Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 216 - 13. november 2003 Nr. 216 - 13. november 2003 17 Renault Megane II, sum fyrr í ár kom á marknaðin sum hatchback við 3 og 5 hurðum, vakti ans millum fólk við sínum øðrvísi og smarta designi. Nú fæst Mégane eisini sum Coupé- Cabriolet, sedan og stationcar BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nú er nýggja Mégane skráin hjá Renault víðkað við Coupé-Cabriolet, sedan (Sport Sedan) og stationcar (Touring). Renault Mégane II kom sera væl frá byrjan. Fyrst bleiv hann valdur til "Car of the Year 2003", síðan fekk hann fimm stjørnur í EuroNCAP testunum. Hetta sigur nakað um at bilurin ikki bert hevur út- sjóndina við sær men eisini trygdina, komfortin og koyrieginleikarnar. SportsSedan hevur eins og hatchback sera smart design, hann er rúmligur og hevur stórt viðførisrúm. Stationcar útgávan, Tour- ing, er 23 cm longri enn hatchback. Har er gott pláss til tey ferðandi og teirra viðføri. Baksetrini eru løtt at leggja niður, uttan at nakkastútturnar mugu tak- ast av. Síðuairbag og gardinair- bag eru standard. Mégane II fáast við trimum bensin- motorum við ávikavist 98, 115hk og 140 hk, primo 2004 kemur ein 2.0 Turbo við 225 HK, og tveimum dCi turbo dieselmotorum við beinleiðis common-rail innspræning, hesir hava ávikavist 80 og 120 hk. Fyrst í komandi ári kemur ein dCi við 100 HK. Allar útgávurnar hava elektriska servostýring og koyrieginleikarnir eru í besta franska stíli. Teir eru væl útgjørdir við standard útgerð sum t.d. fjarstýrdum sentrallásum, hita í for- setrunum, hæddarstilling av førarasetri, elektron- iskum oljumátara, fjar- stýring av radio í rattinum, í næsta útgerðsvarianti hava teir aircondition við køling av handskarúminum, sepa- rat spotljós bæði aftan og framman, tokulyktir, dúrk- ljós framman og aftan og regnsensor. Eins og á Renault Laguna verða Mégane II settir í gongd uttan startlykil, við einum korti, SmartCard. Prísirnir á sedan byrja við kr. 189.000,- og stationcar byrja við kr. 194.000,- Renault Mégane II 1,6 Touring Comfort Expression Motorurin 1,6 litur 4 syl. bensin við 115 hk 0-100 km/t 10,9 sek. Bensinnýtsla 14,7 km/l Dekkstødd 195/65-15 Stødd og vekt Longd 444,0 cm Breidd 178,0 cm Hædd 147,0 cm Eginvekt 1225 kg Prísur 219.000 Kr. Søluumboð VR Bilar Hoyvíksvegur FO-100 Tórshavn Tel. 322110 Renault Mégane II – nú sum sedan og stationcar Renault Mégane II 1,6 Touring. Bilurin er arbeiðsligur, og lætt er at leggja baksetrini niður, uttan at taka nakkapúturnar av Mynd: Jens Kristian Vang Renault Mégane II Sport Sedan. Her er stórt og rúmligt viðførisrúm Mynd: Jens Kristian Vang Renault Megane II innan. Bilurin verður settur í gongd við SmartCard Mynd: Jens Kristian Vang Subaru B9 Scrambler Í 60-unum bleiv ofta sagt um Rambler bil- arnar: Rambler skrambler. Á Tokyo Motor Show stóð hesin Subaru B9 Scrambler, sum er el- drivin upp til 70 km/t, síðan tekur bensin- motorurin yvir Kelda: FDM / Motor Subaru R1 Hesin Subaru R1 býbilurin vakti ans á Tokyo Motor Show. Designstjórin hjá Subaru eitur Andreas Zapatinas, og hann er komin frá Alfa Ro- meo í Italiu Kelda: FDM / Motor Nissan C-note Nissan C-note er bygdur yvir sama plattform sum Re- nault Mégane. C-note verður ivaleyst nýggi Nissan Almera í Japan, evropeiska út- gávan verður annar- leiðis Kelda: FDM / Motor Landssjúkrahúsið hevur nú fingið fyrsta sjúkrabilin, sum teir sjálvir hava uppbygt. Talan er um ein Toyota Hiace við 2,7 litur bensinmotori 143 hk. Á Sjúkraflutn- ingstænastuni eru teir sera væl nøgdir við hesa loysn SJÚKRABILUR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Vit hava nú fleiri ár hoyrt um at sjúkrabilarnir kring landið eru ov gamlir og í vánaligum standi. Fyri at spara hevur Landssjúkra- húsið keypt fleiri sjúkra- bilar úr onkrum av granna- londum okkara. Teir nýggju sjúkrabilar- nir sum teir hava keypt, hava ofta verið uppbygdir í Norra ella í Íslandi. Hesar uppbyggingar kosta nógv, og eru ein orsøk til at bilarnir eru dýrar at keypa, og verða teir tí brúktir í mong ár. Nú er so tann fyrsta royndin hjá Landssjúkra- húsinum gjørd við at keypa ein nýggjan bil og sjálvir byggja hann um til sjúkrabil. Í góðum sam- starvi við leiðsluna hevur tað eydnast at fáa fígging til hendan fyrsta bilin. Bilurin er ein Toyota Hiace av longra modellin- um við 2,7 litur bensin- motori við 143 hk, sum er keyptur frá Reyni Service. Hetta man vera tann einasti av hesum slagnum, sum er komin til landið við bensinmotori. Atli Simonsen, vara- leiðari á Sjúkraflutnings- tænastuni á Landssjúkra- húsinum, hevur staðið fyri arbeiðinum og gjørt megin- partin av arbeiðinum sjálv- ur. Bilurin hevur alt tað sum hoyrir til ein nútímans sjúkrabil, skáp og hillar eru gjørd soleiðis at tað passar til bilin og sær út sum originalt. Í bilinum er alt tað, sum brúk er fyri í eini neyðstøðu, sum til dømis tól til at geva stoyt til ein persón sum hevur fingið hjartastopp o.l. Arbeiðið er væl úr hond- um greitt, og eingin munur er á hesum bilinum og sjúkrabilum, sum vera upp- bygdir uttanlands, uttan tað at hesin er væl bíligari. Hetta er ein spennandi roynd hjá Landssjúkrahús- inum. Á Sjúkraflutnings- tænastuni vænta teir, at nú verður trupulleikin við at koyra við gomlum og óálít- andi sjúkrabilum loystur, nú teir sjálvir kunnu upp- byggja sínar sjúkrabilar eftir egnum ynski, og teir kosta væl minni, enn teir annars høvdu kostað, um teir blivu keyptir liðugt- gjørdir. Sjúkrabilur uppbygdur á Landssjúkrahúsinum Hesin Toyota Hiace við 2,7 litur bensinmotori og 143 hk er uppbygdur til sjúkrabil á Landssjúkrahúsinum Mynd: Álvur Haraldsen Atli Simonsen, varaleiðari og Jákup Nolsøe, leiðari á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum Mynd: Álvur Haraldsen Sjúkrabilurin innan. Arbeiðið er væl úr hondum greitt, og eingin munur er á hesum bilinum og á sjúkrabilum, sum verða uppbygdir uttanlands Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 17 16