Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 1997síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 157 — 21. AUGUST 1997 tíðindablaðið SOS Fiskidagaskipan vidgjørd undir skeivum fyritreytum Løgtingid hevur vidgjørt fiskidagaskipanina undir skeivum fyritreytum við tí úrsliti, at skipini fáa fleiri eyka fiskidagar, sum síðani kunnu seljast, sigur Jógvan Ingvard Olsen, lógtingsformaður EDVARD JOENSEN Tá Legtingið vidgjørdi fiskidagaskipanina, hildu tingmenn, at gingið varð út frá gomlu skipanini við mynstringardøgum. Men soleiðis er ikki, og nýggja skipanin verður tulkað erð- vísi, enn tann við mynstr- ingardøgunum, við tí ursliti, at skipini fáa fleiri eyka dagar, sum tey so kunnu selja, sigur Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsformadur » Tad hevur kløkkad meg. at avgjørt er at ganga yvir til veiðidagar heldur enn mynstringardagar,< sigur Jógvan Ingvard Olsen, løg- tingsformadur Fyrr var tað soleiðis, at tå mynstrað varð, og tá landað varð, vóru báðir dagar taldir við. Um so var framvegis - og tað var ætlanin hjá Leg- tinginum - hevði veiðitrýst- ið í dag verið nógv minni, enn tað er, sigur løgtings- formaðurin Men nú er tað vorðið so- leiðis, at hverki dagurin, mynstrað verður, um farið verður avstað eftir ávíst tíðspunkt á degi, ella dag- urin, tá landað verður, hóast komið er aftur, beint fyrr arbeiðstíð, verða trektir frá samlaða fiskidagatalinum sum brúktir dagar Tað hevur við sær, at ein línubátur, sum fær 140 fiskidagar tillutadar og ger 20 túrar árliga, vinnur tveir dagar fyri hvønn túr. Ein í hverjum enda. Og soleiðis eigur hann 40 dagar at selja, tá avtornar. Tað eru 28,5% Tá Løgtingid avgjørdi at lækka fiskidagatalið við 12,5% verður tað roknað av hesum 28,5%. Tað vil siga, at í veruleikanum er talan um eina øking upp á 16% »Hetta er eitt grefligt hol í lógini,< heldur Jógvan Ingvard Olsen, løgtingsfor- maður Løgtingsformadurin sig- ur, at Vinnunevndin hevur nevnt hetta í sínum við- merkingum, og umsitingin er gjørd varug við hetta Óli Jacobsen, fiski- mannafelagsformaður, var við til at viðgera skipanina sum legtingsmaður fyri Verkamannafylkingina í samgongu Hann undrast á, at tað skal vera so, sum løgtings- formaðurin sigur. Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksin s eftir væleydnað oljuskeið: Mugu fáa breiða semju -Og tí er tað spurningurin, um ikki landsstýrið longu nú eigur at taka and- stóðuna við í arbeiðið uppá at gera eitt lógaruppskot, sum skal fáa eina breiða undirtøku í tinginum, bæði í samgongu og í andstøðu heldur formaður javnaðarfloksins, sum er væl nøgdur við oljuskeiðið á Hotel Føroyum. JAN MÚLLER -Higartil hava vit - líka síð- ani undirgrundaravtaluna í 1992 - í føroyskum politikki miðjað eftir at hava breiðar semjur um tað, sum er farið fram í sambandi við olju- vinnuna, eitt nú lógin um forkanningar vm So legið tað ljóðar hevur tað eydnast at semjast um hesi viðurskifti uttan um partapolitikk. Eg haldi eis- ini vit mugu hava sum mål í framtíðini at hava so breið- ar semjur sum gjørligt, soleiðis at hetta stórmálið ikki verður ein partur av tí partapolitiska tjakinum, ið annars er um øll onnur mál Jóannes Eidesgaard held- ur tað annars vera sera skila- gott av oljuráðleggingar nevnd at skipa fyri hesum skeiðnum fyri politikarun- um. -Ein kann so altíð tosa um, antin tíðin var tann rætta, tá hugsað verður um, hvussu stutt skotbráið var frá, at frágreiðingin frá Nevndini varð tek, til evnis- dagarnar vórðu hildnir Annars haldi eg, at hetta skeiðið var so gjølla og breitt lagt til rættis, at tú kundi fáa nógv burtur úr sjálvt uttan at hava sett seg stórvegis inn í tingini. Skeiðið hevur so gjørt, at áhugin fyri at kunna seg væl og virðiliga við alt í frá- greiðingini er so mikið nógv stórri leggur løgtingsmad- urin aftrat Hann heldur, at Oljuráð- leggingarnevndin hevur gjørt eitt sera gott arbeiði, bæði í sambandi við skeiðið og hvat sjálvari frágeiðing- ini viðvíkur Jóannes Eidesgaard sigur seg annars vera nøgdan við gongdina í øllum oljumál- inum Tá vit í 1992 settu Olju- rådleggingarnevndina av fyrstan tíð varð tað sera skilagott politiskt stig. Vit høvdu sum vera man eingi fólk við serligum innliti í hesar spurningar, men gjørdu so av at taka tey frægastu fólkini, sum vit høvdu til hesa uppgåvu og roynt varð at halda teimum til. Tað vísir seg