hósdagur 13. november 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 216 - 13. november 2003
19
Á, tann viðvenda verð
Í Ný Sælandi er dag-
ur, tá tað er nátt
heima í Føroyum. Tað
er summar her, tá tað
vetur heima. Fólk
halda jól á miðjum
sumri, og tað er av
sonnum ikki ov nógv
sagt, at tað sum vend-
ir upp í Føroyum,
vendir niður her
FERÐAFRÁSØGN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Auckland, Ný Sæland:
Onkuntíð hevur verið tikið
skemtandi til, at um ein
hyggur at einum globusi, so
munnu
ný
sælendarar
ganga á høvdinum. Tað er
tó ov nógv sagt, men nógv
er tó beint mótsatt tí, sum
ein vanliga kennir í Føroy-
um.
Meðan kuldin heima all-
arhelst kemur og fer allatíð-
ina nú, kunnu fólk hesu-
megin køttin gleða seg til
eitt summar, sum er væl
ávegis.
Heima ganga øll og
hugsa um ein langan og
drúgvan vetur, sum liggur
fyri
framman.
Jólini,
nýggjár og so ein langur,
myrkur januar mánaður,
sum oftani kann tykjast
nærum óendaligur at koma
ígjøgnum. Serliga um ill-
veðrið leikar á. Men á
hvørjum ári koma øll
ígjøgnum januar eisini, og
so gongur av sonnum móti
ljósari tíðum.
Her er tað umvent, og
skal beinanvegin leggjast
afturat, at januar mánaðar
sum í Føroyum, upplivir
ein ikki her á leið. Her
gongur sjálvsagt eisini móti
jólum og nýggjárinum.
Men januar er alt annað enn
langur
og
kaldur
ella
merktur av illveðri. Januar
mánaður er tann heitasti
mánaðurin á árinum her
sum leiðir. Tað er ljóst langt
úti á kvøldarnar – tó ikki
líka longi sum í Føroyum.
Men so verður tað heldur
ikki líka skjótt myrkt um
veturin.
Vártekin
Umframt góða veðrið og
lýðkuna, so eru eisini onnur
tekin um, at tað gongur
móti sumri. Páskaliljurnar,
sum av góðum orsøkum
ikki eita páskaliljur her,
standa í fagrasta blóma, og
smálombini eru komin.
Bæði tekin um, at várið er
komið. Men tað løgna fyri
ein heimsborgara heima-
hoyrandi hinumegin knøtt-
in er jú, at tað er november,
og tað er aðru ferð í ár, at
ein sær hesu bæði.
Ný Sæland hevur fyri
stuttari tíð síðani flutt
klokkuna ein tíma fram, tí
tað nú er summartíð. Og
føroyingar hava flutt klokk-
una aftur. Hetta ger, at tíðar-
munurin er trettan tímar,
sum ný sælendarar eru
framman fyri føroyingar.
Hetta kann eisini hava nakr-
ar løgnar hendingar við sær.
Til dømis um ein meylur
verður sendur úr Ný Sæ-
landi til Føroyar tann 10.
november um morgunin, so
fær móttakarin í Føroyum
hann tann 9. november.
Heit jól
Men her er jólastákið í
handlunum eisini so smátt
við at fara ígongd. Tey
byrja rættuliga tíðliga her.
Onkrir handilsgluggar eru
prýddir til jóla longu, og á
teim ymsu sjónvarpsrásun-
um eru nógvar jólalýsingar
saman við lýsingum fyri
hoyfepurheilivági til dømis.
Jólatrø eru her, men tey
hava sera stutta livitíð, or-
sakað av hitanum. Jólaaftan
er tað onki sum eitur at
stákast í køkinum í fleiri
tímar við mat. Alt ov heitt
til tað. Men tó er ein kalkun
heilt vanlig á borðinum
jólaaftan kortini. Munurin
er tó helst tann, at tey eta
úti. Fyrsti jóladagur, sum er
ein av teimum trimum
halgidøgunum um árið,
sum verða hildnir her, fer
aloftast við at sóla sær og at
slappa av.
Tað man vera strævið at
vera jólamaður her í nógva
hitanum, sum vanliga er í
desember. Og tí er tað ikki
óvanligt at síggja ein jóla-
mann í shorts og sólbrillum.
Sólin brennur
Her er ongin Karlsvognur
at síggja um kvøldarnar, tá
myrkrið leggur seg. Ei
heldur nøkur Norðstjørna.
Tað eru nógvar vakrar
stjørnur og stjørnumyndir
at síggja, men saknurin í
Karlsvogninum, hann svit-
ast ikki. Ferð eftir ferð
fangar ein seg sjálvan í at
skimast eftir honum mill-
um allar stjørnurnar eitt
vakurt og klárt kvøld.
Sólin er tann eina og tann
sama. Men hon er nógv
sterkari her enn nakra aðra-
staðni í heiminum – sigst.
