hósdagur 13. november 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 216 - 13. november 2003
Nr. 216 - 13. november 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Kann enda við innrás
Amerikanska Senatið hevur við stórum meiriluta
samtykt, at USA skal seta tiltøk í verk ímóti Sýria-
landi, tí illgruni er um, at landið hjálpir víðgongdum
bólkum, sum gera seg inn á amerikonsku her-
menninar í Irak, og at landið styðjar altjóða yvirgang
yvirhøvur.
Fýra senatorar atkvøddu ímóti tiltøkunum. Ein
teirra, demokraturin Robert Byrd, sum er kendur fyri
sínar atfinningar at amerikanska politikkinum í
Miðeystri, segði aftan á atkvøðugreiðsluna, at
tiltøkini ímóti Sýrialandi kunnu elva til, at USA fer at
gera innrásí landið. Hann grundaði hetta á, at stjórnin
kann fara at misnýta samtyktina sum grundarlag fyri
einari innrás.
Robert Byrd legði afturat, at hann hevði atkvøtt
ímóti tiltøkunum, tí hann hevði ikki sæð nakað, sum
prógvar, at sýrialendska stjórnin hevur nakra ábyrgd
av álopunum á amerikonsku hermenninar í Irak.
Dýr hús darva virðisøking
Varastjórin í norska sparikassafelagnum, Kalle Seip,
ávarar nú um, at norðmenn seta ov nógvar pengar í
fasta ogn.
Kalli Seip sigur, at tað eru umleið tvær milliónir
hús og íbúðir í Noregi. Meðalstøddin er 110 fer-
metrar, og við einum fermetraprísi upp á 13.500
krónur eru húsini og íbúðirnar einar 3.000 milliardir
krónur verd. Eins og føroyingar velja norðmenn at
búgva í egnum bústaði, og tað ger sambært vara-
stjóranum í sparikassafelagnum, at meðalvirðið á
einum bústaði liggur um hálva aðru millión krónur.
Kravið um egnan bústað skúgvar prísin uppeftir og
darvar samfelagsbúskapinum, sigur hann.
Sambært Kalle Seip er tað ein trupulleiki, at norskir
húsaeigarar rinda nógv minni skatt av húsunum og
íbúðunum enn av eitt nú partabrøvum. Tann lága
rentan skundar undir hesa gongdina, soleiðis at fólk
seta ikki pengarnar í tað, sum hevði givið mest av sær
í samfelagsbúskapinum, sigur hann við Aftenposten.
Drupu 12 kvinnur
Løgreglan í Kina hevur tikið ein mann og eina
kvinnu, sum eru skuldsett fyri at hava myrt tólv
kvinnur.
Sambært almennu tíðindastovuniXinhua heldur
løgreglan, at tey bæði fólkini burturfluttu og myrdu
tær tólv kvinnurnar í Buji-landspartinum har suðuri í
Kina í einum fimm ára skeiði. Tær tólv kvinnurnar
vóru farnar at leita eftir arbeiði. Tær komu í samband
við tey bæði, sum søgdu seg vera til reiðar at hjálpa
teimum at finna okkurt arbeiði, men ístaðin fyri
vórðu kvinnurnar burturfluttar og myrdar, sigur løg-
reglan.
Sambært løgregluni vildu tey bæði skuldsettu hava
pengar aftur fyri at hjálpa kvinnunum. Áðrenn tey
myrdu kvinnurnar, tóku tey bæði pengar og virðislutir
frá teimum.
Aftur skrivað bók
Norska tíðindakvinnan Åsne Seierstad, sum herfyri
gav út bókina "Bókasølumaðurin í Kabul", hevur
aftur skrivað bók. Tann nýggja eitur "101 dagar" og er
um teir 101 dagarnar, tíðindakvinnan var í Bagdad
fyrr í ár. Åsne Seierstad var eitt av teimum fáu
vesturlendsku tíðindafólkunum, sum valdi at verða
verandi í irakska høvuðsstaðnum, tá kríggið byrjaði.
"Bókasølumaðurin í Kabul" hevur fingið sera góð
ummæli og er longu týdd til fleiri mál og útgivin í
fleiri londum. Hinvegin eru ummælararnir ikki so
samdir um ta nýggju bókina. Summir teirra halda, at
hon ber bráð av at vera skrivað í skundi, og at
høvundurin fer ov lætt um týðandi smálutir. Teir geva
tó ikki høvundinum alla skyldina, men vísa á, at tað
ofta eru útgevararnir, sum skunda undir høvundarnar,
og at úrslitið ofta er hareftir.
Aðrir ummælarar halda tvørturímóti, at Åsne
Seierstad enn einaferð hevur staðfest síni evni sum
høvundur.
