Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 1997síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 156 — 20. AUGUST 1997 Bólturin liggur nú á Eiði, sigur Sverri Hansen EDVARD JOENSEN Tað er heilt í tráð við andan í Framtaksgrunninum, at tvey flakavirki nú verða seld áhugaðum, sigur neyndarformaðurin í Fram- taksgrunninum og Føroya Fiskavirking, Sverri Hans- en Andin i Framtaksgrunni num er, at grunnurin ikki skal eiga virki permanent Og tad er heldur eingin loyna, at teir, sum nú eru komnir undir land, longu um ársskiftið vóru áhugaðir, sigur hann tíðindablaðið ++ Formaðurin í Framtaksgrunninum: Bolturin liggur norðuri á Eiði Framtaksgrunnurin er ikki stovnaður til at reka flakavinnu í Fóroyum. Ætlan- in er at selja flakavirkini aftur, tá seriøsir, áhugari keyparar finnast, sigur nevndarfomaðurin í Framtaksgrunninum, Sverri Hansen Sverri Hansen sígur, at Framtaksgrunnurin og teir, sum eru áhugaðir í virki num á Eiði, er komnir ásamt um, at eiðisfólk fáa virkið Prísurin er eisini ásettur Men hann heldur Sverri Hansen, at aðrir kunnu sleppa at upplýsa »Vit selja uttan binding- ar,< sigur Sverri Hansen og sipar til, at Framtaksgrunn urin ikki leggur seg út í, hvusu stórur eginpeningur er, hvussu fíggjað verður og so framvegis Heldur ikki, um vónir eru fyri at reka virkið forsvar- liga Sverri Hansen sigur, at teirra lutur í søluni er greið- ur. Nú er tað upp til keyp aran at áseta, nær sølan skal fara endaliga fram > Vit eru samdir um pris, og meira er ikki at siga frá okkara síðu,< sigur nevnd arformaðurin í Framtaks- grunninum, Sverri Hansen Hann sigur, at fáa eiðisfólk fíggingina upp at standa, er Framtaksgrunnurin klárur at avhenda beinanvegin >Nú liggur bólturin á Eiði,< sigur Sverri Hansen »Sum er, hava vit greitt okkara leiklut.< Tað hevur alla tíðina ver- ið ætlanin, at Framtaks grunnurin skal selja virkini, hann eigur, útaftur Men tað tekur tíð, sigur Sveri Hansen. Tað hava ver ið mangar atfinningar at grunninum, tí hann skal hava lagt seg á alt vinnulív í Føroyum »Men vit hava altíð sagt, at vit fara at taka okkum ta tíð, tað tekur, at fáa virkini út aftur á privatar hendur.< Við vilja hevur eingin endalig tíðarfreist verið sett, sigur Sverri Hansen. roynd- irnar vísa, at tað verður ein bara hongdur upp uppá, um ein slík freist ikki heldur. Í tíðindaskrivi, sum Framtaksgrunnurin sendi út einaferð í vár, stendur mill- um annað soleiðis: >.. Ætl- anin er eisini at selja ein- stók virki út úr P/F. Føroya Fiskavirking, tað fyrsta áðr- enn 3 ár eru liðin. « Men tað verður so ikki, fyrr enn skilagóðar loysnir eru til staðar Men Framtaksgrunnurin fer ikki at leggja nakra klamma hond niður á nakr an, sigur Sverri Hansen Annars heldur Sverri Hansen ikki, at allar atfinn- ingarnar at Fiskavirking og Framtaksgrunninum hava so nógv upp á seg. Hann vísir á, at tað hendir rætti- liga nógv í Føroyum, og øll virkini, sum Fiskavirking hevur eftir, eru í gongd Og tey, sum tíkin eru úr Fiskavirking eru øll i gongd, sigur Sverri Hansen Tað hevur onkustaðni verið ført fram, at á Toftum hevur verið eitt slød av ar- beiði. Hetta er ikki heilt rætt, sigur Sverri Hansen. Hann sigur, at á Toftum hevur ver- ið rættiliga nógv og støðugt virksemi á virkinum hjá Føroya Fiskavirking Jóhan Hendrik Winther Poulsen: Harmur um at verða skeivt endurgivin Jóhan Hendrik Winther Poulsen sigur í viðmerking til greinina í Sosialinum seinasta fríggjadag, at hann heldur ikki, at høvudsbodskapur hansara var, at tað er rætt at nýta fremmandaorð í fóroyskum máli EDVARD JOENSEN Vit fara at Hendrik umbera um hann heldur hava gjørt sær órætt Tað var