Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. juli 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

internet: http: me Vare es p TEE Hvar er kappingin? Oddagrein DIMMALÆTTING iublar yvir gongdina å trygging- armarknadinum. Nu fåa vit veruliga kapping, sum rakar okkum øll og hon kunnger, at i framtíðini fara vit at kunna velja og vraka. Vit, tað er brúkarin, og vit her á blaðnum kunnu bert vóna, at Dimma fær rætt í sínum spádómi. Dimmalætting tekur eisini aftur í tað, sum vit skrivaðu í oddagrein herfyri, um vandan fyri, at fría kappingin gjørdist ein hvervisjón, av ti at partarnir hava lyndi til at býta marknaðin millum sín. TAÐ var ikki bara okkara meining at taka mótið frá teimum, ið nú gleða seg til bíligari tryggingar og til betri tænastur, ið vit skrivaðu soleiðis. Vit vildu bert ávara brúkaran í góðari tíð, tí tá sam- anum kemur, er tað brúkarin og bara hann, ið kann ansa eftir, at talan verður um veruliga fría kapping. Hetta er galdandi á tryggingarmarkn- aðinum eins og á ødårum marknaðum. Og hetta er uttan mun hvussu vit lóggeva um kappingarreglur og kappingarmoral. Oddagreinin var sostatt ein ávaring til foroyska brúkaran. VIT halda ikki, at vit hava gjørt ov nógv av, tí líta vit okkum íkring í samfelagnum og kanna eftir, hvussu staðan er, har vit skulu eitast at hava fria kapping. kunnu vit spyrja, hvussu myndin sær út. Vit kunnu spyrja, hvussu tað stendur til við kapp- ingini uppá prísir og tænastustødi. HVUSSU stendur til við kappingini á peningamark- naðinum? Verður útlánsrentan eitt nú til sethúsalán ásett í fríari kapping millum peningastovnarnar? Hvussu er vorðið á flutningsmarknaðinum? Verða farmagjøldini millum lond ásett í fríari kapping mil- lum skipafeløgini? Hvussu stendur til á flutnings- marknaðinum fyri ferðafólk? Verða prísirnir á ferða- seðlum ásettir í friari kapping millum flogfeløgini? Hvussu stór er kappingin millum bøndurnar á mjólkar- og kjøtmarknadinum? Her eru fleiri hundr- að, ið kappast, og kortini kosta oksa- og skerpikjøt og mjólk tað sama uttan mun til, hvar tú keypir. Hvar er kappingin millum advokatarnar, tann- læknarnar, læknarnar, grannskoðararnar? Tað er annars ríkiligt til av hesum høgtlærda fólki, sum hvert í sínum lagi virkar í sokallaðari liberalari vinnu! Hvussu er í veruleikanum vorðið við prís- ásetingini á fiski? Er hon frí? Eru vit til reiðar at liberalisera á hesum eki og til at sleppa teimum hálovaðu fríu marknaðarkreftunum leysar? Valdar ikki á hesum oki sami dupultmoralur, sum á ollum økjum, ið skulu eitast at virka eftir marknaðar- búskaparligum meginreglum? TAÐ er okkum púra óneyðugt at svara hesum spurningum, tí føroyski brúkarin kennir svarini eins væl og vit. Tey einastu oki, har vit hava fría kapping, eru handils-, tænastu- og handverksøkini. Her tykist tað, sum um vit veruliga hava fría kapping og tann brúkari, ið er úti um seg og er tilvitandi, sum dugir og gevur sær stundir at leita og at samráðast, kann fáa veru ella tænastu á hægsta góðskustigi fyri ein sera rímuligan prís Soleiðis átti tað at verið á ollum økjum og vit vóna sjálvandi, at soleiðis fer tað eisini at verða á tryggingarøki og á peningamarknaði framyvir. Nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer. Sosialurin Marjun Dalsgaard Ábyrgdarblaðstjóri: | Blaðstjórnarfulltrúi: Jan Muller | Randi Jacobsen Fyritaksstjóri: Krisjan Dæhi Blaðfólk: Lýsingar og sela: Áki Bertholdsen, Eiríkur Lindenskov, Dagny Joensen, Grækaris D. Magnussen Eyðun Klakkstein, Ljósmyndari: Jens Kristian Vang Utgevari, uppseting og prent: Telefon: 11820 Så Sosialurin Telefax. 