Meðan heimurin
vendir eygunum
ímóti Irak, er støðan
har norðuri í Uganda
vorðin tann størsta
menniskjaliga van-
lagnan, sigur vara-
aðalskrivarin í ST
UGANDA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Norðmaðurin Jan Egeland
er varaaðalskrivari í ST.
Hann hevur júst verið í
afrikanska
landinum
Uganda, og tíðindini, sum
hann hevur heimaftur við
sær, eru ræðulig.
Uppreistrarfelagsskapuri
n, ið nevnir seg Harrans
mótstøðuherur, herjar sivil-
fólkið við einari framferð,
sum vit næstan ikki duga at
ímynda okkum. Jan Ege-
land sigur við norska út-
varpið, at uppreistrarmenn-
inir høggja armar og bein
av teimum, sum teir koma
fram á. teir hava burturflutt
fleiri túsund børn, sum
annaðhvørt verða nýtt sum
hermenn ella sum sex-træl-
ir hjá uppreistrarmonnun-
um, sigur hann.
Seinni í hesum mánaðin-
um fer ST-aðalskrivarin,
Kofi Annan, at biðja al-
tjóða samfelagið um hjálp
til tey neyðstøddu í Uganda
og øðrum afrikonskum
londum.
Í næstu viku
fer ameri-
kanski for-
setin til
London at
vitja. Nú
stúra bretsku
myndug-
leikarnir fyri,
at al-Qaeda
fer at royna
at gera seg inn á
hann, meðan hann er
har
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er greitt, at fleiri tús-
und fólk fara at ganga mót-
mælisgongu í London, tá
Bush kemur at vitja, og nú
stúrir Scotland Yard fyri, at
limir í yvirgangsfelags-
skapinum al-Qaeda fara at
blanda seg upp í mótmælis-
fólkið við tí fyri eyga at
gera seg inn á forsetan.
Trygdartiltøkini í sam-
bandi við vitjanina hjá
amerikanska
forsetanum
verða so umfatandi sum
ongantíð fyrr, men sambært
blaðnum The Times stúrir
løgreglan fyri, hvat kann
henda, um mótmælisfólk
og løgreglan bresta saman.
Í ruðuleikanum, sum tá
verður, verður tað ivaleyst
lættari hjá yvirgangsmonn-
um at gera seg inn á Bush,
skrivar The Times.
Tey, sum skipa fyri mót-
mælisgongunum
ímóti
Bush, vænta, at minst
100.000 fólk fara at ganga
mótmælisgongu, men løg-
reglan hevur boðað frá, at
eingin sleppur at mótmæla
nærhendis
Parliament
Square og stjórnarbygning-
unum í White-
hall.
Keldur
í
bretsku løgregl-
uni siga við The
Times, at ameri-
konsku mynd-
ugleikarnir hava
sett krøv um
trygdina í Lond-
on í sambandi
við forsetavitj-
anina, men at
hesi vóru so umfatandi, at
tey kundu als ikki góðtak-
ast. Eitt nú kravdu ameri-
kanararnir, at øll ferðsla í
miðbýnum og fleiri kilo-
metrar haðani skuldi steðga
longu fleiri tímar, áðrenn
Bush kemur til Bretlands.
Í London skal Bush hitta
Tony Blair, forsætisráð-
harra,og hann skal eisini
hitta Elizabeth drotning í
Buckingham Palace.
Tann gloymda kreppan
Stúra fyri álopi á Bush
tá hann vitjar London
George W. Bush, forseti, kemur til London at vitja í næstu viku
Mynd: Reuters
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Til minnis um
Mariu Vágstún
23. juli 1923 - 5.sept. 2003
Ikki komu boðini heilt óvæntað, at okkara kæra
gumma var farin. Gumma hevði ligið sjúk á
sjúkrahúsinum í næstan eitt heilt ár. Kortini vóru
boðini tung at fáa fríggjamorgunin 5. september, tá
vit frættu, at hon nú var farin heim.
Gumma varð fødd og vaks upp heima á Sandi í
Sandoy. Sum ung genta búði hon eitt tíðarskeið í
Havn, har hon arbeiddi á Kondittarínum. Seinni
giftist hon til Klaksvíkar, har hon og maður henn-
ara valdu at seta búgv.
Gumma var eitt gott og deiligt menniskja. Altíð
var hon so glað, so blíð og harumframt var hon
altíð so góð við øll, ið vóru rundan um hana.
Hon giftist við einum av okkara ommubeiggjum
og varð harvið rópt gumma av allari familjuni.
Vit komu at búgva tætt við hennara heim; og
hava síðan vit dugdu at ganga, runnið oman til
hennara. Altíð var hon klár við einum drekka-
munni og var altíð so áhugað í, hvussu tað gekk í
okkara lívi. Spurdi altíð eftir okkara vinum, skúla
og arbeiði. Tá ið vit fóru út aftur hiðani, høvdu vit
altíð kensluna av, at tað ikki var nakað í heiminum,
sum vit ikki megnaðu; hon fylti øll við sjálvsáliti
og sjálvsvirðing.
