hósdagur 13. november 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 216 - 13. november 2003
Nr. 216 - 13. november 2003
11
Landsstýrið ætlar at avtaka rentustuðulin til
sethúsbygging og farið er longu við komandi
fíggjarlóg undir at minka stuðulin úr 40% av
rentútreiðslunum niður í 37%. Rentustuðulin
er avgerandi fyri, at ungfók skulu kunna seta
búgv, so heldur enn at lækka stuðulin, átti
landsstýrið at hækkað stuðulin. Undir kreppuni
var stuðulin 48%, og er hetta ein orsøkin til, at
fleiri, sum nýliga høvdu bygt, ikki mistu húsini.
Tað verður sagt, at búskaparligar orsøkir eru til
inntrivið við at lækka rentustuðulin. Eisini vil
Fíggjarmálaráðið verða við, at húsaprísirnir
fara at lækka, um rentustuðulin verður tikin
burtur. Hesum trýr eingin, tí vit sóu einki til, at
húsaprísirnir lækkaðu, so hvørt sum stuðulin er
lækkaður úr 48% niður í 40%. Tann veruliga
orsøkin til lækkingina er, at landsstýrið nú má
spara, tí tað av álvara er farið at sansa at fíggjar-
liga. Heldur enn at skera í rentustuðulin átti
landsstýrið at komið við eini politiskari ætlan
til tess at tryggja øllum borgarum tak yvir
høvdið.
Tann veruliga orsøkin er altso ein sparing uppá
umleið 15 milliónir, ella við øðrum orðum er
talan um eina av mongum sparingum næsta ár.
Tað er ov vánaligt av landsstýrinum at kamu-
flera lækkingina við búskaparligum grundgev-
ingum, heldur enn siga sum er: vit eru noyddir
at skera so og so nógv av fíggjarlógini 2004, og
lækkingin er ein liður í hesi tilgongd. Tá
politikkarar ikki siga sannleikan, gerast fólk
ótrygg og tað fer at tróta við álitinum á landsins
stýri.
Tað er ein onnur síða av hesi søk nevniliga
hetta, at sparingarnar, og tær eru nógvar, tykjast
einvíst at fara at raka tey veikastu í samfelag-
num. Hetta hendir, hóast landsstýrið hevur
lovað, at tey veikastu skuldu verða hildin uttan
fyri sparingarnar. Við lækkingini av rentu-
stuðlinum verða tey ungu, sum skulu seta búgv,
meint rakt. Vit kundu nevnt onnur dømi:
stuðulin til feløgini hjá teimum brekaðu,
viðgerðir uttanlanda, barnaforsorgarøkið, kaos
á barnsburðarøkinum og kaos á pensións-
økinum, ja milt sagt kaos á so nógvum økjum,
og at so er, er veljarakanningin hjá SvF og
Dimmu ein greið ábending um.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Rentustuðulin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nita Næs
í Nesi í Hvalba
Tað er altíð áhugavert og
læruríkt at lesa, hvat skila-
menn skriva. Lesarabrævið
hjá Ólavi Rasmussen í
Sosialinum nú ein dagin
um kommunuviðurskifti í
Suðuroy, fekk meg at
hugsa.
Í 1985/86 búði eg í Bonn
í Týsklandi. Ein HF flokkur
úr Suðuroy fór tá til Berlin
á námsferð. Eg fleyg úr
Bonn og var saman við
teimum har eina viku. Vit
gistu sjálvsagt í Vestur
Berlin, tí tá var einans loyvt
at gera dagsferðir til Eystur
Berlin.
Hetta var ein sera spenn-
andi og hendingarrík vika.
Vit vóru tvær dagsferðir í
Eystur Berlin. Ì báðum
pørtunum av Berlin vitjaðu
vit skúlar.
Vit vóru við í vanligu
undirvísingini og komu í
prát við vanliga týska ung-
dómin.
Tað var ein løgin kendsla
at vitja ein bý, íð onkurs-
vegna hevði tvey andlit.
Sjálvsagt var Vesturtýsk-
land tá, eins og í dag, ríkari
tøkniliga og búskaparliga.
Alt var nýmótans og býar-
lívið hevði eina lívsjáttandi
rytmu.
Býarreklamurnar
bleiktraðu og hugdu lokk-
andi at okkum føroysku
bygdabørnum úr Suðuroy.