Hetta kemur av, at holið í
ozonlagnum er tættast við
Ný Sæland. Og ein følir
eisini beinanvegin styrkina
av sólini, tá ein traðkar út-
um. Eftir lítlari løtu byrjar
tað at stinga og prika í
húðini. Og tískil er nýtslan
av sólkremi sera høg. Børn
fáa sokallaða "sun-block-
ing" á seg. Hóast tað, so
verða tey avbera sólbrend
gjøgnum summarið, so tað
man vera eitt tað týðulig-
asta tekninið upp á, hvussu
sterk sólin í veruleikanum
er í hesum landinum.
Og gott er fyri tey, sum
elska at liggja og slikka sól,
at vita, at ein verður sól-
brendur her, sjálvt tá tað er
nakað yvirskíggjað. Um
bara ljósið frá sólini kemur
í gjøgnum skíggini, so má
ein ansa sær.
Ný sælendarar eru av tí
sama sera umhvørvisvinar-
ligir. Ganga høgt upp í ikki
at dálka ov nógv og so
framvegis. Samstundis eru
teir illir inn á restina av
heiminum fyri ikki at verja
umhvørvið nóg væl. Tey
siga her, at meðan heimurin
dálkar meira og meira, líða
ný sælendarar undir, at
holið í ozonlagnum gerst
alsamt størri og størri. Ein
sera stórur prosent partur
av ný sælendarum hevur
húðkreft, og tað kemur av
sólini, verður sagt.
Ongin sentralhiti
Fjálgu stovurnar í Føroyum
eru tær bestu í verðini. Tað
finnur ein eisini út av, tá ein
er her á leið, har sentralhiti
er ein býur í Sibiria.
Tá sólin er sett um kvøld-
ið, er øskukalt í stovunum
her. Tó ikki hægst á sumri.
Tey flestu hava elektriskar
hitarar ella blásarar, tí tað
er neyðugt.
Nógv er øðrvísi herniðri,
men ikki tann bítandi húsa-
kuldin hóast alt. Hann er
tann sami. Men tann vanligi
ný sælendarin merkir hann
ikki á sama hátt, sum ein, ið
er vanur við sentralhita.
Tærnar, fingrarnir og nøsin
– serliga – gera hvørt kvøld
vart við húsakuldan. So tað
fær ein at hugsa, um hvussu
tað man vera kaldastu tíðina
á árinum her. Tað er frá apríl
til august, tá hitin einans
liggur um tey 10-12 stigini.
Tá munnu elektrisku hitar-
arnir hava úr at gera…
Men Ný Sæland er eitt
deiligt land, har føroyskir
útisetar uttan iva trívast
væl. Ikki tí at her endiliga
eru so nógvir, men heldur
orsakað av landslagnum og
tí avbera gestablíða fólka-
slagnum.
Landið er ikki ov stórt,
og ei heldur ov lítið. Eitt
grønt land við nógvum
vøkrum blettum. So hóast
tað, sum vendir niður
heima, vendir upp her, so
ber tað meira enn væl til at
fella til her.
Føðingardagur í november mánaði. Bakandi sól og børnini eta úti. Tað mest umráðandi er, at syrgja fyri nóg mikið av vesku, og endiliga ikki gloyma sólkremið
19
18
Nr. 216 - 13. november 2003
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
FORD FOCUS STATIONCAR
1.8 TURBO DIESEL
Árg 16.maj 2002, Km 41.000. Sum
nýggjur: Centrallás- El.Rútar-Hita í
forrúti - Hita í Forsetrum - Radio
v.bandsp. v.m. Bert 1. ár og 5. Mán.
Seldur vegna keyp av 7. pers. bili.
Kr. 175.000.
PEUGEOT EXPERT 2.0 HDI
8.PERSÓNAR
Árg Jan-03, Km 12.900. Selist
vegna keyp av 4.Hjólstrekkjara.
Sum nýggjur: Alufelgur - Eyka vetr-
arsett -Tónaðar rútar - El-rútar - El-
spegl- Fj.stýrt centrallás-C.D. Anlegg
- Sleipikrók v.m. nýggjur 295.000,-.
Kr. 258.000.
ROVER 620 SI
Árg Jun-99, Km 81.000. Sera væl-
hildin: Aircondition - Alufelgur-
Fjarstýrt centrallás - El-Rútar - El
Spegl v.hita. C.D.Anlegg- Sleipikrók
v.m. Kr. 158.000.
HONDA CIVIC
Árg Sept .2001, Km 20.700. Air-
condition - El.rútar - El. spegl v.hita
- Radio - Fjarstýrt centrallás v.m.
Sum nýggjur. Tilboð kr. 138.000.
Kr. 145.000.
Jónas Broncksgøta 15
Tel. 310600 - Fax 310650
í Sosialinum
LÝSIÐ
brúktum
bilum
við
C
M
Y
K
18