mikudagur 27. august 1997síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| SOS
Nr. 161 — 27. AUGUST 1997
Ása og Malan aftur
limir í lærarafelagnum
Lærarafelagið strikadi limaskapin hjá
Ásu Ellefsen og Maluni Justinussen,
tá tær ávikavist undirvístu og luttóku
á serlæraraútbúgvingini saman við
pedagogum. Tær stevndu, og nú hava
tær gjørt semju við lærarafelagið og
eru aftur limir í lærarafelagnum
EIRIKUR LINDENSKOV
Tað var tann 8. januar í fjør,
at Asa Ellefsen og Malan
Justinussen vórðu strikadar
sum limir í Føroya Lærara
felag. Orsøkin var, at tær
noktaðu at gera eftir boðum
frá lærarafelagnum, sum
noktaði limum sínum at tak
a lut og at undirvísa á ser
læraraútbúgvingini, har 16
lærarar og 9 pedagogar vóru
við
Landsskúlafyrisitingini
skipaði fyri serlæraraút
búgvingin í samstarvi við
Danmarks Lærerhøjskole
Teir 16 lærararnir á skeið
num aktaðu boðini frá lær
arafelagnum, men Malan
Justinussen, ið er pedagogur
men limur í Føroya Læra
rafelag, og Asa Ellefsen, ið
er lærari og canc. pæd
psyk., vóru vid sum åvika
vist lesandi og undirvisar
Tær vórðu báðar koyrdar
úr Føroya Lærarafelag, og
verkfallið hjá teimum 16
lærarunum helt fram í tvær
vikur. Teir fóru tó aftur til
undirvísing saman við ped
agogunum, eftir at Føroya
Lærarafelag hevði gjørt av
talu vid Føroya Landsstýri
Sambært hesi avtalu
skuldi lærarafelagið millum
annað gjalda tað, verkfallið
hevði kostað í lønum til teir
16 lærararnar, ið høvdu far
loyvi við løn. Eisini skuldi
spurningutrin um limaskap
in hjá teimum báðum eksl-
uderaðu takast upp til
nýggja viðgerð. Hetta varð
tó ikki gjørt, og tær báðar
stevndu so felagnum vid
kravi um, at ekslustónin
skuldi verða kend ógyldug
Ása Ellefsen sigur við
Sosialin, at tær báðar tyri
stuttum vendu sær til nýggj-
u nevndina i Føroya Læra
rafelag vid uppskoti um
semju, men felagid setti
tidindabladid
Ása Ellefsen, lærari og
cand. pæd. psyk var und
irvísari á serlæraraút
bugvingini
treytir, tær ikki kundu ganga
undir
Ti kom málið fyri Føroya
Rætt seinasta fríggjadag
Har varð semja gjørd, og
sambært henni verður eksi
usiónin annulerað, tær út
koyrdu fáa eina ábreiðslu
frá felagnum, og hver partur
rindar sín sakarkostnað
Teir 17 limirnir í Føroya
Lærarafelag vórðu lidnir
við 1. part av serlæraraút
búgvingini í juni i år, og
pedagogarnir verða lidnar í
desember. |. partur er sjålv-
stødugur partur av útbúgv-
ingini, ið endar við próv-
Malan Justinussen er
pedagogur men limur í
lærarafelagnum. Hon
aktaði heldur ikki boðu
num frá lærarafelagnum
tóku
Serlærararnir hava vent
sær til Landsskúlafyrisiting
ina um at: skipa so fyrr, at
tey eisini kunnu taka annan
part av útbúgvingini í Før
oyum. Hetta er av fíggjar-
ligum ávum ikki gjørligt,
sum er, og tí hevur Lands-
skulastjórin sett ein arbeiðs
bólk, har Asa Ellefsen er
formaður, at kanna møgu
leikan fyri at skipa annan
part soleiðis, at tey lesandi
ikki fáa farloyvi við løn,
men taka mesta partin av
undirvísingini í frítíðini
