Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. august 1997síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 Lógmaður setti evnisdagar um olju: Tingmenn eiga at gera sær stóran omak -við viðgerðini av komandi uppskotinum til eina kolvetnislóggávu segði Edmund Joensen, løgmadur m.a., tá hann setti evnisdagarnar um olju og oljuvinnu, sum verða fyriskipaðir fyri løgtingsmonnum og landsstýris- monnum í Havn í hesum dógum - Ætlanin við tiltakinum er fyrst og fremst at lata Olju- rådleggingarnevnd og -fyri- siting fáa høvi at greiða frå hesum verki, og at svara møguligum spurningum frå teimum, ið her eru komin saman Tit hava nú havt góðar tríggjar vikur til at kunna tykkum við innihaldið í hesi drúgvu frágreiðing. Tí rokna vit við, at tað fer at bera væl til at fáa nakað væl burtur ú rhesum høvi Politikkararnir fáa her høvi at fåa frågreidingina nærri útgreinaða av teim- um, ið hava skrivað hana, og at seta teimum spurning ar Flestu eru væl samd um, at oljuvinnan kann gerast ein sera týðandi spurningur fyri tað føroyska samfelag- ið Vit politikkarar kunnu við avgerðum okkara í hesum máli koma at gera samfel- agnum stórt gagn ella stóran skaða Tí er tað sera umráðandi og altavgerandi, at vit pol- tukkarar leggja eitt gott stødi undir ein komandi oljupolitikk. Tað gera vit fyrst og fremst við at sam tykkja eina hóskandi lóg um kolvetnisvinnu. Og síðan við at allar tær stóru avgerð ir, ið takast skulu, tá ið lógin er komin í gildi, verða bygdar á haldgott stødi segði løgmaður og helt fram Grundarlag Tá ið legtingið í 1993 part víst við at gera prinsippsam tykt um at fara undir fyri reikingar til oljuleiting. partvís við at samtykkja lógina um forkanningar, legði tingid dent á, at vit skuldu fara varliga fram og tryggja okkum haldgott grundarlag so hvert Landsstýrið = tilnevndi eina víðkaða Oljuráðlegg- ingarnevnd og setti í tøttum tilknyti til Jardfrødissavnid á stovn Oljufyrisiting, ið frå |. april i ár er deild i Vinnu- målastyrinum Oljurådleggingarnevndin hevur nå lagt sitt verk fyri okkum politikkarum ætlad Edmund Joensen, lógmaður setir evnisdagarnar tíðindablaðið sum grundarlag undir pol- tiska stødutakan Tad her og nú mest polit- iska itøkiliga í frágreiðing ini er uppkastið til eitt møguligt uppskot til løg- tingslóg um kolvetnisvinnu Sum > Jlandsstyrismadur vid åbyrgd av oljumålum ætli eg mær skjótt at taka stóðu til hetta lógaruppkast, so tað. við møguligum broytingum, kann verða lagt fyri landsstýrið til pol itiska stødutakan Síðan er at leggja lógar- uppskot fyri legungið. Tá ið hugsað verður um, hvussu stórt uppskotiðer, og hvønn tydning tað kann fáa, rokni eg við, at tingið fer at gera sær stóran ómak við síni viðgerð av tí segði Ed- mund Joensen og helt fram - Tað er greitt, at i tí sam- bandinum verða bæði landsstýrið, umsitingin og nevndin til taks fyri løgting- ið ul at svara spurningum og greiða gjøllari frá teim- um hugsanum, ið liggja aft anfyri uppskotið Umframt at viðmerking arnar til lógaruppskotið eru meira umfatandi enn van ligt, er lógaruppskotið í frá greiðingini sett inn í eitt breiðari fakligt høpi. Í hesi frágreiðing eru eisini itøki- ligar upplýsingar og itøkilig ráðgeving, viðvíkjandi nógvum av teimum polit- isku og umsitingarligu av- gerðum, ið tað kann koma upp á tal at taka við heimild í lógini, tá ið hon er sam- tykt Komandi Tað, sum nú stendur eftir at gera, er fyrst og fremst at evna tilfar viðvíkjandi ein- um komandi fyrsta útbjóð- ingarumfari, og í hesum sambandi eisini at leggja seinastu hond á eitt uppkast til eitt uppskot til løgtings- lóg um kolvetnisskatt. Nær hetta