Vit tosaðu nógv um mun-
in í millum Eystur- Vestur
Berlin. Og sóu nógv gott úr
báðum pørtunum í býnum.
Ungdómurin
í
Eystur
Berlin líktist á ein ella
annan hátt meira okkum
føroyingum, enn tey ungu
úr Vestur Berlin. Hetta
hildu vit vera løgið, tí vit
vóru jú ein partur av fría og
nútíðar vesturheiminum.
Vit komu lættari í samband
við tey, enn við tey ungu úr
Vestur Berlin. Nú skal
sjálvsagt, havast í huga, at
vit einans vóru har í eina
viku.
Tað sum eg vil siga við
hesum er, at tað eru ikki
altíð
menniskjagjørdar
pappírs-skipanir, ið liggja
til grund fyri, hvussu vit
menniskju hava tað, um vit
liva lukkulig og eru nøgd.
Sjálvsagt gera politiskar
skilagóðar loysnir okkum
lívið lættari, og vónandi
mentanarliga ríkari.
Alt hetta, eg her havi
sagt, hevur einki við fundin
í Øravík, tann 5.november
um kommunuviðurskiftini í
Suðuroynni, at gera. Um
tað hevði, so høvdu orð
míni veri tómur RETO-
RIKKUR. Tí eg haldi ikki,
at
Berlinmúrurin
kann
brúkast sum myndatala um
oyggj okkara.
Ì føroyskum politikki er
alt ov nógvur tómur reto-
rikkur. Hetta kann vera ein
lættur háttur at siga nakað
stórt, uttan at siga nakað
kortini. Hetta duga serliga
royndu politikarar væl.
Vanliga sleppa teir við
slíkari talu.
Um vit hugsa um fram-
tíðar Suðuroynna, so dugi
eg ikki at siga, og havi onga
lidna hugsan um, hvussu
oyggin skal formast. Um
vit skulu vera ein komm-
una, tvær kommunur, sjey
kommunur, ella alt landið
ein kommuna.
Men tað, sum eg fleiri
ferðir havi víst á, er,at vit
menniskju, fólkavald ella
ikki, mugu hugsa fram um
okkara egna valdømi, fram
um okkara egna garð, hús,
flokk, og serliga fram um
okkara egnu tíð.
Nakað sum vit føroyingar
kanska skuldu gjørt fram-
yvir, er, at hugsa stórt, men
í smáum. Um vit taka eina
luftmynd av landi okkara,
hvussu nógvar havnir, hava
vit so? Hvørjar eru alneyð-
ugar? Hvussu nógv ment-
anarhús fara vit at fáa í
framtíðini?
Mangan
er
einans eitt fjall ella bara
tvey fjøll millum tvær
kommunir, og kortini eru
fólk ikki nøgd, fyrr enn tey
hava fingið eitt mentanar-
hús,
ein
biograf,
ein
svimjuhyl í sínari egnu
kommunu.
Ì einum landi við 48000
menniskjum, er hetta ør-
skapur og hongur búskap-
arliga og menniskjaliga
ikki saman. Hví vilja vit
hava alt so nær okkum
sjálvum? Øll hava vit fínar,
nýggjar bilar, og í flestu
førum almennir góðir vegir,
ið binda landið saman.
Hugsa vit aftur um
Suðuroy, so er tað alt meira
samband millum bygdirnar
í oynni. Fólk kunnu arbeiða
í Sandvík og syngja í Vági.
Arbeiða í Vági og venja á
Tvøroyri. Búgva í Famjin
og arbeiða í Hvalba o.s.fv.
Nei, ongin Berlinmúrur
er í Suðuroy. Hvørki í
okkara hjørtum ella á
Hovsegg, og sum Òlavur
Rasmussen sigur, honum
hava vit heldur ikki brúk
fyri.
Men, hvat er tað so, sum
Ólavur nertur við og rakar.
Kanska er tað okkara nú-
tíðar
persónsmensku.
Hetta, at vit vilja eiga alt og
øll. Vit vilja hava per-
sónliga ræðið á økinum, á
tíðini, á projektinum o.s.fr.
Flestu kommunuvaldir
politikarar, seta eina møgu-
liga kommunu- samanlegg-
ing í samband við hesa
samgonguna. Tað, at sam-
gongan leggur ymisk máls-
øki út til kommunirnar at
umsita. Tosað hevur verið
nógv um, at so má peningur
fylgja við, og ein góð lóg,
sum tryggjar at hvør ein-
støk kommuna umsitur
málið forsvarliga.
