Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-11-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. november 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 13. november 2003 21 Bulurin hjá B68 verður tann sami Einastu spælararnir, sum eru farnir aðra staðni, eru Dánial Hansen og Jann Ingi Petersen, og á Toftum verður arbeitt við at fáa aðrar í teirra stað B68 Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað skal ivaleyst nógv til, áðrenn B68 formaðurin, Niclas Davidsen, missir fatningin, sum tað plagar at verða tikið til. Hann plagar at vita um tað, sum hann tekst við, og hann plagar at vita, hvat rørir seg kring hann. Men í fyrrakvøldið var hann ovfarin, tá ið tað eina løtu varð spurt og fregnast nógv eftir, um nú tveir av stuðulsspælarunum á bronsulinum hjá B68 í summar vóru á veg í íslendskan fótbólt. – Eg velji at halda meg til tað, sum vit hava tosað við spælararnar um, og tær avtalur, sum vit hava við teir, heldur enn at lurta eftir óváttaðum leysasøgum í bløðunum, staðfestir Niclas Davidsen, tá ið vit fregnast eftir, hvussu útlitini fyri komandi kappingarári eru. Tað er greitt, at Petur Mohr aftur næsta ár fer at hava ábyrgdina av besta liðnum. Tað er eisini greitt, at Albert Sævarsson, sum varð kosin besti málverjin í føroysku kappingini í ár, aftur næsta ár fer at standa ímillum stólparnar á Svangaskarði. Dánial Hansen er farin aftur til NSÍ. Tað er ikki komið heilt óvæntað á B68. Jann Ingi Petersen er farin til Fremad Amager. Tað hava teir vitað leingi á Toft- um. Hans Fróði Hansen er sáttmálabundin at Tofta Ítróttarfelag næsta ár. Talan er um sáttmála, sum er góð- kendur av sáttmálanevndini hjá FSF. Tað vil við øðrum orðum siga, at um Hans Fróði næsta kappingarár skal umboða annað felag enn B68, so skal avtala ger- ast um hetta millum B68 og møguliga nýggja felagið. Sambært B68 formannin hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá nøkrum felag, og á Toftum siga teir seg ongar ætlanir hava um at sleppa sær av við Hans Fróða. – Vit hava verið fegnir um at hava Hans Fróða í felagnum hjá okkum. Tað man vera óneyðugt at siga, at hann hevur roynst okkum væl. Okkara fatan er, at Hans Fróði rættuliga er partur av okkara liði, og vit hava onga orsøk at halda, at hann ikki fer at halda seg til avtaluna, sum vit hava okk- ara millum, sigur Niclas Davidsen. Í fjør vóru tað fleiri, sum mettu, at B68 hevði kanska bestu breiddina millum teir fyrstu ellivu, men at teir viknaðu skjótt, tá ið onkrir av teimum bestu vóru burt- uri frá, tí teir vóru skaddir ella leikbannaðir. – Bulurin á liðnum verð- ur tann, sum hann var síðsta kappingarár. Tað er harvið eisini greitt, at Fróði Benja- minsen fer at spæla við B68. Fróði er ein fínur spælari, og tað fer honum neyvan at bera til at siga nei til tilboð uttanlands frá, um talan verður um stórar pen- ingaupphæddir. Men fyri- bils er tað einki, sum bendir á, at hann fer at spæla aðra staðni enn hjá okkum, veit Niclas Davidsen at siga. B68 formaðurin leggur afturat, at tað í felagnum verður arbeitt við at fáa fleiri spælarar á liðið. Talan er um onkrar føroyskar spælarar og onkrar spælarar aðra staðni frá. – Í fjør vóru vit serliga fegnir um, at tað royndist væl hjá fleiri av ungu spæl- arunum, sum eru uppvandir í felagnum hjá okkum. Hesir verða nú eitt ár eldri, teir hava royndirnar av at spæla í bestu deildini, og vit vóna, at onkur ungur spælari afturat fer at bjóða seg fram í kappingini um plássini, sigur Niclas Davidsen, sum ikki tykist rokna við, at liðið hjá B68 fer at hava verri fyritreytir, enn tað hevði síðsta kapp- ingarár. Liðið hjá Allani