hósdagur 14. august 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 18 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 — 14. AUGUST 1997
Elin Lindenskov:
Solidaritetur i
framtidarsmfelagnum
Rødan, Elin Lindenskov, býráðslimur í Havn helt á summarstev-
nuni hjá Javnaðarflokkinum á Sandi seinasta sunnudag
Aðalmálið hjá Javnaðar
rørsluni er allatíðina, at út
byggja smfelagid soleiðis,
at hvert einstaka menniskja
gerst frælsari. Frælst til
sjálvt at velja sín lívshátt í
einum samfelag har frælsi,
javnaður og breðralag er
grundarsteinurin
Javnaðarfloksins grund
sjónarmið byggir á eitt sos
talistiskt vælferðarsamfelag
ella vit kunna siga eitt
samhaldsfast vælferðarsam
felag. Føroya land, undir
grund, landgrunnar og lofts
rúm-eru fólksins ogn. Tí er
tað sera umráðandi, at
henda ogn, verður demo
kratiskt umsitin, og at úr
tøka, ið kemur burturúr
verður býtt javnt millum
Føroya fólk
Hetta hevur kanska ong
antíð verið so åtrokand: sum
nú vit vænta okkum urtøku
úr undirgrundini. Um olju
vinna gerst ein partur av
okkara lívsgrundarlagi, er
sera umráðandi, at hesin á
góðin veruliga gerst ogn
Føroya fólks, at vit eru við
og ikki lata onnur taka okk
um av bóli
Vælferðarsamfelagið ska;
tryggja øllum borgarum góð
lívskor, uttan mun til hvar í
landinum vit búgva, ella
hvussu vit eru fyri andaliga
og likamliga. Fyri at tryggja
vælferdarsamfelagnum,
mugu allir borgarar eftir før
imuni, lata sin part til sam
felagið. Bert við einum
javnum býti av inmtøkum
ábyrgd og skyldum tryggja
vit okkum, framburð í sam-
felagnum
Ein avgjørd treyt fyri
góðum lívi, er at vit broyt
ahugburð á busetingarøki-
num. Tað er neyðugt at
broyta siðvenjur, so tær
hóska til tað lívið vit velja
at liva og arbeiða í. Her
treingja vit til nýhugsan
Í einum framtíðarsamfel-
ag kunnu vit ikki bjóða fólki
tann íbúðarpolitikk vit hava
í dag, har lesandi mugu
gjalda eina ovurhonds stór
aleigu fyri eina lítla kroysu,
barnafamiljur fáa ikki end
arnar at røkka saman, ti
rentur og avdrøg fara vid
øllum, gomul og sjåk mugu
liggja til byrðu hjá sínum
nærmastu, tí einki pláss er
á teimum fáu bústovnum,
sum eru í landinum
Samfelagið skal tryggja
øllum borgarum góðan bú-
stað. Umstødur mugu skap-
ast, soleiðis at sethúsaeig-
arar hava ráð at sita í egnum
húsum. Á leigumarkn
aðinum skulu skipast trygg
veiðurskiftir, tað almenna
skal tryggja, at:vit allatíðina
hava eitt rímuligt útboð av
leigubýlum, soleiðis at hver
borgari kann búgva eftir
tørvi, tað veri seg. koll
egium til lesandi, smærri
íbúðir til eldri go einsamøll,
íbúðir ul brekað og menn
ingartarnað. Ungar familjur
skulu ikki hava fyri neyðin
at seta seg í skuld, men hava
tað frælsið, sjålvi at velja
hvussu tey y nskja at seta
seg í búgv
Seinastu tíðina eru poli
tikarar farnir at tosa um
familjupolitikk, flokkar á
lingi sig aseg vera einasta
borganin fyri einum góðum
familjupolitikki. Hvat er
familjupolitikkur? eftir tí at
døma sum hesi fólk og
flokkar hava ført fram, er
familjupolitikkur, at kvinn
urnar skulu heimaftur at
ansa manni og bernum,
samstundis sum hesi húski
skulu hava munandi skatta
lættum
Slíkur polttikkur færir als
ongan veg frameftir men er
við til at skapa eitt ójavnt
samfelag, har stættarmunur
in og kynsmununn er
grundarsteinurin. Ein slíkan
politikk kann Javnaðar
flokkurin als ikki taka undir
við og eiga vit harðliga at
mótmæla slíkum politikki
Familjupolitikkur - um
vit velja at kalla tað so -
eigur sjálvsagt at tryggja
børnunur góð kor at vaksa
upp í. Skulu børnini hava
góð kor, krevst eisini at for-
eldrini hava góð kor og trív-
ast í tí samfelag, tey velja
at liva í. Ung í dag ynskja
at sameina arbeiðið og fam-
iljulívið, hóast tað hjá
mongum er sera trupult, or-
saka av væntandi tilboðum
til børnini
Tí er tað sera umráðandi,
at skapa betri liviumstødur
hjá barnafamiljunum. Hetta
gera vit m.a. vid at leingja
barnsburðarfarloyvi hjá øll-
um, upp til eitt ár - foreldur
kunna býta farloyvið mill-
um sín
Útbyggja barnagarðstil-
bodini, soleiðis at øll børn
fåa eitt vælskipad tilbod um
ansingarplåss - eitt tilboð
sum er laga til lokalu um-
stødurnar hjá børnunum.