útbjóðingarum- far verður, og hverji hav- botnsøki, tað fer at umfata, er enn Ogjørlig: at siga. Av fleiri orsøkum. Ein er, at vit alla tíðina fáa nýggja og áhugaverða vitan um und- irgrundina. Ein onnur er, at vit mugu fáa eina ávísa av- kláring av marknamálinum, áðrenn vit fáa tikið avgerð um ekið, ið útbjóðast skal Nr. 155 — 19. AUGUST 1997 Teir kunna seg við eina komandi oljuvinnu Og sambært teimum sak- kønu dugir ikki at áseta treytirnar, fyrrenn vit vita við vissu, hvat eki, vit tala um Men fyribils hava vit nóg mikið at takast við við at seta okkum inn í uppkastið til kolvetnislóg við við- merkingum og ogna okkum nakað av tí vitan um olju- viðurskifti, ið stendur okk- um í boði í frágreiðingini Við hesum orðum fari eg at bjóða tykkum at vera vælkomin til hesar evnis- dagarnar Við hesum orðum eru evnisdagarnir eisini settir Løgmadur ætlar ikki at skunda oljulóg ígjógnum: -Eg havi lovað tinginum ta tíð sum er neyðug Jan MULLER -Hetta er ikki eitt mål, sum skal skundast igjøgnum. Eg havi lovað tinginum ta tíð, sum er neyðugt fyri at viðgera hetta málið væl og virðiliga Sigur Edmund Joensen, løgmaður í sambandi við, at evnisdagar fyri løgtings monnum, landsstýrismonn um og embætisfólki verða hildnir í hesum døgum um frágreiðingina hjá Oljuråd leggingarnevndini um olju og oljuvinnu Løgmadur sigur vid Sosi- alin, at hann tekur tað sum givið, at allir ungmenn og landsstýrismenn verða við á skeiðinum, sum er á Hotel Føroyum månadag og týs dag. Hann verður sera vón- svikin, um íkki allir meta til evnirsdagarnar. Sjálvur fer hann at bíða við at siga sína hugsan um innihaldið í frågreidingini til eftir hesar evnisdagarnar. Hann torir heldur ikki at lova nakran ávísan dag, tá eitt uppskot til oljulóggávu verður lagt fyri tingið. Tað eru so eisini onnur viðurskifti, sum er medvirk- andi til, hvussu skjótt eitt lógaruppskot kann fáa frá hondini. Løgmaður nevnir í hesum sambandi markna- trætuna við bretar Teir, sum fara at greiða frá innihaldinum í olju- frágreiðingini eru m.a. Arni Olafsson, formaður í Olju- rådleggingarnevndini Árni Olafsson, formaður í Oljurådleggingarnev ndini Hann fer i høvudsheitum at greida frå ymsu pørtunum i frågreidingini og tidarætlan og eisini leiklutinum hjå politikarum og umsiting- arliga partinum. Herålvur Joensen fer at hava framløgu av lógarupp- skotinum, og Martin Hein- esen og Jørgen Nørgaard fara at tosa um jarðfreði og oljuvánir, komandi útbjóð- ingarumfar, ski, modelloyvi 0.4. Týsdagin fer Magni Arge at tosa um féroyskt olju- felag og flutningsloftvegis. Árni Joensen um eftir- spurningin frá oljuídnað- mum og førøysk veiting arútboð, Henning Jacobsen um stovnsetan og vøruflutn- ing og at føra kolvetni til lands, Arni Olafsson um møguliga tiltøk at fremja arbeiði og veitingar og Karin Toftegaard um út- búgving í sambandi við oljuvinnu Síðani fara Arni Olafsson og Klaus Rasmussen at tosa um samfelagsligu avleið- ingarnar av eini oljuvinnu og oljuskatting. Alex Buvik og Torleiv Hoydal fara at tosa um trygd, arbeiðsum hvørvi og úilbúgving og at enda fer Arne Poulsen at tosa um fiskivinnu og aling, Arne Nørrevang um um- hvørvi og Arni Olafsson um aðra ávirkan Báðar evnisdagarnar verður eisini pallborðs- orðaskifti Ein útlendskur gestafyri- lesari verður eisini við á evnisdøgunum.. Tað er ein av oddamonnunum í stóra oljufelagnum Phillips Petroleum, Knud Ám Hann hevur drúgvar royndir í oljuvinnuni og hevur sum ein tann fyrsti útlendski oljufrødingurin lisið alla frágreiðingina hjá Oljuráð- leggingarneyndini. Knud Åm starvast dagliga á høv- udsskrivstovuni hjá Phillips í Bartlesville í Oklahoma í USA