Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggi VW Golf, sum vit herfyri royndar- koyrdu í Týsklandi, er nú komin til landið. Bilurin fæst bæði við bensin- og diesel- motorum. Leygar- dagin 15. november verður hann sýndur fram í Hoyvík BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin VW Golf skal vera ein góð íløga. Kvaliteturin er góður, bilarnir halda leingi, og tá nýtt modell kemur á marknaðin, er eingin ivi um, at talan er um ein Golf. Hetta hevur við sær, at bilarnir hava góðan prís sum brúktir. Golfurin er eisini mest framleiddi bilur í søguni, hann er farin fram um Ford T og VW Bobluna, sum annars hava sett fram- leiðslumet. Hvønn dag verða seldir 2100 nýggir Golfar um allan heim. Nú er hann so komin í fimtu generatión, og næsta ár verða 30 ár liðin, síðan fyrsti Golfurin kom á marknaðin í 1974. Kon- septið er enn tað sama, ein hatchback við trimum ella fimm hurðum, sum er drivin av framhjólunum. Nýggi Golfurin er longri, breiðari og hægri enn forgangarin, talan er sostatt um ein størri og rúmligari bil. Serliga aftan er betri beinpláss, og viðførisrúmið er vaksið við 20 litrum til 350 litrar. Á trygdarøkinum kunnu vit nevna, at Golfurin nú hevur seks airbag og ak- tivar nakkapúturnar. Hann hevur t.d. ESP (Electronic Stabilisation Program) og HBA (Hydraulic Brake Assist) og eitt nýtt "multi link" hjólupphang aftan. Nýtt upphang framman og elektromekaniskar róður- greiðir (Servotronic). Eis- ini eru nýggir motorar við beinleiðis FSI bensin- innspræning og nýggjum 5 og 6 trins girkassum. Sýndur fram leygardagin Í fyrstu atløgu verða fýra motorar at velja í, tveir bensin og tveir diesel. 1,4 litur bensin við 75 hk, og 1,6 litur FSI við beinleiðis bensin-innspræning og 115 hk. Síðan eru tveir TDI turbodiesel motorar, annar við 1,9 litur við 105 hk og hin 2,0 litur við 140 hk, 1,6 FSI og 2,0 TDI hava 6 trins girkassa. Allir motorarnir lúka tey strongu Euro-4 krøvini til umhvørvisvernd. Nýggi Golfurin hevur elektromekaniska servo- stýringin, ið tillagar seg soleiðis, at stýringin merk- ist tyngri og stúttari, so hvørt sum ferðin veksur. Hvat útgerð viðvíkur fæst bilurin í Trendline, Com- fortline og Sportline. Standardútgerðin umfat- ar m.a. radio við fløgu- spælara og seks hátalarum, fjarstýrt sentrallás, el- síðurútar, el-síðuspegl við hita, koyriteldu, og rattið kann stillast í hædd og longd. Bilurin fæst eisini við ymiskari eykaútgerð sum t.d. 2 zone Climatic, har tey ferðandi í bilinum ikki nýtast at hava sama hita í høgru og í vinstru síðu. Leygardagin 15. no- vember verður bilurin sýndur fram á Bilasøluni hjá Øssur Johannesen í Hoyvík, har eisini høvi verður at royndarkoyra bilin. Prísirnir byrja við 195.000 krónum. Nr. 216 • hósdagur • 13. november 2003 • 77. árg. VW Golf 1,6 FSI Motorurin 1,6 litur 4 syl. 16V FSI 115 hk 0-100 km/t 10,8 sek / 6-gir Bensinnýtsla 15,6 km/l Dekkstødd 195/65-15 Stødd og vekt Longd 420,0 cm Breidd 176,0 cm Hædd 149,0 cm Eginvekt 1.150 kg Viðførisrúm 350 litrar Prísur kr. 223.000,- Søluumboð Bilasølan v.