týsdagur 22. juli 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 137 — 22. JULI 1997
Gøtumenn sova
væl hvørja nátt
Venjarin lítur á, at nógvu royndirnar hjá spælarunum fara at koma til sjónd-
ar, tá teir í morgin skulu stríðast ímóti europeiska stórfelagnum
Páll Guðlaugsson liggur
ikki í svøvnloysi fyri tað um
liðið hjá honum í annað-
kveld skal spæla í Europa
Cup ímóti einum skotskum
stórfelag, sum seinnu árini
hevur havt størri ætlanir um
vidgongd i Europa, enn teir
hava megnað at útinnt á
vellinum.
Venjarin roknar heldur
ikki við, at spælararnir hjá
honum hava ilt við at sovna,
og hann heldur ikki, at teir
hava nakra orsøk til tað:
— Vit hava fyrireikad okk-
um so væl, sum tað ber til
undir teimum korum, sum
vit nú eina ferð spæla fót-
bólt undir í Føroyum, og so
gerst ikki meiri. Vit mugu á
vøllin fyri at síggja, hvussu
langt hetta røkkur ímóti
Glasgow Rangers.
Góð
Páll Guðlaugsson er sera
væl nøgdur við vikuna í
venjingarleguni, sum GÍ var
á í Lemvig í Danmark:
— Vit vandu sekstan ferðir,
og vit spældu fýra dystir.
tíðindablaðið
Hetta var strevið, men eg
eri sannfærður um, at hetta
hevur givið okkum nógv,
sum vit kunnu brúka bæði
ímóti Rangers, og tá vit aft-
ur skulu kappast ímóti hin-
um liðunum i Føroyum. Vit
royndu ymsar samanseting-
ar og spælskipanir, og tað
var týðuligt, at spælið hekk
alt betri saman. At vit hava
fingið Ossur Hansen afturat
og at Magni Jarnskor nú
fullkomuliga er komin fyri
seg eftir beinbrotid í fjør,
eru stórir styrkir, og hetta
ber við sær, at møguleikarn-
ir í álopsspælinum eru vorn-
ir nógv fleiri, enn teir vóru
frammanundan.
Málið
GÍ venjarin heldur ikki, at
tað er orsøk at skelva í knø-
unum fyri skotska stórfel-
agnum:
— Vit hava einki at tapa
Eingin roknar við, at vit fara
at gera nakað við skotska
felagið, og tað ger, at tað er
eingin orsøk hjá spælarun-
um at vera óneyðugt tyngdir
av uppgávum. Vit hava
Haldgrim bjóðar skot-
um lambsrygg í dag
GÍ formaðurin hevði ikki dugað at ímynda sær, hvat fótbólturin fór at bera
við sær fyri ítróttarfelagið og hann sjálvan
Telefonirnar hava gingið
heitar í Gøtu, síðani tað var
greitt, at GI skuldi spæla
ímóti Glasgow Rangers, og
í Gøtu hava teir undrast á
hvussu tað bar ul at sam
skifta og fyrireika, áðrenn
telefaksið varð hvers mans
ogn
Tá vit høvdu samband við
GI formannin í fyrrakveldið
var alt komið uppá pláss,
sum hevði við heimadystin
at gera, og sum teir hava
nakra ávirkan á
Mjørkin lúrdi
Mjørkin í gjár kundi gera
at skotarnir fóru at verða
seinkaðir ul Føroya, og
mjørkatosid og óttin verða
ikki burtur, fyrrenn dysturin
í annaðkveld er liðugur. Veit
heilt illa vid og veðrið
skikkar sær soleiðis, sum
tað hevur gjørt hesa síðstu
vikuna, so kann tað koma
fyri, at tað verður so tjúkt á
Svangaskarði, at tað ikki fer
at bera til at spæla, men tað
lata vit liggja í fyra umfari
Vit kunnu bara staðfesta.
at fyri féroyskan fótbólt er
tað sera Olagaligt, at UEFA
fyri nøkrum årum sidani
gjørdi av, at innleidandi um
førini í europeisku kapping-
unum skuldu avgreiðast í
juli, tí tá er størst sannlíki
fyri mjørka og harvið vána
ligum floglíkindum í Fer
oyum
I vikuskiftinum hava teir,
sum hava ábyrgd av Europa
Cup í Gøtu verið mest upp
tiknir av, hvussu teir skulu
ferðast til og úr Skotlandi
- Tað er Ofatuligt, at sam
bandið við okkara næstu
grannar ikki skal vera fræg
ari, enn tað er. Vit arbeiða
við at leiga ein flúgvara til
tey umleið 30 ferðafólkini.
