mikudagur 23. juli 1997síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið
138 — 23. JULI 1997
Laudrup: Vit hugsa
bara um gøtumenn
Danski liðformaðurin hjá Glasgow Rangers heldur tað á sín hátt vera tor-
førari at spæla ímóti GÍ enn ímóti Ajax Amsterdam ella Juventus
Tad ber ikki tl at fáa hann
it tosa um IFK Gøteborg
av slagnum
Glasgow
sum vinnarin
ímillum GI og
Rangers skal spæla ímóti
Øll vita. at IFK Gøte-
borg er eitt stórt felag. sum
ofta hevur staðið seg sera
væl í europeisku kapping-
unum. Eg spældi í míni tíð
í Brøndby ímóti teimum í
Europa Cup, og tað gekk
væl. Vit vunnu 2-1 í ítróttar-
parkini í Keypmannahavn
og 1-0 á Nya Ullevi í Gøte
borg. Men nú er tað altso
ikkr svenska liðið, sum tað
snýr seg um. Vit hugsa bara
um Gøtu og GI. Tad er av-
bjóðingin í morgin og kom-
andi mikudag. Eg rokni við,
at um vit hava rætta hug-
burðin, so fara vit at vinna
Men endaliga úrslitið fyri-
liggur ikki fyrrenn báðir
dystirnir eru avgreiddir, og
tað er sera, sera týdningar-
mikið fyri okkum at hava
tað í huganum alla tíðina,
so vit hava rætta hugburðin
Bæði beinini
á jørdini
Tað er Brian Laudrup, sum
eigur orðini omanfyri. Vit
settu honum stevnu í mót-
tøkuni á Hotel Føroyum í
gjáramorgunin. Rangers
spælararnir komu ein eftir
annan frá morgunmatar
borðinum og danska
heimsstjórnan var bæði
fyri Laudrup
fyrikomandi og vitugur
Tað ljóðar kanska eitt
sindur undarligt at siga so.
og tað skal skiljast rætt, men
á sín hátt er tað torførar: at
fyrireika seg at spæla ímóti
GI, enn tað er at spæla ímóti
heimskendum stórliðum
sum td. Ajax Amsterdam
og Juventus. Tá tú spælir
ímóti teimum, er eingin
vandi fyri, at allir spælarar-
nir ikki hava hundrað pro-
sent rættan hugburð. Tá tú
spælir ímóti einum lítið
kendum liði úr einum lítlum
landi, so lúrir vandin altíð
fyri, at tú tekur uppgávuna
lættari, og so er vandi á ferð.
Í fótbólti á tí stødinum, sum
vit spæla, er neyðugt hverja
ferð at vera eyðmjúkur fyri
næstu uppgåvuni, og hjá
okkum er tað also GI miku-
kveldið
Eina ferð spælt
ímóti føroyingum
Brian Laudrup heldur seg
ikki kenna serliga nógv til
føroyskan fótbólt, men
hann roknar við, at talan er
um støduga framgongd
Nu hevur føroyska
landsliðið verið við í altjóða
kappingum í nøkur år, og
so vitt sum eg skilpi. so eru
tað eisini nøkur ár síðani,
at feløgini fóru í Europa
Cup, har Gøta hevur nógvar
royndir. Eg vet, at Allan
Simonsen er landsliðsvenj-
Tekur tað sum herðaklapp, at Glasgow
Rangers hevur valt hann at vera liðformann
Tað er ein søgulig løta, tå
( gow Rangers og Briar
Svangaskarði kvøid
Hetta er fyrsta ferðin, at
Brian Laudrup er liðfor
naður hjá Rangers, og hetta
fyrsta ferðin
hevur ein liðformann, sum
íkki er úr Skotlandi
Rangers skiftir ikki lið
rmann á hvørjum degi
Tey síðstu fimtan árini hava
tveir spælarar havt ålitiss
tarvið, so tað verður lagt til
merkis, tá em nýggjur fær
bindið
Broytir einki
Brian Laudrup dylur ikki,
at hann kennir tað sum eitt
herðaklapp. at stjórin í fel
agnum hevur gjørt av, at
hann skjal vera liðformað
ur
Hetta er íkki nakað, sum
i gingið og hugsa um
3
eg hav
men tá tað varð heitt á meg
so kendi g tað sum eina
eftir at hava hugsa
f(
tað keg av
Hvat merkir hetta fyri
… +
I spælinum skuldi tað
helst einki merkt. Teir hava
valt meg, tí eg eri tann, sum
eg eri. og eg ætli mær at
vera tann. sum eg altíð havi
verið á vellinum. Tað eru
nøkur praktisk viðurskifti,
sum tú skalt taka tær av, Ld
tá samráðingar eru um bon-
us skipanir. Eg havi verið
liðformaður á landsliðnum
einar tvær ferðir, so eg veit,
hvat tað snýr seg um
