Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juli 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 138 — 23. JULI 1997 tíðindablaðið Frískligur sangur år Áarósa | ALMENN SKEIÐ Kallakórið Quaeduilt Í Norðurlandahúsinum Sunnudagin 20. Julí kl. 15 Jákup Olsen stjórnaði Ummæli munnu hava givið mongum manni hevuð- brýggj og andvekur Ikk: tað at:skriva sjálvt ummælið. Tað hevur ikki altíð tað nógva upp á seg Hevur tú nakað upp á hjarta, er oftast lítið fyri at festa nøkur veingjað orð á blað Men tað at byrja upp á ummælið! Tað er slettis ikki bara sum at siga tað! Tað kann vera eitt eljustríð Her er tað, at tú mangan kanst renna teg fastan og fella í koma framman fyri telduni Ja, tít vita: hvussu í víðu verð bert tú teg nú at, skalt tú ikki fella fyri freistingini at brúka útslitnar klichéir, vendingar og orðafelli, sum hundrað og uppaftur hundr að ummælarir undan tær hava brúkt. Ella válka tær í tí romantiska og stórbæra Tað, vit føroyingar elska og dyrka til tann milda grad Konsertummælini fyrr á døgum kundu mangan vera heilt stuttlig at lesa: fastur táttur var, at ummælararnir søgdu frå veðrinum undan konsertini og eftir konsert- ina (havi ongantíð funnið útav hví), hverjum klæðum publikum var í, hvat teim- um dámdi málningarnar hjá Villiami, hvussu gekst við hoynum og skurðinum, onkur hevði vist borið eyga við eina tvílembu nú ein dagin fyri at:tað ikki skal vera lygn - og oftast sera, sera lítið um sjálva konsert- ina! Onkursvegna tyktist tað hava meir at siga, nvussu langt sólin nú hevði skákað sær vesturá, tá ið konsertin var at enda kom- in, og fólk var komið útum aftur Ringt kann tískil vera at koma úr tí vananum, at tú líkasum eigur at leggja fyri við onkrum mergjandi, rám- andi, víkingakendum, stór bærum - og útslitnum. Tað hoyrir til Nú sunnudagin sungu hasir føroysku „árhusisku“ kallarnir í Norðurlandahúsinum - has- ir har, sum tú kanst kalla tað, tær lystir. Og haldið mær til góðar - eg kann ikki gera vid tað: men eg má barasta sleppa at skriva í innganginum, at tað grør um gangandi fót! So, nú fekk eg sagt tað Ja eg veit, eg veit. Tað finst valla eitt skot her á landi, har tað ikki grør um gangandi fót (kanska á Beinisverði ella nordantil á Kirkjubøreyni - haldi eg) Men álvaratos: taka vit før- oyskt kórlív, so grør sann- ihga um gangandi fót. Í hverjum heraðshorni. Ikki minst ímillum útisetarnar Nú so mangir føroyingar búleikast aðrastaðni, og ser- liga Niðri, stinga nýggj før- oysk kór seg upp sum hundalond ymsastaðni í Danmark. Eitt heilt nýtt fyribrigdi er komið í tí okk ara sosiala strukturi, og tað verður rópt útisetakór. Hesi seinastu árini hava útiseta- kórini fingið alt størri tydn- ing fyri kórlívið i Føroyum, og allir hesir syngjandi åti- setar eru stór tilgongd til kórini í Feroyum. Nú eru teir eisini farnir at skipa fyri síni egnu kórstevnu Niðri Ganga nýggja leiðir Tað var júst Kallakórið Quaeduilt - syngjandi før- oyskir menn á árhusleiðini - sum tók stig til hesa kór- stevnu. Teir eru kanska feskasta og eitt tað besta dømid um, at føroyskir menn eru aftur farnir at syngja í manskóri, og tað so ruddiliga eisini. Arhus- isku kallarnir fíra heldur ikki fyri at ganga nýggjar leiðir, samstundis sum teir eru trúgvir ímóti okkara gamla arvi. Hetta ber sakt- ans til at kombinera! Tú torir næstan ikki at „skriva tað hart“, men: