týsdagur 12. august 1997síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sigid okkum frå, um onkur tíðindi eru at frætta. Ringið ella faxið!
Sosialurin, te 11820 Fax 147 20
ÁR sosialurin, týsdagin 12. august
ITROTTURÉ)
Europa-Cup í SVF
meðan 1. deild spælir
Fótbóltur: Í morgin spælir HB Europa-Cup
dyst, samstundis sum tveir týdningarmiklir 1.
deildardystir vera spældir. SvF sendir
Europa-Cup dystin beinleiðis
Tað verður ovmikið av fótbólti at
fara til mikukveldið
A Svangaskarði verður fyrri
Europa-Cup dysturin millum HB
og Apeol Nicosia spældur, og
bæði í Havn og í Klaksvík verða
I. deildardystir
Allir dystirnir byrja kl. 19.00
og koma tí í beinleiðis kapping
við hver annan, og tað má metasta
at vera óheppið, at bæði Europa
Cup fótbóltur og landskappingar
dystir verða spældir samstundis
Tad er langt síðani, at dystirnir
B36-GI og KI-VB vóru åsettir at
verða spældir mikukveldið. Fyri
kortum kom fram at HB eisini
spælir hetta kveldið, men vit hava
onga umben fingið um at flyta
okkara dystir, sigur Jens Erik
Magnussen, kappingarstjóri
HB-dysturin fluttur
Upprunaliga skuldi HB spæla
hosdag, men dysturin varð við
vælsignilsi frá FSF fluttur til
mikukveldið
Vit viðmældu yvir fyri UEFA
at flyta dystin frá hósdag til miku
dag út frá tí, at HB longu leyg
ardagin skal spæla aftur í lands
kappingini, sigur Ísak Mikladal
aðalskrivari hjá FSF
Næsta mikudag er landsdystur
í Prag, og tí spælir |. deild longu
leygardagin. Skuldi HB havt spælt
Europa-Cup dystin hósdag, hevði
verið neyðugt at flutt dystin móti
KI til seinni
Tad er so nógv á skránni kom
andi mánaðin, at skuldu vit flutt
dystin millum HB og KÍ til seinni,
hevði hann ikki kunna verið
spældur fyrrenn í fyrsta lagi 10
september, og tað hildu vit ikki,
at vit kundu bjóða spælarum og
teimum, sum fylgja við, sigur Ísak
Mikladal
Og hesum er Jens Erik Magn
ussen samdur í
Tað tænir øllum best, at teir
dystir, sum eru útsettir, verða
spældir so skjótt sum gjørligt og
ikki liggja á láni í fleiri víkur, sigur
hann
SvF sendir Europa-Cup
Spælt verður tí bæði í Europa-Cup
og landskappingini mikukveldið
kl. 19.00
Sjónvarp Føroya boðaði í gjár
frá, at teir fara at senda dystin
millum HB og Apeol Nicosia
beinleiðis
Hetta kann órógva dystirnar í
landskappingini, men spurning
urin er, um tað verður HB ella B36
og KI, sum verða taparar av tøttu
skrånni
Ið hvussu so er verður miku
kveldið eitt sera spennandi fót
bóltskveld
Dysturin millum B36 og GI er
ein tann mesta avgerandi dysturin
fyri kappingina higartil, og á
Svangaskarði skal HB royna at
era einasta føroyska liðið, sum í
a“ kemur víðari í europeiskari
kapping
ek
Talvlandsdysturin millum Føroyar
og Ísland, sum var í Havn leygar-
dagin og sunnudagin, endaði javn-
Hallur Danielsen og HB skulu í Europa-Cup dyst samstundis
sum spælt verður í landskappingini. Mynd: Alvur Haraldsen
Talvlandsdysturin
endaði javnur
ur. Leygardagin vunnu islendingar
6-4, medan føroyingarnir vunnu
við júst somu tølunum fyrradagin.
Samanlagt gjørdist tað tf til
javnleik 10-10, men steypid, sum
Flugleidir hevdi latid at kappast
um, fingu íslendarar, tí teir stóðu
seg betur á teimum fremru borð-
Jens Christian Hansen fekk
remis í sínum talvi í gjár.
Samanlagt endaði talvlands-
dysturin móti Íslandi javnur.
Mynd: Jens Kr. Vang
unum
Næsti landsdysturin verður í
Íslandi um tvey ár
ek
Regin
Vágadal
kappast í
Las Vegas
STERKIR MENN: Regin Vága
dal hevur nú fingið innbjóðing til
at vera við í kappingin um at
gerast Heimsins sterkasti maður
Kappingin, sum verður í okt-
ober mánaði, verður hesaferð
hildin í Las Vegas í USA
Í fjør var kappingin á Maur-
itius, og tá luttók føroyingur
fyri fyrstu ferð. Regin stóð seg
avbera væl, og endaði sum
nummar 8 í kappingini
A ólavssku vardi Regin
Vågadal sítt heitið sum Føroya
sterkasti maður, og í summar
hevur hann verið við í nógvum
kappingum uttanlands
Størsta avbjóðingin verður
tó, tá hann fer at kappast í LAS
Vegas. Eins og í fjør vera 24
sterkir mans úr øllum heim
inum við í ki pn og teir
verða býttir í fýra bólkar
Tveir teir sterkastu sleppa
víðari úr bólkinum eftir inn
leiðandi kappingar, og í final
una
Regin Vågadal tryr uppå, at
tad letur seg gera at endurtaka
frálíka úrslitið frå í fjør, tå hann
kom i finaluna, og fær hann ein
hampuligan bólk at kappast i
so er heldur eingin ivi um, at
okkara sterki madur kemur vid
ari
Fyrsta dagin fær Regin Vága
dal sáttmála, sum er endaliga
innbjóðingin, sendandi
ek
FM í 30 km
einkultstarti
verður
leygardagin
SUKKLING: Føroysku súkklu
menninir fara leygardagin at
kappast i FM-kapping
Tá verður skipað fyri FM i
30 km. einkultstarti
Kappingin er skipað soleiðis
at hver einstakur súkklari
súkklar fyri seg. Hann skal
royna at súkkla teinin so skjótt
sum gjørligt, og hevur bert tíð
ina at dystast ímóti
Teinurin, sum súkklaður
verður, er frá gomlu Sápufab
rikkini á Hálsi í Havn, til Kald
baks og aftur
Kappingin er almenn og øll
sum hava hug at royna seg
kunnu vera við. Tilmek ling fer
fram hjá Eyðun á tel 15229 ella
Erland á tel. 15808
Einasta treyt er, at súkklu
hjálmur skal brúkast
ek