Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. august 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 161 — 27. AUGUST 1997 tíðindablaðið KÍ tók av tá HB og B36 spældu javnt Fótbóltur 1. deild kvinnur: KÍ er fremst hjá kvinnum, eftir at hini bæði oddaliðini, HB og B36 spældu javnt móti hvørjum øðrum Seinasta vikan var serliga góð hjá kvinnunum hjá KÍ Síðsta sunnudag vunnu tær oddadystin móti HB, síðani vunnu tær stórt útsetta dyst in móti EB og um vikuskift ið kláraðu tær aftur at vinna, tá tær vitjaðu á Svanga- skarði HB og B36, sum eru lið ini, sum KI kappast við í oddinum, spælt javmt í dyst inum teirra millum, og tað passaði væl hjá KI-liðnum, sum so streyk við odda plåssinum, og er tvey stig á odda, nú fimm dystir eru eftir at spæla Stigatalvan vísur, at kapp ingin er slitin sundur, so leiðis, at try lið kappast um gullið, LIF og EB liggja aft anfyri, og væl aftanfyri tey liggja tey trý botnhdini B68 Skála og Sumba Utsettu dystirnir frá fyrsta umfarinum eftir summar- steðgin, vóru spældir mitt í seinastu viku. Týskveldið vann KÍ heili 6-0 móti, meðan B68 og LÍF spældu javnleik á Toftum Oddadysturin endaði r Fríggjakveldið var mest spennandi dysturin hetta vikuskiftid spældur. Hann var á ovara valli í Gunda- dali, og tað vóru mest vinn- andi kvinnuliðini í landini, HB og B36, sum spældu oddady st HB var undan dystinum eitt stig frammanfyri B36, og høvdu tað bert verið tey bæði liðini í oddinum, hevði ein javnleikur passa HB væl. Men nú er Kl eisini við heilt frammi, og tí vildu bæði liðini vinna dystin, fyri at koma he:lt fram enn betri møgulerka fyrr at vinna gullið Dysturin var javnur og spennandi. og kundi farið báðar vegir. Í fyrra hálvleiki gekk báðar vegir. meðan B36 tók meira yvir, eftir at HB beinanvegin í seinna hálvleiki hevði lagt fram um, tá Teresa Johnsson og hava seg stútaði returbólt av tvør stongini hjá B36 í málið B36 trýsti fyri at fåa javn leik, og harvið bjarga vón ina um eitt pláss á toppinum aftur í ár, og tað eydnaðist eistm at fáa mál. Rakul N Joensen skoraði, og hóast B36-kvinnurnar hildu seg havt kunnað fingið meira brutur úr trystinum, fegn aðust tær um málið, sum gav javnleik Há HB vardi Sigrun Mikkelsen málið, tí vanligi málverjin hevði leikbann KÍ tók av Oddadysturin millum HB og B36 varð spældur friggjakvøldid, og tí visti triðja oddaliðið, KT, hvussu stødan var, tá tær fóru á vøll in á Svangaskarði sunnu dagin. Vunnu tær dystin vóru tær einsamallar á odda KÍ hevur seinnu árini ver ið nær við at vunnið gull bæði í steypakappingini og í FM-kappingini, men tað tykist, sum tá liðið skal av- gera til sín fyrimun, so bilar við sjálvsálitinum og nervar spæla liðnum ein puss Soleiðis tóktist eisini vera í dystinum móti B68. Liðið spældi stirvið fyrstu løtuna, og tað var ikki legið, at heimaliðið legði seg fram um, tá Lív Hansen skoraði B68 kundi fingið okkurt annað mál fyrstu løtuna, men tá Maria Jacobsen javnaði fyri KÍ, komu gest irnir meira fyri seg Í seinna hálvleiki kom bert eitt mål, og tað gjørdi toppskjúttin hjá KI, Rannvá Andreasen. KI helt 2-1 tíð ina út, og tær vóru sera væl nøgdar við sigurin, sum tók liðið uppá toppin í kvinnu kappingim. KI hevur nú 22 stig, HB hevur 20 og B36 19 Merkisverdur dystur å Skåla Eysturoyarliðini Skála og LÍF spældu sunnudagin ein merkisverdan dyst á Skála Málini skolaðu báðar vegir, og eftir at bæði liðini høvdu verið á odda við tveimum málum, vann LÍF 7-6 við máli, sum tær gjørdu í evstu løtu Skála kom á odda í | minutti, tá Signhild Peter sen gjørdist leys og skoraði Løtu seinni javnaði Nancy Justinussen fyri LÍF eftir trunkaspæl í brotsteiginum