Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. august 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 22. AUGUST 1997 »Tao var djarvt, men tað er partur av menn- = = = ingini« Fótbóltur: Allan Simonsen stillaði vid trimum ålopssinnadum monnum á útivelli móti Kekkia Við hvert skulu vit spæla eitt sindur vágið, tí tað mennir spælararnar meiri, enn um vit bara skuldu hugsa um at verja sum fræg- ast Føroyski landsliðsvenjar- in, Allan Simonsen, var væl nøgdur vid føroyska avrikið móti Kekkia Teplici miku dagin Hann stillaði við trimum álopssinnaðum monnum, og tað hugsað verður um, at tað vóru silvurvinnararnir í EM 96, vit spældu ímóti, er tað ikki órímiligt, um onkur fekk ilt í búkin av uppstillingin Vit halda fram við at menna okkum, og við hvert skulu vit spæla eitt sindur vágið. Tað nyttar einki um vit bara skuldu ligið afturi á vellinum og roynt av av- marka tapið - Tey, sum kenna meg sum venjara, vita, at eg vil spæla álopskent — eisini við føroyska landsliðnum Vit kundu havt mál Málini, sum Kekkia fekk móti Føroyum, komu lutvíst tíðliga í dystinum Vit høvdu trupulleikar at byrja við, men eftir tann fyrsta hálva tíman, gjørdist avrikið munandi betri, og at vit klára at halda teimum í einar 70 minuttir, haldi eg vera sera gott, sigur Allan Simonsen Vit komu eisini til nakr ar meguleikar frammi á vellinum og kundu saktans fingið eitt ella tvey mál Hugsa vit so um hvar vit spældu og hverjum vit spældu ímóti, kann eg ikki vera annað enn væl nøgdur Hvussu var kekkiska liðið um vit samanbera tað við Jugoslavia og Spania? Tað hevur somu styrki tíðindablaðið | | LN Teir hava kanska ikki fingið tey bestu úrslitini eftir EM í 1996, men teir eru góðir og sera væl skipaðir Manglaði spælerer Fleiri av stuðulsspælarun- um á føroyska landsliðnum mangladu til dystin hesa- ferð. Ossur Hansen og Jan Dam vóru leikbannaðir og Todi Jónsson var skaddur Men við Itrottarsosialin segði Allan Simonsen und an dystinum, at hann heyði fult álti á teimum spælar- unum, sum hann hevði við ul dystin Siggja vit burtur frå fyrstu hálva tímanum, eri eg væl nøgdur við mínar spæl- arar, allar samlar. Vit byrj- aðu illa, men eg haldi at ig! r — Síggja vit burtur frá fyrstu hálva tímanum, eri eg væl negdur við mínar spælarar, allar samlar. Vit byrjaðu illa, men eg haldi at hver einstakur spælari spældi seg upp, og móti end- anum var avrikid sera gott, sigur Allan Simonsen. hver einstakur spælari spældi seg upp, og móti endanum var avrikið sera gott, sigur Allan Simonsen Allan Simonsen og hans- ara menn skulu aftur í eldin longu um tvær vikur, tí leygardagin 6. september kemur Kekkia á vitjan á Svangaskarði ek Jens Martin: »Hvørki gott ella ringt« Fótbóltur: Målverjin var hvørki misnøgdur ella fegin eftir dystin móti Kekkia Jens Martin Knudsen var aftur i føroyska málinum, eftir at hann sæt uttanfyri móti Estlandi Avrikið hjá mest roynda føroyska spælarunum var eisini av teimum bestu Hann var allatíðina tryggur og gjørdi einki mistak — Urslitid var hvørki gott ella ringt. Høvdu vit tapt vid einum máli afturat, heyði tað verið ov vánaligt, og alíkavæl haldi eg, at 0-2 var ov nógv, segði hann við Íltróttarsosialin eftir dytin Sjálvandi vistu vit áðr- enn dystin hvat teir kundu, og tá vit spæla móti einum so sterkum liði er vandin altíð, at teir renna okkum fullkomiliga um koll — Men tad gjørdu kekkar ikki hesaferð, og tað er júst í slíkum dystum sum hes- um, at vit kunnu stjala eitt stig, um vit eru sera hepnir Kláraðu væl at halda teimum burtur Jens Martin Knudsen fekk lítið gjørt við málini, sum kekkar fingu. Bæði málini komu eftir deyðbóltar Tað var keðiligt, at teir skoraðu eftir frísparkið, tí vit vóru ávaraðir framman- undan. Men kemur bólturin niður í júst hatta øki, so gerst vandamikið - Men annars kláraðu vit væl at halda teimum burtur málinum. Vit kunnu ongan- tíð forða teimum heilt at leggja bóltar innfyri málið, men teir komu sjáldan rætti- liga igjøgnum, helt Jens Martin Knudsen - Har frammi høvdu vit fleiri hálvar kjansir, og uttan at taka nakað frá ødrum spælarum, so hevði Todi verið góður at havt við Skulu vera hepnir Hvussu eru vónirnar til dystin móti kekkum á Svang- i] askarði eftir hendan dystin — Tað er ilt at