mikudagur 13. august 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 151 — 13. AUGUST 1997
9
Jákup Joensen finst at partamonnum:
Vit verða drigin
eftir
--Tað eru rætt-
iliga stórir partar
í sambandsflokk-
inum, sum ræðast
nýval, tí teir eru
bangnir fyri ikki
at verða *aftur-
valdur. Tí tora
teir ikki at seta
fólkaflokkinum
krøv, hóast vit
hava tey bestu
kortini á hondini
— Og tí sleppur
fólkaflokkurin at
draga okkum eftir
hárinum
ÁKI BERTHOLDSEN
— Vit verða drignir eftir
hårinum. Eg skilji ikki, at
hetta skal ganga.
Jåkup Joensen, tingmadur
fyri sambandsflokkin hevur
mangan vist sina 6nøgd vid
vid arbeidid hjå hansara
egna flokki í samgonguni.
At ósemjur og stríð hava
florerað í sambandsflokk-
inum alt hetta valskeiðið, er
so mangan komið undan
kavi.
Og nú tingið hevur við-
gjørt, hvussu fiskiskapurin
undir Føroyum skal skipast
komandi ár, kom enn eina-
ferð undan kavi, hvussu stór
ósemjan er innanfloks.
Fyrst skeyt sjálvur løg-
maður við skørpum eftir
samgonguni, tí hon vildi
ikki skerja fiskidagarnar
meiri enn 12,5%
So fortaldi formaðurin i
vinnunevndini, Jørgen Nicl-
asen øllum Føroya Fólki í
Sosialinum, at tað sum løg
maður segði, rørdi hann
ikki
Sidani løgdu triggir sam-
gongutingmenn seg tvørt
fyri, fyrst og fremst Jåkup
Joensen og Pauli Ellefsen,
sum fyribils hevdi sessin hjá
Birni å Heygum, men eisini
Ernst Hansen år Verka-
mannafylkingini í sam-
gongu.
Teir vildu ikki uttan víðari
ganga við til at gera fiski-
dagarnar umsetiligar í 15 ár.
Urslitid bleiv so, at fiski-
dagarni blivu umsetiligir í
10 år ístaðin.
eftir hårinum
Jåkup Joensen sigur, at hann
skilir ikki, at løgmadur finn-
ur seg í so niðrandi umrødu
frå einum tingmanni fyri
samgonguna
Yvirhøvur er hann sera
misnøgdur vid tann leiklut,
sambandsflokkurin hevur í
— Fólkaflokkurin selur
gleðiliga sína sál fyri at
verða sitandi í samgong-
uni. Men kortini tora vit
ikki at seta teimum tey
réttu krøvini, tí tað eru
eisini ov nógvir sam-
bandsmenn, sum ræðast
val, tí teir eru bangnir fyri
ikki at verða afturvaldir,
sigur Jákup Joensen
samgonguni.
— Fólkaflokkurin dregur
okkum eftir hárinum. Og vit
lata tað ganga, hóast vit
hava tey bestu kortini í
hondini, í fólkaflokkurin er
so grammur eftir at sleppa
framat, at hann hevði gleð-
iliga selt sína sál fyri at
sloppið at blivið verandi í
samgonguni.
Er hann tað?
--Ja, tað er hann. Vit sóu
tað best, táið vit samráddust
um hesa samgonguna og
fólkaflokkurin helt fast um,
at tað skuldi standa í sam-
gonguskjalinum, at vidur-
skiftini i rikisfelagsskapin-
um skuldi kannast.
— Ta sunnunåttina segði
løgmadur, at hann góðtók
ikki ordingina, og ådrenn
hann fór av fundi til hús,
boðaði hann frå, at hann fór
at útskriva nýval morgunin
eftir
Við hesum avsannar ting-
maðurin tað, sum aðrir sam-
bandsmenn hava sagt um,
at teir tað kom púra óvænt-
að, at løgmadur fór at Ut
skriva nyval hin tiltikna
sunnumorgunin.
— Vit fingu tað at vita um
nåttina. Og tå ið tað bleiv
greitt fyri Fólkaflokkinum.
at løgmaður meinti tað í álv-
ara, vórðu teir so skelkaðir,
at teir krupu beinanvegin til
krossin og bóðu okkum orð-
a tað, sum vit vildu. Tí kom
at standa, at ríkisfelagsskap-
urin kann ístaðin fyri at
hann skal kannast.
— Og soleiðis hevur verið
hverja ferð, tað veruliga er
komið til skarpskeringar.