nú, at vit í Oljufyrisiting og Oljuráð- leggingarnevnd hava fingið savnað alla ta vitan, sum føroyingar hava Nú verður so bíðað eftir einum lógaruppskoti. Her heldur Jóannes Eidesgaard, at tað kundi verið eitt ynski - nú tá málsetningurin hevur verið um ta breiðu semjuna at landsstýrið ikki bert vidgjørdi hetta málið i samgonguni men tók allar flokkar við í arbeiðið - nú hetta jú er ein principielt mál fyri allar Føroyar Tá hevði tú kunna fingið við møguligar broytingar og eisini uppá forhond útvegað tær eina semju um stóru spurningarnar Jóannes Eidesgaard ivast tó í, um løgmadur fer at taka hetta til eftirtektar og sipar við hesum m.a. til tey úttalilsi løgmaður er komin við í sambandi við eitt alment føroyskt oljufelag Tå hann so avgjørdur sigur, at tað politiskt er tíkin støda fyri einum landsolju- felag, kann eg bert siga, at tað er sera óheppið, at hetta kemur fram í eini Glavsøku- rødu, tí hetta er ein spurn- ingur, sum løgtingid ong- antíð hevur umrøtt. Higartil hevur ein roynt at halda partapolitikk og samgongu- politikk frå hesum måli, og ti var tað eitt sindur óhepp- ið, tå løgmadur spældi út við málinum á ein slíkan hátt Jóannes Eidesgaard sigur tó, at tað harvið ikki er sagt, at tað ikki hevði kunnað fingist ein semja um spurn- ingin kortini. Tó er hetta ein óheppin melding til and- stødupolitikararnar, sum helst eisini skulu vera við í tí breiðu semju, sum allir ynskja skal vera í málinum um olju Uppá fyrispurning um lógin fer at verða samtykt í hesum árinum sigur for- maður javnaðarfloksins, at tað er eingin orsøk til at skunda málið igjøgnum Tað má fáa ta neyðugu tíðina, og her hugsar hann ikki minst um nevndar- viðgerðina, eftir at málið hevur verið til |. viðgerð á tingi -Eg kundi hugsað mær, at tann nevndin, um tað so verður vinnunevndin ella kanska ein nýggj serstøk nevnd, fær møguleikar at fáa enn fleiri upplýsingar og møguliga eisini vitja onnur lond Eftir at hava lisið frá- greiðingina hjá Oljuráð- leggingarnevndini og at hava verið við á skeiðnum og annars fylgt við málinum er Jóannes Eidesgaard ikki í iva um, at vit eiga at fara undir eina oljuvinnu. -Tað er eyðsæð, at verður olja funnin, so fer hetta at hava stóran týdning fyri búskapin og samfelagið alt, men tað avjgørt relevanta málið fyri okkum politik- arar at arbeiða við, er at taka stóðu til, hvussu vit frægast kunnu verja hetta samfel- agið móti oljuvinnu og kortini fáa teir fyrimunirnir, sum eru Við hesum meinar Jóann- es Eidesgaard, at vit mugu vera varug við tær negativu avleiðingar, sum ein olju- vinna kann hava á føroyska samfelagið, og tað eru hes- ar, sum politikararnir mugu royna at forða og í hvussu er minka mest møguligt. Jóannes Eidesgaard held- ur annars, at vit eiga at taka allan oljuspurningin sum eina stóra avbjóðing. -Vit eru tí sera góðu støðu, at vit koma aftaná hinar. Tvs. at vit hava møguleikar fyri at kunna okkum við hjá ødrum, hvat ein eigur at gera og ikki. Tí haldi eg eisini, at nevndin, sum fær málið til viðgerðar, eigur at taka sær ta neyðugu tíðina og fara á kunningarferðir í útlandinum. Jóannes Eidesgaard sigur at enda, at hann nú fer at viðgera málið saman við sínum floksfeløgum og ann- ars í javnaðarflokkinum. Hann ætlar, at tað skal fáa eina gjølliga umrødu. Tad hevur kløkkad løgtingsformannin, at fiskidagaskip- anin ikki verður umsitin, sum Løgtingid helt seg hava samtykt hana »Tad visti eg ikki,« sigur Oli Jacobsen, > men eg veit bara, at soleiðis eigur tað ikki at vera.< Óli Jacobsen. mfiski- mannafelagsformaður og løgtingsmadur fyri Verka- mannafylkingina i sam- gongu, er eins og løgtings- formadurin ivaleysur i, at bæði dagurin, tá farið verð- ur, og dagurin, tá komið verður aftur, eiga at telja við >Tað er heilt greitt, at fiskidagarnir telja frá tí, loyst verður, til bundið verður aftur. Báðir dagar íroknaðir,< sigur Oli Jacob- sen. ( Mynd. Jens Kristian Vang) Hann sigur, at landingar- dagurin hevur ongantíð talt við, men dagurin, tå komið varð aftur, hevur altid talt. Líkamikið, um hann var ein tíma eila 20 tímar gamal, tå lagt varð at. Sosialurin royndi í gjár at fáa viðmerkingar til málið úr Tinganesi. Men John Pet- ersen, landsstýrismaður, var burturstaddur og leiðslan á Fiskivinnustovuni var annaðhvort í feriu ella vóru tey, sum vóru til arbeiðis, ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar.