Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1997síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 154 — 16. AUGUST 1997 IF og B68 vilja bæði burtur frá botninum Fótbóltur: B68 manglar aftur hesaferð fleiri spælarar, men Abraham Hansen verður við. Fleiri IF'arar hava smá- skaðar Bæði IF og B68 meta dystin teirra millum í dag. hava sera stóran týdning Serliga Bo8 hevur brúk fyri stigum, fyri at sleppa rættiliga burtur frá botni- num. Teir liggja í løtuni tvey stig frammanfyri B71 IF liggur nakað betri fyri, men teir hava ikki fingið nógv stig seinastu umførini, og nú ætla teir, at fáa gongd í aftur Og tað er nógv sum bendir á, at fuglfirðingar kunnu fara at koppa B68 í dag. Teir klára seg vanliga væl móti B68 í Fuglafirði og seinastu 10 árini hevur B68 ikki vunnið Tað er vanliga tætt og málfátækt tá ÍF og B68 spæla, men sum oftast eru fuglfirðingar omaná. Í fjør vann ÍF 2-1, bæði í 1993 og 1994 1-0. Í 1989 endaði Javnt 0-0, og árið fyri vann IF 1-0 Fleiri ivasamir Fuglfirðingar vænta at hava allar sínar mans klárar til dystin, men venjingin hesa vikuna hevur verið merkt av fráveruni av fleiri stuðuls- spælarum Rógvi Larsen hevur verið uttanlands, men kemur heim til dystin í morgin Aslakur Petersen skoraði seinasta vikuskiftið. Hesaferð spæla fuglfirð- ingar dyst móti B68, og teir ætla sær at vinna. Bæði hjá IF og B68 gera skaðar um seg Bartal Eliasen, Roy Róin og Erling Joensen hava allir smáskaðar at stridast vid, men stilla væntandi allir upp í dag Hjá BÓ8 eru eisini trup- ulleikar við skæðum. Jákup Eli Olsen spælir ikki fyri bils, og heldur ikki Eyðfinn Olsen er klárur enn. Har- afturat hevur Jan Petersen nú fingið skaða, og hann verður neyvan við í dag Fróði Benjaminsen hevði leikbann seinast, men er nú klárur aftur. Páll Didriksen hevur verið skaddur, men tykist eisini vera komin fyri seg. og fyri fyrstu ferð — í år — vrður Abraham Hansen við á B68-liðnum Hvørki B68 ella IF hava nakað leikbann ek Gøtumenn spæla fyri møguleikanum Fótbóltur: NSÍ hevur ikki vunnið á heimavelli ímóti GÍ síðani 1988 GÍ fer seinnapartin í dag um Gøtueid og út í Runavikina. Teir vórðu avhølvadir í Gundadali mikukveldið, og so er spurningurin, um meistararnir og steypavinn- ararnir megna at reisa seg aftur fysiskt og sinniliga. Sjålvsagt hava teir í Gøtu eftirmett avrikid miíku- kveldið. B36 var betri, men teir halda eisini, at teirra avrik var ikki nóg gott. Tað kann ivaleyst tosast um nógvar orsøkir, og tað mun- di spæla inn, at teir hava spent bogan høgt ímóti Glasgow Rangers og so í steypafinaluni. NSÍ hevur ikki spælt hesa vikuna, men gøtumenn hal- da ikki, at tað fer at bila hjá teimum, at teir spældu strevnan dyst mikukveldið. Teir halda seg vera f so mik- ið góðari venjing, at mødin er farin úr aftur kroppinum. Spurningurin er meiri, um Glararnir, sum ikki tapa so tydningarmiklan dyst á hverjum ári, hava fingið tapið úr sinninum, tá teir renna á vøllin aftur seinna- partin í dag: — Vit mugu bara síggja í eyguni, at B36 