Men kortini torir sam-
bandsflokkurin ikki at seta
fólkaflokkinum krøv og tí
fáa vit alt ov lítið burturúr
samgonguni, heldur Jákup
Joensen.
Hann sigur, at orsøkin til,
at sambandsflokkurin er so
veikur, er, at ein rættiliga
stórur partur av ungmann-
ingini ræðast val, tí teir eru
bangnir fyri ikki at verða
afturvaldir.
- Nógvir av teimum sita
í lántum sessum og tí gera
teir alt fyri at sleppa verða
sitandi valskeiðið út, sigur
Jákup Joensen.
Hann hugsar Ld. um Sun-
a Jacobsen og Atla Hansen,
sum báðir eru varamenn
fyri åvikavist Ivan Johann-
esen og Edmund Joensen.
Hann hugsar um Jógvan
Ingvard Ólsen, tingfor-
mann, sum er komin væl til
árs, og sum kanska íkki
stillar uppaftur, men sum
fegin vil enda eitt langt, pol-
itiskt liv vid fyra årum sum
tingformaður.
Og hann hugsar ikki
minst um Bjørn á Heygum,
- Hann hevur púra onki
fingið burturúr tí, hann varð
valdur uppá. Hann fekk all-
ar sínar atkvødur uppá at
gera upp við í åttatiårunum.
— Men har er onki hent
Tí er tað ivasamt, um hann
yvirhøvur torir at stilla upp-
aftur
- Vit síggja tað aftur í tí,
at sambandsflokkurin hevur
alt ov lítið at siga í tí førda
politikkinum.
— Tað koma at kalla ongi
uppskot frå flokkinum, og
tey, sum koma frå okkara
landsstýrismonnum, eru
ikki at kenna aftur, so illa
eru tey bronglað og av-
skeplað
Hann endurtekur tað,
hann hevur sagt fyrr, at ein
máti at loyst trupulleikan,
var at útskriva nýval, so at
nytt fólk kanska kom á ting,
eisini fyri sambandsflokkin,
so at eitt nýtt og betri sam-
starv hevði kunnað fingist
ílag.
Hinvegin heldur hann, at
ein samgonga eigur at vísa
ábyrgd fyri fólkinum og tí
skal hon royna at halda val-
skeiðið út. Tað roknar hann
eisini við, at henda sam-
gongan ger.
- Men tað er kortini eitt
mark fyri, hvussu leingi tað
er skilagott at halda fast um
eina samgongu, har stevið
er so vánaligt, hóast mangt
er komið á skaftið.
Tí hetta kann heilt av-
gjørt ikki ganga í longdini.
Men hann heldur kortini,
at tað liggur í hondunum á
løgmanni at gera av, hvussu
leingi hann góðtekur tað,
sum fer fram
Sjálvur hevur hann gjørt
støduna upp
— Sjålvt um misnøgdin er
stór, farið eg hvørki at vend-
a samgonguni, ella flokkin-
um, bakið
Men skuldi tad hent, at
hann stillaði uppaftur á
komandi vali, og skuldi tað
hent, at hann varð valdur,
hevði hann ikki aftur farið
uppí eina samgongu undir
so óskipaðum viðurskiftum,
sum hendan arbeiðir undir,
og har fólkaflokkurin fær so
stóra ávirkan, við báði figg)
armálum og fiskivinnumál
um, sigur Jákup Joensen
Torpederaði krambúð
Tað mundi verðið ein
galin endi, táið ein
sumbingur nú ein dagin
fór at gera sær brems-
urnar ístand á lastbilin-
um.
Tá ið hjálparmaður
hansara sagaði ein bólt
av, fór bilurin brådliga
á rull.
Og tå ið hann stóð í
eini brattari brekku,
fekk hann skjótt ferð á.
Maðurin, sum ar-
beiddi uppá bremsurnar,
lá aftanfyri bilin, men
Velourtroyggjur
8-16 ár
Cowboybuksur
8-16 ár
Fritidarsett
8-16 år
Nytt! Nytt!
Spice dynujakkar 4-12 år
reyðir, svartir, orange
og lime einans 299
DADDAN
á Hálsi
Tlf. 12138
Smyrilsvegur 7
fekk í evstu løtu tveitt
seg undan.
Maðurin, sum átti
bilin, fekk hann á seg og
varð slongdur so hart ói
vegin, at hann breyt
síðuna.
Bilurin fór við ferð 0-
maneftir og fór tvørtur-
oe ein betong-
gg í eina krambúð og
steðgaði ikki fyrrenn øl
reyvin stóð inni i kram-
búðini. Men lukkutíð var
eingin fyri.
149,-