24 danskir politistar
koma til Foroya í dag
Dansk Politiforbund heldur í hesum
døgum hgvuðsstjórnarfund í Føroy-
um. Føroya Politistafelag er vertur
EIRIKUR LINDENSKOV
I gjår komu 24 danskir pol
itístar til Føroya
Nei - ørindini hava als
einki vid skipamål ella ann-
ad slikt at gera, men teir eru
her í fakfelagsørindum
Tað er soleiðis, at før-
oysku politistarnir eru limir
i Dansk Politiforbund og
felag teirra, Føroya Politist
afelag er ein deild undir
Dansk Politiforbund
Hetta er fyrstu ferð at
hvøvudsstjornin í felagnum
heldur fund í Føroyum, sig
ur Kristian Dahl, sum er
skrivari í Føroya Politsta
felag. Hann sigur, at før
oysku og grønlendsku pol
iustarnir ikki eru umboðaðir
í hevuðsstjórnini, men at
teir annars eru limir á jøvn
um føti við hinar donsku
politistarnir, hóast teir ikki
hava beinleiðis ávirkan á,
hver kemur í stjónina í
Dansk Politiforbund
— Donsku politistarnir eru
byttir upp í valdømi, og vel-
ja hesi dømi so sítt umboð í
ovastu leiðsluna í fakfelag-
num, sum kallast hovedbe-
styrelsen, sigur Kristian
Dahl. Føroyar og Grønland
eru fyri so vítt eisini hver
sítt valdømi, men av eimi
ella aðrari orsøk, so er tað
bara vorðið soleiðis, at vit
ikki hava havt møguleikan
at velja okkara egnu umboð
Hinvegin so fáa vit
kompensatión á tann hátt,
at vit fáa fleiri pengar at
arbeiða við, enn hinar deild
irnar í felagnum, sigur
Kristian Dahl
Hann vísir annars á, at teir
í løtuni eru við at broyta
bygnaðin í Dansk Politifor
bund, og er ein av ætlanu-
num atleggja saman Dansk
Politiforbund við Dansk
Kriminalpolitiforbund - fyri
at feløgini ikki skulu arbeið-
a i hvør sinum lag
Kristian Dahl sigur, at
politistarnir í Føroyum allir
eru i Politistafelag Føroyar,
tí í veruleikanum eru eingir
kriminalpolitistar í Føroy-
um. Teir eru bara vanligir
politiassistentar, sum starv-
ast á kriminaldeildini
Í Føroyum eru um 80 pol-
itistar í starvi. Normerað
størv eru 78, men onkrir eru
kortini tiknir inn afturat, ti
aðrir skulu pensjónerast í
næstu framtíð
Men sparingarnar í Dan-
mark raka eisini løgregluna
í Føroyum. Avgjørt er, at
normeringin skal lækka úr
78 niður í 77 politistar, men
verður kortini eingin sagdur
úr starvi - hetta verður reg-
ulerað við nátúrligari frå-
gongd
Í løtuni eru fimm kvinn-
uligir politistar í Føroyum,
meðan tríggjar eru á skúla
Fískil verða átta kvinnuligir
politistar, tá tær eru útbúnar
At læra til politist tekur trý
ár - tríggir teir síðstu mán-
aðirnir verða tiknir sum
praktikk í Føroyum
Fyri nøkrum årum sidani
minnast vit yvirlýsingarnar
frå Føroya Politistafelag
um, at løgreglan skuldi yv
irtakast sum sermål, og pol-
itistarnir soleidis gerast før-
oyskir tænastumenn heldur
enn danskir. Lønin skuldi tå
vera orsøkin. Tå vit spyrja
Kristian Dahl, um hetta
|
framvegis stendur ovaliga å
skránni hjá Føroya Politist-
afelag, sigur hann, at so er
ikki. Ringu tidirnar i Før-
oyum hava fignid felagið at
sleppa hesum málinum fyri-
bils í øllum førum.
