leygardagur 16. august 1997síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 154 — 16. AUGUST 1997
15
Rættarsamfelagið í
USA og McCarthyisman
z
Í roynd at verja grundlógina beint eftir seinna heimsbardaga, breyt ameri-
kanski staturin tey mest grundleggjandi rættindini, tai sum amerikanara helst
vilja vørumerkja seg vii, nevniliga rættur hins einstaka at virka, at hava poli-
tiska áskoin, at mótmæla, at vera tryggur og vardur av dómstólunum. Næsti
partur er Íðsing av málinum um amerikanska kommunistaflokkin og bak-
grundin til McCarthyismuna.
SONJA JÓGVANSDÓTTIR
I 1948 vóru røddir frammi,
ið tosaðu um at banna
kommunistaflokkin í USA,
og flest allir limir f nevnd-
ini, ið hevdi vid 6-amerik-
ansk virksemi vóru fyri hes-
um. Teir samdust um at á-
kæra 12 limir í kommunist-
aflokkinum fyri saman-
svørjing við atliti at tosa fyri
einari kollvelting (conspir-
acy to advocate). Kommu-
nistarnir høvdu nógvar
marginalar ímóti sær. Nevn-
ingasamansetingin var und-
runarvernd tí, hon avspegl-
aði ikki fólkasamansetingi-
na. M.a. vóru svørt, arbeið-
arar og fåtøk ikki umboðað
Harumframt var ein nevn-
ingur, ið kanska ikki var
heilt óvildaður. Hesin hevði
skrivað bók, ið kallaðist Vit
mugu berja kommunismuna
til avlivis. Dómarin hevði
eisini ofta úttalað seg sera
anti-kommunistiskt, bæði
áðrenn og meðan rættar-
gongdin fór fram. Tað vóru
hópin av vitnum, sum vóru
fyrrverandi kommunistar
og fólk FBI hevði flættað
inn í kommunistafelags-
skapin. Hesi søgdu, at tey
innanfyri flokkin høvdu lagt
dent á at fella stjórnina við
valdsnýtslu. Kommunistar-
nir vardu seg við at visa til
hvat floksskráin segði,
nevniliga at tey ætlaðu at
vinna val fólkaræðisliga, og
síðani føra sosialismu í
USA, heilt í tráð við fólka-
ræðið og grundlógina. Eitt
annað vitni, fyrrverandi
kommunisturin Louis
be.
fe
Bundenz, segði, at tå ikki
kundi líta á úttalilsi hjá ein-
um kommunisti, tí hesi
vendu altíð sannleikanum
og talaðu í líknilsum. Tí var
alneyðugt at síggja burt frå
øllum, kommunistarnir
vardu seg vid. Rættar-
gongdin var eisini ofta nerv-
að av, at dómarin gav teim-
um åkærdu ella sakførarum
teirra stuttar fongsulsrevs-
ingar fyri at vanvirða rættin.
Áðrenn nevningarnir skuld-
COMMUNIST PARTY ORGANET ATION USA-FER 9.1950
.
u geva teirra Utsøgn av rætt-
armålinum vísti dómarin
teimum á, at har klárt var
framkomin ein vandamikil
støda (clear- and -present-
danger situation.) Dómarin
hevði við hesi útsegn í
grundini longu dømt í mál-
inum. Nevningarnir søgdu
kommunistarnar vera sekar.
Teir fingu 5000$ í bót og 5
ára fongsulsrevsing. Aftaná
at hægstirættur hevdi stað-
fest dómin, vóru fleiri
|
Fyrst í fimtiårinum fór
senatorurin Joseph Mc-
Carthy í hernað ímóti
kommunismuni í USA.
Hann tvíhelt um, at í
stjórnini sótu fólk, ið
vóru kommunistar.
Hann hevði ongi prógv,
men nógv trúðu honum.
Her stendur hann við
einum heimagjørdum
korti, ið sigst vísa kon-
sentrationina av komm-
unistiskum felagsskapum
í statunum. Undir sena-
tsavhoyringunum í 1954,
ið nærmast var sent sum
ífilla í sjónvarpinum,
avdúkaði heksajakstrar-
in seg sjálvan sum ósak-
ligan, óábyrgdarfullan
persón við harðligari
framferð. Tá ið senati
hevði fordømt hann,
hvar McCarthy av
pallinum
kommunistar ákærðir. Tá
ein tíð var liðin, vóru fólk
ákærd fyri at verða komm-
unistar. Nøkur ár seinni
steig eitt vitni fram og segð-
i, at FBI hevði sagt teimum
hvat teir skuldu siga, fyri at
fella kommunistarnir. Hetta
vitnið var stevnt og dømt
fyri vanvirding av rættinum,
men fongsladu kommunist-
arnir fingu ikki sakina upp-
afturtikna. Hetta var sagt
verða ein samansvørjing
HUAC í arbeiði: Eru tygum nú ella hava tygum
nakrantíð verið limur í hesum undirgravandi felags-
skapum.