var nógv betri enn vit mikukveldið, og at teir við sigrinum styrktu um sína stóðu at vinna FM heiti. Men vit gevast ikki á hondum, og vit fara at stríðast fyri at vinna hvert einasta stig, sum er eftir at spæla um. Vinna vit hverja ferð, so røkka vit uppá 42 stig. Tað kann koma fyri, at B36 fer at tapa, og so hevði tað ver- ið óheppið, um vit ikki høvdu fingið fult, siga teir úr Gøtu. Teir hava alt fólkið tókt. Jóan Petur Olsen hevur sitid uttanfyri tær seinastu ferð- irnar, tí hann hevur havt bruna í fótinum, men teir rokna við, at hann verður við í dag. frametir Teir í Runavík høvdu góða byrjan, men so var tað sum um stígur kom í, og hesar seinastu vikurnar hevur onkur nevnt vandan fyri niðurflyting. Men tað vilja ábyrgdar- menninir ikki hoyra talan um: — B36 verður neyvan tik- ið, men hini liðini, sum eru frammanfyri okkum, eru ikki so langt burtur, at vit ikki kunnu røkka teimum. Og skulu vit gera tað, so skulu vit vinna í dag, verður sagt úr Runavík. NSÍ hevur fingið tvey stig burturúr tveimum teimum seinastu umførunum, og tað halda teir ikki vera nóg mik- ið, tí spæl og meguleikar hava verið til tveir sigrar. Allir spælararnir hjá NSÍ eru tøkir í dag klokkan 15. NSI og GÍ hava srælt ímóti hverjum ðrum triggjar ferðir í ár. GÍ vann lands- kappingardystin 2-0, og bæði ta ferðina, og tá teir vunnu fyrru semifinaluna í steypakappingini hótti NSÍ teir nógv, áðrenn tað kopp- aði GÍ til fyrimunar. GÍ hevur onkuntíð havt trupulleikar við NSI, men hesi seinnu árini hevur tap roynst væl hjá meistarun- um, sum ikki hava tapt í Runavík síðani 1988, tá 1- 0 tapið síðsta leikdag hevði við sær, at TB fór við meist- araheitinum. Í 1995, 1994 og 1992 vann GÍ 1-0 í Runavík, og í 1991 vunnu teir 2-0. jh Mest spennandi dysturin í kvinnudeildini hetta vikuskiftið verður í Klaksvík. Har tekur KÍ ímóti oddaliðnum HB, og skal KÍ gera sær vónir um at fylgja eftir HB, skulu tær vinna dystin. HB liggur í løtuni á odda í i. deild, meðan B36 og KÍ fylgja eftir. KÍ er í løtuni nummar try, men KÍ-kvinnurnar hava spælt ein dyst færri enn hini oddalidini, og vinna tær útsetta dystin móti EB, og nú dystin móti HB eru tær heilt fremst. HB heyði í fjør vånali kappingár í landskapp- gt ingini— tær vunnu steypa- kappingina — men í ár ór hevur staðið seg væl hig- artil, og spældi seg mill- um annað fram ul final- Seinastu fimm árini hava kvinnurnar hjá HB bert vunnið ei í Súsanna Jacobsen og KÍ skulu í morgin royna at vinna móti oddaliðnum HB Oddadystur í Klaksvík Fótbóltur: Kvinnuliðini hjá KÍ og HB spæla í Klaksvík Klaksvík, tað var í 1994, tå tær vunnu 4-2. KÍ hev- ur vunnið trígjar ferðir, í 1992 vunnu tær 2-1, í 1993 2-1 og í 1993 1-0. Í fjør endaði dysturin við javnleiki 2-2. Hinir dystirnir Seinasta vikuskiftið vóru tveir dystir hjá kvinnun- um útsetiir, men okkum vitandi, verður tað íkki Triðja oddaliðið, B36, skal hetta vikuskiftid la á heimavelli móti , og alt eftir hvat úrs- litið verður í Klaksvík, kann B36 sníkja seg fram á fremsta pláss.