Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 1997síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Á sosialurin, týsdagin 26. august Øll tosa um málið Fótbóltur: Preben Elkjær heldur, at málið hjá Toda Jónssyni móti Brøndby var í heimsflokki Todi Jór árini verið eitt kent navn ímillum teir danskarar, sum fylgja væl við í fótbólu og fríggjakveldið vrd ist hann eitt kent navn og andlu kring alt Danmark, og hjá teimum sum i ødrum londum hava møgu leika at síggja hæddarpunktini i donsku superligumt, fara eisini í drúgva tíð at minnast málið, sum føroyski landsliðsmaðurin gjørdi friggjak vøldid, tå FC Keyp mannahavn í Parkini vann 4-1 ímóti Brøndby Tað vóru 31.197 áskoðarar og hugdu at, og hyggjaratalið hjá TVS rásini hjá Prebeni Elkjær mundi nærkast milliónini Á tímanum skoraði Todi Jóns son málið, sum í donsku pressuni leygardagin varð skýrt besta málið í hesum ártígginum. Og Preben Elkjær, gamli málrevurin hjá dønum, sum í 69 landsdystum ofta saman við Allani Simonsen skoraði 38 mál, var fyri eina ferð skyld næstan munnlamin, tá hann skuldi gera viðmerkingar til tað, hann og áskoðararnir í Parkini og eygnavitnini frammanfyri sjón- varpskassunum sóu Toda útinna „Todi med sin kattepode, det er simpelt hen verdens klasse“ Og Preben Elkjær tók ikki munnin ov fullan. Tað er sera sjáldan, at so genialt mál verður gjørt, sum tað, Todi gjørði fríggja kveldið FCK var á veg í skjótt álop, eftiransingarnar hjá Brøndby vóru ikki so góðar, sum tær áttu at verið, Todi fekk bóltin eitt líuð sindur til vinstru og mitt á mót støduhålvuni, hann dró nakrar metrar, onkur viðspælari bjóðaði seg til í hinum borðinum, men í staðin fyri at gera tað, sum øll roknaðu vid, at hann fór at gera, gjørdi hann tað, sum eingin heyði roknað vid. Mogens Krogh, eyka målverjin hjå Peter Schmeichel, stóð einar fimm metrar frá målstrikuni, og Todi lyfti so sera hegnisliga upp um málverjan, og bólturin kýndi samankomingini, áðrenn hann legði seg í meskarnar FCK spælarar og viðhaldsfólkini, og uppkeypararnir á áskoðara- n hevur seinastu tvey plássunum spílaðu eyguni sjónvarpið vísti málið umaftur og umaftur. Todi sku ul 3-0, FCK vann 4-1. og nú eru teir á odda i superlygun! Átti fleiri mál Tað var ikki ætlanin, at Todi skuldi spæla meiri enn eitt korter ella kanska 20 minuttir. Clement Cliford, avloysarin hjá Toda, sum frammanundan hevði skorað try mál í tveimum dystum, varð skaddur beinanvegin, og tí kom Todi inn, tá bara átta minuttir vóru farnir. Fyrra hálvleik hevði hann ein hålvan møguleika, og eftir steðgin kom hann í brennidepilin Eg skuldi havt skorað tvey mál afturat hasum, sum eg gjørdi, helt Todi Jónsson aftaná og gjørdi akkurát so lítlan háva burturúr sær sjálvum, sum hann altíð ger. Hin fyrra ferðin, hann sipaði til, var, tá hann, stutt frammanundan at hann skoraði, tamdi sera hegnis liga høgt innlegg frá Henriki Lars- en, men málverjin feburbjargaði fluktskotinum. Seinna ferðin var eina løtu eftir frágera góða málið Í eitt tvey samanspælið kom hann í brotsteigin, fór framvið mál- verjanum, vinkulin gjørdist nakað brattur, tað bar kortini til at fáa mál, men Todi sendi omanfyri málið Og tå 73 minuttir vóru farnir, og stødan var 3-1, bað klaksvik- ingurin um at verða skiftur út Talan var um fyrsta dystin í fleiri víkur. dystarvenjingin var ikki í topp. og lyskan kendist eitt sindur eym Í gjár vandi FC Keypmanna- havn tvær ferðir, og Todi vandi við báðu ferðirnar. Tað vóru eingir skaðatrupulleikar, og um alt gong- ur sum tað skal, so verður hann fremsti álopstrumfurin hjá FCK, tá teir komandi sunnudag skulu spæla ímóti AB í Gladsaxe Idrætspark. Cliford er skaddur í knænum, og hann verdur ikki klårur aftur fyrrenn um seks til átta vikur Tá AB dysturin er liðugur, verð- ur næsta uppgávan hjá Toda á Svangaskarði ímóti Kekkia. Tá A |—|—[|——emerseeere eee verður hann uppaftur betri fyri, enn hann var fríggjakveldið. Vøllurin á Svangaskarði er so góður, sum hann ikki hevur verið, síðani hann var tíkin í nýtslu fyri seks árum síðani, og so mugu vit bara vóna, at veðrið annan leyg- ardag verður, sum tað skal vera At avrikid hjá Toda fríggjakveldið fer at hava við sær, at uppaftur fleiri áskoðarar koma á Svanga- skarð, enn teir, sum høvdu tíkið avgerðina eftir avrikid í Kekkia mikukveldið, er einki at ivast í sína steðu Millum teir omanfyri 30 túsund áskoðararnar í Parkini fríggja- kveldið vóru nógvir, sum liva av at selja fótbóltsspælarar Tað segðist, at teir vóru fyrst og fremst komnir at hyggja at Ole Bjur, landsliðsmanninum hjá Brøndby, men at navni á Toda Jónsson varð strikad undir í lummabókunum, har tað er komið at standa fyri langari tíð síðani, er einki at ivast í Ein danskur blaðmaður, sum vit hava tosað við, er ikki í iva um, at tað eru fleiri útlendsk feløg, sum vilja hava fatur á Toda, men hann ivast í, um FCK fer at selja — Nú liggja teir fremst í saper- síður at taka út! Todi Jónsson kom í sentrum, tá hann gjørdi fram úr gott mál móti Brændby í Parkini. Yvir 30.000 åskodarar vóru til dystin liguni, og teir vilja sjålvsagt vinna DM. Og skulu teir gera tad, so skal Todi hjálpa teimum. Eg sigi ikki, at Todi ikki er til sølu, men tað skulu nógvir, heilt nógvir, pengar á borðið, áðrenn teir vilja lata hann fara Sjálvur hevur Todi ongar við- merkingar til seluprátið. Hann venur og fyrireikar seg til næstu uppgávuna jh