi er ikki alt líka gott, sum
kemur út. Soleiðis er tað við
øllum, sum gjørt verður
Men hansara royndir eru, at
rættiliga nógv av tí, tey fáa
og sum skrivað verður av
føroyingum, væl kann gev
ast út
Tad kemur tó fyri. at okk
urt handrit verður sent aftur
g hevundurin verður biðin
um at arbeiða meira við tí
ella heilt skriva av nýggj
um
Ráðgevararnir eru
Ein bókmentaráðgevi skal
ikki sita og rætta skeivar
stavsetingar. Hann skal
meta um mentunnarligu
dygdina á tí, skrivað er
Bókadeildin Føroya Lær
arafelags hevur eina bók
mentanevnd við fimm lim
um, sum fær tey handrit, inn
verða latin, tl viðgerðar
Eisini hevur Bókadeildin
samband við onnur fólk
sum av og á verður heitt á,
tå eitthvort skal lesast og
metast um
>Her hava vit soleiðis
longu teir konsulentarnar
Carl Johan Jensen eftirlýs
ir,« sigur Niels Jákup
Thomsen
Hesir arbeiða sjálvandi
serliga fyri Bókadeildina
Men Niels Jákup
Thomsen er púra sannførd
ur um, at tad hevði verið ein
fyrimunur, um onnur før
oysk forløg eisini høvdu
slíka skipan
Til dømis kundi hann
hugsað sær, at nøkur fólk
arbeiddu við slíkum burtur-
av. Og so kundu tey ymsu
forløgini saktans nýtt somu
fólkini
Men tað er íkki bara Carl
Johan Jensen, sum eftirlýsir
bókmentakonsulentum í
Føroyum
Niels Jikup Thomsen sig-
N
Fjølmidlarnir vis
Tad kemur nógv gott
+
REP hm z
i1førv skur
bókmentum ov litlan ans, sigur Niels Jákup Thomsen
ut å føroyskum. Eisini slikt, sum før-
oyingar sjálvir hava skrivað, men tað kemur tó fyri, at
fólk fáa handrit send aftur við boðum um at betra tey,
sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya
Lærarafelags
ur, at Bókadeildin hevur
havt samráðingar við Rit
høvundafelagid um sátt
málar í samband við utgåv
ur
Har hevur Rithevunda
felagið eisini havt ynski um
at fáa handritini viðgjørd av
bókmentakonsulentum
>Tað vilja flestu rit
høvundar hava,< sigur Niels
Jákup Thomsen
Og tað er heilt vanligt, at
tað verður bæði klipt og
skorið í handritum
Tað eru bara onkrir heilt
fáir rithøvundar yvirhøvur,
sum hava tad soleidis, at teir
ikki vilja hava vidmerking
ar, áðrenn teir geva út
Vánalig ummæli
Men at tað stendur vánaliga
til við ummælarum í Før-
oyum, er Niels Jákup
Thomsen ivaleysur í.
Hann vísir, eins og fleiri
onnur á, at tilfeingid er so
vælsignað lítið í Føroyum
Og vit renna okkum alla tíð-
ina í tann sama trupuleikan
Tað eru somu fólkini, sum
skriva, og ummæla bøkur-
nar hjá hverjum ødrum
Tað sigur seg sjálvt, at tå
kunnu ummælini ikki gerast
heilt objektiv. Fólk vilja -
ella tora - líkasum ikki at
siga sína erligu meining
Tað er ógvuliga sjálvdan
at vit síggja ert serigst um
mæli í Føroyum, heldur
Niels Jákup Thomsen,
leiðari á Bókadeild Føroya
Lærarafelags
Og tað er einki, sum er
so forargiligt, sum tá tað
einasta, sum hoyrist frá eini
føroyskari bók, er eitt tíð-
indaskriv, útgevarin sjálvur
sendir pressuni
Niels Jákup Thomsen sig-
ur, at føroyska pressan er
alt ov vánalig á hesum øki-
num
Blødini áttu avgjørt at
havt fastar avtalur við fólk
at ummæla tað, sum kemur
út á føroyskum
Og teir báðir elektronisku
fjølmiðlarnir eru vánaligir,
heldur hann
Útvarpið ummælir - Óvist
av hverji orsøk - næstan
bara bøkur upp undir jól. Og
í Sjónvarpinum er so stein
deytt
Mentunnartátturin, sum
fyrr var í Sjónvarpi Føroya,
er heilt burturdottin, og tað
er spell, heldur Niels Jákup
thomsen
Eins og Marianna Debes
Dahl vísti á í Sosialinum
hósdagin, kundi Niels
Jákup Thomsen hugsað sær,
at tey fólk, sum hava út-
búgving innan bókmentir,
átóku sær hesar uppgávur.
Tað sita til dømis magist-
arar í bókmentum á hægri
unun skuldu
verið sjålvskrivadi til slíkar
uppgåvur, heldur hann
skúlunu; Hesir
Skúlabekur illa fyri
Niels Jákup Thomsen harm
ast ta lagnu. føroyskar
skulabøkur hava fingið
Tað eru foreldur. sum
klagað um, at børnini lesa
somu bekurnar, sum tey
sjálvi lósu í barnaskúlanum
fyri 30 árum síðani
Til hetta sigur Niels Jákup
Thomsen, at tað kemst ikki
av, at tíðarhóskandi bøkur
ikki eru til
>Tað er nógv størri úrval
nú, enn tað var fyri 30 árum
síðani. Men tað gongur
strilti at fáa skúlarnar at
keypa tær.«
Niels Jákup Thomsen
heldur, at tað kann vera
rættiliga freistandi hjá ein
um lærara, sum hevur
undirvíst í ein mansaldur
bara at halda seg til sama
tilfarið, sum hann kennir út
og inn. So er ikki neyðugt
at seta seg inn í nýtt
Men tað er ikki tað ring
asta
Stóri trupulerkin er, sigur
Niels Jákup Thomsen, at
skulabøkur vera ikki priori
teraðar nóg høgt í teimum
ymisku kommununum
Skúlarnir fáa rætt og slætt
ikki pengar at keypa nýggj
ar bøkur fyri. Og tí kemur
tað fyri, at børnim lesa
somu søgurnar, sum foreldr
30 árum síðani
int lósu fyri
5
Her hjálpir bara upp
lýsing, sigur Niels Jákup
Thomsen og vísir á, at tað
eru tey, sum avgera, hvat
brúkast skal í skúlanum
sum skulu upplýsast
Til dømis við at hava til
tek, har fólk fáa at vita, hvat
er á marknaðinum
Tí tað er eingin ivi um, at
tær bøkurnar, sum verða
givnar út í Føroyum, verða
væl móttiknar av teimum
ungu
Og serliga tær uppruna
ligu, føroysku
Nils Jákup Thomsen upp
lýsir, at ein nýggj føroysk
ungdómsbók er á veg
Talan er um ein nýggjan
rithøvund, sum ikki hevur
givið út fyrr. So tað verður
rættiliga spennandi, heldur
hann
Niels Jákup Thomsen
leiðari á Bókadeild Føroya
Lærarafelags, leggur dent å
at vilja vit føroyskum bók
mentum væl, eiga vit at tosa
um tær. Tad allar ringasta
Vit gera, er at tigå tær burtur
Og tað er júst tað, sum
mangan er hent
Tað koma frálíkar bøkur
út, men tå hoyrir hvørki orð
ella eið frá teimum í press
um. Og tað er drepandi
Fólk missa hugin at gera
nakað, tá soleiðis er