við- hvert er tað vælsignað, at feminisman ikki rættiliga hevur fingið fótin fyri seg í Føroyum. Hvat eg billi mær inn? Jú, fyri manskórini er tað gott. Haryviri „hjá okk um“ (í Sveríki) tekur mong kvinnan sær beinleiðis tykni av, at nakar syngur í mans kóri. Tær halda tað vera provokerandi! Skítbýtt? Ja, tað er ikki orðið...! Føroyskir menn sleppa so hóast alt at syngja í mans kóri, uttan at Kvinnufylk ingin kemur eftir teimum Gamalt og nýtt Kallakórið Quaeduilt hev- ur eina grundskrá, sum fevnir um: 1) førøyskt tilfar (gamalt og nýtt) og 2) rytm- iskt tilfar. Hetta er sera góð- ur blandingur, tí er kórið ikki stórri enn 16 mans, er beinanvegin mark fyri, hvussu nógv tú kanst vari- era dynamikkin og klangin Og tú verður skjótt til frens, skalt tå bara síta og lurta eftir „teim góðu, gomlu“ sangunum eina heila kon- sert á tamb. Ella fyri tað rytmiskum sangum. „For- andring fryder”, sum sagt verður á góðum føroyskum. „Lagom ár búst“, siga svenskarir. „Mádelig pøl- se...“, plagdi Kálvur Lítli at siga. Osfr. osfr (Forrestin: hví stava vit Kálv Lítla við stórum stav um??) Sjálvur haídi eg, at mergj- andi sangir sum „Odn“ krevja eitt størrt kór enn Kallakórið Quaeduilt, so tað er gott, at:teir leggja dem á meira serenadukendar sang- ir sum „Prúða land“ og „Dýrd á vík og vág“ og so tað rytmiskta tilfarið. Hin- vegin hoyra hesir stórbæru sangir við til almennmentan føroyinga (onkur lesari man minnast aftur á orðini hjá professar Debes frá skúla- tíðini í í Hoydølum) Skal vera við Og sum kórleiðarin Jákup Olsen so rámandi tók til: eitt og hvert kór við virðing fyri sær sjálvum hevur „Dýrd á vík og vág“ á skránni. (Vit havnarmenn halda tað eyð- vitað vera reint blasfemi at syngja tann sangin við norð- anúttalu „su“ - skammist! - men tað er so ein onnur søga). Hasir sangirnir skulu vera við, tað er einki at kjak- ast um Kallarnir gjørdu rætt, tá ið teir sungu „Lítið yvir Før- oya land“ so mikið lyriskt Sangurin var leingi eitt av fMaggskipunum“ hjá Havn ar Sangfelag (Gunnar Mik kelsen gjørdi lagið), og stór ur vandi er fyri, at sangir av hesum slagnum kunnu ger ast fótatraðk og fullamanna sangur. Róp og skrál, stutt og greitt. Tí er gott og neyðigt, at summi kór royna at fáa tað lyriska fram, sum hóast alt er at finna eisini í hesum hábærsligu fostir landssangunum. Manskór (serliga tey íslendsku) eru annars kend fyri at syngja upp á tveir mátar: hart og heilt forb... hart. Kallakórið Quaeduilt varieraði væl Í nýggjan búna Eisini kann vera neyðigt, at hesir gomlu sangir verða latnir í nýggjan búna av og á, skulu teir yvirhøvur liva ímillum ungfólk og ikki enda á hillini fyri køvisliga húðarskógvamentan“ Hendir tað, eru teir deyða- dømdir. Og nógvir teirra eru alt ov góðir til tess. Teir eiga at vera hvers mans ogn Onkur av „teim góðu. gomlu“ fekk modernað harmoniir í ..Boðar tú til all ar tjóðir). Og tað ger ikki petti. Tvørturimåti Føroyskur poppur var eis ini á skránni. Bæði gamli klassikarin „Heimkoman (kórleiðarin Jákup Olsen hevði meistarliga sett út einfalt men sera effektfult fyri kór og tríggjar fingrar) og „Kveld á Tinganesi” hjá lerja Rasmussen. Hans Pauli Tórgarð hevði við sera hepnari hond sett út. Før oyskir útsetarar gerast bæði fleiri og dugnaligari so hvert Í vetur gav Útvarp Føroya út barnafløguna „Meg minnist eina mynd“. Eg sat eina góða løtu og flenti í