týsdagur 19. august 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 155 — 19. AUGUST 1997
tíðindablaðið
Knud Am, ein av oddamonnunum hjá Phillips á vitjan í Fóroyum:
Takið eitt stig í senn
Føroyingar eiga at hava bæði beinini á jórðini og bert taka eitt stig í senn og
ikki gera stórar iløgur í eina oljuvinnu longu nú sigur Knúd Ám frá Phillips.
Hann ávarar eisini fóroyingar móti at vera ov bjartskygdir, tí talan er um
eina dúgva gongd - og eingin sigur, at tú finnur olju.
JAN MÚLLER
Hann er eingin tilvildarligur
persónur í altjóða oljuverð
ini. Nei, hann telist millum
ovastu stjórarnar í einum av
heimsins størstu oljufel
øgum. Talan er um Knud
Am frá Phillips Petroleum
sum er á stuttari vitjan í
Føroyum í hesum døgum. I
gjár var hann gestafyrilesari
á evnisdøgunum fyri
politikararar og landsstyr
ismenn
Sosialurin hitti Knud Am
á Hotel Hafnia seinnapartin
í gjár og spurdu vit
norðmannin, sum í dag situr
millum ovastu leiðararnar í
Philips í Bartlesville í Okla
homa, um ein komandi olju
vinna fer at gagna Føroy
um!
Eg haldi, at alt búskap
arligt og positivt virksemi
fer at gagna Føroyum
Skuldu tit verið so hepnir
at finna olju við Føroyar, eri
eg sannførdur um, at tað
verður eitt positivt íkast til
samfelagið
Hverji ráð hevur Knud
Åm tá til føroyingar, so
leiðis at vit fáa sum frægast
burtur úr gongdini!
-Ég fari at ávara móti ov
stórari optimismu í byrj-
anini. Ein eigur at hava í
huganum orðatakið, at „ein
skal ikki selja skinnið fyrr
enn bjørnin er skotin. Tað
er ómetaliga týdningar-
mikið at hava bæði beinini
væl og virðiliga á jørdini og
ikki leypa framav, men
heldur taka eitt stig í senn
Hann vísir á, hvussu
drúgva tíð tað tók í Norð
sjónum, frá tí at:tú fór at
leita til tú fanst olju. Í
norska partinum av Norð
sjónum skuldu meira enn 30
brunnar borast, áðrenn olja
varð funnin, og i Nord
urnoregi - í Barentshavinum
hevur nú verið leitað í 15
ár uttan at nøkur olja er
funnin. Her eru brúktar
meira enn 25 milliarðir kr
til leiting uttan at finna
nakað nevnivert
Sjálvandi skulu tit hava
vonir. men eg fan at ávara
tykkum móti at taka nøkur
stór og kostnadarmikil stig
nú ella longu nú at
tilrættaleggja, hvat tit skulu
brúka pengarnar til, sum
møguliga koma
Knud Am skilir væl, at
føroyingar longu nú tosa
nógv um olju og hava stórar
vónir, tí oljukeldur eru
funnan sær tætt upp at
føroyska markinum
Men aftur vil eg síga, at
føroyskir politikarar eiga at
vera ómetaliga varnir ikki
at taka nakað sum givið
longu nú og byrja at til
rættaleggja sum um olju
pengarnir skjótt streyma inn
í samfelagið. Tí heldur hann
eisini, at tað er alt ov tíðliga
longu nú at tosa um, hvussu
møguligar komandi olju-
inntøkur skulu brúkast ella
sparast upp
Knud Am er ein teirra
sum hevur lisið frágreiðing
ina hjá Oljuráðleggingar-
nevndini og hann heldur tað
vera eina sera góða frá
greiðing
Hon er sera upplýsandi
og har er ein javnvág í. Har
er bæði góður vísdómur og
kunnleiki at lesa í frágreið
ingini
Uppá fyrispurning hvat
hann heldur um eitt alment
føroyskt oljufelag sigur
Knud Am, at hann hevur
ikki serligan hug at leggja
seg út í eitt føroyskt
orðaskifti men kann av
egnum royndum bert siga
at skal slíkt felag setast á
stovn, so eigur tað at verða
ríkið eftir handilsligum
fortreytum
Hann heldur tað eisini
vera í so tíðliga at tosa um
eitt slíkt felag, nú tað er so
stutt fráliðið í allari
gongdini
Knud Am heldur tað ann
ars vera ómetaliga týdn
ingarmikið at føroyingar fáa
eitt lógarverk, áðrenn nøkur
loyvi verða givin
Sjálvur vónar hann, at
lógin verður veruleiki um
ikki alt ov langa tíð. Hann
vil tó ikki leggja seg út í
hesi viðurskifti, tí tað eru
spurningar, sum føroyingar
sjálvir mugu meta um
Knud Åm hevur drúgvar
royndir á oljuøkinum
Hann hevur arbeitt hjá
Norges Geologiske Un
dersøgelser, hjá norksa
oljudirektoratinum, hjá
Statoil og at enda fyrst
sum stjóri hjá Philips í
Noregi og í dag sum
ovasti hjá Philips fyri
allari oljuleiting og
framleiðslu í heiminum
Her er hann stæddur á
Kongabr unni } ið
Tinganesi. Mynd jan
utsymi ti
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvert
hóskveld frá kl. 19.00—21.00, i hjå KFUM,
Oman Pisuvaréa 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
10.00—16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frå kl. 10.00 fyrrapart til kl. 7.00 å morgni.
VARIANT viðfestisvognar
Manglar tú einhvønn eykalut til vognin, sum t.d.
næsahjól, felgur, dekk,
stikkarar, presending, lyktagløs,
endurskin, klistrimerki,
so hava vit teir flestu å goymslu.
Vit kunnu útvega
sleipikrókar
til allar bilar.
BT lyftivog
og eykalutir á goym
Umboð í Føroyum
Sela, eykalutir og tænasta.
P/f Kaj Andreasen & Co.
A1Mgran - 5 * 288 Hoyvk
TIf. 15600
SR Í
| TOYOTA | TOYOTA |
i
Í árg. 1996
| Km. 14.000
| CARINA E | CARINA
Í St. årg. 1988
| Km. 130.000
| PACIFIC
H árg. 1995
| Km. 39.000
i 115. 000
á årg. 1983
Í Km. 108.000
TWINGO | RECORD
i årg. 1987
i Km. 92.000
Í St. årg. 1996
É Km. 14.000
| årg. 1984
58.000