týsdagur 2. september 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 107 — 10. JUNI 1997
meiri enn ein tima
Fótbóltur: Fuglfirðingar vístu betri
avrik enn roknast kundi við, og teir
megnaðu at kroysta oddaliðið, ið ikki
var so nærgangandi sum onkuntíð
heilt leingi
1. deild menn:
IF-B36 1-2 (1-1)
B36 viðhaldsfólini vóru
mong í Fuglafirði sunnu
dagin, og um fleiri teirra í
hesi vikuni hava langt nið
urbitnar negl, so er tað ikki
so undarligt. Tí tey vóru
hildin á pínubeinkinum
ógvuliga leingi
Fyrsta korterið var tað
einki, sum bendi á, at tað
skuldi gerast so slítandi fyri
spælararnar og viðhalds
fólkini hjá komandi meist
araliðnum. B36 legði sann
farandi fyri, og teir høvdu
fleiri møguleikar at fáa hol
á beinanvegin. men teir
fingu ikki mál, og tá IF kom
1 odda aðru ferðina. teir
vóru í nánd av málinum hjá
Egini Høgnesen, var tað
sum um árstalsmenninir
stirnaðu nakað
Fyrr í summar hava vit
onkuntíð víst á, at B36 hev
ur havt ilt við at vísa alt tað
sum teir megna, áðrenn teir
hava fingið hol á. Hesa ferð
tóktist hetta ikk: at darva
fyrstu løtuna, men tá IF var
komið framum kom kuril í
hjá oddaliðnum
Teir vóru alt ov lítið
hvassir í álopspartinum, og
Tomislav Sivic, sum heyði
sett seg sjálvan uttanfyri
byrjunaruppstillingina,
broytti samansetingina. Ják
up á Borg varð tíkin út, og
spælandi venjarin kom inn
í álopið við síðuna av John
Petersen
IF æru av avrikinum
Fuglfirðingar vístu sitt gott
avrik. Tá teir høvdu fingið
hol á, var tað sum um teir
megnaðu at halda seg il tað,
teir høvdu avrátt. Teir lótu
B36 hava bóltin og spæla
sær við honum á egnari hál
vu, og so mannaðu teir seg
um miðlinjuna. Miðvallar
arnir lógu sera tætt í sínum
monnum, og tað var sjáldan
at renningar og skiftingar
bóru upplagdar møguleikar
við sær til B36
Julian Johnsson var und
antakið frá fastløstu stød
uni. Hann reikaði nógv. og
serliga í 1. hálvleiki hevði
hann langar teymar. Út
gangsstødan var á miðvell
mum í høgru, men hann
skifti ofta við Jan Guttesen
sum í útgangsstóðu var á
høgra vongverja
Ivær ferðir var um repp
ið, at:tað hevæåi mál vid sær
at Julian var so leysur. Ta
einu ferðina, tá hann legði
innfyn úr høgru, vóru tveir
hvítir inni undir málinum
saman við einum reyðum
Ronni Samuelsen tveitti seg
og stútaði, og bólturin brast
í tvertræið
Seinnu ferðina streyk
landsliðsmaðurin igjøgnum
í vinstru, hann sendi ímóti
handara horninum, men í
tveimum atløgum eydnaðist
tað væl upplagda Erlingi Jo
ensen at fáa fatur á
Veikleikarnir
Fulgfirðingar mundu undan
sunnudegnum fegnir vilja
havt selt uppgerðina ímóti
B36 fyri eitt stig
Tí var tað undrunarvert,
og segði frá taktiskum veik
leika, at teir høvdu lyndi til
at skunda sær við bæði inn
køstum, frispørkum og
hornaspørkum. Tað var
eirgin orsøk ul tað, og um
tað er onkur, sum aftaná sig
ur, at hetta kostaði eitt mál
í fyrra hálvleiki, so er ikki
ítróttar SOS
IF pindi oddaliðið í
einki í hesum, tí tað vóru
farnir tveir minuttir út yvir
tíðina, tá B36 javnaði
Ongantíð
niðurspældir
At B36 javnaði so stutt und-
an hvildini átti at givid teim-
um sinniligt yvirskot, sam-
stundis sum tað átti at tryst
heimaliðið niður vid nakk-
anum
Men tað var lítið at síggja
til hetta. B36 tóktist hava
mist vónina um at niður-
spæla måtstødumenninar
og vinna stórsigur. Í staðin
strembaðu teir eftir at halda
tætt og at fáa eitt mál og
harvið vinna øll trý stigini
ímóti einum måtstødulidi,
sum hevði stóra æru av av-
rikinum
B36ararnir høvdu bóltin
nógv 2. hålvleik, men teir
høvdu fáar upplagdar møg-
uleikar. At teir kortini fingu
sigursmálið ger, at vit tora
at rokna teir sum komandi
meistaralið
Málini
IF kom á odda, tá 16 min-
uttir vóru farnir. Bárður
Mortensen stútaði niður fyri
føturnar á Bárðuri á Lakj-
uni, sum hesa ferð var í á-
lopinum saman við Egili
Zachariasen. Lakjumaðurin
sneiddi ein av í brots-
teiginum í vinstru, smekk-
aði flatt ímóti handara stól-
pa, B36 málverjin megnaði
bara at hálvbjarga, og bólt-
urin støkk til Egil Zacha-
riasen, sum hevði lætt við
at trilla í málið
Utjavnandi málið kom
eftir 47 minuttir. ÍF var á
veg í álop, tá teir mistu
Arnbjørn Danielsen sendi
langt fram eftir til John Pet-
ersen, sum kom leysur av
tveimum verjuspælarum, ið
ikki tóktust hava roknað við
bólttapinum, og landsliðs-
maðurin var kaldur, rysti
málverjan av sær og trillaði
í tóma málið.