meta um, tí teir eru so ótrúliga sterkir Eftir 3-1 tapið móti Jugo- slavia, gjørdu vit ov nógv av á Svangaskarði. Vit sleptu verjuskyldunum og fóru fram á vøllin. Urslitid var, at vit vórðu bukaðir av. — At vit hava staðið okk- um so væl á útivelli móti Kekkia merkir ikki, at vit vinna á teimum á heima- velli. Skulu vit bara fáa javnleik móti teimum, skulu vit vera sera væl fyri og sera hepnir, heldur Jens Martin Knudsen. ek 11 Avrikini voru Jens Martin Knudsen, GÍ Eitt av teimum góðu av- rikunum hjá Jens Martin Var hjålparleysur, tá kekkar skoradu. Kom ofta út i feltið og fekk fatur á bóltinum, tá kekkar stungu framímillum ella sendu innfyri. Misti ong- an bólt og útsparkini vóru av teimum frægastu Heyði onkrar bjargingar, men forðaði ofta fyri, at kjansir uppstóðu Allan Mørkøre, HB Vann í fyrra hálvleiki fleiri luftbóltar inni í brotsteiginum, og var nærlagdur í verjuspæli- num i høgru síðu, ið hvussu er eftir fyrsta kort- erið. Gjørdi nøkur frí- spørk, men helt seg réttu megin linjuna. Royndi eisini at søkja fram í síð- una, tá heví var til tað, og hevði eisini skot úti frá. Jens Kristian Hansen, B36 Var ov seinur í taklingina, tá Scmeicer var um at koma igjøgnum, og gjørdi tí brotsspark. Stóð seg annars sera væl, og eyðsýnt var tað ikki, at hann hevur verið sjúkur. Var sterkur í luftspæl- inum, og royndi at brúka orkuna til uppgávuna, hann hevði fingið. Pavel Kuka skoraði eitt mál, men var annars lítið við í spælinum. Óli Johannesen, B36 Dugir væl at stýra verjuspælinum, men var ov skjøtisleysur, tá hann nakrar ferðir misti lættar bóltar, ein enntá í egnum brotsteigini, tó uttan at nakað spurdist burtur úr. Fekk eftir eina nakað trilvandi byrjan skipa verjuna betur. Pól Thorsteinsson, VB Hann er ikki altíð so eyðsýndur, men útferir til fulnar sina uppgávu. Vann nógvar bóltar, og spældi so at siga hverja ferð skilagott frá sær. Smædist ikki í luftspæl- inum, og staðfesti enn einaferð, at hann eigur fast pláss á liðnum. Henning Jarnskor, GÍ Var fluttur yvir í vinstru síðu, nú Øssur Hansen var burtur, men kennir til plássið bæði frá landslið- num og frá GÍ-liðnum. Kekkar komu nakrar ferðir til baklinjuna í hansara síðu, men mál spurdist ikki burtur úr. Royndi at koma við í samanspælið fram eftir vellinum, og var allatíð- ina sera aktivur. Magni Jarnskor, GÍ Hevdi fingið lidførara- goo bindid, nå Jan Dam ikki var vid, og spældi allan dystin á verjukenda mið- vellinum. Hevur nógvar orku og var tí eisin' vid, tá føroyingar fóru fram á vøllin. Kom tíðliga í dyst inum til skot, men sendi langt fram við. Stóð seg samanlagt betri, tá leypast skuldi á enn tá verjast skuldi Julian Johnsson, B36 Enn einaferð besti føroy- ski spælarin. Rann allar 90 minuttirnar á tamb, og var við í bæði verjuspæl- inum og álopsspælinum. Vann nógvar taklingar og luftbóltar, men fekk ti- verri eisini gult kort, og kann ti ikki vera vid næstu ferð. Verður ómeta- liga torførur at vera fyri uttan um tvær vikur. John Petersen, B36 Spældi væl áðrenn hann noyddist av vellinum við skaða. Vann saman við Juliani nógvar luftbóltar, og hevur neyðuga um- hugsni og tolni til at mynda álopsspælið. Altíð til reiðar at fáa bóltin og vil gjarna samanspæla, eisini tá måtstødumenn royna at leggja trýst á. Uni Arge, HB Tóktist ikki vera so væl upplagdur sum hann onk- untíð hevur verið, og tað kann koma av tí, at hann hevur verið illa skaddur seinastu tíðina. Arbeiddi allatíðina nógv, men var ikki altíð nóg nærlagdur, tå hann hevði bóltin. Fekk ongan rættiligan kjans. Jan Allan Miller, Esbjerg Hevdi bestu føroysku royndina, tå hann heil- fluktadi innlegg frå Såm- al beint upp um kekkiska målid. Kundi givid sær betri stundir, men kundi eisini verið meira heppin við frísku royndini. Heyði eina aðra roynd, og stað- festi, at tað er ikki av ong- um, at hann ger nógv mál fyri felag sítt. Sámal Joensen, GÍ Styrkti enn einaferð um sína stóðu, tå hann kom inn. Var skilagóður í sam- anspælinum, og smæddist ikki burtur, tá kekkar royndu at trýsta. Hevdi neyvt innlegg til Jan Allan, tá vit vóru nærmast at skora. Jens Erik Rasmussen, HB Kom á vøllin fyri Una Arge, og stóð seg væl. Styrkt um bóltspælið á liðnum, og royndi at fáa eitt sindur meira av ferð yvir samanspælið.