Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. august 1997síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið 5052)" Nr. 153 — 15. AUGUST 1997 Summarstevna Javnaðarfloksins á Sandi | J Vandamiklar priv- atiseringshugsanir - Javnaðarhugsjónin skal liva og stríðast til kapitalist egoisman er følnad og fúnað, segði Vilhelm Johannesen m.a. í rødu síni á summarstevnu Javnaðar- floksins á Sandi 10. august 2 í Vilhelm Johannesen og Jóannes Eidesgaard fáa sær eitt prát umborð á sluppini Johonnu á veg til Sands á summarsteynu seinasta sunnudag Mynd: Sofus Johannesen Í dag hevur javnaðarflokk- urin sett okkum stevnu heima á Sandi til ein summ- arfund. Tað er eitt frálíka gott og áhugavert tiltak flokkurin her skipar fyri Eitt er, at ein av undan- gongumonnunum í føroysku arbeidara- og javnadarrørsl- uni, slóðbrótarin mikli, Jóan Petur Davidsen, ella Jóan Petur hjá Kitty, sum hann vanliga varð nevndur millum bygdafólkið, kom higani úr bygdini. Lat hetta tiltakið samstundis vera eitt minni um hann og hansara slóð- brótandi arbeiði til frama fyri fólkið í Føroyum. Til frama fyri arbeiðandi fólki á sjógvi og landi. Jóan Petur umboð- aði javnaðarflokkin á tingi í samfull 34 ár. Frá 1936 til 1970. Eitt annað er, at sand- oyggjafólk, saman við skúv- ingum og fólkinum í Dím- un, altíð hava sligið mann- garð um javnaðarflokkin og javnaðarhugsjónina. Tá regluligt løgtingsval skal verða í 1998 eru 62 ár liðin, síðani flokkurin á fyrsta sinni fekk umboð valt í Sandoyar valdømi, og kanna vit eftir, so síggja vit, at í hesi 62 árini, hevur flokkurin átt annað løgtingsumbod tykkara í 60 ár. Tillukku við tí og takk fyri tað stóra álit tit harvið hava sýnt flokk- inum. Vit vóna og rokna við, at tit aftur sláa manngarð um flokkin á løgtingsvalinum, sum nú stendur fyri framm- an Tá sluppin Jóhanna stevndi móti Sandoynni og legði inn móti bygdini Heima á Sandi, runnu mær til hugs nógvar ógloymandi og áhugaverdar frásagnir um lívið her í bygdini fyri nær- um 100 árum síðani. Frá- sagnir um gerandisdagin í bygdini. Um stríð og strev í bø og haga. Um góðar letur á torvheiðunum og hugna- ligar letur í roykstovuni. Um bygdalívið annars og um fólkið her livdi um tað mundið. Eftir í mínum barnaminni stóð tað, at her á Sandi búði eitt framúr gott fólk, á eini sera vakrari oyggj. Hesar frásagnir fekk eg frá ommu míni, sum - hóast hon varð fødd í Klaks- vík, fyri stóran part sleit sín- ar barnaskógvar Heima á Sandi. Móðir hennara - lang- omma mín - var higani úr bygdini. Hon var úr Króki. Góði áhoyrarar! Heima- sandsfólk, sandoyggjafólk, skúvingar og tit onnur, sum hava leita tykkum higar suð- ur ella norð í dag. Nú vit eru á einum aldarmóti, haldi eg tað verða rætt, at vit líta aftur um bak og meta um politisku gongdina og politisku úrslit- ini í 20. eld, sum nú er við at hvørva í tíðarinnar hav. Tað er eisini rætt at gera støðuna upp. Vit eiga at meta um, hvussu tey ymisku politisku hugtøkini hava roynst, ikki bara her heima hjá okkum, men fyri heimin sum heild og mannaættina alla. Somu- leiðis, og ikki minst, er tað rætt og rímuligt og av sera stórum týdningi, at hugleiða um politisku leiðina, ið eig- ur at verða gingin í 21. eld, sum nú stendur á gáttuni og bankar á dyrnar Politiska mynstrið í far- andi øldini hevur sum heild verið í trimum litum. Í fleiri londum í okkara parti av heiminum, serliga í norður- londum, hevur javnaðarhug- sjónin, ið byggir á frælsi og fólkaræði, sett síni fingra- merki á politisku gongdina. Í nógvum londum í einum ødrum parti av heiminum, hevur kommunisman, ið ikki bygdi á fólkaræðisliga grund, havt buktina og báðar endarnar, sum