millum vitni og innistongd-
ar kommunistarnar
Her eru fleiri grundlógar-
brot framd í rættargongdini
móti teimum ákærðu
kommunistunum. Fyri tað
fyrsta var nevningasaman-
setingin undarlig, ein nevn-
ingur var kommunistahat-
ari, tessvegna innhabilur
Dómarin úttalaði seg anti-
kommunistiskt fleiri ferðir
og tá nevningarnir skuldu
fara at avsiga dómin, ávirk-
aði dómarin teir. Tað er eis-
ini greitt, at FBI hevði inn-
savnað "vinarlig” møguliga
følsk vitni. Utsøgnin hjá tí
eina vitninum ber greitt boð
um tað. Her kunnu staðfest-
ast fleiri brot á rættargangs-
lógina, og tó varð sakin ikki
uppafturtikin
ni
Tá fólk seinni verða tíkin,
tí tey eru kommunistar, er
tað greitt brot á fyrstu grei-
nina í Bill of Rights, tí tað
er m.a. talu og trúarfrælsi í
USA. Her átti tað almenna
at verið drigið til svars fyri
brotini á grundógina, men
hetta var ikki gjørt. Tvørt-
urímóti. Var tað nakar, ið
talaði at, varð hesin merktur
“soft on communism" ella
“fellow - traveller.” Her er
íbirt ein ónd ringrás, ið er
sera torfør at bróta upp úr. Í
hesum dóminum og partvis
tí um Sacco og Vanzetti
síggja vit at stjórnin setur
nakrar karmar fyri, hvat tú
kanst hugsa og gera. So
leingi tú heldur teg innan-
fyri karmarnar, sum jú ikki
eru í grundlógini, er í lagi.
Tú vart jagstraður so skjótt
tú breyt úr karmunum, ella
at tú stóðst uttanfyri. Olm-
sted sakin var eitt fordømi
fyri, at telefonavlurting var
loyvd og var fullgott próg-
tilfar. Hægstirættur metti
ikki at gingið var ov nær
privatlívinum. Sacco Van-
zetti sakin var eisini dómi
um at prógvast skuldi ikki
nágreiniliga at tú vart sekur,
hóast hetta stendur nágrein-
iligt í grundlógini. Tað tykt-
ist meir sum hesir skuldu
prógva, at teir vóru ósekir.
Sakin um kommunistarnar
vísti eisini greitt, at rættar-
gangslógin ikki var nágrein-
iliga fylgd. Sæð var burtur
Teir tríggir stóru leiðar-
nir Roosevelt, Stalin og
Churchill endurskoða og
broyta evropeiska land-
kortið á Jaltaráðstevnuni
í februar 1945. (Bretsk
avístekning)
frá at ein nevningur og
meguliga eisini dómarin var
ógegniur, og at vitni var
falskt. Dømini um tey svørt-
u undir "Jim Crow” visur
eisini hvussu rættarsamfel-
agið tolererar mismuni á
fólki og at øll ikki eru líka
fyri lógini. Hesi dømini vísa
tí rættuliga greitt, at rættar-
skipanin hevur havt nakrar
trupulleikar at tryggja hin
einstaka mótvegis statinum
McCarthyisman og
McCarthy
Fyri at kunna lýsa bak-
grundina hjá McCarthyism
uni er neyðugt at allýsa ism-
una so dánt og kanska siga
eitt sindur um persónin Mc-
Carthy. McCarthyisman og
persónurin McCarthy mugu
roknast sum tvey fyribrigdi
McCarthy legði navn til
kommunistajakstranina, tí
han brúkti hana sera nógv
Men at siga hann var upp-
havsmadur til hana, og at
McCarthyisman er samlík
við persónin er, eftir mínum
tykki, skeivt. McCarthy
kom ur statinum Wiscoun-
sin. Hann var útbúgvin sak-
førari, var dómari frå 1938
- 46. Í hesum tíðarskeiði var
hann eisini eitt skifti í heri-
num, uttan tó at gera veru-
liga hertænastu. McCarthy
var valdur senatorur 1946,
frå hann kom í senatið til
1950 var hann sera lítið
virkin í senatinum. Um hett-
a mundið fór hann at hugsa
um komandi valstríðið. Av
tí at hann var sera illa um-
tóktur í USA, noyddist hann
at finna okkurt gott valagn.
Hetta gjørdist kommunism-
an, sum fólkið ræddust sera
nógv. Tí, legði hann kom-
andi árini alla sína orku í at
vísa á, hvussu "innfiltrera6”
amerikanska samfelagið var
av kommunistum. Frá ein-
ans at hava nýtt kommunist-
aræðsluna sum valagn,
gjørdist hann heilt bitin av
at koma við pástandum um
kommunistiska árinið. Tað
vóru fleiri politikarir sum
nýttu kommunistaræðsluna
ug veruliga trúðu at sam-
felagið var gjøgnumsúrgað
av kommunistum. Tað vóru
tó ikki allir so radikalir sum
McCarthy. Hansara fram-
ferðarháttur var at koma við
ræðandi útsegnum um per-
sónar og felagsskapir, um
hesir vóru afturvístir ella
prógvaðir ósannir, fann
hann nýggjar kommunista-
sakir, inntil hann 1954 fall.
Hervið er ikki sagt at Mc-
Carthyisman doyði út.