At leggja ymisk landsmál
út á kommunurnar, kenna
vit frá grannalondum okk-
ara. Her hava aftur okkara
landspolitikarar, ikki dugað
ella torað at hugsa øðrvísini
enn landspolitikarin í eitt
nú Danmark.
Her átti teir at havt torað
at hugsa nýtt, og latið
landið umsitið hesu øki. Vit
eru so fá í Føroyum, so tað
átti at verið ein løtt og
spennandi uppgáva hjá
landsins mynduleika at
umsita búskaparliga.
Søguliga hava almennu
Føroyar, ikki umsitið hesi
øki, ið nú skulu leggjast út
á kommunirnar, meiri enn
nøkur fá ár. Framfýsnir
polikikarar hava einferð
arbeitt fyri, at umsitingin
varð latin okkum føroying-
um. So, hví ljósritað gerðir
og hugsjónir frá øðrum
londum. Hví leggja sera
tung og kostnaðarmikil øki
út á kommunirnar ?
Hví gera tað?
Vit borgarar sakna eina
upplýsandi
og
sigandi
grundgeving fyri, hví ávís
tung, búarskaparlig øki
skulu leggjast út á komm-
unurnar.
Kritiskir
spurningar,
sakna vit eisini, spurningar,
so sum: Verða økini, um tey
vera løgd út á kommun-
urnar, eins umsitin, og eins
fyri allastaðni í landin-
um??? Hetta eru spurning-
ar, sum eru álvarsamir og
sum alt ov lítið kjak hevur
verið um.
Borgarin kemur nærri
tænastuni, siga politikarir,
tá øki verða løgd út, men
um ein er bangin fyri, at
borgarin er ov langt burtur
frá tænastuni, so kundi
landið havt ráðleggingar-
skrivstovur nær borgaran-
um, har borgarin kundi
fingið alla ta hjálp honum
nýttist. Slíkar skrivstovur
hava vit longu fleiri av og
tær rigga væl.
Nei, ein møgulig saman-
legging í Suðuroy, skal ikki
vera tengd at, at Tinganes
hóttir kommunurnar við
pengapunginum.
Ein
møgulig samanlegging skal
koma úr hugaheimi og vilja
suðuroyinga.
Vit suðuroyingar skulu
standa saman, sama um
kommunurnar leggja sam-
an ella ei. Samanhald
kemur ikki av sær sjálvum.
Ein kommunusamanlegg-
ing kemur ikki av sær sjálv-
ari. Hetta kann bert henda
við fólksins vilja.
Livst, so spyrst.
Ein oyggj 6000 fólk
Hans Birgir
Hansen
Samfelags ívirksetari í
føroysku bløðunum
Tað er gerast fríur, fræls-
ur, vinna javnbjóðis
rættindir, privatlívsfrið-
in, tryggja ímóti óvið-
komandi uppíleggjanir,
uttanífrá, tað er ídag
framtíðin, og at gerast
sjálvstøðugur og vinnu-
rekandi v.m.?
Tað hevur kosta mær
ómetaligt nógv strev og
stríð og kropslig orka,
tíð, peningur, við dirvi,
áræði, stríðs, viljastyrki,
at vinna á øllum sínum
arvafíggindum, í tí dag-
liga stríði í heldur áfram
í dag?
Tað at greiða upprun-
an til hví alt er grund-
leggjandi skeivt og ó-
rættvíst skipað í sam-
felagshøpi, er tí at sam-
felagið, landshúsarhald-
ið, handils- vinnulívið
og vinnurnar, ikki eru
tillaga brúkarum í dag?
Tað hevur týdning at
fáa skipa heima og úti
arbeiði og frítíðararbeiði
og privatlívið, hjá allari
familjuni og einstøku og
lesnað og lærutíðina, so
øll hava nóg mikið at
takast við í tí dagliga
lívið?
Tað at sýna øðrum
hvør ein er og hvat ein
tekst við hevur í dag
týdning, skal ein koma
víðari í dagliga ger-
andislívinum og ikki
falla í fátt, við ikki at
lata seg ávirka av nega-
tivum kreftum? Tað hev-
ur loyst seg at stríðast
við alt og øll í tí dagliga
gerandislívinum í Havn-
ini/Suðurstreymoy, og
vísa á hvussu ein kemur
øllum grundleggjandi
skeivleikum og órættvísi
til lívs sum skjótast?
