Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-08-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. august 1997síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 162 — 28. AUGUST 1997 tíðindablaðið 11 sosialurin, box 76, 110 tórshavn, tel 11820, fax 14720 e-mail til ítróttin: eydun kÆolivant.fo Bara tveir hava spælt hvorja ferð 'Vit fylgja við | Ítróttarsosialurin hevur fingurin á pulsinum, og nærum hvønn dag hava vit fróttartilfar við í blað- num. Hvønn týsdag greiða vit frá øllum tí, sum | hendi í vikuskiftinum, og leygardag finnur tå mest | fullfíggjaðu upptaktina til fótbóltsdystirnar um viku- skiftið her í blaðnum. Les Sosialin, tað loysir seg J Fótbóltur: Tað verður eitt vónbrot hjá kypriotum, um teir ikki megna at koppa HB í Europa Cup kappingini fyri steypavinnarar Tá HB spælararnir í kveld renna inn á vøllin í Nicosia á Kypros er tað við vónini um, at teir skulu vinna ella greiða ein javnleik, sum í málum er størri enn 1-1 Havnarmenninir dylja ikki, at teir ógvuliga fegnir vilja sleppa víðari í kapp- ingini, og teir kenna treyt irnar. Um teir vinna, so sleppa teir víðars-umtað verður målleyst, so sleppur Nicosia víðari, tí teir skor- aðu í javnleikinum á úti- velli, og um tað verður javríleikur 1-1, so verður talan um longda leiktíð og møguliga brotssparkskapp- ing. Verður talan um javnleik 2-2, 3-3 ella meiri enn tað, so sleppur HB víð- ari, tí so eru tað teir, ið hava skorað flest mál á útivelli B71 klskkaði ! or royndu sandoyingar seg í UEFA Cup kappingini ímóti sama liði, sum HB skal spæla ímóti í kveld. B71 tapti 5-1 á Svanga skarði, og tað mundi vera fáur, sum ikki roknaði við stórtapi á Kypros. Men tað gekk ødrvisi. Nicosia vann 4-2, og eina ltu vóru sand- oyingar frammanfyri 2-1 Eli Hentze javnadi til 1-1, tå 27 minuttir vóru farnir, og fyrsioterapeuturin, sum er við HB á Kypros, Pål á Reynatúgvu, legði éftir 35 minuttir B71 á odda 2-1 Avrikið hjá B7I kann geva ábendingar um, at kypriotiska liðið er at tsoa við har níðri, men tað kann eisini hugsast, at hvøkkurin, sum Nicosia fekk í 1. hålv- leiki í fjør, hevur lært teir at taka uppgávuna ímóti HB í ramasta álvara frá fyrsta bríksli At Apoel Nicosia ógvu- liga fegið vil sleppa víðari í Europa Cup, dylja teir sjálv- ir ikki yvir. Í mei mánað í ár varð felagið sum hitt fyrsta á Kypros gjørt um til eitt partafelag. Tað ber til at keypa og selja partabrøvini, og tað sigur seg sjálvt, at ein sigur á HB og harvið víðari luttøka í Europa Cup fer at bera við sær, at virðið fer at hækka á partabrøv unum, meðan tað mótsatta er hugsandi, um HB vinnur Royndu menninir skulu bera Dysturin á Kypros í- kveld er tann áttandi hjá HB í Eur- opa Cup, og teir eiga fram vegis ul góðar at vinna á vellinum Bara tveir spælarar hava verið við allar átta ferðirnar Teir eru Kaj Leo Johanne- sen, sum hevur vart málið allar dystirnar á tamb, og Rúni Nolsøe, sum hevur spælt við hverja ferð alla tíðina, burtursæð frá tá Dinamo Batumi var á Svangaskarði. Tá avloysti Andrew av Fløtum Rúna Nolsøe síðstu tólv minutt- irnar. Tað eru hesir báðir, sum skulu bera HB liðið fram í kvøld, saman við ødr- um monnum, sum hava nógvar altjóða royndir. T.d Jan Dam, Allan Mørkøre, Jens Erik Rasmussen og Una Arge Roknað verður annars við, at HB liðið fer at síggja soleiðis út í kveld: Kaj Leo Johannesen - Allan Mørk- øre, Hans Fróði Hansen, Jan Dam, Bjarki Mohr, Hallur Danielsen - Ingi Rasmus- sen, Rúni Nolsøe, Jens Erik Rasmussen - Uni Arge, Gunnar Mohr Bædi eru vand Kypriotiska liðið og HB eru ikki so ólík, tá tað ræður um at vinna meistaraheitir og steypakappingar Apoel Nicosia hevur vunnið kypriotiska meist- araheitið 16 ferðir, síðani farið varð undir landskapp- ingina har niðri í 1935, og teir hava vunnið steypa- kappingina sekstan ferðir. Greipuna — tað vil siga bæði meistaraheitið