í fríggjadagsblað- num seinast, at Sosialurin bar tey tíðindi, at Jóhan Hendrik Winther Poulsen helt tað vera rætt at nýta útlendsk orð í føroyskum um tey vórðu latin í før oyskan ham Til hetta sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen í viðmerking, at her er hann misskiltur. Og hann harmast um, at vit íkki nevndu dømi Tað er rætt, at Jóhan Hendrik segði blaðmanni num frá søguni um, hvussu flogbólturin gjørdist før- oyskur. Men valt varð ikki at seta hana á prent. Tað kann so sjálvandi aftan á sigast at hava verið skeivt val Feroyskur flogbóltur Men søgan er, at einaferð, føroyingar skuldu til Íslands at spæla flogbólt, vendu leikarar sær til jóhan Hendriks og spurdu um ikki biðja Jóhan okkum, okkum annað orð var í føroyskum enn tað fremmanda, sum tá varð brúkt, nevniliga ar Vit eiga føroysk tøkniord sum til dømis teldu og forrit, sum vanliga verða nýtt, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen Volleyball. Jóhan Hendrik sigur, at hann fór at kanna eftir, ( Mynd: Alvur Haraldsen) hvaðani hetta orð stavadi, og fann fram til, at wolley var í ætt við latínska vollare, . >» sum merkir at flågva So hansara uppskot varð at nevna flúgvandi bóltin >Flogbólt< á føroyskum Leikararnir tóku við orði- num og fóru til Íslands, har teir søgdu frå, at Volleyball æt flogbóltur á føroyskum Og hóast orðið jú var heilt nýtt, hildu íslendingar tað vera Oført, at føroyingar áttu orå fyri hesum leiki Eitt heppid navn må sig- ast at vera. Og i dag er eing- in, sum nevnir spælid annad enn flogbólt Johan Hendrik Winther Poulsen sigur, at hetta er tað, sum nevnt verður tøku- tyding. At taka fremmand orå og tyda til føroyskt Greina orðini soleiðis, at tey verða føroysk At vit so Í greinini friggja- dagin hava sett tað heldur illa upp, er okkara skyld Jóhan Hendrik Winther Poulsen sigur, at í Finnlandi hava teir gjørt á sama hátt við júst flogbóltin. Har hava teir funnið finskt orð fyri flúgvandi bólt og nýta so tað Vit klára okkum Annars sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen, at tað er harmiligt at hoyra og síggja á prenti, tá fólk halda, at vit ikki klára okkum við føroyskum tøknimåli Hann sigur, at tad er ikki rætt, tå ført verður fram, at vit ikki klåra at seta nøvn å alt tað, sum við tíðini fylgir. Í hesum sambandi nevnir hann tvey orð sum teldu og forrit. Orð, sum dagliga verða nýtt um ting, sum veruliga hoyra nútíðini til. Í samband við málfundin, sum var á Fróðskaparsetri- num fríggjadagin og leygar- dagin í seinastu viku, sigur Jóhan Hendrik, at har kom upp, at aðrir eru farnir at ressast, nu tei síggja hvussu fremmandaoræini eru farin at gera um seg í málum teirra Målfrødingarnir eru bangnir fyri, at fremmanda orðini fara at taka so yvir at smámálini onga framtíð eiga Til dømis hevur svenska ríkisstjórnin biðið svensku málneyndina vera á varð- haldi mótvegis øllum hes- um fremmandu orðunum, sum uttan fyrilit verða nýtt í svenskum máli Men tað eru ikki bara fremmandaorðini, sum hótta, sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Eisini heimagjørd orð, sum bara verða tikin beinleiðis úr fremmandum máli, oyði- leggja Eitt, sum nú verður nýtt í tíð og úrtíð, er at niðurgera >Tað er einki sum eitur so á føroyskum,« sigur Jóhan Hendrik Winther Poulsen. Hann sigur, at merkingin skal eitast at vera tann sama sum at beina fyri Men hann óttast, at tað júst fer at beina fyri málinum at gera slík orð Jóhan Hendrik Winther Poulsen hevur mangan ver- ið góður í ráðum, tá heitt hevur verið á hann. Og vón- andi fer hendan misskilj- ingin ikki at gera, at hetta góða samstarv okkara ikki kann halda fram