Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. august 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 151 — 13. AUGUST 1997 tíðindablaðið sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun k€ olivant.fo HB ætlar sær víðari í europeisku kappingini Fótbóltur: Men kypriotarnir vístu í fjør, at teir eiga at verða styrkis- mettir hægri enn í lægsta bólkinum Í kveld klokkan 19.00 fer HB at royna seg í Europa Cup kappingin: fyri steypa vinnarar. Atgongumerkið vunnu teir sær, tá teir fyri einum knøppum ári síðani taptu steypafinaluna ímóti GI, sum í summar hevur tik ið lut í innleiðandi umfar inum til meistarakapping ma Mósteðuliðið eitur Apoel FC Nicosia. Teir komu til Føroya í gjár, og teir eru ikki heilt ókendir í Føroy um. Í fjør spældu teir ímóti B71 í UEFA Cup. Sandoy ingar taptu 5-1 á heimavelli, men á útivelli stóð B71 seg væl betri. Teir vóru eina løtu á odda 2-1, og tá tað var hálvleikt stóð 2-2. Í 2. hálv- leiki fingu kypriotarnir tvey mál og vunnu sostatt 4-2 Teir taptu samanlagt í næsta umfarinum, men tað var sera tepurt ímóti góðum sponskum liði Spæla fyri leikanum HB fekk ein orduligan uppá kassan sunnudagin, tá teir taptu 2-1 í Gundadali ímóti VB Ofta vísir tað seg, at tað hevur fylgjur í heimligu kappingini, tá stórar altjóða uppgávur standa fyri framman, og í HB rokna tey við, at tað fer at ganga út yvir kypriotisku gestirn- ar, at havnarmenninir longu síðsta sunnudag hevdu hugsanirnar í dystinum, sum verður í kveld GÍ og KÍ høvdu mót- stødulid í Europa Cup, sum teir ongan møguleika høvdu at gera nakað við. Men tað verður mett, at HB eigur at hava ávísan møguleika í- móti Apoel Nicosia. Spæl- ararnir hjá teimum eru tað, sum kallast semiprofession- ellir. Tað vil siga, at teir brúka ein part av arbeiðs- tíðini til at spæla fótbólt í, og teir verða partvis løntir av felagnum. Kypriotiskur fótbóltur verður mettur at vera betri — enn feroyskur fótbóltur, men langt í frá so nógv betr- i, sum skotskur og ung- verskur fótbóltur verður mettur at vera HB hevur fingið eitt skt mál Hóast HB ikki hevur vunnið FM síðani 1990, so hava teir verið við í Europa Cup fleiri ferðir. Í 1993 spældu teir í steypakappingini. Tá komu teir víðari úr undan- umfarinum. Fyrra dystin taptu teir 1-0 í Letlandi, og so minnast vit øll, hvussu tað gekk, tá lettarnir skuldu koma til Føroyar og ikki møttu á Svangaskarði. Í fyrsta umfarinum spældi HB ímóti FC Universitatea úr Craiova, og teir taptu 4- 0 á útivelli og 3-0 á heima- velli. Í 1994 var Motherwell úr Skotlandi mótstøðuliðið. Tá tapti HB 3-0 á útivelli og 4-1 á heimavølli. Andreas F. Hansen skoraði á Svang- askarði einasta málið, sum HB higartil hevur fingið í Europa Cup Í fjør var mótstøðuliðið í steypakappingini Dinamo Batumi, og tað var ikki nógv at gera hjá HB í hit- anum niðri við Svartahavið. Batumi vann 6-0, og í mjørkanum á Svangaskarði vunnu teir 3-0. Nógvir spælarar HB hevur spælt sjey dystir í Europa Cup, men tað er synd at siga, at liðið, sum skal royna seg í kveld, hev- ur spælt nógv saman í Eur- opa Cup. Hesi seinnu árini hevur HB skift ofta og nógv fólk, og tað sást m.a. aftur í, at