og steypa- kappingina í sama ári — hav- a teir vunnið fýra ferðir, og seinasta ferðin var í 1996 HB hevur vunnið FM heitið fjúrtan ferðir, og síð ani 1955, tá farið varð undir fyrstu steypakappingina, hava teir vunnið bikør, súlur og steyp 24 ferðir. Tíggju ferðir hava HBarnir vunnið greipuna: í 1955, 1963, 1964, 1971, 1973, 1975, 1978, 1981, 1982 og 1988. jh Danska skattavaldið í her- ferð móti itrottarfeløgum Ítróttur: Donsk Ítróttarfelgg, ítróttarleiðarar og ítróttaríðkarar skulu kannast fyri svart arbeiðið og óreglusemi í sambandi við til mvg og skatt Danska skattavaldið fer um stutta tíð undir ta størstu og mest umfatandi herferðina móti yrkisítróttinum og yrkisítróttarfólki nakrantíð. Herferðin er vend móti bæði teimum, sum liva av ítróttinum, og teimum, sum partvís liva av honum, og allar greinar verða tiknir við — frá hondbólti til ishockey, frá tennis til fótbólt Bæði kommunala skatta- valdið og Told og Skatte- styrelsen eru við í ætlanini, og kanningarnar, sum fara at verða gjørdar, fara mill- um annað at umfata svart arbeiði, mvg- og skattagjald av atgongumerkjasølu, lýs- ingaravtalur og sølu av spælarum. — Vit hava seinastu årini sæð nógv dømi um, at tad í ymsum ítróttarfelsgum hevur verið óskil í rokn- skapinum, og vit fara nú at kanna um feløgini eru við at rætta seg eftir lógunum, sigur Carsten Koch, sum er danskur skattaráðharri, við blaðið Aktuelt Ov stórar ætlanir Tað eru serliga leiðarar í itrøttarfeløgunum. sum eru líka undir elituni, sum eru orsøkin til vaksandi skatta- óreglusemi í danska ítróttar- heiminum. Hesir leiðarar hava heilt einfalt ov stórar ætlanir við felagnum, teir standa á odda fyri, og koma tí í fíggjar- ligar trupulleikar, tå kapp- ingarárið er av, og rokn- skapurin skal gerast, vil Aktuelt verða við. Og einasti vegurin burtur úr trupulleikunum kann ofta vera at gloyma inntøkur frá bingospølum konsertum og atgongumerkjasølu, og at geva spælarum og venjara nakað av pengum undir borðið ístaðin fyri vanligu lønina. — Ambitiónirnar eru heilt emfalt ov stórar hjá ama- tørleidarunum, og tað er or- søkin til økta skattasvikid, sigur skattaráðgevin hjá danska ítróttarsambandi- num, Willy Rasmussen, við Aktuelt. — Tad er ein tendensur til, at feløgini undir elituni leggja meira fyri enn tcy klåra. Leidararnir vilja so fegnir hava felgid fram millum tey fremstu — og leggja figgjarætlan eftir ti — og tad skapar ofta trupul- leikar, tå målid ikki verdur nått, sigur hann. Herferðin hjá danska skattavaldinum, sum hevur verið fyrireikað í tvey ár, verður sett í gongd í heyst, og kemur at fevna um bæði stórri og smærri feløg innan alskyns ítróttargreinar. ek | Jógan Hugu Gardar | OSLO: Norsku millión- | ingarnir Bjørn Rune | Gjeldsten og Kjell Inge | | g Kjell Ing | Røkke keyptu í vár bret- | ska fótbóltsfelagið Wim- | bledon. Frammanundan | í heimbýnum Molde. Sambært norska blað- num Dagens Nærings- liv hava teir báðir nú eina ætlan liggjandi klára har hesi bæði fel- øgini verða løgd saman. Nakrir fådir íleguhug- aðir ríkmenn hava fing- ið innbjóðing til at seta pengar í tað nýggja fel- agið. Wimbledon-stjórnan Vinnie Jones og Molde- stjórnan Petter Rudi, kunnu um stutta tíð fáa sama arbeiðsgevara. Fyri fyrstu ferð í søguni skal eitt norskt fótbólts- lið og eitt bretskt fót- bóltslið hava sama eig- ara. Eftir ætlanini skal tað nyggja felagið skráset- ast á virðisbrævamarkn- aðunum í Oslo og í London. Wimbledon varð í juni mett at hava eitt virðið uppá umleið 400 milliónir krónir. Bjørn Rune Gjelsten og Kjell Inge Røkke eiga umleið 300 milliónir av hesum virðinum. Molde er virðismett til umleið 100 milliónir norskar krónur. Nyfløgurnar í tað nýggja felagið eru mett- ar til umleið 150 milli- ónir norskar krónur. ítróttur; Vit eru har nakað hendir ítróttar sosialurin eiga teir fótbóltsfelagið | |