Øssur Johannesen Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel 315354 www.audi-vw.net Nýggi VW Golf komin Starvsfólkini á Bilasøluni v. Øssur Johannesen heilsa nýggja VW Golf vælkomnum Mynd: Jens Kristian Vang VW Golf innan. Bilurin fæst við 2 zone Climatic hitaskipan har tey ferðandi í bilinum ikki nýtast at hava sama hita í høgru og vinstru síðu Nýggi Golfurin er nú ein størri og rúmligari bilur. Blunkljósini eru í síðuspeglunum Viðførisrúmið er vaksið til 350 litrar 15 14 Nr. 216 - 13. november 2003 UMMÆLI Kári Bæk Sunnudagin 2. november høvdu harmoniorkestrini GHM og næmingaorkestrið hjá Tórshavnar musikk- skúla konsert í pýramidu- torninum í Hoyvíkar skúla. Eitt harmoniorkestur er orkestur sett saman av træ- blásarum (floyta, klarinett, obo, fagott, saxofon) og messingblásarum (trompet, horn, bariton, trombon, tuba). Hendan blandingin av ljóðførum skapar ein heilt serligan klang, serliga um orkestrið er væl mannað við klarinettum og hinum træblásiljóðførun- um. Harmoniorkestur eru uppbygd nakað sum sym- foniorkestur, har klari- nettirnar eru settar í staðin fyri strúkararnar. Næmingaorkestrið legði fyri. Tey spældu eldri og yngri kend popp- og film- løg. Peder Riis-Jensen, sum undirvísir í klarinett og saxofon í musikkskúlanum, er leiðari hjá orkestrinum, sum aðrir blásaralærarar eisini eru við til at venja. Hann segði, at orkestrið er undirleverandørur av spæl- arum hjá GHM, og spæla nøkur eisini í báðum orkestrum. Næmingaharmoniorkestr ið byrjaði fyri bara 3 árum síðani fyri at geva næm- ingum høvi til at venja seg við at spæla saman í or- kestri. Hetta hevur stóran týdning fyri næmingarnar og teirra framtíð sum tónleikarar – eisini sosialt. Orkestrið var í summar uttanlandsferð í Íslandi, har tey spældu fyri luttakarun- um í norðurlendsku musikkpedagogisku ráð- stevnuni NMPU, og í nærmastu framtíð fara tey til Aberdeen at hitta javn- líkar at musisera saman við. N æ m i n g a o r k e s t r i ð spældi væl henda seinna- partin í Hoyvíkar skúla. Ljóðførini stemmaðu væl saman, og tað er ikki bara sum at siga tað at fáa so nógv ymisk ljóðføri at stemma. Klangurin var hesin eyðkendi harmoni- orkesturklangurin, sum tær nógvu klarinettirnar saman við floytum og saxofonum syrgdu fyri. Eftir lítlan steðg kom GHM á pallin. GHM hevur leingi verið einasta orkestur av sínum slag í landinum, og er tað ein fastur táttur í tónleikalívinum í Havnini. Tey eru altíð við, tá ið jóla- trø hesa tíðina verða tendrað kring um í komm- ununi, og hvør hevur ikki hoyrt teirra lívliga tónleik í miðbýnum beint aftan á kappróðurin á ólavsøku? Tíverri er GHM ikki so væl mannað í løtuni. Ja, t.v.s. at trompetum er iva- leyst av. Nei, eg hugsi um klarinettbólkin í orkestr- inum, sum jú skal vera væl mannaður fyri at fáa rætta klangin fram. Men nú er kanska vón fyri framman, um "undirleverandørurin" fer at halda sínar skyldur og framleiðir nokk av spæl- arum! Onki skal tó takast frá teimum dugnaligu GHM’arunum, sum spældu fyri okkum til hesa konsertina við Ken Jones á odda. Vit fingu fleiri ymiskar genrur at hoyra, frá marsjum og lýriskum løgum til ta løttu og skemti- ligu amerikansku pot- pourriina, sum konsertin endaði við. Takk fyri tit øll og góða eydnu víðari. 2 x harmoniorkestur í Hoyvíkar skúla C M Y K 14