14720 Bústaður: Argjavegur 26, Argjum Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn | e-mail: sosialur & olivant.fo Globala paradoksið å Lydarsvegi Tad kann sigast so stutt um etikkin hjå Klein- smidinum aftur ímóti etikkinum hjá okkum ødr- um sum starvaðust sum blaðfólk tå i 80-årunum: Medan eg striddist vid at kanna peninga-vidur- skiftini hjå monnunum aftan fyri Global, striddist Dan Klein vid at kanna hverjum undirbuksum teir gingu i. Og tad beindi målid inn å heilt adrar og nyggjar leidir og gjørdi ein enda å ti eisini, soleidis at eg fekk ongantid veruliga ogreitt frå, hvussu Global-skipini vórðu figgjad. Hetta visti eg og veit tad enn. Tad Globala paradoksid å Lydarsvegi gjørdi sjålvt ein enda å Global-måli- num. Lat meg einaferð med alla sláa fast, at tað var ikki Dan Klein, blaðstjóri á Oyggja- tíðindum, sum loysti upp fyri Global-knútinum, men tað gjørdi undirritaði. At blaðstjórin so fekk ein dóm í hesum máli, er ikki tí hann hevði gjørt nakrar avdúk- ingar, men tí onkur sendi honum eitt bræv við skuld- setingum sum Klein-smið- urin so setti í blað sítt og fekk dóm fyri. Og skuldset- ingar og gitingar muna einki í einum rættarsali. Føroya fólk er nú seinastu mongu árini fløskad upp við, at Klein-smiðurin á Lýðarsvegi er tann stóri av- dúkarin í Global-ævintýr- inum, og aftur og aftur hev- ur hetta verið nevnt í grein- um og lesarabrøvum hans- ara, at tað var hann sum loysti upp fyri øllum: ørvitis- skapinum tå i 80-årunum, og nú er hetta so væl og virðiliga prentað inn í hvønn bolla í landinum, at fólk eru farin at trúgva Klein-smiðinum á Lýðars- vegi. Dagblaðið avdúkaði Men tað stendur fast, at fyrsta avdúkingin stóð at lesa á baksíðuni á Dagblað- num og maðurin aftan fyri tað greinina var undirritaði Global-konsernin stóð at bresta, og Dagblaðið stóð at bresta og blaðstjórin, Oli Breckmann, sum tibetur ikki var heima, tá ið sann- leikans tími stóð at:lesa í Dagblaðnum um Global skipini, fekk ikki tendrað sær eina sigar fyri telefon uppringingum, tá ið hann var aftur á Dagblaðnum eft- ir ferð niðri í danska Fólka tinginum. Tá stóð so at lesa í blaðnum eftir, minniliga greinin frá neyndini í Glo bal Chemical Tankers Global aftur á slættan sjógv! Forboð Tá ið eg so hevði skrivað mína fyrstu grein í Dagblað- ið um Global-skipini, at har var farið at ridla og parts- reiðarirnir høvdu fingið sína fyrstu rokning, fekk eg for- boð at skrivað nakað og seta tað í Dagblaðið, uttan so tað hevði ligið inni á skrivi- borðinum hjá blaðstjóra- num, áðrenn tað fór til set- ingar Eg átti kanska ikki at gjørt tað, men eg tók tað sum eitt fornermilsi, at eg ikki slapp at seta mínar greinir í Dag- blaðið uttan at blaðstjórin hevði sæð tær, og ringdi til Kleins-smidin um eg ikki kundi sleppa at skriva nakr- ar greinir í Oyggjatíðindi. Jú, gamaní, svaraði