Tað at arvafíggindar í
tí dagliga ignorera meg í
Havnini/Suðurstreymoy,
kemst av tí at øll kenna
seg raktan av einum í
eingin hevði rokna við
fór at geva øllum av
grovfíluni í lesarabrøv-
unum?
Tað hevur ført við sær
at ein er komin meira til
sín rætt og at kenna sína
ábyrgdir og skyldir sum
góður samfelagsborgari
ið er góður við tað
gomlu Havnini, ið ein
vil varðveita sum góð
minnir?
Tað at vinna sær
fólkatekki og hava alt
uppá tað reina og at vera
til gaman og álvara er
nakað ið ein leggur stór-
an dent á í øllum tí dag-
liga
samskifti,
sam-
starvi, í arbeiði, frítíð,
privatlívi í Havn?
Tað hevur frøtt ein at
alt frælsis- og lívslanga
arvastríði ikki hevur
verið til fánýtis og ein er
nøgdur við at hava upp-
náa sínum endamálið,
sum nevnt omanfyri í
innleidningi av lesara-
brævinum?
Tað at fólk vakna úr
tórnurósudreyminum
síggja nakna veruleikan
sum hann er í eyguni og
finna sítt egna støði í
samfelagshøpi er nakað
ið ein leggur upp til í
teim túsundtals lesara-
brøvum?
Tað hevur týdning at
halda áfram við atstríði
og skriva lesarabrøv, og
fara inn í heildarskipan
og støðuna og hugsjónir,
atburð, hugburð, mál-
burðir og gera eitt út-
greiningar og skipanar-
arbeiði?
Tað at vera einsamall-
ur drongur/maður ger alt
nógv lættari tá ið ein
sleppur sær av við øll í
dagliga plága ein edrúu-
liga og sjónliga ávirkaði
ið ikki hava fult tamar-
hald á sjálvum sær í
Havnini?
Tað hevur verið gjørt
vart við at ein roynir at
innheinta alt tað í ein
hevur forsømt, vegna
frælsis- og lívslanga
arvastríði í Havnini, hvat
ið ein kann náða við at
gera effektivur í atgerð-
um sínum?
Tað at vera kappingar-
neyti til etableraðu fyri-
tøkur, verkir, virkir, við
fleiri, er tá ein arbeiðir
við
fólkaheilsuni,
náttúru,
umhvørvis-
vernd og djóra- og
plantulívið og orkuspar-
andi teknologi v.m.?
Arvafíggindarnir
í Føroyum
– hyggið her?
VIÐMERKINGAR
Virgar T. Dalsgaard
Longu langt áðrenn kríggið
og, ið hvussu so er, líka
síðani 1943, tá ið Petur
Mohr Dam saman við
øðrum javnaðarmonnum
skrivaði
Vina-
og
frælsisbrævið, sum gjørdist
fundamentið undir javn-
aðarfloksins ríkispolitisku
støðu, hevur fáur veljari í
sjálvstýris-, javnaðar- ella
sambandsflokkinum verið í
iva um, at Danmark ikki var
og heldur aldri hevur verið
nakað imperialistiskt kúg-
ingarveldi, tvørturímóti –
Danmark er eitt av teimum
fáu londum, sum kann vera
errið av sínum skilagóða og
hóvliga politikki, bæði
yvirfyri føroyingum og
øðrum.
Tá ið Petur Mohr Dam,
kom við vina- og frælsis-
brævinum, sum var fyrsta
útkasti til seinnu heima-
stýrislógina, háðaði Jóanes
Patursson hann við orðun-
um um, at uppskotið var
rein utopi, tí hvørki Dan-
mark ella nakað annað land
í verðini, vildi á nøkrum
sinni geva einum øðrum
fólki so skilagóða og so
ideella skipan! Hetta er
vitnisfast og keldugreitt,
harra Skaale!
MEN, bara fimm ár
seinni í 1948 varð heima-
stýrislógin veruleiki, og
heimastýrislógin var í hug-
burði næstan orðarøtt av-
skrift av uppskoti javnaðar-
manna, men fyrst og fremst
av vina- og frælsisbrævi
Petur Mohr Dams!!! Nú var
tað utopiska hent, minni
enn tvey ár eftir, at Jóannes
kongsbóndi var farin undir
grønu torvu.