í Europa Cup higartil hava 34 spælarar fingið hevið at royna seg. Kaj Leo Johannesen, Andreas F. Hansen, Rúni Nolsøe, Uni Arge og Gunn- ar Mohr hava verið við mest sum hvgrja ferð, og Jan Dam hevur verið við burt- ursæð frá í fjør, tå hann spældi við KÍ. Umframt omanfyri nevn- du spælarar, so hevur HB onkrar aðrar, sum hava al- tjóða royndir, sum áttu at verið so hollar, at liðið ikki verður tikid av fótum í kveld. Millum spælararnar við altjóða royndum eru Allan Mørkøre, sum hevur spælt 34 landsdystir, og sum hevur spælt fleiri ferðir í Europa Cup fyri KÍ, og Jens Erik Rasmussen, sum eisini hevur spælt nógv á lands- liðnum Hóast tað er stór kapping Ingi Rasmussen og HB skulu í kveld spæla móti kyprotiska liðnum, Apeol Nicosia, á Svangaskarði. HB ætlar sær víðari í Europa-Cup. Mynd: Alvur Haraldsen frá landskappingardystinum ímillum B36 og Gl, so rokna teir í HB við nógvum stuðli á Svangaskarði. HB stuðlar skipa fyri flutningi inn á Svangaskarð, og í HB siga teir, at tað hevur al- stóran tydning fyri møgu- leikan at vinna fyrsta stigið til Føroya í Europa Cup, at tólvti maðurin av álvara ger um seg. jh Vit fylgja øllum Tað hendir nógv í ítróttinum hesa vikuna. Longu i kvøld verða triggir sera avgerandi fótbóltdystir spæld- ir. Á Svangaskarði skal HB spæla í Europa-Cup kappingini. B36 og GÍ spæla í kveld tað, sum kann líkjast ársins dysti, og í Klaksvík skal KÍ royna at fóta sær móti VB. Sosialurin er við allastaðni og vit hava frásagnir frá øllum hesum dystum fríggjadagin | Dómarar eru altíð uttan- veltaðir Fótbóltur: Linju- verjarnir í 1. deildardystinum 3Í-ÍF í Gøtu sunnudagin spæla við GÍ Tað var ein heilt serlig stóða, sum tók seg upp, tá |. deildarlidini hjá GI og IF spældu í dagin Gøtu sunnu Dómarin, sum var settur at dóma dystin (Bergur Magnussen), fekk k eldið fyri forfall, og tí mátti ann ar dómari setast at dóma dystin Tað gjørdist Petur Han sen úr Leirvík, men fugl firðingar vóru ikki heilt nøgdir vid, at teir báðir linjuverjarnir, sum dømdu saman vid Peturi Hansen spæla i GI Annar av linjuverjun um, Petur Sjúrðaberg skoraði trý mál fyri GÍ í 3. deildardystinum mót IF, sum var spældur eftir |. deildardystin, og bæði hann og Petur Reinert eru við á unglingaliðnum hjá GÍ, hóast teir báðir eru lorvíkingar — Tað er ikki so heppið, at vit renna okkum í eina slíka stóðu, at dómarin kveldið fyri dystin fær for- fall, men soleiðis var tað hesaferð. Vit settu annan dómara at dóma dystin, og so leingi talan er um góð- kendar dómarar er eingin trupulleiki, sigur Óli Holm, sum er formaður í Dómaranevndini hjá FSF, sum setur dómarar til dystirnar. — At báðir linjuverjarnir spæla í GÍ eigur ikki at vera nakar trupulleiki, tí dómarar eru altíð uttan- veltaðir, eisini tá teir dóma dyst hjá felagnum, haðani teir koma frá. — Men tað vil ikki síga, at vit skulu seta gøtumenn at dóma dystir hjá Gl og vágbingar at dóma dystir hjá VB. Dysturin í Gøtu sunnudagin var ein heilt serliga stóða og eitt ein- dómi, sigur Oli Holm við Ítróttarsosialin. Í løtuni dóma átta dóm- arar 1. deild, men dómara- nevdnin miðar fram ímóti at hava 10 dómarabólkar til 1. deild. ek