kíki at måtanum, sum teir báðir Súni Danielsen og Jákup Veyhe høvdu vidgjørt „Pápi mín, hann strevar og hann stríðir“. Teir hava eis ini føroyskad gamla swing klassikaran Java Jive á sin heilt sermerkta hátt („Kaffi og teg"), og eg voni sanni liga, at teir fara at gera meir við tað! Vit kunnu ongantíð fáa ov mikið av hasum á Tíbetur hugsa vit ikki so nógv um tað í dag - men fyri bert tíggju árum síðani hildu vit øll, at á føroyskum kanst tú bara tosa um torv- skurð útróður, og tú kanst slettis ikki syngja rytmiskt! Tessvegna sungu vit mest- sum alt rytmi -kt á annað- hvert donskum ella eing- ilskum. Alt uttan Eitt Sunnukvøld og Rasmus Linje 3 á førøyskum? Nei, ert tú byttur, tað ber ikki til Føroyskt er ov stivt. Gingu vit sum dummir hundar og trúðu Í so máta hava vit broytt hugburð til tað betra. Og Kallarnir og onnur kór gera sanniliga sítt til, at føroyskt alt stórri mun ver ður mál føroyinga á øllum økjum Ikki bara i finistovu Kallakórið Quaeduilt spennir sera víða, frá tí meira barbershopkenda til Kings Singers. Hetta at skifta ímillum so nógvar ymsar stílir krevur nógv bæði av heilanum og ikki minni av røddini. At syngja í einari stúvstappaðari Klingru er heldur ikki lætt tað verður sera turt harinni At onkrar akkordir vóru falskar, og onkur sangur heyði hug at kiksa, man vera tað. Shit Happens Tað er at vóna, at kallarnir fara at gera meira við tað, at vit fara at hoyra teir aftur í Føroyum, og at onnur sangfólk fáa brell Og hetta skuldi vera eitt stutt, konsentrerað ummæli, og eg lovaði mær sjálvum við plikt og bót, at eg skuldi ikki fara at roksa um alt møguligt! Eg meini tað Har síggja tit sjálvi, hvussu torført tað er at ummæla nakað sum helst í Feroyum Heri Eysturlíð 1997-98 Nokur fá pláss eru eftir á próvtoku- skeiðunum í enskum. a) Skeið til Cambridge First Certificate in English byrjar á Føroya Landsbókasavni 3. sep- tember í einum flokki við undirvising miku- dag kl. 9.00—12.00 — Fortreytir: 10. flokks stødi ella tilsvarandi kunnleiki, åvisur førleiki í at nýta málið, talað og skriva. Lærarar: Sharon Christiansen, M.A. / Tórður Jóansson, MA, PhD. b) Skeið til Cambridge Certificate of Profi- ciency in English byrjar á Føroyamålsdeildini 3. september í einum flokki við undirvísing mikudag kl. 13.00—16.00. — Fortreytir: Staðið »First Certificate«, stu- dents-, HF-, HH-prógv ella samsvarandi. Lærarar: Kalpana Vijayavarathan, M.A., M.Phil. / Tórður Jóansson, MA, PhD. Pråvtøkurnar í enskur verða í mai/juni 1998. Nágreiniligari upplýsingar og tilmeldingarblød er at fáa á setursskrivstovuni: Tilmeldingar- freistin er sett til 8. august 1997. Næmingatal- ið er avmarkað, næmingar verða upptiknir, so hvert tilmeldingarnar koma inn, til talið er fult. — Tilmeldingargjald er 550 kr. Fyri próvtoku í First Certificate gjalda næmingar 600 kr. og fyri próv- tøku í Proficiency 700 kr. Fyrivarni verður tikið fyri meguligum broyting- um. FRÓÐSKAPARSETUR FOROYA Setursskrivstovan, tif. 15302 Handan Á 5, 100 Tórshavn FØROYA FELAG MÓTI KRABBAMEINI SUMMARFRÍ Ráðgevingarstovan er stongd vegna summarfrí, frá 28. juli og til og við 25. august. Hús ella stór íbúð ynskist til leigu Vegna eitt av starvsfólkum okkara verð- ur sekt eftir húsum ella stórari íbúð í Tórshavn skjótast til ber. Vinarliga ring á tlf. 1-1133 lok. 206 ella á tlf. 1-6415. P/F Statoil Lýsið í SOSialinum