Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. august 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 2. AUGUST 1997 tíðindablaðið => > 11 Olavsøkukabarettin Í Sjónleikarhúsinum Hóskveldið Juli kl. 18.00 Leikstjóri: Jenny Peter- sen „Hví hevur eingin ummælt okkum? Ein heilt vanligur trupul leiki hjá føroyskum lista fólki, amatørum eins væl og yrkislærdum Tey leggja eina øgiliga orku í eitthvert. Og verða vonsvikin hverja ferð. Eingi ummæli. Eingin responsur í fjalmiðlunum upp á teirra avrik Góðu tit, takið tað ikki sum persónligan kritikk, at eingin ummælir tykkum! Tað er ikki ti, at fólki og fjølmiðlum ikki dámar tað tt gera. Men tey førstu blaðfólkini hava sera sjáld an tíð at ummæla nakað sum helst (tey hava so nógv annað um oyruni), og yvir hevur heldur fáur seg til at ummæla. Tað er nevniliga slettis íkki sum at siga tað at ummæla, skalt tú skriva nakað, sum skil er er í, og ikki bara tað reina pykk Og lat meg so heldur siga tað beinanvegin: eg orki ikk: fyri at ummæla sjón leikir og kabarettir, hóast hetta helst kemur undir sama bólk sum mítt egna yrki. Fyri at siga sum er, so veit eg alt ov lítið um sjón- leik Tessvegna ætli eg ikki at fara út í æsir við ólavssku kabarettini 1997, men held- ur koma við nøkrum hug leiðingum vola Flenna saman Hvat er tað í grundini, sum ger okkum ul føroying ar, serstaka tjóð? Mong spyrja, men fáur svarar. Er ein rættur føroyingur bara tann, sum býr á småplåssi, rør út, gongur fjøllini um heystið og fer í føroysk klæði á ólavssku? Ella sleppa kontórmaðurin í Havn og tann lesandi í Keypmannahavn eisini upp í henda eksklusiva klubba? Tað er ikki altíð so dram- atiskt at vera føroyingur Tað krevst ikki altíð, sum nøkur vilja halda fast við, at tú skalt vera av réttum slag og duga at endurgeva Heðin Brú og Fyrstu Dvørgarmoy í svøvni. Tað kann vera nakað so einfalt og gerandsligt sum at flenna saman. Stuttleika sær sam an. Syngja saman. Upp á góðan, føroyskan máta Tú kanst meir enn so halda tær á gleimi saman við ødrum tyóðum, tað er slettis ikki tað - men før oyskt skemt og føroyskan humor kanst tú mestsum bara dyrka saman við føroy ingum. Alt er so løkalt her, og lutføllini eru smá (tvæti, eg meinti forhold!'). Tað ávirkar eyðvitað okkara humor Fortreytin fyri at búgva her At flenna saman er helst ein fortreytin fyri, at tú kanst búgva her á landi Eina og aleina á tann hátt kanst tú halda kreppuna og tey undarligu viðurskiftini Ólav sókukabarettin 1997 Tit eru bara Ofør! Vit kunnu åmøguliga krevja eina lýtaleysa kabarett av fólki, sum arbeiða dag og nátt í vikur, og fáa ikki inn í eygað afturfyri út. Mangan er tað eisini júst tað, ið útisetin saknar: at koma heim á sumn og grína. Flakna í lån. Um viðurskifti, sum bara førøv ingar skilja og kunnu flenna at. Tí at:landið er so lítið og øll kennast Og júst tí eru ultøk sum ólavsskukabarettin s« neyðug. Ég mundi sagt lívs neyðug. Eg tori at siga at tey eiga lívið í føroying inum. Vóru tey ikki. heyði verið ræðuliga keðiligt at búð her á landi. Øskukalt Og so hevði fólk drukkið tað meira. Framt meira her verk. Koyrt meira kapp Fleiri glímagongur. Meira húsaófriður. Uppaftur fleiri høvdu stungið í sekkin og