Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 153 — 15. AUGUST 1997 tíðindablaðið K. fi» Formadurin i Målnevndini: Rætt at bruka utlendsk orð í føroyskum måli Málið er livandi, og tað er rætt at brúka fremmand orð, um vit megna at lata tey i fóroyskan ham. Men vit eiga at ansa eftir, at tað gongur hóvliga fyri seg, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, formaður í Føroysku målnevndini EDVARD JOENSEN Tad rætt at brúka fremmand orð, um vit í føroyskan ham. Men vit eiga at ansa eftir, at vit ikki yvirgeva okkum til fremmant mál sigur formaðurin í Føroysku målnevndini Johan Hendrik Winther Poulsen Hann sigur, at tad slepst ikk: undan, at fremmand orð koma í málið. Soleiðis hevur tað altíð verið. og fer at verða. Vit eiga at nýta tey, men við skili, sigur hann Tað kemur so nógv nýtt uttaneftir, at vit eiga at vera á varðhaldi alla tíðina, um hesi nýggju orð og nøvn ikk: skulu taka yvir, heldur Jóhan Hendrik Winther Poulsen Tak nú væntaðu olju vinnuna. Har eru nógv tól sum øll hava navn. Vit eiga at royna at finna tey vanlig astu orðini og so seta navn á tað, sum sæst, fyrst. « Málið livir, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen Og vit eiga at vera vakin og taka tað besta, sum inn kem ur burturúr, og nýta tað sum gott føroyskt mål sjálvandi fáa lauð tey Málfundur á Treðni Slík evni sum hetta, fara tvaleyst at vera uppi á fund- unum, sum norðurlendskir málmenn fara at hava á Før- oyamálsdeildini á Fróð skaparsetrinum í dag Fundirnir byrjaðu seinna- partin í gjár. Tá hevði Mål- ráð Norðurlanda fund. Í hesum ráði situr eitt umboð úr hverjum landi, sum við eru Ella kanska rættari: fyri hvert málið. Tí í Norðan londum eru fleiri mál enn lond. Finnar tosa til dømis bæði finskt og svenskt, og samar eru í teimum trimum stóru Norðanlondunum Í dag verður so tann árligi norðurlendski målnevndar- fundurin settur Hesin fundur verður hild- in á hverjum heysti, og í ár er Føroyska målnevndin vertur fyri fundinum, sum hildin verður á Føroyamåls- deilsini á Fróðskaparsetri- num. Fundurin, sum byrjar klokkan níggju í morgun, heldur á út á seinnapartin Einir 40 gestir eru komnir uttaneftir. Umframt verða so føroyskir lutakarar Viðkomandi evni Hesir målnevndarfundirnir, sum hildnir verða, viðgera t i t Málið er livandi, og vit eiga at vera vakin og fáa tað besta burtuúr, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, formaður í Feroysku målnevndini ávís evni. Í ár eru evnini tvey. Mál og miðlar og Mál og kyn. Tvey rættiliga við- komandi evni. Dagurin í dag er settur av til evnið Mál og miðlar. Her verður ikki burtur av hugsað um fjølmiðlar. Men eisini aðrar miðlar, har mál- ið verður brúkt. Í morgin verður evnid Mál og kyn. Målnevndarfundurin verdur hildin vid fyrilest- rum. Fleiri útlendingar fara, sum vera man, at halda fyri- lestrar. Eisini fara tvey um- boð úr Føroyum at røda á fundinum. Bæði fara tey at tosa um evnid Mål og kyn, og verða fyrilestrar teirra í morgin fyrrapart. Jeffrei Henriksen fer at halda fyrilestur, sum hann nevnir : »Madur ella menn- iskja og annad.« Hann sigur, at tað er vorð- ið so vanligt at halda, at ein maður er tað sama, sum mál okkara nevnir kallur. Men tað er ikki rætt, sigur hann. Ein maður er menn- iskja. Og ein kvinna, sum vald er í Løgtingid, er løg- tingsmaður. Og eitt felag hevur ein formann, sigur Jeffrei Henriksen. Líka mikið, um tað er xallur ella kona. Jeffrei Henriksen sigur, at føroyska pressan eigur at gera meira við málið. Tað (Mynd: Á. Haraldsen) er ikki óvnaligt, at orðingar sum :>.. kokkurin er góð..