Vit síggja kring okkum,
hvussu t.d. Hetland, Orkn-
oyggjar og onnur lond eru
mentanarliga týnd, hóast
tey høvdu nógv meira at
standa ímóti við, enn vit
høvdu. Ynsktu danir í síni
tíð at gera tað, kundu teir
lættliga, so fámentir vit
føroyingar vóru, útrudda
okk-ara mál og mentan,
eins og gjørt var av ong-
lendingum í Hetlandi og
Orknoyggjum, men danir
gjørdu tað ikki! Her er
fundamentali munurin á
donskum og imperialistisk-
um hugburði!
Um somu tíð sum skotski
aðalsmaðurin,
Robert
Stuart og seinni blóðtysti
sonur hansara, jallurin, sir
Patrick, (t.d. síðst í 16. og
fyrst aí 17. øld) trælkaði og
píndi hetlendska fólkið við
kyniskum morðum, tortur
og miskunnarleysari for-
fylging, bæði mentanar-
ligari og fíggjarligari, sótu
rættiliga skikkiligir danskir
embætismenn og royndu
eftir førimuni at hjálpa og
dugna føroyingum við al-
skyns praktiskum málum,
um enn hesir danir ikki
altíð vóru tey allarbestu
høvdini frá Keypmanna-
havnar Universiteti – (harra
Klæmint á Sandoynni er
eitt ótespuligt undantak –
og tó var hann munandi
frægari enn teir fúlu ríði-
fútar, sum plágaðu danskar
bøndur ta somu tíðina).
Í Hetlandi varð bølmenn-
ið, sir Patrick til endans
handtikin og hálshøgdur í
Edinburg (1615), men tá
høvdu hetlendingar klagað
og gramt seg til fánýtis í
áravís, uttan at fáa nakað
rættvísi frá Onglandi. Og
sjálvt um órættvísið linkaði
nakað, helt tað ikki uppat
við handtøkuni av sir
Patrick, nei, onglendingar
hildu fram við yvirgangin-
um og førdu næstan alla
tíðina ein miðvísan og
beinharðan málkúgingar-
politikk, so teir at enda
heilt fingu beint fyri tí
norrønu tungu, sum het-
lendingar høvdu eins væl
og vit. Her var munur á
mjúkari danskari pragmat-
ismu og eirindaleysum
eingilskum
jarnhæli.
Hvussu nógvir føroyskir
skúlanæmingar fáa við
tvørsøguligari samanber-
ing at vita, hvussu astrono-
miskur munurin var ímill-
um, hvussu hetlendingar og
orknoyingar høvdu tað frá
trúbótini og fram til 19. øld,
og so hvussu viðurskiftini
vóru í Føroyum um somu
tíð. Teir fyrru fingu mál og
mentan fullkomuliga týnda,
meðan vit føroyingar við
m.a. danskari embætis-
manna- og seinni universi-
tetshjálp
fingu
stuðla
føroyskum
mentanarar-
beiði. Hevði tað ikki klætt
imperialistiska enska harð-
veldinum at havt stuðlað
einum hentlendskum pen-
dant til okkara Svabo í
staðin fyri at beina fyri
hetlendskum máli og ment-
an? Her er astronomiskur
munur á danskari- og ensk-
ari fólkamuru!
Symbiosa er lívsfrælsi
Alt hetta vit søgukøn fólk,
men bara ikki fólkaupp-
lýsan okkara, harra Sjúrður
Skaale – hóast hann væl
hevur havt høvi til at sett
seg inn í hesi viðurskifti –
hann kundi havt lisið sær
eitt sindur uppá – hann
kundi t.d. eisini havt lisið
greinir P. M. Dams um
lívsfrælsi. Fyri P. M. Dam
var tað, sum umráddi, at í
Føroyum skuldu føroyingar
liva, og hann andøvdi harð-
liga móti tóma rakstrarróp-
inum hjá tjóðveldisflokkin-
um um, at í Føroyum
skuldu føroyingar ráða. –
Hvat skuldu føroyingar
ráða yvir og hvør skuldi
ráða? Er nakað vunnið við
at ráða í eini socialari oyði-
mørk? Ja, harra S. Skaale
kundi eisini havt sett seg
inn í tankarnar um symbi-
osu millum tvær tjóðir, har
báðir partar fáa meira
burtur úr, enn við at vera
hvør sær. Harra SS kundi
havt lurtað eftir ella lisið
tað, sum bæði Anton Degn,
Louis Zachariassen, Ed-
vard Mitens, John Davi-
dsen, Georg Lindenskov
Samuelsen,
Atli
Dam,
Jóannes Eidesgaard og
nógv, nógv onnur hava ført
fram ótaldar ferðir.