Øll børn skulu hava javn-
bjóðis rætt til skuålgongd,
uttan mun til figgjarvidur-
skiftir og hvar í landinum
tey búgva
Arebiðið ul allar vinnu-
førar hendur, er sjålvsagdur
rættur í einum vælferðar
samfelag. Tó mugu vit tí
anverri ásanna, at vit í dag
ikki røkka hesum máli. Tað
er tí ein avgjørd treyt fyri
framtíðarsamfelagið, alla
tíðina at virka fyri at ar
beiðsleysum verður tryggja
góð kor. Bæði fíggjarliga og
sosiah. Vit mugu allatíðina
laga samfelagið soleiðis, at
arbeiðið verður til allar
vinnuførar hendur
At røkka hesum mál:
krevst nyhugsan og broyt
ingar, vit mugu býta byrð
arnar javnan og um neyðugt
seta arbeiðstíðina niður, so
leiðis at brúk verður fyr
fleiri fólkum á arbeiðs
marknaðinum .Vit eiga at
útbyggja tað farloyvisskip
anina sum vit hava í dag,
soleiðis at:tað veruliga loys
ir seg hjá lønmåttakarum
at fara í farloyvi og arberðs
leys fáa arbeiðið
Utbugving og eftirút
búgving eigur somuleiðis at
verða ein rættur hjá øllum
Vidurskiftini hjá ungum les
andi mugu betrast munandi
soleiðis at tey veruliga fáa
endarnar at røkka fíggjar
liga. Hetta kann gerast, vid
biligum íbúðum, til teirra
sum mugu flyta heimanífrá
og fyri onnur við munandi
avslátti í ferðaseðlakostnað
inum
Avbjóðingarnar á sam-
skiftisøkinum eru stórar í
dag, og væntandi gerast tær
enn størri í framtíðini. Hetta
fer at seta onnur og ødrvisi
krøv til arbeiðsmarknaðin,
og kunna vit i framtidini
vænta, at fólki fer at skifta
millum arbeiðið og útbúgv
ing. Vit eiga at skipa fíggj-
arkarmarnar hjá tilkomnum,
sum hava tørv og áhuga á
eftirútbúgving, soleiðis at
tað ber til. Um vit skapa
karmarnar soleiðis, at út-
búgving og arbeiðið fylgist
at, lætta vit eisini um trýsti
á arbeiðsmarknaðinum. Ein
slík skipan, við lívslærdómi
skal byggjast upp og fíggj-
ast saman við arbeiðs-
marknaðinum
Við tí fólkabýtinum vit
hava í dag, vísir ein fram-
rokning av fólkatalinum í
Suðrustreymoy, at um 20 ár,
verða góð 60% fleiri yvir
65 ár enn tey eru í dag. Um
henda framrokning fer at
halda, setir hon heilt nýggj
og ødrvisi krøv til alt sam
felagið
Fólkapensiónin og eftir
lønin skal verða grundarlag
ið undir einari penstó-nist
atilveru. Men við einum so
stórum vøkstri av eldri í
samfelagnum, verða vit
færri at gjalda
Tí er tað av sera stórum
týdningi, at:vit skipa ein
góðan eldrapolitikk. Ein
eldrapolitikk, sum ger tað
møguligt at liva eitt gott og
innihaldsrikt lív. Bíðilistar-
nir til ellis- og røktarheim
mugu og skulu burturbein
ast. Ikk: við at byggja enn
fleiri stórar og dýrar eindir,
men við at skipa íbúðarpol
itikkin hjá eldri efur tørvi
Ein gongd leið er, at eldri
sum ikki roka at sita i stór
um húsum, fáa møguleikan
at flyt aí minni íbúðir, skipa
fleiri sambýlir og umlætt
ingarheim, samstundis skal
heilsurøktin víðkast til at
virka alt samdegnið
Heilsutænastan skal virka
eins fyri allar borgarar, og
enn størri dentur skal í
framtíðini verða lagdur á
fyribrygjandi tænastur hjá
kommunulækna, heilsu-
systraskipanina og heilsu-
røktina. Ókeypis barnatann-
arøkt skal skipast um alt
landið, og eigur henda røkt
í framtíðini eisini at skipast
fyri pensionistar
Tað sum eg her havi
nevnt, er grundarsteinurin
undir einum samhaldsføst-
um vælferdarsamfelag
Grundarsteinurin undir ein
um samfelag, har allir borg-
arar hava javnbjóðis rætt til
eitt frælst og innihaldsríkt
lív. Fyri at varðveita og all-
atíðina at betra vælferðar-
samfelagið má tað almenna,
vinnan og fólkið alt, hjálpa
til eftir førimuni. Tí bert við
einum javnum bý ti av inn-
tøkum ábyrgd og skyldum
tryggja vit okkum framburð
í framtíðar samfelagnum
Jørd og neyst við
báti á Tvøroyri
til sólu
Ognin matr. nr. 558, sum er óbygdur beur, til
steddar 1358 kvm, niðanfyri vegin framvið
strondini úti Undir Heygnum verður við hesum
lýst til sølu.
Økid liggur sera væl fyri til sethúsabygging ella
ídnað.
Á ognini er stórt neyst til 2 bátar, bygt í áttati-
árunum. Neystið hevur hega reising. Bátaspæl
finst til neystið. 16 1/2 fót langur bátur verður
seldur, antin saman við ognini ella fyri seg. Bát-
urin hevur galv, men annars sum foroyskur bátur.
Utgjørdur sum seglbátur við djúpum kjøli. Mastur
og 2 segl fylgja við.
Gjøllari upplýsingar fáast við at venda sær til:
Advokatskrivstovuna,
Fr. Petersensgøta 9
Halgir Winther Poulsen, adv. | Magnus S. Petersen, adv
Frida Patursson, adv Olavur Jåkup Kristoffersen, adv
Christian Andreasen, adv Niels Winther Poulsen, adv
TI. 1.1145