< koma fyri. Og tað ber ikki til. Ein kvinna kann saktans duga heilt væl at gera mat. Men kokkur er kallkynsorð, og tí eigur altíð at verða sagt, at kokkurin er góður. Um hann er maður ella kona. Vit hava eitt aldargamalt mál, sum vit hava arvað, sigur Jeffrei Henriksen. Og vit kunnu av tí læra, at mað- ur er menniskja. Í Kongs- bókini stendur til dømis, at >..um eitthvørt hendir, skal hver maður, kallur ella kona.. « gera so ella so. Hin, sum fer at umboða Førovar sum fyrilestrahald ari, er Kirsten Brix Hon hevur ikki hug at síga, hvat hon fer at: tosa um. Annað enn, at yvirskrift hennara, sum verður á donskum, er : >Moders mál og faders tale.< Men hon sigur tó so mik ið, at hon væntar, at fyri lestrar hennara og Jeffrei fara at standa i andsøgn hvør til annan Føroyskt i tøknini Fyrri dagurin, målnevndar- fundurin verður, verður evnið Mál og miðlar við gjørt Jóhan Hendrik Winther Poulsen sigur, at tað er ym iskt, sum verður roknað sum miðlar. Eitt nú teldur, myndatól og skelti Jóhan Hendrik Winther Poulsen sigur, at eitt, hann kundi hugsað sær at gjørt eitt sindur við, er hesar nýggju mynttelefonirnar Har er ein rútur í, sum sigur, hvussu farast skal fram, tá telefonin verður nýtt. Men tað er á donskum Hann hevur spurt menn sum hava skil á slíkum, um ikki ber til at gera tað á før- oyskum. Tað ber væl til, siga teir »So eg haldi, at almenna telefonverkið átti at syrgt fyri, at hesar vegleiðingar gjørdust føroyskar,« sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen Eitt annað eru ferðaseði- arnir hjá Strandferðsluni Har vórðu keyptar fínar maskinur at halda skil á hes- um. Men málið, sum stend- ur á ferðaseðlinum, ferða- fólkið fær, er ikki føroyskt Har eru rætt og slætt ikki føroyskir bókstavir í Týðið Eitt, sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen, vísir á, eru teir donsku undirtekstirnir í Sjónvarpinum. Hann heldur, at sjálvsagt átti at verið, at har tekstað verður, er hetta á føroysk- um. Tað hevur ofta verið kast- að føroyskum týðarum fyri, at teir gera málið so stívt og ófantaligt. Og ikki hevur tað altíð verið líka lætt at lisið, sum tekstað hevur ver- ið á føroyskum í Sjónvarpi- num. >Tað er lagt í okkum, at føroyskt mál er tungt. Hetta er ikki rætt. Men vit eiga, um okkurt sovorðið er, at bróta tað niður og byggja upp aftur av nýggjum, < sig- ur Jóhan Hendrik Winther Poulsen Hann er ikki bangin fyri ut málið av teirri orsøk nyt ist verða stívt og stirvið >Tað er ikki neyðugt at týða eftir orðabók. Tað er meiningin, sum skal týð ast,< sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen Hann vísir á, at tá umsett verður, eigur at verða gingið eftir at fáa meiningina í tí, sum yrkt ella skrivað er Tað er ikki neyðugt at sita og týða orð fyri orð Her vísir Jóhan Hendrik Winther Poulsen til týðing Robert Joensens av sangi num hjá Grundtvig >Nu falmer skoven..< I føroysk- ari umyrking eitur hann > Nú hvítna tindar.« Og soleiðis skal tað vera Danin kennir skógin, og føroyingurin fjøllini. Men meiningin er júst tann sama kortim. Ein takkarkvøde til Harrans fyri tað, sum árið gav, nú heystið er komið, Jóhan Hendrik Winther Poulsen er ikki í iva um, at tað ber væl til at fáa gott, føroyskt mál sett til ein amerikanskan film Tað er at finna meining ina í søguni og so brúka gott, føroyskt mál at lýsa søguna við. Vendingar, sum føroyingurin skilir og kann identifiserad seg vid Annad enn fundir Tað er greitt, at tå so nógv fólk koma á vitjan, verður annað at fara ul enn bara fundir Sjálv fundarskráin er so tøtt kortini, at íkki verða stundir til so nógv í dag og fyrrapartin í morgin Men ætlanin er, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, at fara útferð við fremmandu gestunum, seinnapartin leygardagin. Viðrar, verður farið Eyst- ur undir land. Tað er tað, sum í dag verður nevnt at fara undir Vestmannabjørg- ini. Men verður veðrið ikki til vildar, ber altíð til at fara aðrastaðni. Til dømis til Saksunnar.