rýmt av landinum. Osfr sera Góð mentan er ikki ókeypis Mentanin er lívsneyðug fyri eitt og hvort framkomið samfelag. Og góð mentan er aldeilis ikki ókeypis, hó ast so mong tykjast halda tað! You get what you pay for, siga amerikumenn Hesum hava føroyingar ikki funnið útav enn - og fara helst ongantíð at finna út av tí heldur. Vit krevja profess tonelt undirhald. Men vilja ikki gjalda fyri tað. „Tað plaga vit ikki at gera,“ sum Lisbeth so mangan tók til ta tíð, tað var Og soleiðis mást tú eisini viðgera ólavsskukabarett ina, skalt tú ummæla hana Tú kanst ómeguliga fara at krevja eina lýtaleysa kaba- rett av fólki, sum arbeiða dag og nátt í einar tvær vik- ur, og fáa ikki inn í eygað afturfyri Í ár var skotbráið væl stytri enn vanligt, og tað er eysæð, at tær eyka vikurnar høvdu bøtt munandi um kabarettina. Í ár fóru tey á pall í eini fasu, tá ið vit í åttatiårunum framvegis sótu og klaktu sketjir. So eg haldi, at tey vóru Ofør í ár Arini ganga, og fáir av kabarettleikarunum í dag munnu minnast tað fyrsta V4-skemtid tíðliga í sjeytiårunum. Tað merkist, og tad ger heldur ikki petti V4 riggar best i Utvarp inum, ein kabarett skal vera ein kabarett, og tíðirnar eru broyttar. Fyri einum tíggju árum síðani kundu kabarett irnar viðhvert bera brá av at vera V4 í Sjónleikarhús inum Hermdu ikki líka nógv Til dømis gjørdu tey í ár lítið við tann fasta táttin at herma eftir politikarunum (kanska ti, at so lítið er at flenna at í so máta?). Í stað- in tóktust tey leggja størri dent á handritið, á sjálvt innihaldið í sketjunum. At herma eftir røddum er ikki stuttligt í sær sjálvum long- ur. Tað var tað fyrr. Og landsins kosnu sluppu næst an ikki upp í part í ár. Tað er gott, tí teir eru ikki petti stuttligir Føroyskt skemt er øgiliga lokalt, og sum árini ganga, kann vera torført hjá útiset um at fata, hvat tey sipa til í summum sketjum. Til dem is havi eg ongantíð hugt at Gekkinum, men eg stutt- leikaði mær ófert kortini, og tað hoyrdist niðri í salinum, at kabarettfólkið hevði rakt væl Persónslýsingarnar vóru góðar. Hasin sjálvglaði olju- serfrødingurin í Tinganesi var fínur, og hon sjálv sang kvinnan, sum bara tosadi um seg sjålva, beiggja sín og hin beiggja sín var frálík Tað var stuttligt at flenna at protestsangaranum úr Klaksvík fyri tíggju árum síðani, og tað er stuttligt enn. Hann tolir helst nakrar kabarettir aftrat Sketjirnar um pisshúsið, sum vist endaðu við telefon damuni og honum, sum sprongdist, vóru ein útímóti genialur máti at lýsa tingini Handan um Nólsoyar Páll (skipið) fekk ein óvæntaðan enda, og tað var fínar greiðir at lata sersjantahúsini fara til gongu Men eg haldi við Leif Láadal: latið heldur Monty Python vera Monty Python Teimum klárar eingin at herma eftir! Á KRR hev- ur altíð verið gott høvi hjá ungum, gávuríkum fólki at royna seg á palli. Mong standa har á fyrsta sinni Hetta er ikki fyrstu ferð hjá Anfinni H. Jacobsen, men eg vænti (hóast eg ikki eri maður at meta um tað), at sum sjónleikari hevur hann framtíðina fyri sær. At vit fara at fáa gleði av honum, ivist eg onga løtu í. Allan Dalsgarð er jú ikki óroyndur í hesum kynst- rinum, og hann hevur ment seg ótrúliga nógv, síðani eg sá hann