týsdagur 12. august 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 107 — 10. JUNI 1997
H
|
|
Signar Johannesen hjá B68 roynir at steðga Sigfríði Clementsen hjá B36. Mynd: Gundur F. Mikkelsen
B36 slapp av við
størstu marruna
Fótbóltur: Vóru sannførandi seinna umfarið eftir at teir í 1. hálvleiki lótu tað ganga fyri seg soleiðis
sum teir á heimaliðnum viidu hava tað at ganga fyri seg
1. deild menn:
B68-B36 0-3 (0-0)
TOFTIR: B36 leyp sunnu-
dagin bukk upp um eina
forðing, sum hesi seinastu
seytjan árini hevur verið við
til at steðga teimum í
strembanini ímóti FM heit-
inum
Sum vit søgdu í blaðnum
leygardagin, so hevði B68
ongantíð tapt á heimavelli
ímóti B36, tá liðini fóru á
vøllin á Svangaskarði sunn-
udagin, og hesi seinastu
tíggju árini hevur B36 ikki
skotið eitt tað einasta málið,
tá teir hava spælt lands-
kappingardyst á Toftum
Men nú eru teir í B36
komnir úr óndu ringrásini á
Toftum. Tað gjørdu teir eftir
eitt gott avrik í 2. hálvleiki.
Tá royndu teir at seta ferð-
ina upp, og tá teir heilt skjótt
fingu mál, so styrknaðu
teirra fyritreytir, samstundis
sum tær hjá heimaliðnum
viknaðu, og so var B36 sig-
urin vísur
Dúvaðu Un eitt stig
Tað var heilt tyduligt, hvat
Johan Nielsen hevði rátt
sínum monnum til. Í út-
gangssteðuni vóru Aksel
Højgaard og Súni Fridi Jo
hannesen í B68 álopinum,
men teir fingu millum lítla
og ong; hjálp frá liðfeleg
unum, sim fyri tað mesta
lógu aftarlaga á vellinum og
ikki vóru serliga áhugaðir í
at koma fram, tí teir vildu
heldur verja tað, teir høvdu
í viðferinum enn at royna
at vinna.
Í 1. hálvleiki var lítið fót-
bóltsspæl í. Tá bólturin fór
av vellinum, og tá tað var
fríspark, tóku toftamenn sær
góða tíð, og tað riggaði,
sum teir høvdu ætlað. B36
hevði ilt vid at seta ferð á,
og målmøguleikarnir vóru
fáir ella eingir. Vongverj-
arnir vóru lítið álopssinn-
aðir, og tá tað onkuntíð
eydnaðist at koma igjøgn-
um, so var Kjartan Nesá
góður í luftini.
Sterri breidd
og betri fótbóttur
Gunnar Nielsen var fyri
fyrstu ferð í B36 álopinum,
síðani hann breyt beinið í
apríl mánað. Sigfríður Cle-
mentsen loyst hann av fyri
hálvleik, og í 2. hálvleiki
var hann við í teimum báð-
um fyrstu málunum, áðrenn
hann fór av aftur vellinum
Seinna umfarið var eyð-
synt, at báðir venjararnir
høvdu lagt sínum monnum
eina við at spæla meiri fót-
bólt, enn teir høvdu vist |
hálvleik. B36 menninir ar-
beiddu væl meiri fyri hvørj-
um ødrum, enn teir høvdu
gjørt, og tyngdin í álops-
partinum var stór, serliga tí
John Petersen er sera væl
fyri
Sigfríður Clementsen
skoraði fyrsta málið. B68
misti tverbólt eitt vet aftan-
fyri miðjuna, stungið varð
til Sigfríð, sum smeyg sær
inn í brotsteigin og staddur
eitt sindur ul høgru lyfti
hann upp um Kjartan Nesá,
tá hann kendi seg noyddan
at leypa út
B68 syndi eisini meiri
samanhangandi fótbólts-
spæl 2. hålvleik, enn teir
høvdu gjørt 1. hálvleik, men
teir fingu ongantid breidd
og brodd í. Saknurin av
trimum lyklaspælarum var
stórur, og einasta vandamik-
la stødan, sum kundi borið
mál við sær, var, tá
rangstødufellan hjá B36
miseydnaðist og Egin
Høgnesen kom í trupulleik-
ar langt úti á vellinum, men
tað kom ikki meiri enn tað
burturúr
John maður
Tikið mann fyri mann er
B36 nógv betri mannað enn
B68, og sum 2. hålvleikur
leið gjørdist lidavrikid eisini
nógv betri
Ambjørn Danielsen, Jan
Guttesen og Djóni N. Joen-
sen styrdu samanspælinum
og John Petersen hjålpti væl
til, tå hann vid hvørt søkti
aftur á vøllin og út í síð-
urnar, samstundis sum hann
megnaði at vera vandamikil
inni fyri málinum.
