Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 149 — 9. AUGUST 1997 tíðindablaðið 4 tr sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun k“olivant.fo ur es Þú Er E EEN Eyðun Jacobsen og VB skulu nú visa, at tað ber til av fóta sær eftir stórtapið i steypafinaluni Nu kemur veruliga royndin hjå VB Fótbóltur: Vågbingar skulu reisa seg eftir stórtapið í steypafinaluni, men teir skulu gera tað í Gundadali Størsta vónbrot bingingum hevur verið fyri á fótbólsvelli í fleir år, var tå te sum vag seinasta sunnudag taptu steypafinaluna móti GI heili 6-0 VB hevur i ár vist, at liðið kann vera frammi millum tey bestu, men tá teir nú høvdu kjansin at vinna nak að, kiksaði tað fullkomiliga Men VB ætlar ikki at gevast á hondum, og teir ætla at koma fyri seg aftur Tað er bara tað, at:teir hava tveir sera truplar dystir at reisa seg í Fyrst skulu teir í Gunda dal at:dystast við HB sunnu dagin og longu mikuk veld- ið verður dystur móti KÍ í Klaksvík Ikki júst ynskisskráin nú liðið skal royna at fóta Jón Pauli verður við Eyðun Kjærbo fekk reytt kort í steypafinaluni móti GI, og hann kann tí ikki vera við í Havn í morgin Birgir Jørgensen hevur ikki vant hesa vikuna, tí hann hevur havt smáskaða at stríðast við, men hann verðueftir øllum at døma vid måti HB Tað verður ein annar gamal kenningur eisini. Jón Pauli Olsen er heima í let uni, og hann verður ið hvussu so er við í hópinum sum fer norður til Havnar í morgin Magni Mohr og Búi Dahl eru eisini heima í løtuni, og teir vera ivaleyst eisini við Uni er ivamålid HB-venjarin Oddbjørn Joensen hevur so at siga all ar sinar menn klårar til dyst in sunnudagin, men einasti maðurin, sum er ivasamur er júst hann, sum teir so fegnir vilja hava á liðnum Uni Arge er topskjútti í føroysku kappingini, og hann er sera tydningarmikil fyri álopið hjá HB Uni stríðist við skaða í lúskuni, og hann er ivasam ur til dystin í morgin. Uni hevur runnið í vikuni, og í gjárkveldið skuldi hann aft ur royna at venja Tå skuldi eisini avgerðin takast, um hann spælir sunnudagin ella ikki Seinast var Jens Erik Ras mussen fluttur fram í álop ið, men tað tikist, sum hann er størri vinningur á mið vellinum, og tí kundi onkur av hinum ålopsmonnunum í HB fingið kjansin saman við Gunnari Mohr í fremstu rød VB hevur vunnið triggjar ferðir í Havn seinastu 9 árini. HB hevur vunnið fýra ferðir, og í 1988 endaði við javnleiki ek Kristian Martin setti met SVIMJING: Føroyski svimjarin Kristian Martin Joensen kom týsdagin heim frá EM kapping í svimjing fyri juniorar, sum var í Glas gOWw 38 lond vóru umboðað i kappingini og tilsamans taldust svimjararnir 400 í tali Kappingin fór fram í Tolleross Leisure Centre í 50 metra hyli. Høllin er bert eitt ára gomul og er avbera góð Kristian Martin Joensen var vid í 200 metrar blandað og 200 metrar bringusvimj ing Í 200 metrar blandað svam hann í tíðini 2.16,68 og hendan tíðin er føroyskt met í 50 metra hyli. I saml aðu støduni gjørdist hann nummar 36 av arum. Vinnari í kappingini 37 svimi var Tamas Kerekarto úr Ungarn við tíðini 2.03,62, og var hetta nýtt europeiskt juniormet 200 metrar bringusvim) ingina svam Kristian Martin í tíðini 2.36,66, og hann gjørdist nummar 33 av 35 luttakarum. Vinnari í hesi kapping gjørdist Pavel Anokhin