Dal- Christiansen er longu nú um at toga seg leyst í FM-stríðnum BRIDGE Bogi Simonsen Komandi vikuskifti verða trý umfør í FM-liðkapping- ini fyri 1. og 2. deild leikt. Spælt verður í handilsskúl- anum á Kambsdali, og byrjað verður kl 19:30 fríggjakvøldið. Spenningurin í 1. deild undan komandi vikuskifti er ikki tann stóri, hetta tí at liðið hjá Allan Dal-Christi- ansen hevur lagt seg væl á odda. Liðið hjá Boga Sim- onsen má taka annað skinn um bak, skulu teir geva oddaliðnum nakra mót- støðu. Liðið hjá Allan Dal Christi- ansen, umframt Allan sjálv- an: Magni Jøkladal Jóannes Mouritsen Heðin Mouritsen Dánjal Pauli Mohr Per Kallsberg Kappingin í 2.deild er sera spennandi og jøvn, nærum øll liðini hava møguleika fyri at vinna deildina, tó kann væntast, at kappingin kemur at standa millum tey trý liðini, ið longu nú hava lagt seg á odda. Liðið hjá Óla Holm er komið best frá byrjan, og kunna teir aftur fáa eitt lið úr suðuri í bestu deildina. Landsliðsvenjing Venjingin til EM, sum verður á Malmø í summar er nú av álvara farin í gongd. Tað er ein av okkara royndu leikarum Rói á Rógvu Joensen, sum er venjari. Bruttu hópurin til liðið sær soleiðis út: Bogi Simonsen — Símin Lassaberg Heðin Mouritsen — Jóannes Mouritsen Per Kallsberg — Dánjal Pauli Mohr Arne Mikkelsen — Pól Egholm Teri báðu síðstnevndu eru lesandi í Danmark, men góðu samskiftismøguleik- arnir, ið ein hevur um al- netið, hava gjørt tað gjørligt hjá teimum báðum at verða við í bruttu hópinum. Lið- ið, sum kemur at umboða Føroyar verður úttikið um 1.mars 2004. Hetta spælið er frá einum landsliðsvenjingar- dysti. Eg/Tú situr Eystan og hevur hesa hondina, all- ir í hætti: Sp B Hj - Rú K8752 Kl KDB8765 Norðan opnar við 1sp, hvat meldar tú? Eg haldi at besta melið er 5kl, men tað eru tað helst fleiri, sum eru ósamd við mær í. Sunnan doblar fyri at vísa, at hann hevur góð kort. Norðan kennur seg nú kroystan við hesari hondini: Sp EK109876 Hj 987 Rú ED9 Kl - Norðan valdi at melda 6kl, ið vísir renonce í kleyvara og biðir makkarin velja millum rút og hjart. Suður valdi at melda 6 hj, sum vestan doblaði. Hetta var ikki júst tað, ið sunnan hevði hugsað sær, tá ið hann doblaði 5 kl, tí hann sat við: Sp - Hj KB54 Rú B42 Kl E109742 Tá ið roykurin hevði lagt seg fekk suður 6 stikk í 6 hjD til 1700 út. Við hitt borðið spældi eystan 3klD og fekk 6 stikk og 800 út. Ein dubultdekk- ari uppá 2500!! FM-Blandapør Leygardagin 22.nov verður skipað fyri árligu FM kappingini í Bridge fyri blandað pør. Spælt verður í Bridgehúsinum í Havn og byrjað verður kl:14:00. Tilmelding hjá Róa á Rógvu Joensen á 319419 ella í Bridgehúsinum í Havn. B68-formaðurin sigur seg einki kenna til, at nakar av stuðulsleikarunum skal úr felagnum í næstum Allan á odda Støðan í 1.deild 1 2 3 4 5 6 Sum 1 Allan Dal-Christiansen 21 23 25 69 2 Bogi Simonsen 13 20 16 49 3 Dia Jacobsen 9 15 12 36 4 Jóna Grunnveit 17 15 9 41 5 Jórun Johannesen 7 10 21 38 6 HH Bókhald 2 14 18 34 Støðan í 2.deild 1 2 3 4 5 6 7 8 Sum 1 Hallur Ellingsgaard 18 25 56 2 Danny Danielsen 0 23 1 24 3 Gunnar Mouritsen 17 22 13 52 4 Marita Krosstein 9 14 8 31 5 Oli Holm 21 18 18 57 6 Raimund Langgaard 8 16 12 36 7 Eydun S. Olsen 7 17 22 46 8 Sámal P.Johannesen 0 25 12 37 21 Nr. 216 • hósdagur • 13. november 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Stjørnan-Neistin 24-23 (14-13): Gestirnir tóku ikki av Neistakvinnurnar iðraðu seg eftir dystin í Klaksvík, har tær móti dystarenda kroystu heimaliðið heilt nógv, uttan at tær tó fingu nakað afturfyri HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Neistin er í fyrstu atløgu ikki longur partur av