Urtskan var tvey mál.
Hitt fyrra kom eftir 59 min-
uttir. B68 verjugarðurin
hevði vart fyri frísparks-
roynd frá Sigfríði Clement-
sen úr 17 metrum. Bólturin
støkk til landsliðsmannin,
sum var púra ódekkaður.
Hitt seinna kom triggjar
minuttir fyri leiklok. Julian
Johnsson var við í nógvum,
hóast hann onkuntíð hevur
verið meiri eyðsýndur, enn
hann var hesa ferð. Bólturin
sá út til at vera á veg út av,
men stríðsmaðurin toygdi
seg og megnaði úr høgru at
leggja høgt inn til handara
stólpa, har John Petersen
var púra blankur, og so var
fyrsti sigurin å Svanga-
skarði komin til høldar
B36 viðhaldsfólkini fóru
glað av Svangaskarði. Tað
hoyrdist lítið til tey 1. hálv-
leik, burtursæð frá tá tey
illneitaðust inn á dómaran,
tá tað gekk eitt sindur trekt
hjá teirra monnum at koma
á lagið. 2. hálvleik vóru tey
mælsk. Toftafólk høvdu
skipad seg betri, enn tey
hava gjørt áður. Tey dunaðu
alla tíðina, men hesa ferð
gav tað einki úrslit á vøllin-
um.
jh
13
Sumba
økti um
munin
2. deild menn:
Sumba-LIF 4-1 (2-0)
Sumbingar tóku enn eitt
fet móti 1. deildarfótbólti
næsta år, tá teir á heima
valli leygardagin vunnu
á LÍÍ
Meðan Sumba við sigt
mum mest sum hevur
vunnið sær sætið í
deild næsta ár, eru so at
siga allar vónirnar hy
LÍF fyri tí sama foknar
René Thomsen legði
Sumba á odda, tá hann
skoraði eftir innlegg frá
Jan Poulsen
Irygvi Nielsen økti til
2-0), eftir at Mortan i Hørg
hevði gjørt forarbeiðið
Mortan fór igjøgnum í
vinstru, fór til baklinjuna
og legði so út frá ul
Irygva, sum skoraði
Í báðum málunum var
LIF-verjan passiv, og
kláraði ikki at forða fyri
kjansunum
Eftir hálvleikssteðgin
komu gestirnir fyri seg
og teir tóku yvir. Teir
fingu brotsspark, tá
Sumba-spælari = hevði
hondina á bóltinum í
brotsteiginum. Rúni Lis
berg bjargaði fyrstu
royndini hjá Poul Suna
Dam, men eftir trunka
spæl fekk Poul Suni bólt
in í málið
Eftir hetta royndi LÍF
at javna, men ter viknadu
tá teir fingu Henry á
Reynatrød útvístan
Tað gekk síðani aftur
og fram ul René Thom
sen vissaði Sumba sig
urin vid at skora til 3-1
LÍF hevði tá flutt fólkið
longur fram á vøllin, og
opið var í aftara enda. Jón
Lisberg staðfesti sigurin,
eftir at hann varð spældur
leysur av Mortan í Hørg
Jón rundaði málverjan
áðrenn hann sendi bóltin
í meskarnar
Lorvíkingar manglaðu
fleiri av sínum stuðuls-
spælarum frá fyrru helvt,
og serliga dyggur er
smeiturin, nú Gert Lang-
gard er fluttur til Runa-
víkar at spæla. Umframt
Gert vóru heldur ikki Kaj
Eli Olsen, Thomas Han-
sen, Erik Lervig og Stein-
grím Skoralíð við hesa-
ferð. Ólavur Olsen og
Arni Vatnhamar hjálptu tí
til.
Sumba hevur nú so
sterka stóðu í oddinum í
2. deild, at tað skal meira
enn vanlig óheppnið til,
um teir skulu missa
uppflytingarplássið. LÍF
er burtur úr kappingini,
og einasta lið, sum bara
kann nærkast Sumba eitt
sindur, er TB. Tvgrámenn
hava útsettan dyst at
spæla mikukveldið.
Dysturin er móti Royn og
verður spældur í Hvalba.
Næsti dystur hjá Sumba
verður í Havn móti B36,
meðan LÍF hevur heima-
dyst móti HB.
(ek)