sum ætlast at vera í ferða
lagnum niður til Glasgow
og vit kunnu bara staðfesta
at tað verður nógv dýrari at
ferðast niður til Skotlands
enn tað í fjør var at ferðast
til Finnlands. og tað hava
vit vanligu menniskju ilt við
at fata, heldur Haldgrím
Gregersen, formaður í GI
Royndirnar lætta um
Haldgrím Gregersen smíl
isl, tá vit staðfesta veruleik
an, at:tað er við at gerast
ein afturvendandi partur av
summarvirkseminum í Got
u, at teir fyrireika seg og
avgreiða dystir í Europa
Cup
Tá vit fóru undir hetta
fyri nøkrum árum síðani
høvdu vit ongar royndir og
máttu spyrja okkum fyri.
men nú kenna vit nógvar av
mannagongdunum. og tað
lættir nógv um, tá vit skulu
leggja til rættis og t.d. gera
av, hvussu vit skulu sýna
blíðsskap. Vit hava fólk,
sum tekur sær av ferðalagn-
um hjá Rangers, sum býr á
Hotel Føroyum, vit hava
fólk, sum tekur sær av dóm-
arabólkinum., sum býr á Ho-
tel Hafnia, av UEFA mann
inum, sum býr á sama staði
og av teimum 22 tíðinda
fólkunum, sum eisini halda
til á Hafnia
Konan í køkinum
Í altjóða fótbólti er tað síður,
at umboð fyri vitjandi fel
agið ella landið verða bjóð-
að til eina máltíð saman við
umboðum fyri vertirnar, og
soleiðis er tað eisinni, tá GI
spælir í Europa Cup á
heimavelli. Henda sam
koman hevur hint árini ver
ið sama dagin, sum dysturin
hevur verið spældur, men
nú er gjørt av, at samkoman
skal vera í dag
Tað dámar okkum betri
tí harvið verður tað ikki so
tíðaravmarkað, sum tað
annars hevur verið, tá sjálv
ur dysturin hevur verið sam
d dag
Hvar bjóða tit
Vit bjóða umboðunum
fyri gestirnar at koma í GI
húsið. Tað hevur onkuntíð
verið frammi at fara á onkra
matstovu við teimum, men
eg havi hildið, at:vit skulu
vísa teimum akkurát, hvuss
u vit eru fyri, og undanfarin
ár hevur hetta verið væl
dámt
Og hvat bjóða tit teinum ?
Tad hevur verið ett
sindur ymist, men í ár hava
vit lambarygg á skránni
Kona mín, Hallgerð, sták
ast saman við ødrum í kók
inum
Okkara orð í hesum
sambandi eru, at vit mugu
vóna, at leiðararnir hjá
Rangers ikki vera so kræsn-
ir, sum spælararnir eru. Í
Rangers tykjast teir ikki at
taka nakrar kjansir viðvíkj-
andi heilsuni hjá spælarun
um. Í ferðalagnum, sum
skal halda til á Hotel Før
oyum eru fýra kokkar. sum
skulu gera mat til spælarar
nar'
Hvat geva tit leidarunum
afturvid matinum ?
- Sodavatn og veikt øl
Vit hava ongantíð skonkt
sterkari løg Íyri gestunum,
teimum
og vit hava heldur ongantið
verið bjóðaðir nakað sterk
ari, tá vit hava verið í Svø
ríki. Skotlandi og í Finn
landi
Nógvar upplivingar
Nú skal Glasgow Rangers
spæla ímóti GI, og í prát
mum við GI formannin
detta vit aftur á tað, sum vit
onkuntíð áður hava tosað
við hann um
Hevdi tú ímynda tær, at
tit nakrantid fóru at koma
Tad er hent so ómetaliga
nogv uppa so stutta tíð. Í g
havi sagt tað fyri tær fyrr,
og tað ger einki, at eg taki
tað uppaftur. Eg minnist, tá
OB vitjaði í Førøvum í 1965
og teir spældu ímóti Kl í
Gøtu á vellinum, sum tá var
nýggjur. KI stóð seg væl, tí
OB vann bara 2-1. Tá hugdi
gamli Poul Enok upp á meg
og helt fyri, um vit báðir
nakrantíð fóru at uppliva, at
okkara lið fór at gerast so
gott sum KÍ. Hann upplivdi,
at okkara menn vunnu
meistaraheitið, men hann
mundi ikki duga at ímynda
sær, at vit í tydningarmikl-
um dysti fóru at spæla ímóti
besta liðnum í Skotlandi
Eg kann bara siga, at
fótbólturin hevur givið okk-
um nógv áhugavert. Um-
framt allar fremmanda vitj-
anirnar hava vit verið nógva
staðni, har vit neyvan høvdu
komið, um tað ikki var í
sambandi við fótbóltin, og
vit hava hitt sera nógv á
hugavert og fryntligt fólk
Tad er eisini eim partur av
fótbóltsspælinum. heldur
GI formaðurin fyri. jh
virðing fyri teimum, og tað
skulu vit hava, men eg fari
at siga við spælararnar, at
teir skulu á vellin at gera
tað ítarsta fyri at fáa eitt gott
úrslit. Vit fara ikki við vilja
at grava okkum niður í okk-
ara brotsteigi. Enda allir
spælararnir hjá okkum har,
so er tað tí, at Rangers
kroystir okkum hagar, og
tað rokni eg ikki við, at teir
fara at gera.