á palli á fyrsta sinni Tad er rós vert, at hann tímir at bróta svøvn í fleiri vikur fyri at geva okkum ókeypis undirhald á Glavsøku. Hetta vísir best, hvussu idealistisk føroysk listafólk eru. Men tað kann eisini hava við sær, at føroyingar (og serliga politikararnir) gerast for vandir og krevja sama stæði sum í útlondum Munurin er bara tann, at í útløndum rindar sú fyri tað høga stóðið. Hetta hava før oyingar ikki gjørt sær greitt Tí grenja øll. Einki er nóg gott Á summum økjum hevur tónleikalívið her á landi ment seg heilt ótrúliga Sanniliga var dugur í hasum unglingunum, sum spældu við í húsaorkestrinum Var tað betri fyrr? Onkur hevur roynt at borið tær seinastu kabarett- irnar saman við tær í åttati- árunum. Eg má spyrja: Vóru kabarettirnar fyrr so nógv betri - ella eru tað bara vit, sum eru vorðin eldri og grenjutari? Tá ið tú ert ung- ur, og bestu vinir tínir standa á palli, er næstan alt stuttligt Men kabarettirnar seinast í åttatiårunum og fyrst í níti- árunum eru eitt av mongum, mongum skåladømum um føroyskan kleyvarskap Tær kabarettirnar vóru góðar - ja, púra rætt. Leikar arnir vóru (og eru) nakrir teir bestu, vit eiga. Summir teirra hildu eisini fram við egnum kabarettum, ið vóru frálíka góðar. Og fóru undir Pipar & Salt Men hver orkar at spæla sjónleik ókeypis í allar æv- ir? Jú, kanska tey gomlu í Havnar Sjónleikarfelag og nøkur aftrat - men summi teirra doyðu eisini alt ov tidliga, og føroyingar vóru ikki líka forvandir tá. Tað blivu vit í åttatiår- unum, og heldur enn at geva hesum gávuríku fólkum og ødrum listafólki bara tol iligar umstødur at skapa í, spardu føroyingar mentan ina burtur og fóru oman á tað heila at krevja uppaftur meira. Professionelt stød líka gott sum í útlondum Men vildu ikk: samsýna Tí tað plaga vit ikki at gera. Mentanin hevur jú al tíð klárað seg sjálva. Og før oysk listafólk eru altíð kom in leypandi á leistum, biðir tú tey til arbeiðis. Føroying ar tykjast hava tað prinsipp ið, at fjas sum mentan skal helst ikki fáa eitt klovid oyra. At lata pengar til mentan er fyri mongum skomm. Burtur spilur pengar. Men at krevja, tað duga vit! Mentanin skal so sanniliga vera har og listafólkið koma leypandi á leistum, so títt sovorðið og knapt boð eru eftir teim um Rýma av landinum Og tískil eru so fáir yrkis leikarar í Føroyum. Flestu teirra noyðast at rýma av landinum til tess at lívbjarga sær. Eisini teir, ið kundu hugsað sær at flutt heimaft ur Hini kabarettfólkini hava funnið sær annað at gera Lesir tú, arbeiðir tú ella hev ur småbørn, hevur tú ikki tíð til kabarettir Kabarettfólkini í ár hava evnir. Gevið teimum ein kjans! Tey gera hetta fyri einki. Um nøkur ár verða tey útlúgvað og fara ikki at tíma „hatta fjasið“ longur Hvussu leingi munnu Sjúrður og Jákup fara at orka? Teir eru í fíggjarligari neyð av hverjum Pipar á Salt-tiltaki Og føroyingar grenja bara við sama lag. Um hvussu nógv betri alt var fyrr, og hvussu nógv professionell ari skemtið er í útlondum Og gloyma (við vilja?), at „You get what you pay for“ Nær fara vit at vakna einasta >) Heri Eysturlíð TURKISKIPAN til stivlar, handskar klæðir o.a. A D » Heilsølan þú Láarvegur 14 - Tórshavn Tlf. 15828 - Fax 15893