tikið verður til. Í uppaftur øðrum londum hava teir sonevndu borgar- ligu flokkarnir, ið røkka heilt frá lit -ralum miðflokkum til konservativar høgraflokkar, rått fyri borgum. I summum førum hava hesir stjórnað á fólkaræðisligari grund. Í ødr- um førum hevur talan verið um høgravent einaræði. Í ti stora og heila kunnu vit siga, at poliuska mynstrið í heim- inum hesa øldina, hevur ver- ið javnaðarhugsjónin, kom- munisman og so tey ymisku sløgini av borgarligum mið- og høgraflokkum Skulu vit meta um úrslit- ini av rikna politikkinum í hesi øldini, so eiga vit at hyggja eftir, hvussu stødan er í teimum ymisku heims- pørtunum og í teimum ein- støku londunum. Og her er ongin ivi. Tess størri javn- aðarávirkanin hevur verið, tess glæsiligari eru årslitini, og í teimum londum, har javnaðarflokkarnir hava sit- ið við stjórnarvaldinum utt- an slit í fleiri ártíggir, tosa vit um verulig vælferðar samfeløg. Millum hes: lond finna vit serliga nordurlond Serstakliga Danmark, Noreg og Svøriki, har javnaðar flokkarnir uttan slit hava mynda stjórn í eini 40, 50 og 60 ár. Tess sterri javn aðarávirkanin hevur verið í einum samfelag tess stórri er vælferðin. Aftaná tey trý norðurlondini, eg her hávi nevnt, kunnu vit taka hini norðurlondini og somuleið- is nøkur onnur lond í Vest ureuropa Í teimum londunum, har javnaðarhugsjónin fekk loyvi at virka og gera seg galdandi, hava vit tær bestu almannalóggávurnar í øllum heiminum lóggávur, ið veita sera góða sosiala trygd, bæði tá tað snýr seg um ell- isårini, um óarbeiðsferi, sjúku ella onnur líknandi viðurskifti. Í somu londum er heilsutænastan á sera høg- um stødi. Utbúgvingar- møguleikarnir eru framúr góðir. Bústaðarviðurskiftini eru góð. Her finna vit eldra- umsorgan til tey gomlu. Til- boð til ung. Barnagarðar og onnur stovnsplåss fyri børn- ini osfr. Viðurskiftini á ar- beiðsmarknaðinum eru góð og hvíla í tryggari legu. Taka vit so hini londini, og tað uttan mun til, um tey hava verið undir kommun- istiskum stýri ella borgarlig- um stýri av mið- og høgra- flokkum, so síggja vit, at stødan har er munandi verri. í nógvum londum hava tey onga ella vánaliga almanna- lóggávu og harvið onga trygd á ellisárum. Heilsutæn- astan er á sera lágum stæði. Sjúkratrygd er heldur ongin, við tí úrsliti, at tað bert eru tey heilt fáu, ið hava ráð at leita sær heilsubót. Útbúgv- ingarmøguleikarnir eru ongir ella fáir. Biåistadarvidurskift ini vánalig. Ongin umsorgan fyri eldri. Ongi tilboð til ung Onki fyri børnini, ongin skipaður arbeiðamarknaður o.s.fr Seta vit so spurningin, hví so stórur og itøkiligur mun- ur er á viðurskiftunum í hes um londunum, í mun til við urskiftini í teimum londum, har javnaðarhugtakið hevur sett síni fingramerki, so finst bara eitt svar uppá tann spurningin. Svarið er nevni liga, at meðan politikkurin hjá øllum teim borgarligu hevur bygt á kapitalismuna og harvið eisini egoismuna og t.v.s. einstaklingaloysnir, so hevur javnaðarhugsjónin bygt á hitt samhaldsfasta hetta solidariska samfelagið, har loysnirnar á flein økjum í stóran mun eru almennar loysnir, galdandi fyri øll Egoisman hevur altíð ver- ið mannaættarinnar størst fíggindi. Kapitalisman og egoisman eru alin av sama stykki. Grundtankin í ego- ismuni er, at eg skal nøra at sjálvum mær og vertin á hvat annar fær, og ein slíkur pol- itikkur kann ikki liva við al mennum loysnum, sum verða gjørdar fyri øll í sam felagnum. Hann krevur ein staklingaloysnir. Og her kunnu vit so minna okkum å alt teirra tos um privatiser ing av teimum almennu loysnunum. Endamálið er at niðurbróta tað samhaldsfasta vælferðarsamfelagið. Onki annað og onki minni Sum eg