Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 1997síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

} Grækaris D. Magnussen | Edvard Joensen Argjavegur 26, Argjum | Ljósmyndari: Postadr: Postsmoga 76, 8 Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Kunning og orða- skifti Oddagrein HESA vikuna verður skipað fyri tveimum kunn- andi skeiðum á Hotel Føroyum og er evnið olja. Tað eru Oljurådleggingarnevndin og Oljufyrisit- ingin, sum skipa fyri hesum tiltøkum og er enda- málið at kunna politikarar og embætisfólk og harnæst almenningin um frágreiðingina hjá Olju- ráðleggingarneyndini. HETTA mugu sigast at vera sera skilagóð tiltøk, tí á henda hátt fáa bæði politikarar og fólk sum heild neyvt innlit í tað stóra arbeiði, sum ein bólkur av serfrødingum hevur arbeitt við í fleiri ár. Og tað merkir so vónandi, at orðaskiftið o viðgeðin av frágreiðingini og einum komandi lógaruppskoti verður uppbyggjandi og kvali- fiserað. FRÁGREIÐINGIN frá Oljuráðleggingarneyndini er drúgv. Hon umreður mest sum allar hugsandi spurningar, ið hava tilknýti til eina komandi for- oyska oljuvinnu. Í mongum førum verða settir upp ymsir meguleikar AV tí at tað er so stutt fráliðið, síðani frágreiðingin varð løgd fram fyri politikarar og almenningin er tað sjálvandi ógvuliga avmarkað, hvat er sagt um umreddu frágreiðing. Men tað verður so áhuga- vert at frætta, hvat tingmenn og landsstýrismenn hava at siga eftir teir báðar dagarnar á skúlabonki. Ikki minni áhugavert verður at hoyra, hvat fólk annars fara at siga eftir almennu evnisdagarnar hósdagin og fríggjadagin. Jú sanniliga eru hetta skilagóð tiltok undan einum aðalorðaskifti. VIT hava tó longu nú fingið eitt boð uppá, hvat frágreiðingin er verd. Og tað er frá einum fram- standandi útlendskum oljumanni. Í Sosialinum í gjár og í útvarpinum úttalaði ein av oddamonn- unum hjá oljufelagnum Phillips Petroleum, Knud Åm seg um frågreidingina. Hann vitjar í Føroyum og var mánadagin gestafyrilesari á skeiðnum fyri politikararnar. Nidurstøda hansara var greið: Tal- an er um eitt sera gott arbeiði. Frágreiðingin er sera upplýsandi og hevur eina góða javnvág, sum hann málbar seg. Nevndin hevur roynt at seta upp fleiri møguleikar á ymsum økjum. NÚ vil onkur kanska siga, at tað er ikki nakað gott skoðsmál at fáa, tá ein útlendskur oljustjóri metir frágreiðingina vera góða. Tað kunnu tað so vera ymsar meiningar um, men tað er greitt, at umframt at tryggja okkum, okkara umhvervi og okkara egnu áhugamálum, so skal ein komandi oljulóggáva eisini vera so mikið ,avbalanserad”, at hon ger tað áhugavert - attraktivt - fyri olju- feløgini at gera ílegur her. Mest týðandi er tað tó, at vit gera okkum greitt, hvat vit vilja, soleiðis at oljufelogini eisini vita, hverjar umsteðurnar og annars fortreytirnar eru fyri at arbeiða á foroysk- um eki. Og her eiga bæði foroyski myndugleikar og oljufeløgini at spæla við opnum kortum. EFTIR okkara tykki hava foroyskir myndugleikar sum heild borið seg skilagott at í sambandi við oljuútviklingin, hóast okkurt kundi verið gjørt eðrvísi. Vit eru nú við eitt týðandi vegamót, har umfatandi lóggáva skal rudda slóð fyri einum sunnum og skilagóðum útviklingi. Logmaður sig- ur, at einki skal skundast igjøgnum, og tað hevur hann rætt í. Men kortini eigur heldur ikki at verða drálað. Arbeiðast má væl og miðvíst. Tað átti at borið til at hildið tíðarætlanina, sum sett er, s0- leiðis at oljulóggávan verður samtykt í ár og so- leiðis at fyrsta GONE mini kann verda avgreitt sum ætlað i 98. Nú bíða vit so eftir teim- um fyrstu viðmerkingunum frá føroyskari síðu til oljufrágreiðingina og til at tingið skal fara undir at a hana. Síðani skulu treytir og reglur fyri útbjóðing gerast. Í ollum hesum eru unning og orðaskifti týðandi hornasteinar. , . Sosialurin Hitt gátufora samfelagið Er tað ikki logið, at danski uttanríkisráðharrin Niels Helveg Petersen er í jóla- hýri, nú hendan kanningin viðvíkjandi ríkisfelagsskap- inum hevur verið fyri. sum vísir, at danir eru sera glaðir fyri hendan løgna ríkisfel- agsskapin??? Eg haldi tað, at um so er at Føroyar roknast fyri at vera innanfyri danska mark- ið, so skuldi danski innan- ríkisráðharrin dansað før- oyskan dans og ikki uttan- ríkisráðharrin Hver er so vísur, at hann skilur hetta??? Harnæst er at spyrja. um tað bert eru 953 danir eftir í Danmark, og restin eru út- lendingar Fyri ca. 7 1/2 ári síðani legði eg við Guds hjálp av at drekka, roykja og mala í dans sum ein ónytta v.m., og tá