Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-07-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 1997síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

há lf tíðindablaðið 5027 Nr. 142 — 31. JULI 1997 Vestmenningur fingu vånaliga byrjan men teir vundu burtur úr øllum hinum Teir á Havnarbátinum vildu ikki fara á pallin eftir FM silvurkrónunum, sum landsstýrismaðurin skuldi handa teimum Eyndast tað okkum at end. frammanfyri Havnar bátin á Glavsøku, so eru vit FM vinnarar, og tað fara vit at fegnst eins nógy um, sum vit hava gjørt, tá vit hava vunnið hini meistaraheitini Soleiðis segði Bárður Ni- elsen, formaður umborð á Vestmenningi undan róðrin um ólavsgkuaftan, og tað var sjón fyri søgn, at vest- menningar vóru fegnir um bæði sigurin á Olavsøku og FM sigurin, tá tað lítla løtu eftir 10-mannafararóðurin varð kunngjørt, at Vest- menningur heyði vunnið I slíkari løtu er tað hug- takandi at eygleiða atburðin hjá ymsu mannigunum. All- ir hava teir spent seg út og vant við tí fyri eyga at vinna lavsøkur6durin, og bæði vestmenningar og havnar menn hava dagarnar upp indir Olavsøkuna vóna, at r fóru at vinna. samstund- ti nhrotin Vestmenningar lupu upp i bátinum, og vestmenning- ar kring róðrargkið háls fevndust. Umborð á Vest menning: sást lítið til mød- ina. men sjálvsagt vóru teir troyttir. Umborð á Havn- arbátinum lógu teir fram á árarnar, og tå var eyðsýnt, at teir vóru sera vónbrotnir yvir ikki at vinna 6lavsøku- róðurin og harvið FM heitið, sum fleiri hava sagt, at teir vóru verdugir til Tænir ongum endamáli Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður í mentamálum, handaði ognarsteypini til FM vinnararnar og ólav- søkuvinnararnar Hann handaði eisini heiðursmerki til næstbestu og triðji bestu manningarnar, men tá hann bað manningina á Havnar- bátinum koma fram at taka ímóti silvurkrónunum í FM kappingini fór eingin á pall- in Tá vestmenningar trinu pallin fyri at taka ímóti gull krónum og steypum, vóru nógv ýl at hoyra, men hetta ktist ikki at nerva gleðina hjá manningina á og við- haldsfólkini hjá Vestmenn ingi Tad er vanligt, at ein stutt røda verður hildin, áðrenn steypini verða handað, og í ár var tað litið Vilhjálmi Gregoriussen upp í hend urnar at halda røduna. Hon var áhugaverd og í fleiri stødum upplýsandi, men spurningurin er, hvørjum endamáli tað tænti, at av- gerðin, sum dómsneyndin tók um umróður á Kolla- firði varð drigin fram við hetta høvid. Skálabáturin bragdligur Undan G6lavsøkuni varð nógv gjørt burturúr, at øll tey fimm 10-mannaførini høvdu møguleika at vinna, og tað térnaði akkurát so spennandi út, sum spátt varð frammanundan Skálabáturin leyp avstað Teirra taktikkur var so at siga at køva hinar. Teir komu hálva bátslongd fram- um, og teir hildu seg fremst- ar fyrstu tvey hundrað metr- arnar, men so kom til sjónd ar, at venjingarstødan var ikki nóg góð Onkur helt, at tað var bara gott, at Skálabáturin ikki megnaði at vinna. Tað boð- ar frå, at stóðið er í lagi. Tað skal meiri til, enn venjing í nakrar fáar vikur Vit frætta, av Skála, at tað kann væl henda seg, at nógvir av hesari manningini fara at vera við aftur kom- andi ár. Henda manningin hevur áður víst, at teir kunn u standa øllum kurl, um venjingarstødan er, sum hon eigur at vera Kjølur og Tvøråbåturin vóru eisini uppii Tvøråbåturin var helt frammi eina lítla løtu, og so var tað, at Kjølur og Havn arbáturin løgdu seg fram- um Tá havt verður í huga, at talan so at siga er um ein langan spurt, so var róðurin rættiliga hendingarrikur Tað verður ofta sagt, at í kappingini ímillum 10- mannafør ræður um at sleppa eina hálva bátslongd framum hinar, tí tað plagar at vera sera torført at vinna tað mista inn aftur, tá tein urin er so stuttur, men so- leiðis gekk tað avgjørt ikki á Olavsøku A Molanum var Havnar báturin tað mesta av einari hálvari bátslongd fremstur men so var tað, at vest menningar tóku sær um reiggj Pppvisningsróður Í fleiri av róðrunum vísti tað seg, at bátarnir, sum lógu innastir, fingu góðan start, meðan teir á hinum armin um gingu væl, tá teir komu inn á Molan Vestmenningur lá dygst undir Molanum, og nógvu áskoðararnir á havnarlagn- um kundu bara staðfetsa, at talan var um sannan upp- vísningsróður síðstu trý hundrað metrarnar Vestmenningar vóru aft- astir í startinum, og hóast fråstødan ímillum allar bát- arnar var lítil, so var lítið hugsandi, at teir fóru at vinna eftir so klossuta byrj- an Men vestmenningar tog- aðu kraftmikið og trygt í árarnar, teir høvdu sjálvsálit at halda seg til tað, teir høvdu ætlað sær, og tað leið væl eftir Tå bátarnir komu á hålv- an Molan var púra javnt millum fleiri bátar, og so var tað, at vestmennigar fóru frá hinum. Teir vunnu ólav søkur6durin, og teir eru FM vinnarar. Hetta er veruleik in, sum stendur skrivaður, og vit ynskja teimum hjarta liga tillukku. Vit hava nevnt áður, at tað ber illa til at gloyma tað, sum annars er farið fram í ár, men tað má goymast. Tað er á aðalfund inum seinni í heyst, at kapp- róðrar politikkurin skal um- rødast Stora avbjóðingin Vestmenningar høvdu nógv skreyt við sær norður aftur Umframt 6lavsøkusteyp og ognarsteypid frå Skipafel- agnum Føroyar, so vunnu teir ferdasteypid, sum M/S Tróndur í Gøtu gav í 1995, og Fiskasølusteypid, sum vard givid f 1990. Og so vóru vestmenningar teir fyrstu, ið vunnu stóra Ame- rada Hess steypið. Vestmenningum stendur í boði at fara niður á Scilly oyggjarnar í mei komandi ár. Vit søgdu fyri Glavsøku, at einir sjey av manningini ætlaðu sær at gevast, men tað vóru onkrir teirra, sum tá løgdu afturat, at úrslitið á ólavsgku fór at telja við, tá teir fóru at taka avgerðina um, hvussu tað skal vera við kappróðrinum komandi ár Tað er tó púra greitt, at Vestmenningurin = verður mannaður komandi ár. Um fleiri fara av, so verða av loysararnir funnir umborð á Gullbrandi. jh