Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. august 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eg havi harða húð — Tad, sum tingið hevur gjórt, stríð- ur ímóti enda- málinum við fisk- idagaskipanini. — Og vidhvørt má løgmadur tosa við stórum bók- stavum. AKI BERTHOLDSEN Eg havi harða húð. Og Jørgin Niclasen hevur onga vekt Edmund Joensen, leg maður tekur tað ikki so tungt, at ungmenn ikki lótu seg ávirkað av torutaluni í løgmansrøduni ímóti ætlan- unum hjá samgonguni at skerja fiskidagarnar 12.5% Alt undir 30% er eingin skerjing, hartaði løgmaður sínar samgongufelagar al- ment, fyri tendraðari mikr- fon í sjálvari Olavsøku- røduni Men tað gjørdi ikki mun Fiskidagarnir vórðu bara skerdir 12,.5%. Og sjálvur formaður í vinnunevndini, Jørgin Niclasen segði, at tað rørdi hann ikki, hvat løg- maður segði Men at eingin lurtaði eftir løgmanni, hevur ikki fingið hann at taka nøkur serlig stig Vit hava spurt hann, hvussu løgmadur kann liva við, at ein stórur meiriluti í hansara egnu samgongu sópar hann av borðinum í einum so grundleggjandi máli sum, hvussu fiskiskap- urin undir Føroyum skal skipast komandi ár Men tað hevur løgmadur ongar trupðulleikar við Hann sigur, at endamálið við fiskidøgunum er, at skip skulu sleppa at fiska eff- ektivt — Hinvegin er endamålid tidindabladid SOSU við fndadum leiðum at stýra fiskiskapinum og at forða skipum at fiska ávís fiska- sløg — Vit vita, at yvir 30% av fiskidøgunum fara at leypa av, nú fiskiárið verður gjørt upp. Tí er tað sjálvandi eingin skerjing í sjálvum fiskiskapinum at skerja dag- atalid 12,5% — Hinvegin ber tað til at frida ymsar leidir, ti tad heimildina hevur fiskimåla- ráðharrin fingið at stýra fiskiskapinum við. --Men tað er í stríð við endamálið í fiskidagaskip- anini at brúka friðarar leiðir sum eitt amboð at stýra tonsatalinum uppá. Tað stendur eisini í andsøgn til Nr. 152 — 14. AUGUST 1997 hvert annað at hava eima skipan við fiskidøgum, sum hevur til endamáls at skip skulu kunna fiska so eft ektivt sum gjørligt. og so kortini = forða teimum á fiska effektivt við at friða ov nógvar leiðir, sigur løg maður Hann sigur, at tå K meirilutin i tinginum ikki vil skerja fiskidagarnar meiri enn 12,5% „hevði tað verið erligari fyri veljarun um at at sagt, at Føroya Løgting vil ikki skerja fiski- skapin undir Føroyum. Tað hevði eisini verið erligari fyri okkara útlendsku lán veitarum, sum framyvir koma at veita okkum figg- ing, tí tað verður neyðugt A so Løgmaður má tosa við stórum stavum vidhørt. So stendur tad til tingmenn, um teir taka tað til eftirtektar Tingmenn eru sum flest onnur. Tað býr meiri álv- ari úi summum, enn í øðrum, sigur Edmund Joensen, løgmadur Tosa við stórum stavum Edmund Joensen sigur, at tað lættasta hjá løgmanni hevði verið at tosa øllum eftir munninum - So hevði eg sjálvandi fingið nógv rós í tinginum Men tað kann ein løgmaður ikki loyva sær — Tí valdi eg at leggja kortini á borðið í málinum um fiskidagaskipanina. Tað er hitt, at tann, tú ert góður við, hartar tú. Viðhvert má løgmadur tosa við stórum bókstavum, og so má hann vóna, at tingmenn taka tað til eftirtektar So stendur tað til tíngið hvat tað ger. Og tingmenn eru sum øll onnur: Tað býr meiri álvari í summm, enn í ødrum Men hvussu kann lég maður góðtaka, at tað han? sígur, ikki verður tikið í ál ara Øl mugu taka tað ul eftirtektar tað, sum eitt lóg gevandi ting samtykkir. Tað má løgmaður eisini Tað, eg havi gjørt er, at eg havi sagt mína erligu meining. So liggur restin í hondunum á tinginum Formaðurin ! VINNU nevndini, Jørgin Niclasen hevur alment sagt, at tad rørir hann ikki, hvat løg madur sigur Tad vildu mong hildið vóru ógvuliga niðrandi orð um løgmans embætið? Eg havi nokk so harða húð, so tað rínur ikki við Men eitt kann eg siga og tað er, at Jørgin Niclasen hevur púra onga