úr Ruslandi við tíðini 2.16,36 Darren Mew vann gull á Oyggjaleikunum í hesi kapping, og í EM svam hann fyri England og gjørd ist nummar 7 við tíðini 2.21,23 Samanlagt gjørdist Rus- land nummar 1, Tyskland nummar 2 og Ukraina nr. 3 Svøriki var einasta norður land, ið vann heidursmerki, og gjørdist samanlagt num mar 11 ek 13 Føroyar telva móti Íslandi TALV: Í dag og í morgin verður talvlandsdystur millum Føroyar og Ísland. Telvað verður í hølunum hjá Havnar Telvingarfelag, og báðar dagarnar verður byrjað klokkan 15 Hvørki føroyska ella íslendska liðið hevur alt tað sterkasta fólkið við, og hjá okkum mangla telvarar sum John Rødgaard, Heini Olsen, Bogi Ziska, Rani Nolsøe og Rógvi W. Rasmussen Teir, sum verða vid í morgin, eru: John Arni Nilssen (2290) úr Havnar Telvingarfelag, Jens Christian Hansen (2225) úr Tofta Talvfelag, Torkil Nielsen (2135) år Sandavågs Talvfelag, Torbjørn Thomsen (2130) år Kollafjarda Talvfelag, Eyðun Nolsøe (2120) úr Klaksvíkar Talvfelag, Steintór Rasmussen (2080) úr Klaksvíkar Talvfelag, Martin Brekká (2065) úr Talvíelagnum Streymi, Flóvin Tór Næss (2045) úr Havnar Telvingarfelag, Bernhard Thomsen (2040) úr Kollafjarda Talvfelag, og Haldur Suni Johansen (2040) úr Klaksvíkar Talvfelag Umframt hesar eru eisini Finnbjørn Zachariasen (2085) år Talvfelagnum Streymi, Herluf Hansen (2055) år Havnar Telvingarfelag, John Jacobsen (2020) år Vestmanna Talvfelag, og Carl El Nolsøe Samuelsen (1980) år Havnar Telvingarfelag ek Vilja hava steypa- finalu i Klaksvik FOTBOLTUR: Lokalblad norðoyðinga, Norðlýsið rør í blaðnum í gjár framundir, at steypafinalan hjá kvinnum fram yvir verður spæld í Klaksvík >Fótbóltssambandið hevur onga steypafianlu lagt í klaksvík í nógv ár, men nú má tíðin vera komin at loyva Klaksvikini uppí,< skrivar blaðið millum annað í eini viðmerking Víðari verður sagt,at áhugin fyri fótbólt er sera stórur í Klaksvík, og at grundarlag er fyri at leggja eina steypafinalu í býnum »B36 hevur júst vunnið steypið, sum kvinnurnar hava kappast um, til ognar, og nú nýtt steyp skal latåst at kappast um, heyði verið hóskandi at skipa soleiðis fyri, at steypafinalan hjá kvinnum fram yvir verður spæld í Klaksvík — á hverjum ári,< heldur blað- ek John Jakobsen og NSÍ hava íkki vunnið síðani 15. juni. Mynd: Jón Magnussen NSÍ fer eftir sigrinum á Sandi FÓTBÓLTUR: Runavíkingar fara í morgin til Sands at:dystast við botnliðið B71, sum fekk stíg í Fuglafirði seinast. Og málið, teir hava sett sær, er greitt: Teir ætla at vinna. NSÍ hevur ikki vunnið síðani 15. juni, men seinasta umfar gjørdist tað til javnleik móti HB. Allir mans frå tí dystinum eru tøkir aftur hesaferð. Umframt tað er eisini Arnfinn Langgaard komin vidaftur, og Odd- fríður Gaardbo verður helst við í hópinum. Hjá sandingum manglar Kári Nielsen hesaferð. Hann spældi væl í álopinum seinast, men hann er burturstaddur við U16 landsliðnum. Antines Magnus- sen var leikbannaður seinast, og nú hann er við aftur, skuldi møguleiki verið fyri, at flutt Páll á Reynatúgvu av stopparaplåssinum. Torbjørn Jensen hevur vant í seinastuni, og hann verður møguliga við. NSÍ hevur ongantíð vunnið á Sandi. Lidini hava spælt tríggjar ferðir og hverja ferð hevur B71 vunnið. Í 1992 vunnu teir 3-0, í 1994 1-0 og í 1995 2-1 ek