MEN hann lurtaði ikki,
hann tímdi ikki, nei, hann
helt primitivt fram við at
júka og trútta um danska
kúging, yvirgang og annað
ósøguligt møsn í mán-
aðavís…INNTIL, ja, haldið
nú fast, hann hevur verið á
mafiuoynni Siciliu á minni-
lutafundi og yviri í ST á
eini dansktfíggjaðari útferð
saman við einum donskum
professara og einum ís-
lendskum ditto. Og so er
knappliga vent í holuni –
okkara víðaferðandi fólka-
tingsdiplomatur, harra S.
Skaale hevur á síni ST-ferð
fingið tey dølsku tjóð-
veldiseyguni upp og skrivar
nú hámur og skammar-
plágaður í blaðnum Fregnir
(orðið merkir slatur og
sleyg), at hann hevur funn-
ið út av og er komin til tað
sjálvstøðugu sannføring, at
Danmark er ikki nakað
kúgingarveldi, og at føroy-
ingar hava tað betri saman
við Danmark, enn nøkur
tjóð hevur tað saman við
øðrum londum! Hann er so
skilagóður og keldukønur,
at hann sjálvur hevur funn-
ið út av, at vit føroyingar
hava tað t.d. nógv betri enn
delikatu vinmenn hansara,
baskarar (ETA) og írar
(IRA)!!! Álvaratos! Eina-
standandi
stórfingið!
Quelle merveille! Tableau!
Tað kann altso glógva
sjálvt í einum tjóðveldis-
manni!
Vit mugu sanna, at SS av
tjóðveldismanni at vera er
hendinga skjótt-fatandi og
gløggur maður, og vit fegn-
ast um, at hann er so fræg-
ur, at hann viðgongur, at
hann av manglandi kunn-
leika óbeinleiðis hevur
logið dúgliga, miðvíst og
leingi – og samstundis
ynskja vit honum hjartaliga
tillukku við sínum nýggja
og dýrtkeypa erkennilsi.
Vónandi fær tað eisini eina
ávirkan á arbeiðsgevara
hansara, tað spakmælta
fólkatingsumboðið,
sum
rættiliga javnliga hevur
svínað Danmark út, bæði á
veljarafundum, á tingi, í
bløðunum, ja, sjálvt í okk-
ara grannalondum, og ikki
minst mega vit, fyri sálar-
frið Sjúrða Skaales skyld,
síggja fram til, at tað rínir
við partamann og ideolog
hansara, groteskt løgna
søgusigaran, harra Zacha-
rias Wang, hvørs undir-
lutakensla yvirfyri Dan-
mark regluliga hevur fylt
føroysk bløð í væl meira
enn ein mansaldur.
Um erkennilsið hjá SSi
smittar í republikanska lið-
inum, verður ilt hjá teimum
at finna nakra sum helst
framtíðar-missión í før-
oyskum politikki, eftirsum
øll
teirra
hjálparleysa
stremban higartil hevur
verið bygd á primitivar
fíggindamyndir og fantast-
iskar huldusøgur, so sum ta
stereotypu
mytuna
um
danskan yvirgang og stu-
pidu lygnina um brutalan
danskan hjálandspolitikk.
Tað hevði tí klætt allari
leiðsluni í tjóðveldis-flokk-
inum at farið eina sanna
pílagrímsferð til ST fyri at
skrifta og sóna allar sína
grovu politisku syndir mót-
vegis Danmark og biðið so
mirðiliga um fyrigeving
fyri allar sína ótrúligu
lygnir, allar sínar óálítandi
mytur, fyri ikki at tosa um
øll hini ólukkubrøgd teirra!
Men hesu ferð áttu teir
sjálvbjargnu republikanar-
ar at goldið ST-útferðina
sjálvir, og sloppið dønum
undan.
Meiri vitan til søguhungrandi Skaale
C
M
Y
K
11
10