Anna Smith
farin bert 42 ára gomul
Ta
4
Sjálvt um Anna hevdi eina drugva og torføra
sjúkralegu, er tað ikki lætt at skilja, at hon so
tíðliga skuldi takast heim
Lítið mundi nakar gruna, at henda sníkjandi
krabbasjúkan fór at gera feigdina um seg júst
tað árið, Anna, Sonni og Maria Kristina búleik
aðust á flatlondum
Anna var av góðum bergi brotin. Dóttur teirra
í Stovugarðinum Hans og Hannefíu Poulsen í
Klaksvík. Hannefía er kent navn í Javna heilt frå
byrjan og er enn virkin í økisnevndini í Norður
oyggjum
Tað eru longu nógv ár síðan Anna og Sonni
fóru at rætta Javna eina hjálpandi hond í dagliga
stríðnum hjá felagsskapinum. Serliga í blað-
arbeiðinum, sum er tungt starv, var hetta ein góð
kombinatión. Hon, sum lærari og hann, sum tíð
indamaður. Hetta sjálvsagda samarbeiðið teirra
millum gjørdi, at tað skriftliga arbeiði tey lótu
frá sær var mergjað. Tað vigaði. Tilfarið var farið
gjøgnum kønar hendur
Eg kendi væl Annu. Vit vóru grannar og floks
felagar úr framhaldsdeildini í Klaksvíkar skúla
Altíð var hon fyrikomandi, smílandi og gav sær
stundir til eitt prát. Hon var eisin ein av gentunum
í klassanum, vit kundu finna uppá at klandrast
um, minnist eg
Sum formaður í Javna plagdi eg onkuntíð at
troytta tey, tá ið okkurt var á vási. Ein feldi seg
altíð vælkomnan í heim teirra. Blíð og fyrikom
andi fólk øll somul. Dótturin Maria Kristina, ein
fit smågenta. Tíðindafró eins og påpin. Altid
tann síðsta nýggjheitin um kettuna
Anna og Sonni vóru í blaðstjórnini hjá Javna
Tey hava skrivað, redigerað og lagt blaðið til
rættis í mong ár. Tí kennist tað eisini svárt hjá
felagnum at missa úr skarðanum av fólki, ið altíð
vóru til reiðar at »dugna eina hond«
Tá ið systkinaskeiðið hjá Javna á Eiði skuldi
fyriskipast í 1993 bleiv stovan hjá Annu og Sonna
brúkt sum kommandosentralur til fyrireikingar
fundirnar. Tað var beiggi Annu, Sigmund, ið er
sakførari, sum legði skránna til rættis. Uttan
nakra áheitan átóku Anna og Sonni sær at leiða
skeiðið. Tað bleiv til eitt ógvuliga læruríkt og
gott skeið á Eiði
Anna var vird av øllum, ið kendu hana. At
talan er um nógv fólk, ið kendu og virdu hjúnini
Onnu og Sonna, bar jarðarferðin sítt týðiliga tekin
um. Valla hevur skarðin verið stórri
Sjálvt um tað er tekin um stóra sorg at síggja
so mong av Annu og Sonna'sa nærmastu samlað,
so vermir tað tó hjartargturnar, at tey nærmastu
finna saman, tá ið á stendur
Orð eru fátæk tá soleiðis vil til. Tó haldi eg, at
í taluni hjá presti vóru troystarorð og lýsti væl
og hjartaliga gongdina. Tað er eisini ein troyst
fyri tey avvarðandi, at umstødur vóru til at siga
farvæl við sjúkraleguna
Hóast hetta verða tungar letur at koma. At
missa mammu, konu, dótiur, systur og svigarindu
í bestu árum er ein óskiljandi sorg. Men deyðin
er náðileysur. Spyr ikki um aldur. Tað má hava
verið okkurt, ið heyði nógvan skund heima á
Himli
Hann, ið øllum valdar, styrki tykkum Sonna,
Mariu Kristinu, Hans, Hannefíu, Sigmund, Sím
un, Anfinn og Jón Harald og tykkara nærmastu
Vit í Javna lýsa frið yvir minnið um Annu
Smith.
Fyri Javna - Jens Jensen