Sigursmálið sjey minuttir
fyri leiklok kom eftir horna
John Heri Dam, sum saman
vid Allan Manai var komin
å vøllin stutt frammanund-
an, lyfti innfyri, IF verjan
sendi útfrá, og tå bólturin
varð sendur inn aftur í
brotsteigin royndi verjan at
seta rangstødufellu. Tveir
fuglfirðingar hingu eftir, og
Julian Johnsson var púra
leysur, og kundi seta fram-
við ÍF málverjanum
Sunnudagsútferðin hjá
havnarmonnum var bjarg-
að, og nú gera teir seg út til
næstu útferðina, sum verður
til Vágs!
(Gjh)
11
KI stjól
eitt stig
við 10
monnum
2. deild menn:
LIF-KI 2-2 (1-1)
Hóast KI spældi megin
partin av seinna hálvleiki
við 10 monnum og komu
aftur um 2-1, bardu teir
seg upp á javnt aftur, og
fingu eitt stig við sær um
Lorvíksfjørð aftur
Stutt eftir hálvleiks
steðgin fekk málverjin hjá
KI, John William Joensen
reyða kortið frå dómaran
um, eftur at hann treiv í
ein LIF'ara, sum gjørdi
fríspark móti honum
Hendingin tóktist hava lít
ið uppá seg, men dómarin
valdi at fara í lumman eftir
ostaskorpuni
Klaksvíkingar settu
vongverjan Jógvan á
Lakjuni í mál. Hann stóð
seg sera væl, og hevði
ongan møguleika at verja
fyri, tá innskifti Tórhallur
Justinussen drønadi bóltin
i målhorni ur spiskum
vinkli til 2-1 til LÍF
Lorvikingar høvdu
mesta spælid eftir hetta
teir trýstu langt frammi á
vellinum, men ofta førdi
tað bara trunkaspæl við
sær, og tá kjansirnir komu
vóru teir misnyttir
Kl'arnir fingu høvi at
fara í kontra, tí LÍF hevåi
nógv fólk frammi
kundu havt fingið okkurt
burtur úr
Fýra minuttir fyri leik
lok eydnaðist at javna til
2-2, tå Olavur Kjølbro
stútaði eitt frisparksinn-
legg í málið. Kl'arnir
fegnaðust, meðan vertirnir
hingu við høvdinum
KI fekk annars góða
byrjan í dystinum, tá Ovi
Nysted eftir fýra minuttir
sendi bóltin í málið. hann
royndi seg nakað úti frá,
bólturin rakti LIF-verju-
mann og so var málverjin
prisgivin
LIF javnadi ådrenn
hålvleiksstedgin, tå Jon-
hard Høgnesen eftir eitt
hornaspark fekk bóltin í
målid vid høvdinum
LIF trýsti nógv í fyrra
hálvleiki, og teir høvdu
fleiri góðar kjansir at gera
mál, men sum so ofta fyrr,
so gekk strilti at avgreiða
bóltin seinasta pettið um
mállinjuna, og tað gav
eisini tað úrslit, at KÍ tók
av, tá teir fingu kjansin
móti endanum av dysti-
num
LIF er framvegis við í
kappingini um plássið,
sum førir við sær uppflyt-
ingardyst, men teir hildu
sjålvir, at javnleikurin
móti KI var eitt slag í and-
litið
KI er framvegis við í
oddinum, og teir fara sein-
astu fýra umførini at vera
við í stríðnum um heiðurs-
merkini
og ter
(ek)