týsdagur 22. juli 1997síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 137 — 22. JULI 1997 tíðindablaðið + 9
Hví hevur løgmadur
sjálvur onga meining?
sek í sær sjálvum hjá sit-
andi samgongu.
samreða, har blaðmaðurin
skrivar og roynir at endur
Edmund Joensen hevur í
Sostalinum 19. juli nakrar
ur ikk: fører fyri at endur
nýggja nakran flota. Tað er
viðmerkingar til frágreið
ingina frá endurstovnada
búskaparráðnum og um tær
politisku viðmerkingarnar
henda longu hevur fingið
Honum so líkt, borðreið
ir løgmaður ikki við nøkr
um politiskum viðmerking
um um sjálvt innihaldið í
hesi frágreiðing. men velur
heldur at gera persónligar
viðmerkingar til teir, sum
hava dittað sær at hava eina
meining um hesa góðu frá
greiðing
Hevdi so løgmadur tim-
að at gjørt sær tann ómak at
lisið blødini, áðrenn hann
fór undir at viðgera tað, sum
aðrir halda, so kundu vit
kanska fingið eitt nøku
lunda skilagott kjak um við
urskiftini.
Ella, sum eisini er ein rár
hending, um løgmaður
sjálvur úr egnum barmi
heyði nakra meiningar um
samfelagsligu vidurskiftini,
sum frågreidingin vidger
Tad er eitt sindur ov bi
ligt, at ein átti at kunna krav
av einum løgmanni, at hesin
hevdi nakrar meiningar um
slik vidurskifti, heldur enn
bert at vidgera tad, sum
aðrir halda og siga
Tað er eins og løgmaður
altíð bíðar eftir, til aðrir
hava sagt sína hugsan,
áðrenn hann sjálvur finnur
fram til, hvat hann eigur at
halda í einum ávísum máli
Sigur hesin hetta, so eigi
eg at halda tað mótsatta
Hvat sigur løgmadur so í
sínum viðmerkingum
>Jóannes Eidesgaard,
fyrrverandi landsstýris-
maður, somuleiðis í fíggj-
armálum, hann át frá-
greiðingina ráa við villum
og skrivar í Sosialinum, at
her er okkurt spinnandi
galið. At hesin rýmdi
landsstýrismaður loypur
á bláman uttan at hugsa
seg um, tað er onki nýtt<.
og í endanum av grein
int sigur løgmaður: |
>Men í staðin fyri at við-
gera teir týdningarmestu
boðskapirnar í frágreið-
ingini, so sum at fylgja
ICES, og hverjar avleið-
ingar tað fær, um vit íkki
fylgja tilmælinum, so
verður frágreiðingin
rakkað niður í sand og
øsku av formonnunum
fyri flokkarnar, sum hava
havt åbyrgdina av figgjar-
og búskaparmálum tey
seinastu årini«.
Eg varð ringdur upp av
blaðmanni, sum vildi hava
okkara viðmerkingar til frá-
greiðingina. Eg hevdi tá so
stutt síðan fingið frágreið-
ingina, at eg bad um at fáa
stundir at gjøgnumganga
hana, so kundu vit taka sam-
røduna dagin eftir
Løgmadur sigur, at eg
skrivaði í blaðnum. Nei, tað
gjørdi eg ikki. Tað var ein
geva tað, sum eg havi sagt
Tað fyrsta, eg beit merki
í. tá eg las frágreiðingina
var, at almenni sektorurin
var øktur við 900 fólkum
síðan 1994
Hóast vit øll vita, at sit
andi landsstyrid hevur gjørt
sitt til, at hesin skuldi økj
ast so nógv sum gjørligt, so
er hann sjálvsagt ikki øktur
so nógv eftir so stuttari tíð
Eg gjørdi mær síðan tann
ómak at ringja til Hagstov
una og til Maluna Johansen
í Landsbankanum um hetta
taltilfar. Eg fór ikki út og
segði, at hesi tel eru pir
asta við síðuna av. Her fekk
eg at vita, at mistøk vóru
gjørd, og heitti eg á Maluna
Johansen um at biðja for-
mannin, sum var í summar
frí, um at koma so skjótt
sum gjørligt við einum rætt
ingarskjali. soleiðis at øll
ikki bert vidgjørdu skein
leikan og einki annað. Men
hetta eydnaðist ikki, tí hetta
gjørdist høvudssøgan í fjøl
miðlunum
Eg kundi í hesum sam
bandi mint løgmann á, at:tað
var, meðan eg sat sum
landsstýrismaður í fíggjar-
málum, at nýggja lógin um
búskaparráðið varð sam-
tykt
Hvat sigi eg so í mínum
vidmerkingum?:
I.Ég fegnist um, at frá-
greiðingin er komin
2. Ég sigi, at vit mugu
brynja okkum til ein niður
skurð í fiskiskapinum vís
andi til úlmælini frá ICES
og ráðnum. Men eg
samstundis, at eg ivist í, at
um fiskimålarådharrin og
landsstýrið megna henda
niðurskurð. Hygg bert eftir
hvussu gongur í málinum
um Nólsovar Páll
(Eigi í hesum sambandi
at skoyta uppí, at framsøgu
maður javnaðarfloksins
fiskivinnumålum, Henrik
Old, hevur eisini tydiliga
sagt sína hugsan og hevur
sett fram ent ítókiligt upp
skot um, hvussu hesin ni
urskurður skal fremjast)
Sig!