Tvey børn átti gumma, Sigrun og Heðin, og trý
ommubørn fekk hon eisini gleði av at fáa. Hesi
komu at búgva í Danmark fyrstu árini, tískil halda
vit, at hon eisini sá okkum sum hennara egnu
ommubørn.
Tá ið vit vóru lítil, arbeiddi gumma á einum
bakaríi mitt í býnum. Ongantíð gingu vit framvið,
uttan at vit fóru innar at tosa við hana. Altíð vórðu
vit væl móttikin, og ongantíð fóru vit útaftur, uttan
at hon hevði givið okkum okkurt gott.
Gumma megnaði at fylla 80 ár, áðrenn hon fór
heim til Jesus. Hóast 80 ár, sást tú ikki á gummu,
at hon hevði livað í so nógv ár. Hon var so frísk og
lívsglað, líka til sjúkan tók ræði á henni fyri einum
ári síðan. Hóast hetta, hoyrdi tú hana aldrin gremja
seg um sjúku.
Nógvar í tali vóru vinkonur hennara, so tað var
týðuligt, at hon var væl dámd. Hetta sást eisini
aftur í tíðini á sjúkrahúsinum, tí altíð vóru tær
mangar í tali, ið vitjaðu hana, – líka til tað seinasta.
Hesar sakna hana óivað nógv nú.
"Góða gumma. Takk fyri alt tú vart fyri okkum
og alla familjuna. Vit sakna teg, men vit vita eisini,
at tú vart móð og vildi sleppa heim. Tað er nú so
tómt fyri okkum, at vit ikki longur kunnu fara at
vitja teg, men ein dag síggjast vit aftur."
Má Harrin styrkja og troysta tykkum, ið eftir
sita:
Julian, Heðin, Inga Maria, Sigrun, Bjarki og
Rúni.
Ærað veri minnið um Mariu Vágstún.
Bill, Jórun og Alberta
Dagurin
13. november.Arcadius, deyður í 437. Aðalborin maður, sum var í fylginum hjá vandalakonginum Geiserik. Tá ið
tað kom upp, at hann var kristin, varð hann tikin av døgum.
Stjórnin í Føroya Spari-
kassa hevur tilnevnt Eyðun
Mørkøre í Havn til vara-
leiðara fyri deild Tórshavn,
tvs. deildir Sparikassans í
miðstaðarøkinum.
Eyðun er klaksvíkingur,
sonur Ellu, f. Kallsberg, og
Esmar Mørkøre. Hann er
útbúgvin bankaassistentur í
Føroya Banka í 1994, men
hann byrjaði sama árið í
Føroya Sparikassa. Fyrst
var hann á deildini á Eiði,
og síðani gekk leiðin á
Innheintingardeildina,
Privatlánsdeildina
og
Vinnulívsdeildina, sum tá
var partur av deild Tórs-
havn.
Í desember 1999 var
Eyðun settur sum leiðari av
privatlánsdeildini í Tórs-
havn, og hann heldur fram í
hesum starvi eftir tilnevn-
ingina til varaleiðara fyri
deild Tórshavn.
Eyðun tók finansiel vid-
ereuddannelse í 1997, og í
juni 2003 tók hann Finans-
akademiprógvið á Finans-
sektorens
Uddannelses-
center.
Eyðun er 32 ára gamal,
hann hevur búð í Havn
síðan 1996 og er giftur við
Guri, f. Hansen, úr Klaks-
vík, og tey eiga ein son.
Eyðun Mørkøre:
Nýggjur varaleiðari í Føroya Sparikassa
Leygarkvøldið 8. november
bleiv Sára Svartá Sørensen
kosin Ársins fotonæmingur
2003 á Grand Park Hotel í
Korsør.
Sára er av Argjum, dóttir
Elin Svartá Sørensen og
Niels Sørensen, málara-
meistara.
Hon er 23 ára gomul og
hevur lært til fotohandlara í
3-aranum í SMS. Læru-
meistari var Gissur Paturs-
son.
Eftir at hava latið upp-
gávuna, sum var um kikar-
ar, inn, fór hon til Dan-
markar at forsvara hesa
uppgávu.
Hon bleiv kosin "Årets
elev 2003" av Fotobranch-
ens Leverandørforening og
Danmarks
Fotohandler-
forening.
Aftur at hesum fekk hon
ein kekk uppá 10.000 krón-
ur og ein avbera góðan
kikara.
Hetta er fyrstu ferð at ein
føroyingur
fær
hendan
heiður.
Sára Svartá Sørensen:
Ársins fotonæmingur 2003
C
M
Y
K
13
12