mikudagur 13. august 1997síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 151 — 13. AUGUST 1997
Grundskeið í olju-
vinnu í Føroyum
Nú síggjast verulig úrslit av samstarvsavtaluni, sum í februar í ár varð gjórd
millum fóroyskar og norskar útbúgvingarstovnar. Seinastu dagarnar hevur
rektarin á Stavanger Maritime skole vitjað í Føroyum og hildið innleiðandi
skeið fyri lærarum, sum leygardagin fara til Noregs at útbúgva seg at kunna
skipa fyri grundskeiði í oljutøkni, sum ætlanin er at bjóða fóroyingum seinni
EIRIKUR LINDENSKOV
Í gjár og fyrradagin varð
skipað fyri skeiði á Maskin-
meistaraskúlanum í Havn
Tað var rektarin á Stavang
er Maritime videregáende
Skole, Svein Halle, ið stóð
fyri skeiðinum, sum var ser
liga skipað fyri teir fimm
lærararnar frá Maskinmeist
araskulanum, Sjómansskúl
anum og teimum báðum
teknisku skúlunum í Havn
og í Klaksvík
Talan var um eitt inn-
leiðandi skeið, tí hesir lær-
arar fara leygardagin til
Stavanger, har teir skulu á
eitt stutt trygdarskeið áðr-
enn teir skulu á grundskeið
í boritøkni, sigur Svein
Halle
Føroysku lærararnir kom
a aftur til Føroya 18. okt
ober, og tå eru teir førir fyri
at skipa fyri sama grund
skeiði í boritøkni, sum før-
oysku skúlarnir í felag fara
at skipa fyri
Tað er samstarvsavtalan,
sum gjørd var í februarmån-
aði millum teir fýra før
oysku skúlarnar og Mari
tíma skúlan í Stavanger
sum er grundarlag fyri, at
hetta samstarv er fingið í
lag
Men fáa norðmenn nakað
burtur úr at veita føroying-
um kunnleika innan olju-
tøkni
Tad fåa vit kanska ikki
beinleiðis, sigur Svein Hal-
le. — Men tá oljuvinnan tók
seg upp í Noreg í 1973,
stóðu vit á berum. Noreg er
eitt lítið land, men vit fingu
góða hjálp úr USA. Trupul
leikin var bara tann, at út
búgvingarskipanirnar í Nor
eg og í USA vóru so ym
iskar, og tí máttu vit læra
Mynd: Eiríkur
okkum nógv sjálv
Í hesum føri er ødrvisi,
tí føroysku og norsku út-
búgvingarskipanirnar eru
stórt sæð akkurát líka
Annars vísir Svein Halle
á, at norsku skúlarnir síggja
nógv í tí, at kunna vera við
til at menna føroysku skúl-
arnar. Hetta er fyrstu ferð,
at norsku skúlarnir eru við
at menna slíkt virksemi í
ødrum londum, hóast okk
urt eisini er í gongd í Grøn-
landi
Men hóast norðmenn
ongan beinleiðis vinning
fáa burturúr, so hevur tað
stóran týdning fyri Mari-
tíma skúlan at vera við í
slíkum altjóða virksemi,
sigur Svein Halle
Hetta hjálpir sjálvandi
okkum at fáa frægari játtan
til skúlan, eins og vit fáa
politiksa good-will sigur
hann
Konkret samstarv
Claus Reistrup frá Lands
skúlafyrisitingini = leggur
dent á týdningin tað hevur
at vera við til at menna eina
nátúrliga kompetansu ul
eina vónandi komandi olj
uvinnu
- Tað hevur sera stóran
týdning at vit eru fyrireikað
áðrenn ein møgulig olju-
vinna tekur seg upp - so vit
ikki verða tikin á bóli, sigur
hann
Hann sigur, at talan í hes
um før er um eitt so konkret
samstarv
Tað hevur verið tosað
so nógv, men hesaferð snýr
tað seg um at útbúgva fólk,
sum skulu starvast í vinn
uni. Gera vit ikki tað í góð-
ari tíð so kann tað koma