Hvat er málið hjá tær?
— At vit skulu gera okkara
ítarsta fyri at vera við til at
skapa ein góðan fótbólts-
dýst. Fyri okkum er tað ein
góður dystur, um allir leggja
alt í, og vit megna at verja
fyri at teir koma til møgu-
leikar, samstundis sum vit
hava orku at skapa møgu-
leikar.
Royndu spælararnir
skulu bera liðið
Gøtumenn hava luttikid í
Europa Cup triggjar ferðir
áður, og millum teirra, sum
nú manna liðið, eru tað
nógvir, sum hava verið við
hinar tríggjar ferðirnar.
— Vit skulu brúka roynd-
irnar til nakað positivt, og
eg skal íkki dylja, at eg
rokni við, at spælararnir
sum ofta hava spælt á lands-
liðnum, fara at kenna ser-
liga ábyrgd
A GI liðnum í morgin
verða tað seks spælarar,
sum hava altjóða landsliðs-
royndir, og Sámal Joensen
hevur verið tætt við at koma
á landsliðið. Jens Martin
Knudsen hevur spælt 40 al-
tjóða skrásettar landsdystir,
Øssur Hansen 25, Magni
kamari.
Utgongd til altan er á midhæddini.
Ognin er í góðum standi og er nýmálað
uttan.
Sethús, Heygsbreyt 18, Tórshavn
Húsavídd: Umleid 87 m? í tveimum
Grundeki: 170 m?
Byggiår: 1958
hæddum.
Midhædd:
Kjallari:
Áhugað kunnu venda sær til Føroya Banka í
Tórshavn, tlf. 11350, lokal 1224.
(44) FØROYA BANKI
Sethús til solu
Fyri viðskiftafólk okkara verða niðanfyri
nevndu sethús lýst til solu, um nóg høgt
Randarhús, Millum Gilja 75, Hoyvík
Køkur og stova í einum,
baðirúm, hjúnarúm og 1 kamar.
boð fæst.
Grundeki: 232 m?
Byggiår: 1990
Husavidd: Umleid 60 m? í trimum
hæddum
Midhædd:
Loft: 2 kømur.
Kjallari:
inngongd, vaskirúm/kjallararúm
og íbúð við gongd, køki og
stovu í einum, baðirúmi og
Gongd, kamar, kekur, stór
stova og baðirúm.
Inngongd, trappa til miðhædd,
kamar, fyrrum/kjallari og bilhús.
15
Jarnskor 22, Henning Jarn-
skor 19, Janus Rasmussen
10 og Rúni Justinussen hev-
ur spælt ein landsdyst
Jóan Petur Olsen, Pauli
Jarnskor og Simun Petur
Justinussen hava so nógvar
royndir, at tað man vera lít-
ið, sum kann taka teir av
fótum, og tá tað eru so
nógvir, sum hava roynt so
nógv, so átti tað at gjørt upp-
gávuna lættari hjá Tummasi
Magnussen, Agnari Høj-
gaard, Heina Heinason og
teimum báðu nýggju monn-
unum Magna Jacobsen og
Hans Peturi Petersen.
Tá tað snýr seg um al-
tjóða fótbólt veit Páll Guð-
laugsson, hvat tað snýr seg
um. Hann var venjari hjá
GI, tá teir spældu ímóti
finska FC Jazz í fjør, og
hann var landsliðsvenjari
frá 1988 og fram til 1993. Í
hesum tíðarskeiðnum spæl-
di landsliðið 25 altjóða
skrásettar landsdystir.
So at siga hverja ferð
tóktist mótstðuliðið at vera
ómeguliga stórur biti, og
uppskriftin var tann sama
hverja ferð: Páll vildi hava
sínar menn at geva seg
meiri enn hundrað prosent
í verjupartinum og at taka
av, tå møguleikin fyri at
leypa å var har. Hann dugdi
væl at seta sínar menn upp
til stórar uppgávur. Soleiðis
verður tað ivaleyst eisini í
morgin. Getumenn hava
rætta hugburðin, og teir eru
í góðari venjing. Spurning-
urin er so, hvussu langt hett-
a fer at bera ímóti skotska
meistaraliðnum í morgin
jh