odda- stríðnum í bestu kvinnu- deildini. Hetta má vera nið- urstøðan eftir týskvøldið, tá bláu havnarkvinnurnar máttu fara heim við ongum úr Klaksvíkini. Breiddin mundi kostað Tað var tó ikki uttan mót- støðu, at Stjørnan fekk stig- ini. So langt ífrá. Fyrstu løt- una var annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um serliga spennandi dyst, men eftir at Neistin efitr einum korteri hevði fingið skil á verjuspælið hjá sær, fekk heimaliðið ein heilt skarpan gang. Kanska var tað eisini tað, at Neistin hevur ein hóp, sum er væl breiðari enn hjá flestu mótstøðuliðunum. Hetta var sjónligt í Vest- manna fyri stuttum, har Neistin móti dystarenda var um at stjala stig, tá VÍF fór at møðast, og soleiðis var eisini hesaferð. Seinastu løtuna undan steðginum tók Neistin – og serliga Lina Andriulyte – dik á. Fimm mál á – harav fýra frá Linu – sendu Neist- an eitt mál framum, og so var spenningurin av álvara komin í aftur dystin. Spenningurin í topp Stjørnan megnaði tó at svara aftur. Tær togaðu seg eitt vet framum undan steðginum, og fyrstu løtuna eftir hendan lupu tær aftur avstað. Hesaferð varð tjóð- urið frá mótstøðuni tó ikki eins langt, og skjótt tók Neistin at toga aftur. Og so gekk tað heilt javnt á seinastu 20 minuttirnar. Liðini bæði skiftust um at skora, samstundis sum heimaáskoðararnir skift- andi heppaðu liðið hjá sær og skiftandi bitu negl. Og allar seinastu løtuna hevði Neistin so allar møguleikar at avgera. Við tveimum minuttum eftir og einum máli á odda fekk Stjørnan eina útvísing. Tær megnaðu tó at økja um munin, men tá næsta út- vísingin rakti lítla løtu seinni, stóð av álvara á. Neistin hevði við góðum minutti eftir møguleika at minka munin í eitt mál, men tær misnýttu álops- royndina, og so kundi Stjørnan royna at koyra tíðina út. Neistin fekk tó minkað munin einaferð, men hetta var ikki nóg mikið. Tað var Stjørnan, sum fekk loyvi at fegnast um stigini, og gestirnir kundu so bara drýpa høvur og hugsa um, hvat kundi verið. Og í øllum førum kann staðfestast, at tvey stig her høvdu havt við sær, at Neistin framvegis hevði verið væl við í oddastríðn- um. Har eru tær tó hektaðar nakað av nú, og spurning- urin er so, hvørt tær kunnu vinna nakað av tí mista aftur, tá StÍF vitjar komandi vikuskifti. Stjørnan skal tá á vitjan á Giljanesi, og mett eftir fyrra dystinum móti Søljuni er lítið at ivast í, at talan her verður um tvey trygg stig. Dysturin í tølum Stjørnan-Neistin 24-23 (14-13) Málskjúttar Stjørnan: Katarina Stepa- novic 8(4), Annika Ljós- stein 5(2), Joan M. Djor- djevic 5, Bára S. Klakstein 4, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1 Neistin: Simona Dziugyte 9, Lina Andriulyte 7, Ása á Neystabø 2, Rakul August- inussen 2, Lív Sørensen 2, Jórun Ludvig 1 Brotskøst: Stjørnan 10 Útvísingar: Stjørnan 2, Neistin 3 Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Greg- oriusen Ábreiðslu og bót Sum vit skrivaðu í farnu viku, so kærdi Sóljan StÍF, fyri at tær í dystinum millum liðini ikki høvdu skrivað ein av málverjunum á dómaraseðilin fyri dystin. Hondbóltssambandið hevur nú tikið støðu í málinum, og varð úrslitið, at StÍF fær eina ábreiðslu fyri hetta saman við eini bót upp á 500 kr. -jm Katarina Stepanovic tykist koma alsamt betri fyri seg, og týskvøldið var hon høvuðsálitið í álopsspælinum hjá Stjørnuni Mynd: SáH 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 5 - 0 - 1 154 127 27 10 2 Stjørnan 6 4 - 1 - 1 155 118 37 9 3 VB 6 4 - 0 - 2 144 112 32 8 4 StÍF 5 3 - 1 - 1 119 112 7 7 5 Neistin 5 2 - 0 - 3 134 112 22 4 6 Søljan 5 0 - 0 - 5 86 138 -52 0 7 Kyndil 5 0 - 0 - 5 68 141 -73 0 C M Y K 20