okkum iftur um brekku
Tað konkreta í hesum føri
er, at lærarar fara til Noregs
at nema sær kunnleika, so
teir í Føroyum kunnu skipa
fyri grundskeiði í boritøkni
Ætlanin er so í framtidini,
at teir fýra føroysku skúl
arnir í felag skulu skipa fyri
skeiðum, sum annars ikki
hava nakað við undirvísing
ina í skúlunum sum so at
gera, sigur Claus Reistrup
Trygdarskeið
i Før
Svein Halle sigur, at tad i
dag eru krøv frå oljufeløg-
unum, at fólk hava hetta
skeið eins og trygdarskeið
Tá fólk so hava fingið ar
beiði á onkrum boripalli,
kunnu tey sjálvandi útbúgv
ast víðari til ymsu arbeiðs
uppgávurnar, ið eru um
borð, men grundskeiðið eru
- um vit so kunnu siga
minsta kravið, sigur hann
Svein Halle heldur eisini,
at tað kundi verið áhugavert
at kunna skipað fyri trygd-
arskeiðum í Føroyum
Tað er sjálvandi rættu
liga kostnaðarmikið, um all
ir Føroyingar skulu til Nor
egs ella til Skotlands at fara
å trygdarskeid, sigur hann
Við øllum útreiðslum kann
tað kosta einar 30.000 krón-
ur fyri hvønn - hvat so um
100 fólk skulu avstað? Tá
hevði uttan iva verið bíligar
at skipað fyri skeiðinum í
Føroyum, halda teir báðir
Claus Reistrup og Svein
Halle
5-6 lærarar nóg mikið
Skeiðið hjá teimum fimm
føroysku lærarunum, sum
nú fara til Noregs, kemur
ikki at kosta føroysku skúl
unum tað stóra. Tað er
AMG bólkurin við Statoil
á odda, sum rindar útreiðsl
Svein Halle, rektari á
Stavanger Maritime vide
regáende Skole: — Tá vit í
1973 fóru út í oljuvinnuna
fingu vit hjálp úr USA
men nógv máttu vit læra
okkum sjål
urnar, meðan Saga rindar
trygdarskeiðið
Claus Reistrup leggur í
hesum sambandi dent á tann
sera positiva viljan hjá Stat-
oil í hesum samstarvi
Einastu útreiðslurnar úr
Føroyum eru ein partur av
læraralønunum, sum skúl-
arnir koma at rinda - umleið
25.000 krónur fyri hvønn
skula, sigur Claus Reistrup
Svein Halle sigur, at
fimm lærarar í Føroyum at
undirvísa í hesum grund-
skeiðum helst er nógv mik-
ið ,
A okkara skúlum hava
vit vanliga einar 5-6 lærarar
- teir skulu jú heldur ikki
vera ov nógvir, tí so verða
ov fá skeið til hvønn lærara
og so lækkar stødi0
Hann vísir eisini á, at væl
fer at bera til, at lærarar í
Føroyum og Noreg skifta
um størv við hvert, fyri á
tann hátt at víðka sjónar-
ringin
Tey fólk, ið koma á hesi
grundskeið í Noreg hava
sum so onga bakgrundsvit-
an, sigur Svein Halle, hóast
flestu teirra kortini eru fak-
arbeiðarar av onkrum slag
Hann heldur tó, at oljufel
øgini fegin vilja hava fólk,
við slíkum kunnleika, tí tey
eru lættari at umskúla, sigur
Svein Halle at enda við Sos-
jalin
Ein av venjingarpallunum
hjá Stavanger Maritime
videregående Skole. Her
kunnu næmingarnir royna,
hvussu tað er at verða
fveittur niður av einum
høgum boripalli í bjarg
ingarbáti
Plátuvibratorur
P.f. Kaj Andreasen er Co.
Klingran 5 e 188 Houyvik
Tlf. 15600
Spastikarafelagið
Felag fyri spastikarar og børn/vaksin við líknandi
breki, t.d. veddasvinn. Felagið heldur til í MBF-
húsinum, Íslandsvegi 10 C. Skrivstovutíð hvønn
hósdag kl. 14-16. TIf. 19027, Fax 10813 (MBF).
Úr einans...