3. Tá løgmadur heingir seg
í orðini, >Her er okkurt
spinnandi = galið...<, so
prógvar hann harvið, at
hann als ikki hevur skilt,
hvat mínar viðmerkingar
snúgva seg um. Ella hevur
hann ikki lisið samrøduna
Vit hava ein fiskiflota,
sum nú hevur havt metstóra
veiði eftir toski. Men hóast
hetta og hóast teir fáa íløgu-
stuðul, so ber hann seg ikki
Tað er tað, sum er spinn-
andi galið, harra legmaður
4. Tað, sum okkum tørvar,
er, at útflutningsvirðið á
okkara fiskavørum verður
hækkað munandi, tí annars
fáa vit ikki rentabilitet í ver-
andi flota, og vit verða held-
her, skógvurin trykkir og
hevur trykt í nógv Harrans
ár
Vit hugsa alla tíðina um
fleiri og fleiri tons, men ikki
um, hvussu vit fáa meira
burtur úr í krónum fyri tey
tonsini, sum vit veiða
5. Búskaparráðið viður
kennir hesa støðuna hjá flot
anum, men mælir annars til
at kvoturnar verða skerdar
og at tær gerast umsetiligar,
so at:tað verða færri skip
sum so kunnu fiska fleiri
tons. Tað er her, eg haldi, at
ráðið tekur verandi fiska-
sølupolitikk fyri at vera tann
mest optimala, og tí frystir
hesa støduna fasta. Tað
verður ikki víst á aðrar leið
ir
Her sigi eg orðarætt: »Og
tað er eingin náttúrulóg,
at flotin sum er, sølupoli-
tikkurin sum er, og út-
flutningurin sum er, er
tann einasti rætti og skal
verða tann sami í allar æv-
ir<.
(Her kann eg mæla løg-
manni til at lesa okkurt av
tí, sum John Smith hevur
skrivað um hesi viðurskifti)
6. Eg sigi, at eg sakni, at
ráðið tekur onnur alternativ
fram. M.a. hava vit fingið
aftur eitt risatilfeingi, sum
er síldin. Kundu vit gjørt
betri brúk av hesum til-
feingi?
Her situr løgmaður sum
leiðari av eini samgongu,
sum ikki hevur eitt einasta
boð uppá, hvussu vit betur
láa gjørt brúk av hesum
nógvu tonsum av sild. Ikki
eitt orð um, at øll tann før
oyskt veidda sildin verður
landað uttanlands
Landsstýrið og Anfinn
Kallsberg fáa dumpukarak
ter fyri rikna figgjarpoli
ukkin. Búskaparráðið sigur
>Í dag verður førdur ein
heldur slakur fíggjarpoli-
tikkur við skattalættum
og lyndi til at skja al-
mennu útreiðslurnar,
samstundis sum fram-
gongd annars er í búskap-
inum. Tað hevdi verið
skilabetri, um landsstýrið
í staðin førdi ein heldur
stramman fíggjarpolitikk,
og nýtti hevið til at gjalda
almennu skuldina nakað
nidur«.
Forlongdi armur løg
mans, oddagreinskrivarin á
Dimmalætting, sigur held-
ur speiskliga, at javnadar-
flokkurin nú hverki veit út
ella inn, síðan hann er farin
at ávara ímóti økingini í al-
mennu umsitingini
Javnaðarflokkurin = vil
hava eina vælvirkandi al-
menna umsiting, rætt er tað,
men hon skal sanniliga ikki
kosta meira enn tað, sum
neyðugt er. Í dag er líkt til,
at skingin av almennu
umsitingini er vorðin ein
Nú verður henda greinin
í so long, men annars vóru
onnur viðurskifti í frágreið
Ingi, sum eisini kundu verið
tikin fram
M.a. tað, at tå menn frøast
um, at:tilflytingin til Før-
oya er størri enn fráflyting-
in, so hendir nú tað, at með-
an fráflytingin, sum fyri
størsta partin var frå bygd-
unum, so er tilflytingin fyri
størsta partin ul miðstaðar
ekið. Ein vandamikil ten
densur
Og m.a. eisini tær ávar
ingar, sum búskaparráðið
kemur við, um hvat fer at
henda bæði hjá tí almenna
og hjá privata húsarhaldin
um, um vit knappliga fáa
eina rentuhækking. Sera
a
áhugavert, men ræðandi
Alt tað, sum er viðmerkt
frá mínari síðu, er viðmerkt
sum positivar viðmerking-
ar, sum ein slik frågreiding
sjålvandi skal kunna tola
Hon skal ikki vidgerast sum
ein heilagur tekstur, sum
eingin skal seta nakað
spurnartekin við
Jóannes Eidesgaard,
legtingsmaður
kl. 16.00—22.30 |fyri born undir 12 ár
Olavsøkudag
kl. 14.00-22.30
saman við vaksnum m
Hotel Føroyar ynskir ollum eina
GÓÐA ÓLAVSOKU!
Altíð
vælkomin á
Tlf. 17500