vekt í før oyskum politikki og hann hevur púra onga ávirkan á mína stóðu - Hann er ein av teimum, sum fara ógvuliga lætt um í politikki Meiri hevur løgmadur ikki hug at siga um vága tingmannin Løgmadur vil heldur ikki verða við, at fólkaflokkurin hevur fingið í posa og sekk, í hesi samgonguni — Tað er klárt, at so leingi tað er ein samgonga, er tað hon, sum førir politikk, og ikki ein einstakur flokkur Vágur Fyrsta royndin gekk væl AK! BERTHOLDSEN Nú hevur aftur arbeiðið ver- ið á flakavirkinum í Vági Nótabáturin Saksaber; hevði troffid við og var komin til Vágs at avreiða Tað er partafelagið Mið- alberg í Vági, sum eigur Saksaberg, sum eisini hevur tikið stig til at lata virkið í Vági uppaftur Ætlanin er at frysta sild, makrel, og annan uppsjóv- arfisk, heilan á virkinum í Vági Og Jákup Olsen, stjóri í Miðalberg, letur bara heilt væl at teirri fyrstu royndini at arbeiða uppsjóvarfisk í Vági Saksaberg var inni í gjár- amorgunin við eini bland- aðari last uppá 60 tons, sum varð frystur á virkinum í Vági — Tað vóru eini 20 fólk til arbeiðis frá klokkan átta týsmorgunin, til klokkan átta í gjáramorgunin, sigur Jákup Olsen 20 fólk hava arbeitt á virkinum Í Vági og maskinurnar riggaðu væl. Hann sigur, at tað gekk betri enn væntað at frysta og maskinurnar riggaðu heilt væl. — Sjálvandi er okkurt at rætta og stilla av tí, at hetta er fyrstu ferð, verður roynt Tað hava teir roynt og tað arbeiddu teir víðari við í gjár, sigur Jákup Olsen. Men talan var á ongan hátt um um so álvarsligar byrjunartrupulleikar, at tað ræðir teir frá at halda fram. Saksaberg fór aftur til fiskiskap mikunáttina. Jákup Olsen sigur, at nú verður bara bíða eftir næstu lastini. Virkið í Vági letur sama pris, sum hini virkini í Før- oyum. I løtuni eru skipini í ein landnyrðing úr Føroyum, so tað verður eitt sindur longri at sigla til Vágs, enn tað er at sigla til hini virkini Men har er orkan at taka ímót avmarkað, og Jákup Olsen vónar at fáa onkrar bátar, sum ikki sleppa fram- at aðrastaðni. Miðalberg hevur leigað flakavirkið í Vági frá Fiska- virking frå 1. august. Midalberg skal útgerðin brúka virkið at frysta uppsjóvar- fisk heilan Í sáttmálanum við Fiska- virking stendur, at virkið í Vági kann arbeiða sild, makrel, rossakmakrel, gull- laks og svartkjaft. Jåkup Olsen hevur fyrr sagt vid Sosialin hugskotid at leiga virkid i Vågi til upp- sjóvarfisk er, at vit hava sjey nótabátar, stóra kvotu, men ógvuliga avmarkada orku at arbeiða fiskin í landi Í Vági ber til at frysta eini 50 tons um samdøgurid, kanska eini 100 tons, um øll orkan ávirkinum verður brúkt til fulnar Frystigoymslan er uppá 2500 tons Á hinum virkjunum, su mtaka ímóti uppsjóvarfiski, er frystiorkan ikki meiri enn 200 tons um samdegurið, tilsamans, so nú virkið í Vági eisini er farið at taka ímóti, er orkan munandi økt Jákup Olsen sigur, at út- litini fyri at sleppa av við fiskin eystureftir, til Japans Russlands, Polen og aðra- staðir, eru góð Hann sigur, at tey ætla ikki at leypa framav á virkinum f Vågi. Dreymurin er at gera virkið líka stórt aftur, sum tað var, tá ið tað var uppá tað besta tvs, at fáa eini 200 arbeiðspláss á virkinum Men hann leggur dent á, at skal virkið mennast, skal tað gerast uttan at fløgurnar fara heilt út á sjógv. Hann sigur, at menningin kemur m.a. at standa ella falla við teirri politisku væl- vild, virkið fær. Sjálvur ivast hann íkki í politiskari vælvild, tí eftir ólavsskurgðuni hjá løg- manni at dóma, tað í sam- svari við almenna politikkin at stuðla uppundir at fáa fleiri arbeiðspláss á hesum ok: Hann dugir heldur íkki at síggja nakað forgjørt í, at líknandi, politisk ætlan verður løgd fyri syðra part í Suðuroy, sum varð løgd fyri Sandoynna, tvs, at almenn- ur stuðul verður latin til nýggj arbeiðspláss. Hvat Sandoynni viðvíkur var talan um tríggjar milli- ónir :