Eg havi verið í felag-
num í trý ár, og at felagið
nú hevur valt meg til lið-
formann taki eg sum eitt
tekin um, at teir hava hildið,
at eg havi verið eitt sømiligt
umboð fyri teir á og uttan
fyri vellin, og tað eri eg
sjálvsagt glaður fyri
- Tad er á sín hátt torførari at fyrireika seg at spæla
ímóti GÍ enn móti heimskendum stórliðum, sigur Brian
Laudrup
ari, og tað skuldi borgað fyri
góðum fótbótlsskili
Sjálvur hevur Brian
Laudrup eina ferð spælt í-
móti føroyingum. Tað var í
oktobur 1990, tå Danmark
í stúgvandi fullari ítróttar-
park í Keypmannahavn
vann 4-1, og Allan Mørkøre
javnaði til 1-1
Eg minnist tad væl
Hetta var beint aftanå, at
Føroyar høvdu vunnid 1-0
á Eysturriki í Landskrona,
og eg má siga, at føroying
arnir løgdu alla orku i
I dystinum i Lands-
krona gekk betri hjå dønum
men tå var eg ikki við, ti eg
spældi ikki á landsliðnum i
eina tíð
Rangers er
íkki á t
Brian Laudrup heldur ikki,
at liðið hjá honum er so gott
nú, sum tað hevur møgu
leika at:blíva við tí mann
ingim, ið teir hava
Felagið hevur keypt
nógvar nýggjar spælarar í
summar, og tað tekur sjálv
andi sína tíð at samanspæla
eitt lið. Vit hava ikki spælt
so nógvar venjingardystir,
so tað sigur seg sjálvt, at vit
eru ikki samanspældir enn
Men er tað ikki ein bági
at tit hava spælarar so nógv
staðni frá í heiminum ?
Eg skilji væl, hvat tú
hugsar um. Vit eru fleiri
norðurlendingar, og vit hav-
a italiumenn, hollendingar
og spælarar aðra staðni frá,
umframt úr Onglandi og
Skotlandi
Fótbóltsmentanin og
fótbóltsuppalingin er ymisk
ymsa staðni, og tað ávirkar
Men vit arbeiða alla tíðina
fyri at finna rætta stílin. Og
í tí sambandinum má eg sig-
a, at mítt sjónarmið er, at
tað er sera týdningarmikið,
at vit varðveita nógv av
skotsku fótbóltsmentanini
Spælararnir koma ymsa
staðni frá, og teir hava allir
síni góðu vørumerki. Tí er
tað, at felagið hevur keypt
teir, og so er uppgávan at
fáa tað besta alla staðni frá
samantvinnað við tí skots-
ka, sum altíð eigur at vera
tað berandi
Tað tekur tíð at
finna javnvágina
Brian Ludrup heldur, at fót-
bólturin kring allan heimin
og serliga í Europa fram
vegis er nógv merktur av
avgerðini, sum fyri fáum
árum síðani varð tikin um,
at spælarar eru ikki bundnir
av felagnum, sum teir hava
spælt i. tá sáttmáltíðin er
lokin. og av broytingunum
sum hava við sær, at ongar
avmarkingar eru í talinum
av útlendingum. sum kunnu
vera á einum liði
Øll felag tykjast ávirkað
av broytingunum, og tað eru
ivaleyst fleiri útlendingar á
nógvum liðum, enn tað fara
at vera um nøkur ár. Td. hjá
okkum í Glasgow Rangers
er tað sera týdningarmikið
at varðveita skotska sam
leikan, tí hóast felagið hevur
nógv viðhaldsfólk kring all
an knøttin, so fara tað altíð
at vera tey í Skotlandi, sum
fara at bera felagið, og ti
eiga tey at kenna sínar egnu
á liðnum
Úrslitini skulu
koma beinanvegin
Nú fóru vit so víða í fót
bóltsprátinum. Tá vit venda
aftur til GI og dystin í kveld,
hevur Brian Laudrup hesa
viðmerkingina, áðrenn hann
og hinir í hópinum fara ein
gongutúr í mjørkafylta mið-
býnum í hevuðsstaðnum
Vit hava knívin á bark
anum alla tíðina. Vit noyð-
ast at spæla dystir fyri at
samanspæla liðið, men
samstundis verður roknað
við, at vit fáa góð úrslit, og
tað vita vit. Felagið hevur
gott umdømi, og tað heyði
ikki verið væl dámt, um vit
ikki fáa eitt gott úrslit ímóti
GI. Tí er tað, at vit bara
hugsa um dystin í kveld
Hava vit rættan hugburð. so
vinna vil. Og eg røkni við,
at hugburðurin verður hin
rætti. Tað krevur Walther
Smith av okkum, og vit fara
at gera alt, sum ber til at
gera fyri at vinna. = jh