Tríggjar minuttir seinni legði Borglis Fagradal Skála fram um, men Karin Heinesen javnaði. Tá vóru 18 minuttir spældir, og fýra mál skotin LIF íór fram um bæði 3- 2 og 4-2 við málum sum Kristina Eyðbjørnsdóttir og Karin Heinesen skutu, men Ingun Hansen og Signhild Petersen javnaðu áðrenn hálvletk Í seinna hálvleiki legði heimaliðið seg fram un: 6- 4, eftir at Borglis skoraði tvær ferðin innan tveir min- uttir. Men so tók Kristina Eyðbjarnsdóttir hjá LÍF fat Hon fór ígjøgnum og skor- aði til 6-5, síðani varð hon feld, og skoraði til 6-6 við brotssparki, og í seinasta minutti av dystinum, stríddi hon seg leysa í brotsteig- inum og skoraði sigursmál- ið til 7-6 til LÍF EB vil vera við Vidhvørt fáa tær eitt slag yvir fingrarnar, men tær reisa seg altíð aftur. Soleiðis tykist at vera við Eiðis- kvinnum, sum á hverjum ári hava lið við í bestu kvinnu deildini Tyskvøldid taptu tær 6-0 i Klaksvik, men sunnudagin fótaðu tær sær aftur, tå tær vunnu 2-0 á Sumba. Eyðfríð Kristiansen skjeyt væði málini hjá EB, eitt í hvorj um hálvleiki. Saman við LIF myndar EB miðjuna á stigatalvumi, tær klára ikki at náa fram til heiðurs merkjapláss, men tær hava nærum heilt sloppið sær undan niðurflytingarstríð num, sum tær áður hava tík ið lut í fram móti endanum av kappingini Næsta vikuskiftid verður aftur spælt í kvinnudeildini, og nú kappingini líður móti endanum er spenningurin stórur hverjaferð Oddaliðið KI skal spæla á heimavelli móti botnlið- num Skála. Í fjør var tað júst Skála, sum legði fót fyri KÍ í oddastridnum, og tað kunnu tær gera aftur í ár HB skal spæla á útivelli móti Sumba, sum hevur harðliga brúk fyri stigum og B36 fær vitjan av B68 Seinasti dysturin hetta um- farið varður spældur í Lor vík, har EB kemur á vitjan ek | Oddadysturin millum HB og B36 endaði við javnleiki 1-1, og tað passaði best KÍ, sum fór við fremsta plássinum. Teresa Johnsson skoraði málið hjá HB, meðan Jenny Lamhauge nú er viðaftur hjá B36. Mynd: Alvur Haraldsen Utsettur dystur, 19. august KI-EB 6-0 (4-0) 1-0: Elsebeth Jónsson 2-0: Susanna Jacobsen 3-0: Rannvå Andreasen 4-0: Maria Jacobsen 5-0: Rannvå Andreasen 6-0: Rannvå Andreasen 21. august B68-LIF 1-1 9. umfar, 22. august HB-B36 1-1 (0-0) 1-0: Teresa Johnsson 1-1: Rakul N. Joensen 23. august EB-Sumba 2-0 (1-0) 1-0: Eyðfríð Kristiansen 2-0: Eyðfríð Kristiansen B68-KÍ 1-2 (1-1) 1-0: Liv Hansen 1-1: Maria Jacobsen 1-2: Rannvå Andreasen Skála-LÍF 6-7 (4-4) 1-0: Signhild Petersen 1-1: Nancy Justinussen 2-1: Borglis Fagradal 2-2: Karin Heinesen 2-3: Kristina Eydbjørnsdøttir 2-4: Karin Heinesen 3-4: Ingun Hansen 4-4: Signhild Petersen 5-4: Borglis Fagradal 6-4: Borglis Farradal 6-5: Kristina Eyðbjørnsdóttir 6-6: Knstina Eyðbjórnsdóttir, br 6-7: Kristina Eyðbjørnsdóttir | Hagtølini — 1. deild kvinnur ] Stødan I. KI 9 7-1-1 37-19 22 2. HB 9 6-2-1 34-11 20 3. B36 (MS) 9 6-1-2 28-9 19 4. LIF 9 4-3-2 2420 m—y3I5 5. EB 9 3-3-3 11-18 12 6. B68 (U) 9 1-3-5 10-24 6 7. Skåla 9 1-1-7 12-38 4 8. Sumba 9 0-2-7 2-19 2 Málskjú Teresa Johnsson, HB ....... Rannvá Andreasen, KÍ... Kristina Eydbjørnsdåttir, LÍF Rakul N. Joensen, B36 … Sólvá Joensen, B36 ........ Eyðver úr Dímun, HB ..... Anja Weihe, B36 ........... María Jacobsen, KÍ Andrea á Regni, B68 ....... Eyðfríð Kristiansen, EB Eydvør Thomsen, HB... Malena Josephsen, KÍ .................„..... Paula Mikkelsen, KÍ Borglis Fagradal, Skála ...... Arnbjørg Danielsen, B36 Sólgerð Viderø, B36 Maria Niclasen, EB Lydia Vesturtún, EB . Súsanna Jacobsen, KÍ Karin Heinesen, LIF... Beinta Joensen, LÍF Signhild Petersen, Skála Katrin Lisberg, Sumba OUR 0 renenerer KJ ÞJ KJ Þá KJ KÍ KJ KJ NO NØ 19 1 19 Ba