fyrr havi neynt, so hevur javnaðarhugsjónin bygt á almennar loysnir, sum fevna um allar samfelagsins teknar. Dømini um tær al mennu loynsir eru fleiri. Vit kunnu nevna almenna fólka eftirløn. Almenna avlamis- veiting. Almenna forsorg Almenn sjúkrahús og heilsu tænastu annars. Almennan skúla. Almenna samferðslu Almenna luttøku í vinnulív- inum fyri at tryggja arbeiði til allar hendur o.s.fr. Men tá alt hetta er komið, eru tað nógv sum halda, at nú er heilaga grøvin væl vard Javnaðarhugtakið = hevur gjørt sin gerning og vit hava ikki tørv á javnaðarpolitikk- inum. longur. Men er hetta rætt? Eg dugi í øllum fórum at síggja, at teir borgarligu privatiseringshógvarnir, sum vilja vælferðarsamfelagnum til lívs, stinga langt undan Hóast øll vita, at tað var tað privata í Føroyum, sum fór á húsagang og nærum tók landskassan við sær, so tosa teir borgarligu aftur nú í ram- asta álvara um at privatisera. Bankin skal aftur á privatar hendur. Spurningurin er bara um hesar hendur verða før- oyskar ella danskar. Tað seinna er mest sannlíkt og nær tengt at komandi frá- landavinnuni. Eisini hoyra vit at fleiri almennir stovnar skulu privatiserast. Millum- landasiglingin fór á privatar hendur og endar helst á út- lendskum privatum hondum. Seinastu dagarnar hava vit eisini hoyrt, at teir stigvíst royna at privatisera fiska- stovnarnar á landgrunninum, ið higartil hava verið mettir ogn fólksins Hvat verður so tað næsta, verður sjálvandi spurt, men vit kenna ikki svarið. Vit kunnu gita, at tað verður samferðslan, og vit vita, at tankin um at privatisera part ar av heilsuverkinum ikki eru heilt fremmandur i ødr um borgarligum londum Tad er eisini ein spurningur um almannaverkið og tann almenna sosiala trygdin sleppa undan. Í samgongu skjalinum hjá sitand: sam gongu stendur, at bæði fólka pensiónin og samhaldsfasti skulu hvørva, og at vit ístað in skulu hava eina skipan við eftirlønartrygging. Hetta merkir í roynd og veru, at spurningurin um fólkaeftir løn ikki longur verður ein almennur spurningur, men at hann skal privatiserast Við borgarligu kappunum úr sambandsflokkinum og fólkaflokkinum á odda, og við høgrastyrdum londum sum fyrimynd, gongur før- oyska tjóðin nú U-landsveg- in og tað merkir, at vit eru við at venda okkum frá tí fyrimyndarliga norður lendska vælferdarsamfel agnum, sum javnadarhug sjónin skapti. Vit ganga burt ur frå einumsamfelag, sum fólk úr nógvum ødrum lond- um hava øvunda okkum, og tað av góðum grundum Skulu vit venda gongdina aftur tann rætta vegin áðrenn aldarskiftið, eru javnaðar flokkurin og javnaðarhug sjónin einasta boðið, og hetta verður eisini stødan í 21. øld Fleiri seta spurnartekin við, um javnaðarhugtakinum verður lív lagað, eisini eftir aldarskiftið. Tað verður tað sjálvsagt. Tí so leingi kapit alisman og egoisman eiga liv lagað, so leingi verður tørvur javnadarpolitikkinum, til tess at stríðast fyri samhalds- festinum í samfelagnum. So leingi fíggindin er á fótum, tørna vit ikki inn - tað er sjålvsagt Lat meg enda vid einum erindi hjá dalbinginum, Margin Eysturdal, sum nú í nógv Harrans ár hevur verið búsitandi í Klaksvík. Hann sigur Fíggindar ræddir um oyggjarnar skríða, ræddir, tí livssøgan er ikki sonn, standa tí veikir á váli at stríða, soknir í grumsið sum neytið í fonn Standa vit saman og brynjaðir væl, nørist í hverjum so væl sosialisman Lít á, at følna og fúna brátt skal kapitalist egoisman. Lat okkum til endans taka undir við partamanninum úr Dali og seta okkum fyri, at okkara hugsjón - javnaðar- hugsjónin skal liva og stríð- ast lika til kapitalist egois- man er følnad og fúnað. Takk fyri Vilhelm Johannesen | ———