hann Og har sótu vit báðir so eftir arbeiðstíð og skrivaðu einar fimm-seks forsíður til Oyggjatíðindi. Eg hevði skrivað greinirnar, áðrenn eg kom niðan og Dan Klein setti seg so við telduna at føra tær inn. Tá var Oyggja tíðindi eitt framkomið blað við teldu til bladfølkini, men nú er søgan tíverri ein heilt onnur, men lat tað fara í hesum umfari Minnist, sum var tað í gjár, hvussu ræddur eg var fyri at blaðstjórin á Dag- blaðnum, Óli Breckmann, fór at finna út av hesum síðulopi. Eg havi ongantíð síðan spurt hann um tað, men eg hugsi ikki, at tað hevði nakrar fylgjur fyri góða samstarv okkara tå Nakað nýtt Hesar góðu søgur á forsíð uni í Oyggjatíðindum og mín inside vitan um Global- bygnaðin á so at siga øllum økjum sum eg hevði ognað mær frá góðum keldum, fingu so eisini ein enda, men hetta opnaði upp fyri nøkrum heilt nýggjum i føroyska blaðheiminum sum var óhoyrt tá, at blað fóru nú at avdúka. Og nakað eftir hetta kom so blaðstjórin á Oyggjatíð- indum í rættan avdúkingar- hýr og setti eitt skriv í blað- ið um Global sum hann fekk sendandi, og tá kom eldur í, tí hetta vóru neyvan av- dúkingar, men gitingar og skuldsetingar undir alt mark. Síðan fór tað rættiliga at mala fyri blaðstjóranum, tå ið hann varð stevndur, og tað er neyvan nøkur grund at koma fram við tí aftur her, tí hetta kenna fólk flest Og tá kom eisini fram munurin á einum seriðsum blaðfólki og Klein-smiði num Meðan eg stríddist við at kanna peningaviðurskiftini hjá monnunum aftan fyri Global, fór Dan Klein at stridast við at kanna hvørj- um undirbuksum teir gingu t Paradoksini So einkult kann tað setast upp, og nú koma vit ersini til tað tiltikna paradoksið sum Finnur Helmsdal setti fram í sjónarmiðnum í blød- unum herfyri Sitat: Tad er eitt nokkso tragikomiskt paradoks, at sjónvarpsstjórin og hans- ara, sum hava sum adal- fråmerki at avsiga Dan, setir fólk at ásanna, at Dan hevdi grein i sinum måli, bert var arbeiðsháttur blað- stjórans ósemiligur Hvarí liggur tað tragi- komiska paradoksi, tå ið eg beint ådrenn havi skrivad um etiska munin, kundi vit av røttum spurt harra Finn Helmsdal og eisini Dan Klein, sum so gladbeintur siterar ítróttarskrivara sín í greinini: Tá bert øvundin er eftir Angri Og nú í dag, tå ið vit kenna søguna um Global, angri eg, at eg ikki læt blaðstjóran á Dagblaðnum lesa mínar greinir og so vóna, at hann fór at góðtaka tær, tí so hevði tað ikki endað soleið- is sum tað endaði, heilt giv- ið Tá ið Dan Klein fór at stíla fyri, beindi hann málið inn á heilt aðrar og nýggjar leiðir og gjørdi ein enda á ti eisini, soleiðis at eg fekk ongantíð veruliga greitt frá, hvussu Global-skipini vórðu fíggjað. Hetta visti eg og veit tað enn. Tað Globala paradoksið á Lýðarsvegi gjørdi ein enda á Global-málinum, og tað sigur seg sjálvt, tí hann var ikki pápi at tí og visti einki sum helst um fígging, og kundi tí heldur ikki taka dagar ímillum skuldseting og avdúking. Vit vóru førir fyri tí á Dagblaðnum, sum gekk væl tá miðskeiðis í 80- árunum Nú heldur onkur kanska, at eg komi sum ketta úr høvdatrog, men gott tað sama, tí hetta er ikki skuld- seting, men ein seinkað av- dúking Ólavur í Beiti 22.7.97 Minnist til haldaragjaldið! | |