bleiv eg so sanniliga eisini stemplaður sum eitt, sum var púra í Ørviti Men eftir nógvari sjálv- rannsakan, so havi eg hóast alt ongantíð verið so burt- urvið í ørviti, sum ríkisfel- agsskapsborgaray virvøld- irnar hava megnað at mala runt fyri opnum skermi. Um Føroyar megna at loysa frá dønum ein dag. so eri eg sera spentur eftir at vita, um danski innanríkis- ráðharrin tá fer at býta um pláss við danska uttanríkis- ráðharran og harvið fara upp á gólv og dansa før- oyskan dans Bæði áðrenn og líka síð- ani Poul Nyrup Rasmussen hevur lopið um borg við donsku ministarunum, t.v.s. rokera hesar knorlarnar runt f ministarasessunum, ja, so hava hesir báðir áður- nevndu ríkisráðharrarnir ongantíð vitað, hvat hver er. Av tí sama kann hendan gátan berast fram. Tann, ið gitir hana, hann er klókur. Gátan ljóðar soleiðis: „Ert tú innan, so eri eg uttan - men ert tú uttan, so eri eg innan Hvussu eita vit báðir??? Símun A. Klein ——WW|2" Ullintar hosur til Tjernobyl-born Fyrst fari eg at takka tykk- um øllum úr Føroyum, sum sendu ullintar hosur til Tjer- nobyl-børnini, sum vóru í summarfri i Christianslyst i Suðurslesvík. At tey vóru ógvuliga glað fyri hosurnar er óneyðugt at siga, men hvussu glað tey vóru, er tór- ført at greiða frá, tí tað skuldi upplivast; tað at fáa pakka frá fremmandum fólkum úr Føroyum var so stór gleði fyri tey, og hana sást tú í teirra strálandi eyg- um. Nú um dagarnar frætti eg frá Christianslyst, at bórnini vóru komin heimaftur til Hvitarusslands í øllum góð- um, Heicke Pauk, sum skip- ar fyri ferðunum hjá børn- unum í Suðurslesvík, var við í bussinum og fylgdi teimum til Minsk í Hvíta- russlandi Enn ber til at senda hos- ur. Heicke Pauk er longu byrjað at skipa fyri, at nýtt lið av børnum kemur til Christianslyst í Suðursles- vík í juli næsta ár, og plagar hon at fara til Hvítaruss- lands tvær ferðir árliga, miðskeiðis í oktober og miðskeiðis í mars at leggja ferðina til rættis saman við Hvítarussiska leiðaranum, Olgu Sawtschuk. Um so er, at onkur er her í Føroyum, sum enn hevur hug at senda børnunum ullint hosupør, ber til enn. Hosurnar skulu sendast til Christianslyst og tekur Heicke Pauk tær við, tá hon fer til Hvitarusslands í oktober. Seinast eg frætti úr Christianslyst, komu brøv við hosum úr Føroyum av og á og fara hesi so við til Hvítarusslands í oktober Adressan, har hosurnar skulu sendast til, er: Olga Sawtschuk, c/o Christians- lyst, Nottfeld, D-24392 Sú- derbrarup, Tyskland. Enn einaferð, takk fyri øll somul Kristianna Rein Viðv.: Rætting til brot um sigling hjá Norronu Í farnu viku skrivaði Sosi- alurin tvær ferðir um sigl- ingina hjá Norrønu - hósdag og leygardag Blaðmaðurin, sum bað um viðmerkingina, mis- skilti meg tíverri. Tískil vil eg fegin hava eina rætting í blaðið. Tað snýr seg um brotini, har eg verði citerað fyri at síga, at Ferðaráðið eigur at hugsa um ferdamøguleik- arnar hjá føroyingum út úr landinum. Hetta er ikki so. Ferðaráðið hevur til upp- gávu at fáa ferðafólk til landi, ikki at arbeiða við ferðasamband til føroying- ar. So tå eg fekk spurningin, um eg helt, at Norrøna skuldi sigla alt árið, var svarið greitt nei. Hetta tí eg hugsaði um útlendsku gestur okkara. Eg vidmerkti, at føroyingar møguliga vildi siglt vid í vetrarhålvuni, men legði afturat, at ferða- samband fyri føroyingar ikki er mítt eki. Orsøkin til, at tað kann vera óheppið at marknað- (vo. arføra 'vetrar'-Føroyar er eftir mínum tykki, at óg vus- liga veðurlagið ger fólk bangið. Her hugsi eg eina- mest um ferðina til Føroya Men eisini um tey tilbod, sum ferðavinnan bjóðar á vetri. Sjálvsagt kanst tú gera einstakar vetrarskráir, har tú m.a. eygleiðir ódnir - tað kann vera eitt fantastiskt upplivilsi - men harfrá og til at marknadarføra Føroy- ar á vetri, er eitt stórt lop. Mín viðmerking til sigl- ingina hjá Norrønu snúði seg sostatt um útlendingar og um at vit áttu at kunna longt sesongina við at:lata Norrønu sigla í mai og nak- að av september afturat. Og møguliga eisini í apríl. Tað má sjálvsagt kannast, um tað er marknaður fyri hes- um Blíðar heilsur Ferðaráð Feroya Annika Joensen, stjóri Lesarabrøv og líknandi tilfar, ið verður sent okkum, skal hava avsendara, t.v.s. navn, adressu og telefonnr. Blaðstjórin skal vita, hver skrivað hevur eisini um brøv ynskjast dulnevnd í blaðið. Vit kunnu annars ikki geva tykkum, ið skriva, vissu fyri, at lesarabrøv viðmerkingar o I. koma í blaðið sama dag, sum tað er móttikið. Tað veldst um tøka setiorku og pláss Blaðstjórin